týsdagur 13. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 7 - 13. januar 2004
Nr. 7 - 13. januar 2004
19
Eins og undan seinasta vali hevur Sosialurin saman við
Fynd og í samstarvi við Føroya Tele gjørt eina stóra
veljarakanning. Tað eru næmingar úr studentaskúlanum á
Kambsdali og við HF-skeiðið í Klaksvík, sum hava spurt
umleið 3000 veljarar í øllum teimum sjey valdømunum. Í
mun til tær veljarakanningar, sum vit javnan hoyra um, so
er henda so nógv størri. Til tær minni kanningarnar verða
millum 400 og 500 fólk spurd.
Nú skulu allar veljarakanningar takast við fyrivarni, men
neyvan kemur ein nærri einum valúrsliti enn við so stórari
kanning. Men av tí at flokkar liggja so tætt ir í fleiri
valdømum kann tingmannabýtið sjálvandi broytast. Og
bara ein lítil broyting í tingmannatalinum kann geva heilt
aðrar samgongumøguleikar.
Sambart kanningini, sum varð gjørd á HF-skeiðnum og
hølunum hjá Føroya Tele í Klaksvík hóskvø ldið, missir
samgongan sín meiriluta. Sambandsflokkurin og Javnað-
arflokkurin fáa 18 tingfólk og harvið avgjørdan meiriluta.
Taka vit einstøku flokkarnar er stóri vinnarin Sambands-
flokkurin og stóri taparin Tjóðveldisflokkurin Sambands-
flokkurin fær 10 tingfólk. Næstur honum er Javnaðarflokk-
urin við 8 tingfólkum. Fólkaflokkurin fær 6 tingfólk og
Tjóðveldisflokkurin somuleiðis 6. Sjálvstýrisflokkurin
og Miðflokkurin fáa hvør sín løgtingslim. Stuttligi flokk-
urin er ov stuttur.
Hyggja vit nærri at valdømunum sæst, at her er sera tætt
millum fleiri av flokkunum. Eitt nú í Vágum, í Norðoyggj-
um, í Norðstreymoy, Sandoynni og í Suðuroynni. Stóri
spurningurin er, um tað eydnast B at fáa umboð í Norð-
oyggjum, og um flokkurin klárar at fáa tvey umdømisvald
í Vágum og í Suðri. E stendur so til at missa umdømisvald
bæði í Suðri, Sandoynni og í Suðurstreymi men kann so
vinna aftur umboð við eykavaldum.
Einki er at ivast í, at tað er óttin og ótryggleikin, sum
undanfarnu samgongur hava skapt, ið fáa veljarar at
streyma í hitt borðið, serliga tilB. Áhugaverdi spurningurin
er so, um tað fer at eydnast C at lofta fleiri av hesum velj-
arum. Tí verður tað sera áhugavert at fylgja valstríðnum og
vita, um tað fer at eydnast C at draga til sín nógvar av
teimum óttafullu veljaranum, sum fullveldisrákið hevur
skapt. Er tað hugsandi, at C við at vísa á stabilietet heldur
enn svart kontra hvítt (antin ella) politikkin hjá B kann fáa
so frægt av veljarum aftrat, at hann verður líka stórur sum
B ella størri – um tølini laga seg so – tvs. um hann verður
so heppin at klára at vinna mest møguligar umdømisvaldar
td. at vinna mannin aftur í Norðstreymi, fáa annan mannin
í Vágum og triðja í Suðri. Tá verður hann brádliga stóri
vinnarin. Hetta man vera ein ynskistøða hjá Javnaðar-
flokkinum.
Men tølini, marginalarnir kunnu eisini gera, at B fær 11.
mannin. So sluttspurturin í valstríðnum kann væl gerast
ein kampur millum B og C um at fáa flestu og mest bíligu
tingmenninar. Neyvan fara A og E bara at standa og
hyggja at men gera alt fyri at fáa tær atkvøðurnar, ið resta
í at fáa serligu bíligu tingmenninar í sín lut. Alt bendir á, at
vit fáa eitt dramatiskt og sera spennandi val.
Nú er ein vika til valið. Einki er at ivast í, at veljarakann-
ingin, sum vit í dag kunngera, fer at ávirka. Spurningurin
er so, hvørjum hon fer at taka luftina úr, og hvør fer at fáa
eyka vind í seglini. Týsdagin fáa vit at síggja, hvussu stórar
broytingarnar hava verið, síðani fólkið talaði í stóru
kanningini hóskvøldið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fólkið vil hava B og C
vitaminir
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nýársheilsa Meinhards
Yvirdosis av C-vitaminum
Viðmerking til Katrin Petersen,
tíðindaleiðara í SvF
Jóhan Carl Dam
Nýársheilsa
Meinhards
Jacobsen til føroya fólk og
serstakliga til flakakvinnur:
tit eru ódugnaligar, seinar
og dovnar sammettar við
útlendska
arbeiðsmegi,
sum sambært lovprísingum
hansara helst eru Guðs
gáva til flakavinnuna.
Hann skal hava loyvi at
halda tað hann vil, men
slíkar
niðurgerandi
og
mannminkandi niðurstøður
eiga ikki at fara framvið
uttan eina viðmerking.
Ein er noyddur at seta
spurningin: Hvat liggur
aftanfyri eina slíka útsøgn?
Er tað bert lovprísingin/-
niðurgeringin í sjálvum
sær? Ella býr annað undir -
kanska ein kensla av at
hann sjálvur ikki er førir
fyri at fáa sum frægast
burtur úr tí starvsfólki og
virki, hann sum leiðari
hevur átikið sær at fyrisita?
Leiðslunnar krøv um
nøgd heldur enn dygd er
hitt vælkenda umkvæðið.
Um ein sammetir skering-
ina hjá eini miðal føroysk-
ari flakakvinnu ímóti eini
miðal útlendskari er úrslitið
helst tað, at dygdarvøran
(hóast minni nøgd) í longd-
ini gevur tann betra prísin,
og harav fylgjandi betri
marknaðaðarsømdir. Mein-
hard eigur ikki at undir-
meta at slíkar útsøgnir sum
hansara fáa keyparnar at
halda eyguni eftir um
henda føroyska framleiðsl-
an nú er so góð, sum ljóðar.
"Skjótt er skitið verk", sig-
ur orðatakið! Eisini henda
neyðin at fáa fólk at arbeiða
við akkordferð fyri tímaløn
eigur at havast í huga.
Er tað ikki í veruleikan-
um so, at áðrenn arbeiðs-
fólkið og avgreiðsla av
teirra løn verður tikið við,
skal leiðslan hava í posa,
sekk og reyvalumma?
Mær
rennur
í
huga
hvussu t.d. tá ið ein bjarg-
ing á opnum havi er farin
fram, har er fordeilingin
henda:
Reiðaríið fær eina helvt -
50%
Skiparin 25%
Manning t.d. 30 mans, fáa
25% at deila
Sama ger seg galdandi
innan flakaframleiðsluna,
har virkisleiðari hevur fing-
ið (fyri eitt ár) 1 millión í
bonus av tí, at hann var
serstakliga dugnaligur at
"fáa væl burturúr"! Meira
sjálvsagt hevði verið at luta
hetta avlopið yvir á ar-
beiðsfólkið!
Skal føroyskari fram-
leiðslu (á øllum stigum,
eisini innan tað almenna)
vera lív lagað, skal farast
inn á skúling av arbeiðs-
fólki frá fyrsta degi av.
– Vegna grein hjá
John Johannessen
(gev tónleikinum c-
vitaminir)
Rógvi á Rógvu
John Johannessen tosar um
at menna tónleikin eitt nú
við at stuðla og marknaðar-
føra føroyskan popp tónleik
til útlendskan marknað, tað
haldi eg at vit skulu lata
plátufeløg taka sær av. Tað
er rætt at brúk er fyri meira
stuðuli til at menna tón-
leikin og tónleikaumstøð-
urnar, men skal tað gerast
rætt, skal tað stuðlast her
heima. Tónlistin skal stuðl-
ast, og má tann skapandi
listin verða í hásæti og hava
frælsi til at mennast til tað
hon vil, uttan nakra polit-
iska ávirkan, so fáa vit eina
serstaka og fjølbroytta tón-
list á einum høgum støði
sum er til gagns fyri øll,
eisini politikarar.
Tað hevur stóran týdning
at góðar arbeiðsumstøður
verða skaptar fyri tónleik-
arar her heima, fleiri venj-
ingarhølir fyri bólkar og
einstaklingar, ein enn betri
musikkskúla, og ikki minst
tónleikapallar (konserthús
og arbeiðspláss fyri tón-
leikarar), har tónleikarar og
áhoyrarar kunnu mennast.
Hettar er ein breið og effek-
tiv loysn sum fer at geva
stórt listarligt avkast, og tá
kunnu vit saktans reypa um
eina ríka tónleikamentan.
Elisabeth Guttesen
Nei Katrin Petersen, eg
rokni ikki við - uttan annars
at kenna til, hvat Jón Tyril
meinar og ikki - at hann
ikki heldur, at valdømis-
sendingarnar skulu vera
kritiskar, tað rokni eg við,
at tey allarflestu vilja. Men
at verða so áleypandi sum
verturin Øssur Winthereig
er, er út um alt mark, tí tit,
sum arbeiða í SvF, eru jú
tey professionellu (og eisini
uttan lampufepur), men
mong av teimum, sum eru
við í sendingunum hjá
tykkum, skulu kanska fyri
fyrstu ferð í sjónvarp, og
piprast sikkurt eitt sindur.
Tað má vera sera óbehagi-
ligt, at so verturin næstan
leypur á tey. Fyri mær virk-
ar tað, sum at hann hevur
eitt endamál,, og tað er at
tippa munnin á teimum og
sjálvur vera tann, sum er í
fokus. Og hóast hetta ikki
skuldi verið meiningin hjá
honum, so er tað tann upp-
fatan, vit vanligu hyggjarar
hava. Havi verið saman við
eitt sindur av fólki seinastu
dagarnar í ymiskum sam-
anhangum, og tosið er
hvørja ferð komið inn á
hesar sendingar, og útrykk-
ini eru m.a. "forferdiligar
sendingar".
Eitt aftrat Katrin Peter-
sen. Man kann gott vera
kritiskur og tó hóligur. Tað
eru tíbetur nógvir aðrir
journalistar, sum eru tað.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tung vóru boð-
ini ið vit fingu
8. mai. Vit fingu
at vita at tú okk-
ara
kæri
mammubeiggi,
var
tikin
frá
okkum
sera
óvæntað. Tú og
tveir
vinmenn
vóru farnir ein
túr, men hvør
skuldi trúð at
hettar var tín
seinasti túrður.
Tit høvdu planir
um at ganga til
Skopunar eftir
hamrnum
á
Sandi, men teir
komu fram í
øllum góðum,
men tú Wenn-
ingsted
kom
ikki fram, tú
vart dottin oman
og var funnin
deyður bert 53
ára gamal. Tá ið vit fingu hettar at vita stóðu vit spyrjandi, hví Wenningsted ?
Hettar er ein spurningur ið vit ikki fáa svar uppá, men ein meining er við øllum
her í lívinum, og vit vita at vit skulu heim í Himmalin ein dag, og júst hendan dagin
hevði Harrin brúk fyri okkara mammubeiggja.
Men góði Wenningsted, tú hevur altíð týtt nógv fyri okkum allar, og fyri okkum
øll á Strondum, tað kom kanska av, at eina tíð búði tú her hjá okkum, tú arbeiddi á
Skipasmiðjuni á Skála tá, vit hava altíð verið so góðar við teg. Tú vart altíð so
smílandi og glaður, og oftani tá tú ringdi norð til mammu og tey, fekk man eitt gott
prát við teg. Vit hava allar haft nógvar og góðar samtalur við teg, og hettar kemur
nokk at merkjast sum ein stórur saknur, at tú ikki fer at ringja.
Vit minnast allar at mamma plagdi at fara til Skopunar at ferðast, hon hevði altíð
okkum allar fimm við. Tað eru nokk serliga vit eldru, sum minnast allar teir góðu
og stuttligu túrarnar, og hvussu vit plagdu at goyma okkum fyri mammu, tá tað
skuldi farast norður aftur, men hesa seinastu tíðina hava vit ikki verið so nógv har
suðuri, tað kom nokk av, at abbin doyði í 1987. Tá var ikki tað sama at koma suður,
tú tókst jú við útróður og annað og var ikki so nógv heima. Men undarligt er at
hugsa sær, at tú ikki er ímillum okkum meira, nú ert tú heldur ikki at vitja í
Skopum, so nú er ikki nógv eftir har, jú vit hava nógv góð minnir at líta aftur á
saman við tær Wenningsted. Eitt sum vit fara at sakna ógvuliga nógv, er, tá vit
plagdu at koyra við húsini á Áarbakkanum, og tú vart í vindeyganum, og rópti
okkum inn, tað var altíð so hyggeligt at koma inn í barnaheimið hjá mammu.
Okkara kæri mammubeiggi, tað var tungt at fylgja tær til tín seinasta hvíldarstað,
tú vart ein nógv avhildin maður, tað sóu vit á tí stóra skara sum fylgdi tær út í
kirkjugarðin. Tað eru nokk nógv sum sakna teg góði, men vit mugu øll víðari í
lívinum, men teg gloyma vit ikki Wenningsted, tað er so tómt, nú tú ikki er ímillum
okkum meira, men vit møtast øll aftur ein dag.
"»Góði Wenningsted. Takk fyri alt tú vart fyri okkum og alla familjuna. Vit sakna
teg, tað er so undarligt at hugsa sær at vit ikki meira kunnu fara at vitja teg. Men
vit vita eisini, at ein dag síggjast vit øll aftur.«
Sov søtt, á vinur, sov og hvíl teg nú !
vit vildu, tú hjá okkum skuldi búð ;
men tryggari hjá Jesusi ert tú -
farvæl, farvæl, farvæl.
Farvæl, farvæl, men ikki ævigt, nei !
ein stuttan dag, eitt lítið tíðarskeið,
so hittast vit, har skilnaður ei er,
og inntil tá - farvæl !
Má Harrin styrkja og troysta okkum sum eftir sita, og góði Egin Fríði og Edith tit
hava mist ein góðan pápa og drong. Og til tykkum mamma, gumman og Jaspur tit
hava mist ein góðan beiggja, og vit øll sum hava mist okkara mammu- og
pápabeiggja, og børnini sum hava mist ein góðan ommubeiggja.
Hvíl í friði góði Wenningsted !
Rigmor, Maria, Kristina, Sólfríð og Jóhanna
Til minnis um okkara kæra mammubeiggja
Wenningsted Eli Hansen
23.august 1949 - 8.mai 2003
Dagurin
13. januar. Tjúgunda halgi. Jólini enda. Tá ið tey taldu jólini og kvóðu um alt tað,
sum Sankta Mortan gav, kvóðu tey: tjúgu stútir, nú eru jólini úti. Tjúgunda kvøld
hevur verið hildið sum høgtíðsdagur onkustaðni í Føroyum. Dagurin verður í
álmanakkanum eisini róptur Hilarius, til minnis um ein biskup í Poitiers, ið var
mettur sum kirkjulærari og sálmaskald. Hann hevur yrkt sálmin: Tær Guð, sum eina
ræður himni á. Doyði í árinum 367.
Fyri 30 árum síðan, í
januar 1974, fór
hendan hending fram
innan fyri Molan í
Havn
Eingin mansskaði hendi, tá
50-tons báturin Fiskaklett-
ur av Oyri, sum var á veg
inn á Havnina, varð ásigld-
ur tætt innan fyri Molan av
farmaskipinum Arnatindi,
sum var á veg úteftir.
Stoyturin hendi um skott-
ið millum maskinrúmið og
lastina.
Tað
eydnaðist
manningini á Fiskakletti at
bakka bátin inn at Molan-
um og leypa upp á land við
endum,
áðrenn
báturin
sakk niður við bryggjuna.
Kelda: Myndaárbókin
árið ið fór 1974
1. november 2003 lat ein
nýggjur handilin og um-
vælingarverkstaður upp í
Jansstovugøtu í Havn.
Tað eru teir báðir Bjarni
Poulsen og sonurin Rói,
sum eiga og reka fyritøk-
una PM Føroyar.
PM Føroyar umboða
Peugeot skutarar og um-
væla øll onnur merkir. Eis-
ini gera teir allar vanligar
umvælingar av súkklum og
knallertum. Umframt tað
hava teir hjálmar, handskar
og alla vanliga útgerð og
eykalutir. Bjarni og Rói
hava
eisini
fyritøkuna
HEBO.
Handilin er í Jansstovu-
gøtu, tætt við SMS, millum
R.C.
Effersøesgøtu
og
Tinghúsvegin. Fyrr hava
Volvo Penta og Vevstovan
hildið til í somu hølum.
Bjarni hevur annars í
fleiri ár arbeitt sum húsa-
smiður. Eina tíð rak hann
súkkluhandilin hjá André
Andrésen í Varðagøtu. Eis-
ini hevði hann Skómakarin
við
Hoydalsvegin.
Rói
gongur í løtuni á Føroya
Handilsskúla og er í handl-
inum eftir skúlatíð.
Handlinum er opin ger-
andisdagar frá 10-17.30,
leygardag er stongt.
PM stendur fyri Peugeot
Motorcycles.
PM Føroyar:
Nýggjur handil og
umvælingarverkstaður
Fiskaklettur ásigldur og sakk í 1974
C
M
Y
K
19
18