Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 7 - 13. januar 2004 Nr. 7 - 13. januar 2004 21 UTTAN ÚR HEIMI Verri at vera fátækur Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, hevur nú lagt sítt fyrsta fíggjarlógaruppskot fram. Har eru útreiðslur fyri 99 milliardir dollarar, men inntøk- urnar eru bert 85 milliardir. Í uppskotinum sæst, at guvernørurin hevur valt at halda vallyftið um, at skatturin skal ikki hækka. Hann ásannar, at tað verður truplari at vera fátækur í Kali- fornia tað næsta árið, tí játtanin til tey veiku í statinum er skerd. Men sum ikki einaferð er umberingin, at und- anmaður hansara framdi fleiri mistøk, sum krevja um- fatandi broytingar og eina øðrvísi raðfesting. Eygleiðarar halda kortini, at tá saman um kemur, er ikki so stórur munur á búskaparpolitikkinum hjá Schwarzenegger og undanmanni hansara, Gray Davis. Ein av atfinningunum ímóti Davis var, at ein ov stórur partur av fíggjarlógum hansara varð fíggjaður við lán- tøku. Schwarzenegger ger tað sama. Hann skal læna sjey milliardir dollarar. Hitabylgja var ein ábending Tað er hugsandi, at hitabylgjan, sum herjaði Evropa seinasta summar, og sum kravdi fleiri túsund mannalív, var so ógvuslig, at slíkt hendir bara eina ferð hvørji 10.000 ella kanska hvørji 50.000 ár. Men tað er eisini hugsandi, at honm var ein ábending um, hvat vit kunnu vænta okkum, nú tað gerst altsamt heitari á Jørðini. Tað siga sveitsiskir veðurlagsgranskarar. Danski veðurlagsgranskarin Jens Hesselbjerg Christensen, sum arbeiðir á donsku veðurstovuni, hevur arbeitt sam- an við sveitsisku granskarunum. Hann sigur við Jyl- landspostin, at tað ber illa til at ímynda sær, at hita- bylgjan seinasta summar bara var eitt tilvildarligt frábrigdi í veðurlagnum. Tvørturímóti heldur hann, at hitabylgjan í Evropa var tann fyrsta álvarssama avleiðingin av tí veksandi hitan- um á Jørðini. Hann vísir á, at hitabylgjan samsvarar við tær avleiðingar, sum veðurgranskarar hava tosað um. Hinvegin kann hon eisini vera eitt tilvildarligt frá- brigdi, sum kemur eina ferð fyri hvørji 10.000 ár, sigur Jens Hesselbjerg Christensen. Stórsmuglari tikin Løgreglan í Panama tók í vikuskiftinum Arcangel de Jesus Henao Montoya, sum gongur undir navninum "Kokain-kongurin". Henao Montoya er ættaður úr Kolombia og verður hildin at vera varaleiðari í tí næststørsta smuglarafel- agsskapinum har. Bróður hansara, Orlando, varð hildin at vera leiðari í hesum felagsskapinum, men í 1997 valdi hann at geva seg yvir til myndugleikarnar. Hann varð settur í fongsul, men varð myrdur í fongslinum árið eftir. Aftan á morðið gjørdist Henao Montoya tann sterki maðurin í felagsskapinum, og fleiri lond, teirra millum USA, hava kravt at fáa hann útflýggjaðan, bleiv hann tikin. Nú løgreglan í Panama hevur tikið Henao Montoya, hevur hon tann trupulleika, at hon veit ikki, hvat hon skal gera við hann. Men tað verður helst Kolombia ella USA, sum fær hann. Einsamøll til Suðurpólin Fyri fyrstu ferð hevur ein einsamøll kvinna megnað at taka seg fram til Suðurpólin. Tann 37 ára gamla Fiona Thornewill, sum er úr Nott- inghamshire, kom til Suðurpólin nú um dagarnar. Ferð- in eftir ísinum var 1.127 kilometrar long. Tað tók Fionu Thornewill 42 dagar at koma til pólin, og sostatt ferð- aðist hon 24 kilometrar um dagin. Við sær hevði hon eina sleðu við útgerð, sum vigaði 129 kilo. Upprunaliga ætlanin hjá ensku kvinnuni var at gerast tann fyrsta kvinnan, sum einsamøll kundi gera ferðina til Suðurpólin. Men nú ferðin tók 42 dagar, hevur hon sett met. Tað gamla metið var 44 dagar, sigur BBC. Mijailo Mijailovic er nú ákærdur fyri at hava myrt Onnu Lindh. Hann hevur greitt løgregluni frá, at hann hoyrdi eina rødd biðja seg beina fyri henni. Tá løg- reglan spurdi hann, hvør tað var, svaraði hann: -Jesus LINDH-MORÐIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Svenska løgreglan er ikki í iva um, at tann 25 ára gamli Mijailo Mijailovic segði satt, tá hann í síðstu viku játtaði, at tað var hann, sum stakk Onnu Lindh, uttan- ríkisráðharra so meint, at hon doyði á sjúkrahúsinum morgunin eftir. Løgreglumenninir tókt- ust eisini vísir í teirra søk, tá teir gjáramorgunin kunn- gjørdu, at Mijailo Mijai- lovis nú formliga er ákærd- ur fyri morðið. Leif Jenne- kvist, sum hevur staðið fyri kanningunum hjá løgregl- uni, boðaði frá sjálvari ákæruni og legði fram eina 1.120 síður stóra frágreið- ing um málið. Á tíðindafundinum bleiv fráboðað, at løgreglan ætlar sær bara at kalla trý vitni til rættarfundirnar. Eitt teirra er Eva Franchell, sum var við Onnu Lindh í NK- handilshúsinum vanlukku- dagin tann 10.september. Harafturat skal ein rættar- lækni avhoyrast sum vitni og eitt umboð fyri ein stovn í Bretlandi, sum hevur staðið fyri teimum teknisku kanningunum. Løgreglan fer at vísa rættinum eitt fjúrtan min- uttir langt sjónband úr handilshúsunum NK og PUB. Á tí sæst, at Mijailo Mijailovic gekk aftan á Onnu Lindh, og at hann var á drápsstaðnum. Teknisk prógv Herumframt hevur løg- reglan ymisk teknisk prógv. Eitt nú verða húgvan og buksurnar, sum Mijailo Mijailovic var í tann dagin, lægdar fram í rættinum. Klæðini, sum Anna Lindh var í, verða eisini løgd fram, og harafturat verða fingra- merki nýtt sum próvtilfar. Løgreglan heldur seg hava knívin, sum varð nýtt- ur til morðið, og blóð hjá Onnu Lindh er funnið uppi á buksunum hjá tí ákærda. Sonevndar "fibrur" av buksum hansara eru funnar uppi á knívinum og uppi á buksunum, sum Anna Lindh var í. Hetta eru tey sterkastu teknisku prógvini ímóti Mijailo Mijailovic. – Eg væntaði, at hann fór at játta seg sekan beinanveg- in, tí tey teknisku prógvini eru so góð, segði Leif Jennekvist gjáramorgunin. Hann segði, at ákæruvaldið fer at royna at prógva, at tá Mijailo Mijailovic fór í NK- handilin hendan dagin, hevði hann gjørt av at myrða Onnu Lindh. Hann mátti fara aftan á henni, og hann visti, at tað var Anna Lind, sum hann leyp á, segði Leif Jennekvist. Dugnaligur verji Eydnast tað ákæruvaldin- um at prógva hetta, fær Mijailo Mijailovic lívlanga fongsulsrevsing, men verji hansara, Peter Althin, fer uttan iva at royna at fáa hann dømdan eftir einari aðrari lógargrein, sum gev- ur heldur linari revsing. Svenskir løgfrøðingar halda kortini, at tað verður trupult hjá verjanum at fáa undirtøku fyri hesum. Hinvegin skal verjin ikki undirmetast. Tann 62 ára gamli Peter Althin er kend- ur sum ein sera dugnaligur verji. Fyri nøkrum árum síðani eydnaðist tað honum at fáa ein mann fríkendan. Hesin hevði fingið lívlanga fongsulsrevsing fyri morð og hevði sitið átta ár, tá tað eydnaðist Peter Althin at fáa hann fríkendan. Umframt at vera sak- førari er Peter Althin limur í svenska ríkisdegnum. Stórur áhugi Tað eru fá drápsmál, sum hava vakt so stóran ans, og sum hava fingið so stórt pláss í fjølmiðlunum sum Lind-morðið. Bæði svensk- ir og útlendskir fjølmiðlar hava fylgt málinum, og fundarhølið á løgreglu- støðini í Stockholm var eisini fult av tíðindafólki, tá ákæran varð kunngjørd gjáramorgunin. Rættarmálið ímóti tí 25 ára gamla manninum verð- ur í einum serligum trygd- arsali í rættarhúsunum í Stockholm. Tey, sum ætla sær inn hagar, verða kann- að bæði væl og virðiliga. Av teimum 90 plássunum hava tíðindafólk fingið nógv tey flestu. Bara 15 pláss eru ætlað almenning- inum. Men tað fer at bera til at fylgja rættarmálinum í útvarpi og sjónvarpi. Bæði svenska útvarpið og sjón- varpsrásin TV4 fara at senda haðani, men tað verður bara ljóðið, sum verður sent. Tí svensk lóg bannar myndaupptøkum í slíkum rættarmálum. Rættarmálið um Lindh- morðið byrjar tann 14. januar og heldur fram tann 15. og tann 19. Jesus bað meg myrða hana Mijailo Mijailovic: -Eg hoyrdi eina rødd biðja meg myrða hana. Tað var Jesus. Anna Lindh varð stungin í Stockholm tann 10. september. Morgunin eftir doyði hon Á fyrilestrunum í Føroyum fer læknin at handa »Månedens Buket«, umframt at hann fer at svara spurningum, sum føroyingar seta honum Kendur lækni tíðindaskriv Kendi danski sjónvarps- læknin Peter Qvortrup Geisling, hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, og tí gleðir hann seg tí ómetaliga nógv til at koma henda veg- in. Øll kenna henda frynt- liga lækna, sum í eitt longri tíðarskeiði hevur bergtikið sjónvarphyggjarir í Dan- mark og Føroyum. Sum fyrilestrahaldari er hann sera væl avhildin, og um man skal hyggja eftir, hvussu nógv fólk longu nú hava víst fyrilestrunum áhuga, so er eingin ivi um, at tað verður fultsett. Tað verða sum sagt tveir fyrilestrar. Tann fyrri verð- ur í Norðurlandahúsinum leygardagin 31. januar kl. 15.00 og tann seinni á Hotel Norð sunnudagin 1. februar kl. 19.00, og er tað IRIS í Klaksvík sum sam- skipar vitjanina hjá lækn- anum. »Månedens buket« Í samband við at læknin vitjar í Føroyum, so er meiningin, at hann skal handa eitt blómutyssi til ein føroying, sum á ein ella annan hátt, hevur útmerkað seg innan tað føroyska heilsuverkið. Tað kann verða ein lækni, sjúkrasyst- ir, portørur, heimasjúkra- systir, heimahjálpari, o.s.fr. Eisini kunnu fólk innstill- ast, sum hava t.d. lagt eitt stórt arbeiði í ein serligan felagskap ella uppgávu. Øll tey sum skjóta onnur upp, verða við í kapping har 5x1 atgongumerkir til »Lægens Bord« verða burtur lutað. Ein serlig nevnd hyggur í gjøgnum øll innkomin brøv, og verður »Månedens Buket« handað á fyrilestr- inum sum verður í Norður- landahúsinum 31. januar 2004. Uppskot kunnu send- ast til i. Seinasta freist at koma við uppskotum er hósdagin 15. januar 2004. Spurningar til læknan Umframt sjálvar fyrilestr- arnar, so fer læknin at svara uppá ymiskar spurningar, sum hann hevur fingið frá føroyingum. Teir mest áhugaverdu spurningarnir verða svaraðir undir fyri- lestrinum. Atgongumerkir á forsølu Atgongumerkir til Norður- landahúsið kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovuni, meðan atgongumerkir til Hotel Norð, kunnu keypast á Statoilstøðini í Klaksvík. Undirtøkan fyri royndarprojektinum viðvíkjandi ull í 2003 var heilt góð, og fekk samskipanarbólkurin meira ull inn, enn roknað varð við frammanundan ull tíðindaskriv frá Royndarstøðini Ásannandi at vit í Føroyum hava havt ein trupulleika av, at ullin ikki verður tikin upp og fingin til høldar, og sostatt liggur og sløðist til ampa fyri bæði fólk og fæ, setti landastýrismaðurin í landbúnaðarmálum eftir áheitan frá vinnuni í okto- ber 2002 ein arbeiðsbólk at gera uppskot til eina skip- an, sum hevði til endamáls at fáa ullina til høldar. Í ar- beiðsbólkinum vóru um- boð fyri Bóndafelagið, Óðalsfelagið, Jarðarráðið, Almennar Royndir og Ráð- geving, MBM og Vinnu- málaráðið. Endamálið við arbeiðin- um hjá bólkinum var um- framt at fáa ullina til høld- ar, eisini at betra um góðsk- una av ullini og samstundis at økja um marknaðarvirð- ið á tilfeinginum, so at játt- anin á fíggjarlógini so við og við gerst óneyðug. Arbeiðsbólkurin gjørdi eitt álit, har mælt var til at seta ullamóttøkur á stovn, sum skuldu savna ullina saman, turka og flokka hana. Fyri at fáa gongd í innsavnanina var mælt til at lata eina stuðulsjáttan í eitt 5 ára skeið. Landstýrismaðurin valdi at fylgja álitinum og lat eina játtan á fíggjarlógini fyri 2003, sum skuldi um- sitast av Almennum Royn- dum og Ráðgeving. Alm. Royndir og Ráðg. lýsti síð- an eftir ullamóttøkum og setti í juni 2003 tvær, eina í Vági og eina í Gøtu. Ullin er savnað inn, ullamóttøkurnar hava latið nakað fyri ullina, umframt at seyðaánarnir hava fingið 4,- kr. í stuðuli fyri kg, og 2,- kr. kg í flutningsstuðli, har ikki landfast er. Alm. Royndir og Ráðg. hevur umsitið og ávíst stuðuls- játtanina, meðan ullamót- tøkurnar hava savnað ullina inn og fingið hana til høld- ar. Arbeiðsbólkurin væntaði at kunna savna um 50 tons av ull um árið, men sum sæst í niðan-fyristandandi talvu, komu uml. 58 tons inn í 2003 - og eru um- boðini í arbeiðsbólkinum fegin um, at tiltakið er so væl móttikið av seyðaánar- unum. Út frá talvuni sæst eisini, at mesta ullin í mun til áseyðatalið, er komin inn í Streymoy og Suðuroy, meira enn eitt kg. pr. áseyð. Vónandi fer væleydnaða tiltakið at eggja teimum til, ið ikki tóku undir við tí í 2003. Hetta skuldi so ført við sær, at ullin í framtíðini ikki kemur at vera til ampa, men heldur til nyttu, og kanska kemur aftur til sín rætt, so gamla orðatakið »ull er Føroya Gull« aftur kann verða nýtt. Kjakið gekk betur á valfundinum í tí nýggju høllini á Eiði enn í høllini á Kambsdali, meina eygleiðarar VALFUNDUR Búi Tyril Uppmøtingin til valfund- irnar í Eysturoy hevur verið góð og tiltøkini nærkast sínari finalu í Runavík, nú bæði Eiði og Kambsdalur hava havt hvør sítt tørn. Hóast ymiskar meiningar um tað kjakliga stigið sum heild, so vil onkur meina at Eiði megnaði betri enn Kambsdalur at fáa í lag veruligt politiskt kjak. - Tað hevur gingið ógvu- liga væl higartil, viðmerkir Regin Jacobsen, sum vegna valfeløgini stendur sum fyriskipari av tiltøkunum. Óvæntað 200 fólk møttu upp á Eiði tá Ítróttarhøllin har tann 7. januar fyri fyrstu ferð skuldi nýtast til eitt størri alment tiltak. Tað skilst at kjakið har fekk eitt ávíst flog, væl hjálpt av orðstýraranum Sámal í Skorini. Samstundis varð latið væl at fyrireikingini. Diskussiónirnar snúðu seg fyri stóran part um møguligan stuðul til kreppurakta rækjuvinnu og spurningin um grundlóg í Føroyum. Tey flestu val- evnini, burtursæð frá Tjóð- veldinum, vístu seg at vera sinnað at veita stuðul onkursvegna til rækjuvinn- una eins og flestu valevni, burtursæð frá Samband- inum, vóru positivt sinnað mótvegis tankanum at fáa eina føroyska grundlóg. Uppmøtingin tann 11. januar á Kambsdali, sum liggur í einum fólkatættari umráði, var einar tríggjar ferðir størri enn tann á Eiði. Tó meinti onkur at kjakið ongantíð kom veruliga uppfrá hóast tað fína skúla- umhvørvið á staðnum. - Stakmálini tóku ov nógv yvir meðan prinsipp- málini duttu mestsum heilt burtur, helt ein av luttak- arunum. - Tað er sum um at nógvir føroyingar vilja hava polit- ikararnar at agera sum rakstrarleiðarar. Millum stakevnini var spurningurin um Lands- sjúkrahúsið skal hava loyvi til at halda stongt um summarið. Triði og seinasti val- fundur verður hóskvøldið kl. 19.30 í Ítróttarhøllini í Runavík. »Lægens Bord« í Føroyum Kendi danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling, fer um mánaðarskiftið at halda fyrilestrar í Føryoum mynd: dr.dk Verður ullin aftur gull? Eiði kjakast betur enn Kambsdalur Myndir sýnir, hvussu nógv varð goldið íalt fyri innkomnu ullina og, hvussu nógv ull kom inn í mun til áseyðatalið í ymsu økjunum Fyrsti valfundurin í Eysturoynni var tann á Eiði, sum varð hildin seinasta mikudag Mynd: Regin Jacobsen C M Y K 21 20