týsdagur 13. januar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 7 - 13. januar 2004
Nr. 7 - 13. januar 2004
17
48000 hvílandi
limir
Johan í Kollafirði
heldur, at veljara-
kanningin vísir eitt
skeivt úrslit, og at
endaliga valúrslitið
fer at geva honum
nógv fleiri atkvøður
enn so. Um úrslitið
er rætt, er tað sam-
bært kollfirðingin-
um ein staðfesting
av, at í Føroyum
finnast 48000 hvíl-
andi limir, sum ikki
hava skilt boðskap
hansara
VELJARAKANNING
Kristian E. Andersen
– Úrslitið av kanningini er
skeivt. Hon vísir ikki tað
úrslit, sum verður. Eg fara
at fáa meira atkvøður enn
hatta, sigur Johan í Kolla-
firði, tá Sosialurin í tele-
fonini greiðir honum frá,
at hann sambært nýggju
veljarakanningini
ikki
sleppur inn á ting.
Johan í Kollafirði held-
ur áfram við at siga, at um
úrslitið nú er rætt, so
merkir tað, at veljarin ikki
hevur skilt boðskap hans-
ara, ið sigur, at hvør ein-
stakur føroyingur má um-
hugsa støðu sína og ikki
bert velja sama flokk sum
abbin.
– Um veljarin fangar
mín boðskap, so fái eg
fleiri atkvøður enn hetta.
Um tey ikki fanga boð-
skapin, ja so fái eg ikki
fleiri atkvøður. Tað er ein-
falt. Føroyingar mugu
vakna og taka seg saman.
Annars er henda kanning
bert ein staðfesting av, at
tað finnast 48000 hvílandi
limir í Føroyum, leggur
kollfirðingurin afturat.
Meira barnsligur
Johan í Kollafirði ásann-
ar, at hann má broyta
framferðarhátt fyri at fáa
sín boðskap í gjøgnum og
fáa føroyingar at skilja
hann.
– Eg verði nokk noydd-
ur at fáa boðskapin niður
á eitt lægri støði fyri at
fáa føroyingin at skilja
hann. Eg má vera meira
barnsligur, tá eg tosi við
fólk. Tað hjálpir kanska,
sigur formaðurin í Hinum
stuttliga flokkinum.
Fingur í spælinum
Johan í Kollafirði heldur
annars, at slíkar veljara-
kanningar
hava
stóra
ávirkan á valúrslitið. Tær
kunnu avgera eitt val, og
ávirka lagið hjá valevnun-
um.
– Um tú nú hevði fortalt
mær, at eg fekk 100% av
atkvøðunum, so hevði eg
leikað í allan dag. Men nú
frátekur veljarakanningin
mær drívmegi, tí hon for-
telur mær, at tað gongur
lort. Tað keðiliga við velj-
arakanningum er, at tær
hava ein fingur við í spæl-
inum í tí endaliga úrslitin-
um. Alt fær fólk at velja
øðrvísi, sigur Johan í
Kollafirði, sum at enda
leggur dent á, at hann ikki
er vónbrotin, og at hann fer
at dríva á komandi vikuna.
Fullveldissamgongan er søga
Føroyski veljarin
ynskir eina broyting.
Tað er greiða niður-
støðan hjá Anfinni
Kallsberg av úrslitin-
um í veljarakanning-
ini. Hann væntar eitt
ómetaliga spennandi
val, har úrslitini í
smærru valdøminum
fáa stóran týdning
VELJARAKANNING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Over and out. Løgmaður
Anfinn Kallsberg ásannar,
at
sjálvstýrissamgongan
seinastu seks árini er nú
endaliga
slitin.
Fólkið
ynskir eina broyting og tey
eru ivaleyst troytt av øllum
rokinum, sum hevur verið
seinastu tíðina, sigur for-
maðurin í Fólkaflokkinum.
Hann heldur, at broddur-
in er tikin av sjálvsstýris-
málinum í valstríðnum, og
høvuðsmálið hjá undan-
farnu samgongu fer eftir
øllum at døma at fáa minni
týdning í føroyskum polit-
ikki í framtíðini
Anfinn ber stóran ótta
fyri, at ein møgulig sam-
gonga millum Sambands-
flokkin og Javnaðarflokkin
hevur við sær, at einki fer at
henda í sjálvstýrismálinum,
og tað heldur løgmaður
vera stórt spell.
Marginalar avgera
Sambært veljarakannigini,
sum Sosialurin og Fynd
hava gjørt í samstarvi við
Føroya Tele, fær sitandi
samgongu ikki fleiri14
tinglimir. Flokkurin hjá
løgmanni, Fólkaflokkurin,
fær í veljarakanningini seks
tinglimir og tað er ein færri
enn á seinasta løgtingsvali.
Anfinn Kallsberg heldur
ikki, at veljarakanningini
skal tulkast sum ein fram-
aná til Fólkaflokkin. Hann
rør framundir, at Fólka-
flokkurin er í fleiri valdøm-
um rættiliga tætt við at
vinna onkran tingmann
afturat.
– Valið hesaferð verður
ómetaliga spennandi. Tað
vera teir smáu marginalar-
nir sum fara avgera nógv.
Sambært kanningini eru vit
involveraðir í tøttum dyst-
um í Norðstreymi, Sandoy
og Vágoynni, og tað kann
skjótt koppa báðar vegir,
sigur formaður Fólkafloks-
ins.
Hann leggur afturat, at
Fólkaflokkurin stendur seg
vanliga betur á sjálvum
valinum enn í veljarakann-
ingunum, og tí hevur flokk-
urin gott treyst til valið.
Anfinn Kallsberg nevnir
veljarakanningarnar undan
løgtingsvalinum í 2002, har
flokkurin lá á góðum 17 %,
men tá avtornaði endaði
Fólkaflokkurin við góðum
21 %.
Jenis av Rana, for-
maður Miðfloksins,
er ikki nøgdur við
úrslitið av veljara-
kanningini, sum gev-
ur flokkinum 4,1 pro-
sent og ein eyka-
valdan tinglim
VELJARAKANNING
Stefan í Skorini
– Tað bæði kundi og burdið
verið betri, er fyrsta við-
merkingin hjá Jenisi av
Rana, tá hann verður spurd-
ur um veljarakanningina,
sum Fynd og Sosialurin
hava gjørt í samstarvi við
Føroya Tele.
Hann er ikki serliga væl
nøgdur við úrslitið hjá hans-
ara flokki, sum bert gevur
honum ein tinglim, sum all-
arhelst fer at vera í Suður-
streymoyar valdømi. Tí eru
útlitini hjá formanninum at
blíva afturvaldur góð.
– Tað er eingin ivi um, at
hetta er eitt vónbrot fyri
okkum, men vit skulu
minnast til, at hetta bert er
ein kanning, og ikki nakað
endaligt úrslit, sigur Jenis
av Rana.
Hann ger vart við, at
Miðflokkurin mangan hev-
ur staðið seg illa í veljara-
kanningum, og tí vónar
hann, at úrslitið verður
munandi betri á valinum.
– Við seinasta val hevði
flokkurin fleiri sera vánalig
úrslit í veljarakanningum,
og í onkrari teirra fingu vit
ongan mann valdan. Tí
trúgva vit framvegis uppá
eitt betri úrslit enn hendan
kanningin gevur okkum.
Jenis troystar seg við, at
Miðflokkurin var tann sein-
asti flokkurin at kunngera
sína valskrá, og tað var
fríggjadagin. Hendan kann-
ingin er sostatt gjørd áðr-
enn, Miðflokkurin almanna-
kunngjørdi sína valskrá.
Formaðurin vónar tí, at
framløgan av valskránni fer
at geva flokkinum nakrar
fleiri atkvøður og harvið
nærkast tí næsta manninum
eins og í 1994, tá Miðflokk-
urin fekk tveir mans.
Góða undirtøku í
Eysturoynni
Miðflokkurin fær annars
best undirtøku í Eysturoyar
valdømi, har flokkurin fær
6,0 prosent. Vanligt er at
siga, at tað kostar einum
flokki atkvøður at sita í
landsstýrinum, men hetta
sæst ikki aftur hjá Mið-
flokkinum í Eysturoynni.
Bill Justinussen hevur
verið landsstýrismaður síð-
an síðsta val, og tað sær út
til, at hetta hevur givið
flokkinum fleirir atkvøður í
Eysturoynni.
– Tað er sjálvandi arbeið-
ið hjá Bill, sum ger, at vit
fáa so góða undirtøku í
hansara valdømi, sigur
Jenis av Rana.
Miðflokkurin
hevur
annars ein spennandi lista í
Suðuroy, men hetta gevur
ikki flokkinum størri undir-
tøku í hesum valdøminum,
tí bert kanningin gevur
flokkinum bert tvey pro-
sent í Suðuroy.
– Vit fara at spíla okkum
út ta næstu vikuna fyri at
vinna
okkum
størri
undirtøkur. Minsta málið
hjá okkum er sjálvandi at
fáa ein mann afturat, sigur
Jenis at enda.
Jenis av Rana:
Úrslitið burdi verið betri
– Tað er ikki nóg gott,
at vit liggja um
sperrumarkið, sigur
formaður Sjálvstýris-
floksins, Kári P. Høj-
gard, sum kortini
hevur góðar vónir til
valið
VELJARAKANNING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Formaðurin í Sjálvstýris-
flokkinum, Kári P. Høj-
gaard, er ikki nøgdur við
úrslitið av nýggjastu velj-
arakanningini hjá Sosial-
inum og Fynd í samstarvi
við Føroya Tele.
– Tað er ikki nóg gott, at
vit liggja um sperrumarkið.
Ein flokkur sum Sjálvstýr-
isflokkurin eigur at klára
seg betri og fáa størri und-
irtøku, sigur Kári P. Høj-
gaard.
Veljarakanningin gevur
Sjálvstýrisflokkinum 3,9%
av samlaðu atkvøðunum,
og hetta er bert 0,2% frá
sperrumarkinum fyri at
sleppa inn um tinggátt.
Egnar útrokningar við
støði í seinasta vali vísa, at
Sjálvstýrisflokkurin varð-
veitir mannin í Eystur-
oynni, men tað er heilt tætt
við Suðurstreymoy. Flokk-
urin fær størstu prosentvísu
undirtøkuna í Norðoyggj-
um við sjey prosentum.
– Søguliga eru vit sterki í
Norðoyggjum og Eystur-
oynni, men vit eiga sjálv-
andi at vera betri fyri í
einum so stórum valdømi
sum í Havn við fleiri enn
11.000 veljarum, sigur Kári
P. Højgaard.
Sterkari listar
Kári P. Højgaard vil ikki
beinleiðis kalla tað ein
fyrimun, at Sjálvstýris-
flokkurin í veljarakann-
ingum nærmast hevur verið
spáddur at doyggja út.
– Tað hevur havt tann
fyrimun, at fólk vaknaðu.
Tað er týdningarmikið, at
Sjálvstýrisflokkurin er við í
føroysku politikkinum, og
flokkurin á miðjuni hevur
nógvar stuðlar, sigur Kári.
Hann heldur so avgjørt, at
valevnalistarnir hjá flokk-
inum eru sterkari til hetta
valið í mun til tað seinasta.
– Flokkurin er væl fyri til
hetta valið við góðum val-
evni, og vit eru eisini upp-
stillaði í øllum valdømum.
Tí hevði eg eisini roknað
við einum betri úrslitið,
sigur Kári P. Højgaard.
Fyrivarni
Formaður Sjálvstýrisfloks-
ins missir kortini langt frá
mótið av hesari veljara-
kanningini.
– Til seinasta val gav ein
líknandi kanning okkum
ongan tingmann, men tá
valúrslitið var greitt, so
kláraði vit okkum væl betri,
enn kanningin segði, og
hesum rokni eg eisini við
hesaferð, sigur Kári P.
Højgaard.
Og tað skal nógv til fyri
at taka mótið frá formann-
inum.
– Eg trúgvi til tað síðsta,
at vit fáa eitt so gott úrslit,
at vit bæði koma inn á ting
og kanska fáa tveir ting-
menn, sigur Kári P. Høj-
gaard.
Veljarakanningin gevur
Sjálvstýrisflokkinum 3,9%
av samlaðu atkvøÝunum,
og hetta er bert 0,2% frá
sperrumarkinum fyri at
sleppa inn um tinggátt.
Egnar útrokningar við
støði í seinasta vali vísa, at
Sjálvstýrisflokkurin varð-
veitir mannin í Eystur-
oynni, men tað er heilt tætt
við Suðurstreymoy. Flokk-
urin fær størstu prosentvísu
undirtøkuna í Norðoyggj-
um við sjey prosentum.
– Søguliga eru vit sterki í
NorÝoyggjum og Eystur-
oynni, men vit eiga sjálv-
andi at vera betri fyri í
einum so stórum valdømi
sum í Havn við fleiri enn
11.000 veljarum, sigur Kári
P. Højgaard.
Kári P. Højgaard:
Ikki nøktandi úrslit
Elin Lindenskov
pdf
C
M
Y
K
17
16