týsdagur 13. januar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 7 - 13. januar 2004
HF skeiðið í Klaksvík
og Studentaskúlin á
Kambsdali hava fyri
aðru ferð samstarvað
við Føroya Tele í
Klaksvík um heilt
stóra veljarakanning
VELJARAKANNING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Fyri aðru ferð hevur Sosial-
urin undan løgtingsvali
bílagt stóra veljarakanning.
Vit gjørdu tað tríggjar vikur
undan valinum í 2002, og í
dag kunngera vit enn eina
ferð rættuliga stóra kann-
ing. Hesar kanningarnar
sigast at vera tær størstu,
sum nakrantíð eru gjørdar í
Føroyum.
Vit hava valt at gera so
stóra kanning, tí at tað aftur
og aftur verður sagt í við-
merkingum til smáu kann-
ingarnar, sum verða gjørdar
við Føroyum sum einum
valdømi, at tað í teimum
ikki verður lagt uppfyri, at
valdømini eru so ymisk, og
at
valdømisvaldu
ting-
menninir eru so ymiskir í
atkvøðuprísi, um tað ber til
at siga tað soleiðis.
Tað er samtakið FYND,
sum hevur havt ábyrgdina
av kanningini, og sum hevur
staðið fyri útrokningunum,
sum skulu gerast í sovorn-
um førum. FYND er eitt
samtak av fólkum á sam-
felagsvísindadeildini
á
Fróðskaparsetrinum og lær-
arum, sum undirvísa í sam-
felagsfrøði í miðnámsskúl-
um.
Fyri tveimum árum síð-
ani vóru tað næmingar í
studentaskúlanum
á
Kambsdali og á HF skeiðn-
um í Klaksvík, sum gjørdu
sjálva kanningina. Soleiðis
var tað eisini hesa ferð.
Lærari hjá teimum flestu er
Jóannes Hansen, sum vit
kenna frá nógvu teimum
seinastu
valkvøldunum.
Martha Mðri í Klaksvík,
sum fyri nøkrum árum síð-
ani var at hoyra í Útvarpi
Føroya, tá ið hon las í Aber-
deen, er lærari hjá nøkrum
næmingum, og hon hjálpti
eisini til og vegleiddi hós-
kvøldið.
Jóannes letur væl at, at
tað gekk væl at spyrja
næstan 2800 persónar.
– Vit høvdu sett okkum
fyri at spyrja 400 í hvørjum
valdømi. Hesi tølini eru so
vigaði eftir upplðsingum
um val fyri tveimum árum
síðani og veljaratali kring
landið. Vit høvdu umleið
hálvt hundrað næmingar,
sum ringdu runt landið. Tað
eydnaðist at røkka upp á
umleið 400 í øllum val-
dømunum uttan í Sandoyar
og Norðstreymoyar val-
dømum. Har rukku vit ikki
heilt upp til tað talið, sum
hagtalsliga verður sagt at
vera tað, sum slíkar kann-
ingar helst skulu fevna um.
Í Sandoyar valdømi spurdu
vit umleið ein triðing av
samlaða veljaratalinum.
Heldur tú úrslitið er tað,
sum fer at vísa seg á valin-
um tðsdagin í næstu viku?
– Kanningin vísir, hvat
veljararnir høvdu atkvøtt,
um valið hevði verið undan
vikuskiftinum. Eg ivist ikki
í, at úrslitið í kanningini
hevði verið umleið tað
sama, sum tað hevði verið,
um hetta var eitt val. Fram
til týsdagin 20. januar verð-
ur nógv at lesa í dagbløð-
unum og øllum tí, sum í
sambandi við valið verður
borið í húsini, og tað verður
nógv at hoyra og síggja í
útvarpi og sjónvarpi. Tað
ávirkar alt samalt veljarar-
nar, og sjálvandi fer tað at
ávirka valstríðið, flokkar-
nar, valevnini og veljarar-
nar, at kanningin hjá okk-
um vísir, at tað er sera
tepurt nógva staðni, heldur
Jóannes Hansen.
Eiga at fáa
møguleikan
Allir næmingarnir, sum
hesa ferð ringdu og tastaðu
inn á teldurnar, hava sam-
felagsfrøði í HF ella stud-
entaskúlanum.
Jóannes
Hansen sigur, at tað var
eingin trupulleiki at fáa
næmingarnar at seta eitt
kvøld av til hetta arbeiðið,
sjálvt um skotbráðið ikki
var so langt.
– Eg haldi, at næmingar,
sum hava samfelagsfrøði,
skulu vera við í veljarakann-
ing, um tað ber til, og teir
síggja hetta sum eina spenn-
andi avbjóðing. Hetta fara
teir altíð at minnast og
relatera til, tá ið teir í fram-
tíðini fara at hoyra um velj-
arakanningar. Tað eru við-
urskifti og umstøður í sam-
felagnum, sum lærugreinin
upplagt kann geva næming-
unum møguleika at nerta
við í sambandi við undirvís-
ingina. Eitt nú at vitja í
Føroya rætti og løgtinginum
og so at gera veljarakann-
ingar. Í so máta er tað ikki
so galið, at tað ikki er so
langt ímillum valini, heldur
Jóannes Hansen og smílist
eitt sindur. Hann letur ann-
ars framúr væl at samstarv-
inum við Føroya Tele.
Føroya Tele við upp á
tað
Bæði fyri tveimum árum
síðani og aftur hesa ferð var
deildin hjá Føroya Tele í
Klaksvík við í kanningini.
Har er Pól Sundskarð deild-
arleiðari.
– Tá ið vit vóru við fyri
tveimum
árum
síðani,
hugsaðu vit ikki so nógv
um, at hetta skuldi verða
afturvendandi. Tá ið vit
hesa ferð vórðu spurd um at
vera við, byrjaðu vit fyri-
reikingarnar av nðggjum.
Nú hava vit brynjað okkum
út, so vit í handavending
kunnu vera vera við til at
gera sovorna kanning í
framtíðini.
Saman við teknikarum
var Pól Sundskarð saman
við HF og studentaskúla-
næmingunum, meðan teir
gjørdu arbeiðið í hølunum
hjá Føroya Tele í Klaksvík
(ein partur var í hølunum
hjá HF skeiðnum í Klaks-
vík). Um onkur tekniskur
trupulleiki stakk seg upp,
so varð hann greiddur upp á
standandi fót.
– Tað er eitt upplivilsi at
vera við til eitt sovorðið
kvøld. Næmingarnir tykjast
vita gjølla, hvussu teir eiga
at fara fram. Fyrstu løtuna
tykist tað sum um, at tað er
fjáltur á, tá ið næmingarnir
ringja, men tað er skjótt, at
teir tykjast vera heilt rutin-
eraðir, og tað sær næstan út
sum, at teir ikki hava gjørt
annað, heldur deildarleiðar-
in á Føroya Tele í Klaksvík.
Hvussu hann var nøgdur, tá
ið hann í gjár frætti úrslitið
av kanningini, er ein onnur
søga.
Samstarvið stak væl eydnað
»Lægens Bord«
í Føroyum
Á fyrilestrunum í
Føroyum fer læknin
at handa »Månedens
Buket« og føroy-
ingar kunnu longu
nú seta honum
spurningar
VITJAN
Tíðindaskriv
Kendi danski sjónvarps-
læknin Peter Qvortrup
Geisling, hevur ongantíð
verið í Føroyum áður, og
tí gleðir hann seg ómeta-
liga nógv til at koma
henda vegin. Sjálvt um
fyrsti fyrilesturin ikki
verður fyrr enn leygar-
dagin 31. januar, so
kemur hann við Atlants-
flog longu hósdagin. Um
veður og vindur er til tað,
so fer hann saman við
fyrireikarnum at vitja
ymisk áhugaverd støð í
Føroyum.
Øll kenna henda frynt-
liga lækna, sum í eitt
longri tíðarskeið hevur
bergtikið sjónvarphyggj-
arar í Danmark og Føroy-
um. Sum fyrilestrahaldari
er hann sera væl avhildin,
og um ein skal hyggja eft-
ir, hvussu nógv fólk longu
nú hava víst fyrilestrunum
áhuga, so er eingin ivi
um, at tað verður fulsett.
Tað verða sum sagt tveir
fyrilestrar. Tann
fyrri
verður í Norðurlandahús-
inum leygardagin 31.
januar kl. 15.00, og tann
seinni á Hotel Norð
sunnudagin 1. februar kl.
19.00.
"Månedens buket"
Í samband við at læknin
vitjar í Føroyum, so er
meiningin, at hann skal
handa eitt blómutyssi til
ein føroying, sum á ein
ella annan hátt hevur út-
merkað seg innan tað før-
oyska heilsuverkið. Tað
kann verða ein lækni,
sjúkrasystir,
portørur,
heimasjúkrasystir, heima-
hjálpari, o.s.fr. Eisini
kunnu fólk innstillast,
sum hava t.d. lagt eitt
stórt arbeiðið í ein ser-
ligan felagskap ella upp-
gávu. Øll tey, sum skjóta
onnur upp, vera við í
kapping har 5x1 atgongu-
merki til "Lægens Bord"
verða burturlutað.
Ein serlig nevnd hyggur
ígjøgnum øll innkomin
brøv, og verður "Måned-
ens Buket" handað á fyri-
lestrinum, sum verður í
Norðurlandahúsinum 31.
januar 2004. Uppskot
kunnu
sendast
til
iris@iris.fo.
Seinasta
freist at koma við upp-
skotum er hósdagin 15.
januar 2004.
Spurningar til
læknan
Umframt sjálvar fyrilestr-
arnir, so fer læknin at
svara
uppá
ymiskar
spurningar, sum hann
hevur fingið frá føroying-
um. Tey sum hava hug at
seta spurningar, kunnu
senda teir til iris@iris.fo.
Teir mest áhugaverdu
spurningarnir verða svar-
aðir undir fyrilestrinum.
Atgongumerkir í
forsølu
Atgongumerkir til Norð-
urlandahúsið eru til sølu
Norðurlandahúsið, ímeð-
an atgongumerkir til Hot-
el Norð, kunnu bíleggjast
við at ringja til Iris, tlf
456390.
Frá veljarakanningini , sum
varð gjørd í hølunum hjá
Føroya Tele í Klaksvík
seinasta hósdag
Mynd: Bárður Lydersen
Nr. 7 • týsdagur • 13. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
FSF fyllir 25 í dag
Føðingardagurin
verður ikki marker-
aður á serligan hátt,
men tað er einki at
taka seg aftur í, at
Fótbóltssambandið
hevur rokkið langt
fyrstu fjórðings
øldina
25 ÁRA DAGUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í dag, týsdagin 13. januar,
eru 25 ár liðin síðani, at
Fótbóltssamband Føroya
varð sett á stovn. Sambært
upplýsingum frá FSF skriv-
stovuni verður einki serligt
gjørt burtur úr føðingar-
degnum. Men tað kann
kanska hugsast, at tað
seinni í ár fer at verða mint
á, at FSF hevur rundað
fyrstu fjórðings øldina.
Einki er at taka seg aftur
í, at FSF umboðar ítróttar-
greinina, sum er mest út-
breidd og hevur størsta
áhugan í landinum. Fót-
bólturin hevur stóra undirt-
øku kring allan heimin, og í
Føroyum er einki undantak
í so máta.
Føroysku fótbóltsfeløgini
eiga FSF, og virksemið
hevur verið støðugt vaks-
andi hesi 25 árini. Fyrra-
partin av 25 ára skeiðnum
var tað serliga heima á
landi, at talan var um vøkst-
ur og miðvíst arbeiði fyri at
hækka dygdina. Yngru
deildirnar og kvinnurnar
funnu tað skapið at spæla
og kappast undir, sum tær
hava gjørt síðani í áttati
árunum. Graslíkisvallirnir
komu í áttati árunum, og
FSF hevur síðani seinna-
partin av áttati árunum lagt
nógva orku í at skipa fyri
útbúgvingum av eitt nú
venjarum og dómarum.
Altjóða parturin
Í níti árunum hevur vøkst-
urin serliga verið í altjóða
virkseminum. Eftir tógvið
stríð og arbeiðið í fleiri ár,
eydnaðist tað í 1988 at
vinna Føroyum limaskap
íaltjóða fótbóltssamgong-
uni FIFA. Stutt eftir gjørd-
ust Føroyar partur av
europeisku
fótbóltssam-
gonguni UEFA.
Í 1988 varð fyrsti altjóða
skrásetti
landsdysturin
spældur, og síðani 1990
hava Føroyar verið við í øll-
um EM og HM undankapp-
ingunum. Nú FSF fyllir 25
ár, vísir loggið 91 altjóða
skrásettar landsdystir, sum
86 spælarar hava luttikið í.
Tað hevði verið hugaligt,
um Føroyar á 25 ára stovn-
ingarárinum høvdu rokkið
upp á eitt hundrað lands-
dystir, men tað fer at tátta í.
Tríggir dystir skulu spælast
á venjingarleguni í Spania,
og talið á undankappingar-
dystunum, sum tað ikki
verður farið undir fyrrenn í
heyst, fer í ár neyvan at
vera hægri enn fýra ella
fimm.
Umframt við A landsliði
luttekur FSF í altjóða kapp-
ingum við U–19, U–17 og
U–15 landsliðum á mann-
fólkasíðuni, og á konu-
fólkasíðuni verður spælt
við A landsliði á Oyggja-
leikum og U–19 liði í EM
undankappingum.
Dreymurin hjá FSF hevur
í fleiri ár verið at taka lut
við U–21 landsliði hjá
monnum, men higartil er
hetta ikki vorðið veruleiki.
Í 1992 luttóku føroysk
feløg fyrstu ferð í Europa
Cup. Síðani hevur verið
spælt
á
hvørjum
ári.
Dystartalið í Europa Cup er
komið upp á 66, og í
Intertoto hava føroysk feløg
spælt 23 ferðir.
Grundarlagið
Fyrsta fyritreytin undir øll-
um virkseminum hjá FSF
er tað arbeiðið, sum verður
gjørt í feløgunum. Eisini í
teimum hevur talan hesi
seinastu 25 árini verið um
framburð á mongum økj-
um. Eitt nú tá ið talan er um
fysiskar karmar, støðugar
leiðslur, útbúnar venjarar
og harvið miðvísa venjing.
Elsta felagið er TB, sum var
stovnað í 1892. Tvey feløg
fara í ár um tey hundrað.
Tey eru KÍ og HB.
Fyrsta
landskappingin
varð fyriskipað í 1942.
Síðani hevur verið kappast
á hvørjum ári, burtursæð
frá í 1944, tá ið kríggið
hevði við sær, at tað ikki
bar til at fáa bóltar til vega.
Nógvu tey fyrstu árini
var tað íSF, sum hevði
ábyrgdina av og stóð fyri
rakstrinum av fótbóltskapp-
ingunum. Tá ið virksemið
øktist, varð fótbóltsdeildin
hjá ÍSF skipað. Seinnapart-
in av sjeyti árunum varð
tosað um at skipa sersam-
bond. 13. januar í 1979
varð Fótbóltssamband Før-
oya stovnað. Fyrsti formað-
urin var Christian Olsen. Í
1981 gjørdist Torleif Sig-
urðsson formaður, og fyri
tveimum árum síðani varð
Dánial Andreasen valdur til
formann. Fyrsti og higartil
einasti aðalskrivarin í FSF
er Ísak Mikladal.
Ítróttarsosialurin ynskir
FSF tillukku við 25 ára
føðingardegnum.
Trongligt í blaðnum
Sum lesarin kanska hevur lagt til merkis, so er ítrótt-
urin her í blaðnum ikki heilt so rúgvusmikil í dag, sum
hann oftani er týsdagar.
Orsøkin til hetta er sjávlandi fyrst og fremst løgtings-
valið, sum í stóran mun hevur avmarkað plássið her í
blaðnum, og tí noyðist partur av ítróttartilfarinum at
bíða til mikudagsblaðið.
-jm
Stóran part av fjórðingsøldini
hevur Tórleif Sigurðsson
verið føroyski
fótbóltsbossurin. Fyri
tveimum árum síðani
takkaði hann fyri seg, og tá
tók núverandi formaðurin,
Dánjal Andreasen, við
C
M
Y
K
25
24