týsdagur 13. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 7 - 13. januar 2004
Nr. 7 - 13. januar 2004
23
Í gott eitt ár hevur
kjakið á Norðlýsinum
koyrt. Trupulleikarni-
r hava ikki verið stór-
ir, tó at tað hevur
verið púra opið. Men
framyvir verður tað
stýrt av blaðleiðsluni,
tí at ov harðligar við-
merkingar hava verið
koyrdar út á kjakið,
síðani valstríðið
byrjaði
KJAK
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Kjakið á Norð-
lýsinum hevur verið dúg-
liga vitjað, síðani tað byrj-
aði fyri einum ári síðani.
Oliver Joensen, blaðstjóri,
sigur, at teir hava verið
vælnøgdir við tað, sum
hevur verið. Okkurt hevur
kanska verið heldur óhepp-
ið, men sum heild hevur
onki verið at finnast at á
kjakinum. Inntil nú.
– Síðani valið varð út-
skrivað, hava vit havt fleiri
innlegg í kjakinum, sum
eru beinleiðis grov og
leggja eftir persónum, og
tað ber ikki til, sigur Oliver.
Talan er um skuldsetingar
móti politikkarum, sum eru
uppstillaðir til løgtingsval-
ið.
Tí er avgerð nú tikin um,
at kjakið framyvir verður
stýrt. Tað vil siga, at um ein
ynskir at skriva eina við-
merking til kjakið á Norð-
lýsinum hevur ein tveir
møguleikar.
Antin teknar ein seg sum
lim á kjakinum og fær eitt
loyniorð, ella kann ein
senda ein teldupost til blað-
leiðsluna, sum so skal góð-
kenna innleggið, áðrenn tað
verður alment.
Royndarár
Hetta árið, har kjakið hevur
koyrt, hevur verið eitt so-
kallað royndarár. Kjakast
hevur serliga verið um
ítrótt og ymisk viðurskifti í
Klaksvík. Sum heild hevur
kjakið roynst væl, og hevur
tað fingið góðan respons
bæði heima og serliga mill-
um føroyingar uttanlanda.
Tað ger, at Oliver vil ikki
koyra tað burtur. Men hel-
dur royna at stýra tí fram-
yvir, so sleppast kann
undan keðiligum og óhepn-
um pástandum, sum kunnu
raka persónar meint.
– Tað er stórt spell, at vit
mugu í holt við at stýra
kjakinum, men vit hava
kortini vitað um vandan við
einum opnum kjaki allatíð-
ina, og tí var hetta fyrsta
árið sett sum royndarár,
sigur blaðstjórin á Norðlýs-
inum,
sum
samstundis
leggur afturat, at talan helst
er um óumhugsað innlegg
enn óreinheitir.
NSÍ og Reyð Krossur
lótu politisk valevni
glímast undir inn-
savning av peningi til
jarðskjálvta offur í
Iran
NEYÐHJÁLP
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Fitt av fólki leitaði sær
leygardagin í Ítróttarhøllina
í Runavík til gaman og
álvara, nevniliga fyri at
síggja valevni frá teimum
politisku flokkunum fara til
hendurs í fullari semju um
at útvega peningaliga hjálp
til offur fyri jarðskjálvta
vanlukkuna í Bam, Iran.
Allur peningur sum kom
inn skuldi óskerdur fara til
neyðhjálpina.
Tað skiltist á lagnum at
fólk vóru sum heild væl
nøgd við tiltakið.
- Tað gekk ógvuliga væl
við øllum og vit vóru nøgd
við at 150-200 fólk møttu
upp, sigur Valdemar Olsen,
samskipari hjá Nes Sóknar
Ítróttarfelag.
Stuttligari
kundi
tað
neyvan blíva. Sterkasti
glímari vísti seg at vera
eingin minni enn Rubek
Lillaa úr Hinum Stuttliga
Flokkinum.
Meðan NSÍ við hjálp av
bæði hornorkestri og einum
væl uppløgdum Hilmar Jan
Hansen stóð fyri gamans-
leikinum, tók Reyði Kross-
ur hond um tað meira
álvarsliga. Atgongdin til til-
takið var ókeypis men búss-
an gekk runt, girokort og
annað tilfar varð spreitt út
og fólk vórðu uppmuntrað
til at ringja eitt telefon-
nummar sum automatiskt
dregur 100 krónur til Reyða
Kross umvegis telefon-
rokningina.
Sum skilst hevði tiltakið
fyrimynd í Týsklandi har
ítróttarfeløg í seinastuni
hava skipað fyri innsavning
til frama fyri offrini í Bam.
- Ógvuliga lítið er avsett
á Løgtingsins fíggjarlóg til
neyðhjálp,
viðmerkir
Valdemar Olsen.
- Men kanska hesir góðu
glímarar fara at broyta hetta
um teir verða valdir inn.
Valstríðið er í hædd-
ini. Nógv tos um
politikk, og vallyftini
flúgva runt í luftini.
Men nøkur eru, sum
búgva í hesum land-
inum, sum ongan
valrætt hava enn. Tey
kenna ikki nógv til
politikk, men onkur
politikkari er teimum
kendur kortini. Sosi-
alurin hevur tosað
við fýra børn, sum
ganga í 1. b í skúlan-
um við Ósánna
PRÁT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– S – O – S – I – A – L – U
– R – I – N. Har stendur
sosjialurin, er eitt tað
fyrsta, sum sjey ára gamli
Gulak sigur, tá vit koma á
gátt.
– Eg veit væl, hvat tað
er…tað er eitt blað, heldur
hann fram. Hini trý úr
flokkinum nikka eisini fyri
at vísa, at tey eisini kenna.
– Eg havi hoyrt, at tá man
tekur mynd við sovorðnum,
so kemur man í blaðið, sig-
ur Hákun og peikar á
myndatólið hjá mynda-
manninum.
Men tá vit byrja at siga
teimum, hvat tað er, vit eru
komin at tosa um, rista tey
við høvdinum og siga, at
tey vita onki um politikk.
Tá tey verða spurd um
tey vita, hvør er løgmaður,
siga tey fyrst nei.
– Eg veit, hvussu hann
sær út. Eg havi sæð hann í
nýggja Trølla Pætur filmin-
um, men eg veit ikki,
hvussu hann eitur. Eg haldi,
at hann eitur Jógvan, sigur
Hákun. Og tá kemur lív í
hini trý. Tey hava eisini sæð
løgmann í Trølla Pætur
filminum.
– Hann gav Trølla omm-
uni og Trølla Pætur, sigur
Ásla.
–
Eisini
politistunum,
skoytir Elna uppí.
– Å, er tað hann? Hann
hevur verið hjá okkum, sig-
ur Gulak, men heldur ikki
hann minnist navnið á løg-
manni.
Kenna ongar
Hesir fýra næmingarnir í
fyrsta flokki siga øll, at tey
vita onki um politikk, og ei
heldur kenna tey nakran
politikkara. Ella rættari
sagt næstan ongan.
– Eg kenni ein. Eg haldi,
at hann eitur Jógvan. Hann
eigur í øllum førum nógvar
pengar í pengabankanum
harúti, sigur Hákun og
peikar móti vindeyganum.
Gulak heldur, at Jógvan
politiovastin í Trølla Pætur
filminum
átti
at
bestemmað í Føroyum.
– Hann er ræðuliga
strangur, so tað kundi hann
gott, sigur Ásla og nikkar
við Gulaki.
– Eg haldi, at allir polit-
ikkararnir
hava
sæð,
hvussu man ger Trølla
Pætur filmin, so um tað
passar, so hevði eg viljað
verið politikkari, sigur
Hákun
og
sær
sera
hugsunarsamur út. Men so
ristir hann við høvdinum
og sigur, at hann heldur vil
verða tannlækni.
Hini trý, Elna, Ásla og
Gulak siga tað sama. Tey
vilja heldur ikki verða
politikkarar, tá tey verða
stór.
Glímarar rætta hjálpandi hond til offur
Finalan kom at standa millum Bill Justinusen úr Miðflokkinum og Rubek Lillaa úr Hinum
Stuttliga Flokkinum
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Kenna løgmann frá
Trølla Pæturi
Tey fýra, Elna, Hákun, Ásla og Gulak kenna av góðum
grundum ikki nógv til politikk. Men tey vita, hvussu løgmaður
sær út frá nýggja Trølla Pætur filminum
Mynd: Bárður Lydersen
Kjakið á Norðlýsinum
ov grovt
Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, heldur tað vera stórt
spell, at kjakið hjá teimum nú má verða stýrt, tí at nøkur ikki
duga at sýna sømiligan atburð inni á kjakinum
Hans Pauli er
ovfarin
Hans Pauli Strøm er
ovfarin av góða úr-
slitinum hjá Javnað-
arflokkinum í Norð-
streymi. Ja men tað
er heilt ótrúligt, at
møguleikin fyri at
vinna tingsessin
longu er í hondun-
um, sigur hann.
Heðin Zachariasen
úr Fólkaflokkinum
hevur góðar vónar
um tingsess og vænt-
ar eitt ómetaliga
spennandi val í
Norðstreymi
VELJARAKANNING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Ja men tað er heilt
ótrúligt, at møguleikin
fyri at vinna tingsessin
longu er í hondunum,
sigur Hans Pauli Strøm,
sum sambært veljara-
kanningini liggur til at
vinna løgtingssessin frá
Tjóðveldisflokkinum.
Hans Pauli sigur, at
veruligi
valdysturin
í
Norðstreymi byrjar ikki
fyrr enn í kvøld og at
hann longu nú skal vera
við í dystinum um ting-
sess, hevði hann ikki
væntað. Hann sigur, at
endamálið er sjálvsagt at
vinna Javnaðarflokkinum
ein tingsess úr Norð-
streymi, men nú trýr hann
veruliga upp á tað, og
hann fer við góðum
treysti undir seinastu vik-
una av valstríðnum.
Spurdur, um hví Javn-
aðarflokkurin stendur seg
so væl í Norðstreymi,
svarar Hans Pauli, at hann
heldur ikki at samgongu-
limirnir (Heðin Zacharia-
sen og Niklái Petersen,
blðm) hava fingið stór-
vegis av skaftið seinasta
valskeiðið og at Javnaðar-
flokkurin hevur verið
miðvísur
í
andstøðu-
arbeiðinum.
– Úrslitið av veljara-
kanningini ger, at stríðs-
viljin veruliga tendrast
hjá mær, sigur Hans Pauli
Strøm
Góðar vónir
Heðin Zachariasen, sum
hevur umboða Fólka-
flokkin farna valskeiðið,
hevur góðar vónir um at
vinna annan av tingsess-
unum í Norðstreymi. Eins
og Hans Pauli, greiðir
Heðin Zachariasen frá, at
veruliga valstríðið í Norð-
steymi ikki fyrr enn í
kvøld.
Spurdur
um,
hvørji
avrik hann kann vísa sum
tingmaður seinastu 20
mánaðirnar, svarar Heðin,
at nógv er komið burtur-
úr.
Hann nevnir, at skjøtil
er settur á arbeiðið við
Ellisheiminum og tunlin-
um til Tjørnuvíkar, og tað
er stór frambrot, tá hugs-
að verður um, at undan-
farnir tingmenn bert hava
tosað um at gera nakað á
teimum økinum, meðan
farna samgongu veruliga
framdi nakað í verki
Heðin sigur seg vænta
eitt ómetaliga tætt val,
sum ikki verður avgjørt
fyrr enn í seinastu sek-
undunum, sum hann mál-
ber seg.
Hergeir skilir einki
– Flogvallarmálið gevur okkum
undirtøku
Tingmaðurin hjá
Tjóðveldisflokkinum
í Suðuroynni, Hergeir
Nielsen, dugir ikki at
finna nakra grund-
geving fyri, at Tjóð-
veldisflokkurin fær so
lítla undirtøku í Suð-
uroynni í nýggju velj-
arakanningini. Sam-
bandsflokkurin held-
ur, at hetta vísir álit
til flokkin
VELJARAKANNING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Sambandsflokkurin stendur
til at taka tingmannin hjá
Tjóðveldisflokkinum
í
Suðuroynni. Ikki nokk við
tí. Tjóðveldisflokkurin er á
veljarakanningini á einum
fjórða plássi - 0,5% eftir
Fólkaflokkin.
Javnaðar-
flokkin varðveitir í sína
sterku støðu í Suðuroynni
og vildi fingið tveir ting-
menn, um úrslitið av velj-
arakanningini var valúr-
slitið.
Tingmaður Tjóðveldis-
floksins í Suðuroynni, Her-
geir Nielsen, sigur, at úr-
slitið av hesari veljarakann-
ingini fellur honum tungt.
– Eg dugi ikki at finna
nakra grundgeving fyri
hesum úrslitinum, sigur
Hergeir Nielsen.
Hann hevur umboðað
Tjóðveldisflokkin á tingi,
valdur í Suðuroynni, í fleiri
valskeið. Sambært Veljara-
kanningini hjá Sosialinum
og Fynd í samstarvi við
Føroya Tele sleppur Her-
geir ikki aftur á ting.
Men
Hergeir
roknar
sjálvur við einum væl betri
úrslitið enn veljarakanning-
in sigur.
– Tað nívur sjálvandi
suðuroyingar, at tað er so
stórt arbeiðsloysi í oynni.
Men politiskt hevur Suður-
oyggin av verandi sam-
gongu fingið sera góða við-
ferð, og andstøðan hevur
einki gjørt fyri oynna, sigur
Hergeir Nielsen.
Álit á politikkin
Johan Dahl, tingmaður fyri
Sambandsflokkin í Suður-
oynni, fegnast um góða
úrslitið hjá flokkinum í
veljarakanningini.
– Ein kanning er ein
kanning, og tað skulu vit
minnast til. Men eg haldi,
at hetta staðfestir, at fólk
hava álit á Sambandsflokk-
inum, og vit halda tað, vit
lova, sigur Johan Dahl.
Tingmaðurin hjá Sam-
bandsflokkinum heldur, at
Suðuroyggin er ein ríkisfel-
agsskapsoyggj burturav, og
tað vísir úrslitið av hesari
veljarakanningini eisini.
– Fólk eru eisini troytt av
hasum fullveldistvætlinum,
sigur ein avgjørdur Johan
Dahl.
Persónliga hevur Johan
Dahl roknað við at fáa
minni undirtøku í ár enn
við undanfarna val, tí hann
hevur verið arbeitt í Kolla-
firði, men hendan veljara-
kanningin fær hann at
broyta hugsan hesum við-
víkjandi.
– Tað er hent nógv í
Vágunum seinastu
árini, men eftir mín-
um tykki skuldi
meira verið hent, sig-
ur Marjus Dam, ting-
maður Sambands-
floksins í Vágunum.
Hann gevur fullveld-
ismálinum skyldina
fyri, at flogvøllurin
ikki er útbygdur
VELJARAKANNING
Stefan í Skorini
Sambandsflokkurin stendur
til at fáa tveir tinglimir í
Vágunum við komandi val
sambært seinastu veljara-
kanningini, og Marjus Dam
fegnast sjálvandi um hesa
framúr stóru undirtøkuna
flokkurin fær í Vágunum
sambært kanningini í Sosi-
alinum í dag.
– Um Sambandsflokkur-
in hevði komið til valdið í
1998, og fullveldismálið
ongantíð var komið á dags-
skránna, hevði flogvøllurin
staðið útbygdur í dag, sigur
Marjus Dam avgjørdur.
Hann sigur, at so hevði
danski statskassin staðið
fyri hesi útbyggingini, og
tað hevði komið føroying-
um til góðar. Undir núver-
andi umstøðum er vandi
fyri, at føroyingar fara at
fáa eina eyka rokning uppá
nakrar hundrað milliónir
krónur, tí at flogvøllurin
skal útbyggjast undir øllum
umstøðum.
Hetta er sjálvandi lætt at
siga, nú seks ár eru liðin
síðan fullveldismálið kom
ovast á breddan, men Marj-
us Dam sigur, at vágafólk
eru samd í honum í hesum,
og tað kundi veljarakann-
ingin eisini bent á.
Vágarnar hava fingið
bæði ein undirsjóvartunnil
og ein tunnil til Gásadals,
men hetta er eftir øllum at
døma ikki nóg mikið, tí
veljarakanningin er ikki góð
fyri samgonguflokkarnar.
Skattalættin gevur
atkvøður
– Hendan samgongan hev-
ur latið 400 milliónir krón-
ur, sum Føroya fólk av røtt-
um eigur, av hondum, sigur
Marjus Dam, og hann
metir, at fullveldismálið er
ein álvarslig hóttan móti
vælferðini í Føroyum.
Um orsøkirnar til fram-
gongdina hjá sambandinum
í Vágunum nevnir Marjus
millum annað skattalættan,
sum tó ongantíð er kunn-
gjørdur og lagdur fram fyri
veljaran.
– Um fólk fingu meira at
vita um skattalættan, sum
gevur lág- og miðalinn-
tøkum skattalætta, hevði
undirtøkan møguliga verið
enn størri, sigur Marjus
Dam, sum ásannar, at
flokkurin burdi upplýst
meira um tann "hemme-
liga" skattalættan.
– Vit fáa eisini næsta
mannin
Borgarstjórasessurin
hevur kostað
Fólkaflokkurin stend-
ur til at missa tann
næsta valdømisvalda
tingmannin í Suður-
streymoyar valdømi,
men formaðurin í
tingbólkinum, er
sannførdur um, at
flokkurin megnar at
taka tann næsta
mannin frá samband-
inum
VELJARAKANNING
Stefan í Skorini
– Tað fer ikki at henda.
So avgjørdur er Óli
Breckmann um veljara-
kanningina, sum sigur, at
flokkurin fer at missa tann
eina valdømisvalda ting-
mannin í Suðurstreymi. Óli
er sannførdur um, at flokk-
urin fer at fáa eitt betri úr-
slit enn kanningin vísir.
– Fólkaflokkurin stendur
seg sjáldan væl í veljara-
kanningum, og hesuferð er
einki undantak. Tað er eitt
gott útgangsstøði hjá okk-
um, at veljarakanningar
spáa okkum eina aftur-
gongd, tí tað plagar at fáa
fólk úr startholinum, sigur
formaðurin
í
tingbólki
Fólkafloksins.
Óli Breckmann heldur, at
Fólkaflokkurin
heldur
missir til sambandið enn til
tjóðveldið, tí at hóvlig
fólkafloksfólk kanska eru
bangin fyri samstarvinum
hjá Fólkaflokkinum við
Tjóðveldisflokkin.
Hann vil vera við, at
Fólkaflokkurin er ein gar-
antur fyri borgarligum pol-
itikki, tí at Sambandsflokk-
urin fer helst í samgongu
við Javnaðarflokkin.
Spurdur um hann kennir
seg hóttan á listanum, svar-
ar Óli Breckmann, at mann
altíð skal kenna seg hóttan í
politikki, og tað ger hann
eisini hesuferð.
Annars heldur fremsti
maðurin hjá Fólkaflokkin-
um í Suðurstreymoy, at val-
stríðið hesuferð hevur verið
sera tamt, og nógv merkt
av, at SvF hevur stýrt
stríðnum.
Sambært nýggjast
veljarakanningini
stendur Tjóðveldis-
flokkurin at missa
mannin á Sandoynni.
Páll á Reynatúgvu
heldur orsøkina vera,
at hann valdi at siga
borgarstjórasessin á
Sandi frá sær
VELJARAKANNING
Stefan í Skorini
– Tað eru fleiri fólk, sum
hava fýlst á mína avgerð
um at fara í landsstýrið og
taka
meg
aftur
sum
borgarstjóra heima á Sandi,
sigur Páll á Reynatúgvu,
landsstýrismaður
við
almannamálum
seinastu
knøppu tvey árini.
Tað er eingin loyna, at
Páll á Reynatúgvu fær flest
atkvøður í heimbygdini á
Sandi, og tá hann tók seg úr
starvinum sum borgar-
stjóri, misti hann nakað av
undirtøku á staðnum.
Páll hevur verið val-
dømisvaldur tingmaður hjá
tjóðveldinum
tvey
tey
seinastu valini, men nú
stendur hann fyri falli. Tað
er tó sera hørð kapping
millum Fólkaflokkin og
Tjóðveldisflokkin um tann
næsta mannin aftanfyri
Javnaðarflokkin.
Páll á Reynatúgvu skilir
væl, at fólk á plássum sum
Sandoynni heldur vilja
satsa uppá ein politikara,
sum førir seg fram sum
lokalpolitikara.
Hendan
møguleika hevur hann ikki
havt á sama hátt, nú hann
hevur sitið í landsstýrinum
heldur enn í tinginum. Páll
leggur tó dent á tey fram-
stig, sum eru gjørd á far-
leiðini millum Sandoynna
og miðstaðarøkið.
– Vit hava fingið nýtt
skip, ferjulegurnar eru út-
bygdar og vegurin millum
Havnina og Gomlu Rætt er
júst upplatin, sigur Páll um
avrik samgongunnar fyri
hansara valdømi. Eisini
vísir hann á ætlanirnar um
ein list- og ítróttarskúla á
Sandoynni, sum peningur
nú er játtaður til.
C
M
Y
K
23
22