Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 13. januar 2004 15 Formaður Tjóðveldis- floksins, Høgni Hoy- dal, heldur, at stóra veljarakanningin fyrst og fremst er eitt týði- ligt varskó til øll full- veldisfólk í Føroyum. Hann er framvegis optimistiskur, men ásannar, at Tjóðveldis- flokkurin og fullveld- isvongurin ikki longur hava tann stuðul millum veljararnar, sum teir hava havt VELJARAKANNING Kristian E. Andersen – Eg tulki fyrst og fremst hesa veljarakanningina sum eitt týðiligt varskó til øll fullveldisfólk í Føroy- um. Kanningin er ein stað- festing av, at tað hevur eydnast sambandskreftun- um í Føroyum at fáa føroy- ingar at síggja framtíðina og tað føroyska samfelagið í einum negativum ljósi. Tí eigur hendan kanning at vera eitt spark í dintilin hjá øllum fullveldissinnaðum fólki í Føroyum, er fyrsta viðmerkingin hjá formanni Tjóðveldisfloksins, Høgna Hoydal, til nýggju veljara- kanningina, sum Fynd og Sosialurin hava gjørt í samstarvi við Føroya Tele. Døpur framtíðarútlit Formaður Tjóðveldisfloks- ins lýsir eina, fyri Tjóð- veldisflokkin, dapra mynd av føroyska samfelagnum, um Sambandsflokkurin vinnur valið. – Sambandsflokkurin hevur greitt boðað frá, at hann fer til Danmarkar at samráðast um at lima okk- um endaliga inn í danska ríkið og ES. Umframt hetta hevur sambandsflokkurin eisini boðað frá, at hann fer at veita skattalætta til tey ríkastu. Úrslitið av hesum verður so, at vit um fá ár, tá landsskassin ikki longur megnar at bera sína byrðu, aftur mugu fara á biddara- gongd á Christiansborg, greiðir Høgni Hoydal frá. Framvegis optimistiskur Hóast Høgni Hoydal viður- kennir úrslitið av veljara- kanningi og ásannar, at veljarin ikki longur stuðlar Tjóðveldisflokkinum, sum hann hevur gjørt, er hann framvegis optimistiskur og hevur enn ikki mist vónina. – Eg havi sagt síðan val- stríðið byrjaði, at tað er í mótburði, at mann skal vísa sína styrki, og eg havi tað sannføring, at tað fer at eydnast at fáa framtíðina á skránna áðrenn valið. Eg vænti ikki, at føroyski velj- arin fer at siga nei til fram- tíðina og sítt egna land, tá hann fer inn í atkvøðuboks- ina, sigur formaður Tjóðveldisfloksins at enda. Eitt spark í dintilin Formaðurin í Sam- bandsflokkinum, Lis- beth L. Petersen held- ur, at veljarakann- ingin kann tulkast sum, at føroyski veljarin ynskir eina heimastýrissam- gongu millum Sam- bandsflokkin og Javn- aðarflokkin. VELJARAKANNING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Hatta ljóðar ótrúliga gott, ja heilt einastandi. Formað- urin Sambandsflokkinum er ómetaliga fegin um góða úrslitið hjá Sambands- flokkinum í veljarakann- ingini. Hon er kortini skjót at leggja afturat, at veljara- kanningin má fyri alt ikki enda sum ein koddi hjá Sambandsflokkinum, nú ein góð vika restar í til valið. – Eg eri sjálvsagt ótrúliga glað, men kanningin kann eisini gerast farlig, tí fólk fara nú møguliga hugsa, at teirra atkvøða nýtist ikki at fara til sambandsflokkin, tí flokkurin sær út til at klára seg uttan. Hetta mugu vit syrgja fyri at ikki hendur, sigur formaður Sambands- floksins Lisbeth L. Petersen sigur, at alla hennara tíð í før- oyskum politikki hevur Sambandsflokkurin ikki havt fleiri enn átta ting- menn og at talið er komið upp á tíggju er heilt ótrúligt og bara fegnast um. Heimastýrissamgonga Sambært veljarakanningini hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eins- mallir meiriluta í løgtingin- um. Møguleiki er so fyri fyrstu tvey flokka sam- gonguni síðan 1990. Sam- bandsflokkurin og Javnað- arflokkurin hava søguliga samstarvað í sonevndum heimasstýrissamgongum. Formaðurin í Sambands- flokkin heldur, at veljara- kannigin er eitt varskó frá føroyska veljaranum til eitt samgongusamstarv við Javnaðarflokkin. – Vit hava somu støðu til ríkisrættarliga spurningin og á sosiala økinum kunnu flokkarnir eisini samstarva. Vit hava eisini arbeitt væl saman sum andstøðu Kann- ingin er eitt týðuligt signal um, at veljarin ynskir eina broyting og sum tølini eru nú, kann eitt samstarv við Javnaðarflokkin væl koma upp á tal.. Hetta betýðir kortini ikki, at Sambands- flokkurin ikki er áhugaður at tosa við aðrar flokkar um samgongur, vísir Lisbeth L. Petersen á. Hon leggur afturat, at ein tveyflokka samgonga er lættari at samskipa enn ein samgongu fleiri flokkum. Smáu flokkarnir eru van- liga avgerandi og teir stilla stór krøv. Eitt samstarv við Javnaðarflokkin kundi tí verið ein góður møguleiki, sigur hon Politikkur og ónøgd Spurd um hví Sambands- flokkurin áhaldandi fær so góð úrslit í veljarakanning- unum, svarar Lisbeth, at tað er samantvinning av førda politikkinum hjá flokkinum og ein stór ónøgd við avrik- ini hjá undanfarnu sam- gongu. Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, heldur, at veljarakanningin eigur at vera eitt spark í dintilin hjá øllum fullveldisfólkum Mynd: Savnsmynd Greitt ynski um heima- stýrissamgonguna Lisbeth L. Petersen er sjálv- sagt ómetaliga fegin um góða úrslitið í veljarakanningini, Hon heldur at kanningin kann tulkast sum eitt ynski frá føroyska veljaranum um eina tvey flokka samgongu millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin – Fyri Javnaðar- flokkin er úrslitið av hesari veljarakann- ingini ótrúliga gott, og fyri andstøðuna er hetta eitt uppaft- ur betri úrslit, sigur Jóannes Eidesgaard. VELJARAKANNING Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo 22,1% av atkvøðunum og átta tingmenn er úrtøkan hjá Javnaðarflokkinum í nýggju og umfatandi velj- arakanningini hjá Sosial- inum og Fynd í samstarvi við Føroya Tele. Og Jóannes Eidesgaard er eisini sera væl nøgdur við úrtøkuna í Veljara- kanningini. – Fyri Javnaðarflokkin er úrslitið av hesari velj- arakanningini ótrúliga gott, og fyri andstøðuna er hetta eitt uppaftur betri úrslit. Eg síggi hetta sum ein dyggur frammaná til samgonguna, sigur Jó- annes Eidesgaard. Eins og forkvinnan í Sambandsflokkinum heldur eisini leiðarin hjá javnaðarfólki, at eitt tílíkt úrslit vísir vegin til, at nú- verandi andstøða eftir valið 20. januar fer at ger- ast samgonga. – Tað er týðuligt, at veljarin ynskir eina broyt- ing í landsins leiðslu, sig- ur Jóannes Eidesgaard, sum eisini vísir á, at eitt samgongusamstarv mill- um bert tveir flokkar eru ólíka nógv lættari enn um fleiri flokkar skulu til fyri at fáa kabalina at ganga upp. Jóannes Eidesgaard sig- ur seg sakna eitt greitt út- spæl frá Sambandsflokk- inum viðvíkjandi hvørja samgongu flokkurin miðjar ímóti. Í øllum før- um sær formaður Javnað- arfloksins góðar møgu- leikar fyri einum sam- starvi millum verandi andstøðuflokkar. Endaspurtur Javnaðarflokkurin er ikki so langt frá níggju ting- monnum í veljarakann- ingini. Eitt nú er flokkurin stutt frá einum tingmanni í Vágoynni. – Hendan veljarakann- ingin eigur at vísa okkum í flokkinum, at her er nak- að at berjast fyri, sigur Jó- annes Eidesgaard av- gjørdur. Hann heldur, at ein góður og dugnaligur endaspurtur gera eina góða veljarakanning til eitt frálíkt úrslit. – Javnaðarflokkurin hevur ligið stútt í teimum seinastu veljarakanning- unum, og vit tykjast at hava staðfest eina støðu, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at tað fyrst og fremst er ynski um eina broyting í lands- ins viðurskiftum, sum góða úrslitið í veljara- kanningini. Jóannes Eidesgaard: Ótrúliga gott úrslit Jóannes Eidesgaard er ógvulig fegin um úrslitið av veljarakanningini, og hann heldur eina samgongu við Sambandsflokkin vera ein greiðan møguleika 15 14 Nr. 7 - 13. januar 2004 Einki bendir á, at valdømisvaldu ting- menninir ikki skulu koma úr somu flokk- um, sum teir við einum undantaki hava gjørt síðani í 1978, og einki bendir á, at valdømið aftur hesa ferð sammett við fólkatalið fer at eiga minstu umboðanina í tinginum EYSTUROYAR VALDØMI Jóannes Hansen Sambandsflokkurin eigur tveir, og Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin eiga hvør sín valdømisvalda ting- mannin. Soleiðis hevur tað verið í Eysturoyar valdømi, síðani vallógin varð broytt undan løgtingsvalinum í 1978, tá ið tingmannatalið hjá Eysturoy fór úr fýra og upp í fimm. Eittans undan- takið hevur verið. Tað var á kreppuvalinum í 1994, tá ið Javnaðarflokkurin misti mannin til Óla Jacobsen og Verkamannafylkingina. Veljarakanningin hós- kvøldið bendir á, at býtið av umboðum millum flokk- arnar í Eysturoy verður tað sama, sum tað hevur verið. Kanningin bendir á, at talan kortini kann gerast um broytingar í styrkini. Sam- bandsflokkurin er størstur. Tað hevur hann verið mest sum hvørja ferð tey hundr- að árini síðani floksbýtið. Undantøkini hava verið tvey. Tað fyrra var í 1945, tá ið tað var Fólkaflokk- urin, sum var størstur, og tað seinna var í 1954, tá ið Tjóðveldisflokkurin varð størstur. Á valinum í 2002 var Tjóðveldisflokkurin størst- ur aftaná Sambandsflokkin. Tað tykist Tjóðveldisflokk- urin ikki at skula gerast hesa ferð. Tjóðveldisflokk- urin missir 4,5 % og dettur niður á fjórða plássið, með- an bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava framgongd. Tjóðveldisflokkurin hev- ur afturgongd kring alt landið. Í Eysturoy er hon ikki størri, enn hon er aðra staðni. Men tað man kortini vera lítið at ivast í, at ein av høvuðsorsøkunum til vænt- aðu afturgongdina í næst- størsta valdøminum er turbolensurin, sum hevur staðist av, at Signar á Brúnni ikki er á listanum. Tað verður mett, at tjóð- veldisatkvøðurnar í Fugla- firði fara ikki at roynast so væl hesa ferð, sum tær hava gjørt á undanfarnu valun- um. Fyri tveimum árum síðani var Signar á Brúnni ikki á listanum. Tá tók hann seg aftur, og Hallbjørg Hansen, sum hevði verið býráðsformaður, var á list- anum. Tjóðveldisflokkurin í Fuglafirði kom hampuliga væl burturúr valinum. Hesa ferð høvdu fugl- firðingar Signar á Brúnni í uppskoti. Hann vann ikki á listan, og tað verður mett at fara at kosta tjóðveldisat- kvøður í Fuglafirði og har- við afturgongd í valdømin- um. Tað kann væl hugsast, at tjóðveldismyndin í Eyst- uroy hevði sæð øðrvísi út, um Signar á Brúnni og Tór- bjørn Jacobsen hesa ferð høvdu verið í iannanhýsis kapping um tjóðveldissess- in, sum hóast turbolensin tykist rættuliga tryggur. Minstu umboðanina Sammett við fólkatalið er Eysturoyar valdømi annað av tveimum valdømum, sum eigur minstu valdøm- isvaldu umboðanina. Hitt valdømið er Suður- streymoy, sum við sínum átta valdømisvaldu ting- monnum er lutfalsliga eitt sindur verri fyri, enn Eysturoy er tað. Men meðan Suður- streymoy mest sum hvørja ferð og eftir øllum sólar- merkjum eisini hesa ferð fær fleiri eykavaldar ting- menn, so gongst tað ofta illa hjá Eysturoy at vinna eykavaldar tingmenn, og hetta valið tykist ikki at skula gerast nakað undan- tak. Í níti árunum hava ting- menn fyri Sjálvstýrisflokk- in, Kristiliga Fólkaflokkin, Framsóknarflokkin og Miðflokkin verið eyka- valdir í Eysturoy. Síðsta valskeiðið hevur Sjálvstýr- isflokkurin átt sætta ting- mannin úr Eysturoy. Kann- ingin hóskvøldið bendir á, at tað fer at verða rættuliga tætt millum tølini hjá Sjálv- stýrisflokkinum í Eysturoy og Suðurstreymoy. Framvegis kapping millum bygdir Á so nógvum av undan- farnu valunum hevur tað verið stór innanhýsis kapp- ing í flokkunum. Fleiri bygdir í valdøminum eru so mikið stórar, at tær megna at vera við í kappingini um tingmenninar. Næstsíðsta valskeið átti Fuglafjørður tríggjar av fimm valdømis- valdum tingmonnum. Í hes- um valskeiðnum hava fugl- firðingar verið umboðaðir av Jógvani á Lakjuni úr Fólkaflokkinum. Signar á Brúnni var ikki á listanum fyri tveimum árum síðani, og javnaðartingmaðurin flutti úr Fuglafirði og til Gøtu, har Andreas Petersen varð valdur. Nú bjóðar Dan R. Petersen seg fram aftur. Toftir hava mest sum hvørja ferð í hálvt hundrað ár átt sambandsmann. So- leiðis var tað eisini fyri tveimum árum síðani, tá ið Alfred Olsen varð fyrst- valdur í valdøminum. Hin tingmaðurin hjá Sambands- flokkinum er fyrrverandi løgmaðurin, Edmund Joen- sen, tingformaður, sum seinast fekk flestu persón- ligu atkvøðurnar í Sunda- lagnum og norður til Eiðis. Tórbjørn Jacobsen varð sannførandi valdur fyri Tjóðveldisflokkin í 2002. Hóast hann hevur fingið Hans Tausen Olsen ímóti sær í Runavíkar kommunu, so man tað vera lítið sann- líkt, at nakar skal hótta fólkatingsmannin. Olaf í Garði Joensen á Eiði hevur verið roknaður sum besta boðið upp á næstfemsta plássið. Á fólkaflokslistanum hevði Jógvan á Lakjuni nógv flestar persónligar atkvøður í 2002. Tummas í Garði hevði næstflestar, og uppstillingin á vestara armi á Skálafjørðinum kundi bent á, at strandingurin, sum býr í høvuðsstaðnum, aftur hesa ferð fór at verða drúgvur. Javnaðarflokkurin í Sandoynni varðveitir sína undirtøku, með- an stóra afturgongdin hjá Tjóðveldisflokk- inum og framgongdin hjá Fólkaflokkinum bera við sær, at Fólka- flokkurin hevur góðar møguleikar at endurvinna umboð- anina, sum teir síðst mistu til Tjóðveldis- flokkin SANDOYAR VALDØMI Jóannes Hansen Tað er ovurstórur spenning- ur um valið í Sandoyar val- dømi. Í minsta valdøminum telur hvør einstøk atkvøða lutfalsliga meiri, enn hon ger nakra aðra staðni. At heilt fáar atkvøður verða fluttar millum flokkar, sum eru í tættari kapping um ein sess í løgtinginum, kann hava avgerandi týdning fyri úrslitið. Veljarakanningin hóskvøldið bendir á, at tað verður stríðið í hesi vikuni um heilt fáar atkvøður í Sandoyar valdømi, sum fara at gera av, hvør skal umboða valdømi í nýggja løgtinginum. Sandoyar valdømi verður roknað sum lyklavaldømi. Serliga tá ið tað er stórt trýst á eykamonnunum, so- leiðis sum tað tykist skula vera hesa ferð, er tað sera týdningarmikið at hava ognað sær ein valdømis- valdan tingmann í hesum valdøminum, har tað skulu færri atkvøður enn nakra aðra staðni til at fáa val- dømisvalt umboð. Javnaðarflokkurin var størstur á valinum fyri tveimum árum síðani, og sambært kanningini verður hann aftur størstur hesa ferð. Javnaðarflokkurin fær 34,4% og harvið størri undirtøku enn seinast. Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vóru í kanningini stavn um stavn í kappingini um seinna Sandoyar tingmannin: Fólkaflokkurin 23,9% og Tjóðveldisflokkurin 23,5 %. Tá ið hagtalsliga óviss- an í sovorðnari kanning verður tikin við, so er at staðfesta, at flokkarnir eru púra javnir. Tjóðveldisflokkurin við landsstýrismanninum Pálli á Reynatúgvu sum høvuðs- valevni hevur sammett við valið í 2002 mist 5,7 %, og Fólkaflokkurin hevur vunn- ið 2,7 %. Ofta hava tvær og tríggjar atkvøður verið á muni mill- um umboðan og ikki um- boðan í Sandoyar valdømi. Kanningin hóskvøldið bendir á, at soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Tá ið tað er so tætt í kapping, er tað meiri enn so komið fyri, at harða kapp- ingin gongur út yvir onkran annan. Tí er tað ivaleyst soleiðis, at Javnaðarflokk- urin í Sandoyar valdømi ikki kennir seg heilt trygg- an, men tað skal vilja illa til hjá teimum, um sessurin, sum Gerhard Lognberg hevur røkt stutta valskeiðið, ikki verður endurvunnin. Eins og alla aðra staðni kring landið, tykist Sam- bandsflokkurin at fáa betri val í Sandoyar valdømi hesa ferð, enn hann hevði seinast. Men Sandoyar val- dømi má roknast sum ein- asta valdømið, har Sam- bandsflokkurin ikki tykist hava stórvegis møguleika at vinna sær valdømisvaldan tingmann. Higartil hevur tað ongantíð eydnast Sam- bandsflokkinum at vinna sær umboðan í Sandoyar valdømi. Eysturoyggin líkist sær sjálvari Páll stavn um stavn við Fólkaflokkin Páll á Reynatúgvu tók sessin frá Fólkaflokkinum við seinasta val, men líkt er til, at tað fer at standa á at endurvinna hendan Eysturoyggin líkist sær sjálvari, soleiðis sum hon hevur gjørt seinastu fjórðings øldina C M Y K 14