týsdagur 13. januar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 13. januar 2004
27
27
26
Nr. 7 - 13. januar 2004
C
M
Y
K
26
Nýggjárshálv-
marathon
Veðrið var so gott,
sum vónast kundi,
tá hálvt marathon
var runnið um
vikuskiftið
MARATHON
tíðindaskriv
Leygardagin
skipaði
Roysnið fyri fyrstu renni-
kappingini
í
ár,
tí
sonevnda Nýggjárshálv-
marathon, har 23 luttak-
arar runnu tann 21 km
langa teinin frá vegnum
oman til Funningsfjørð
og út á Tofta kei.
Umstøðurnar góðar
Hóast
veðurforsøgnin
hevði hótt við regni og 13
m/s mótvindi, varð turt
og stilli, meðan kapp-
ingin var. Góðu líkindini
høvdu við sær, at tíðirnar
yvirhøvur vóru góðar.
Jonhard bestur
Í opna bólkinum løgdu
tríggir mans seg skjótt á
odda, Jonhard Larsen og
Guttorm Sørensen úr
Treyatinum
og
Cecil
Weihe úr Bragdinum.
Komnir nakað longri
enn hálvan veg drógu
klaksvíkingarnir
frá
havnamanninum. Og til
seinast var kappingin tí
ein uppgerð millum Jon-
hard og Gutta.
Jonhard var stinnastur,
tá avtornaði, og vann
kappingina við tíðini 1
tíma 18,45 min. Hetta
varð persónligt met hjá
honum við góðum trim-
um
minuttum.
Gutti
gjørdist nummar tvey við
tíðini 1 tíma 18,56 min.,
og Cecil Weihe hevði 1
tíma 19,48 min. á triðja
plássinum.
Jósvein besti
veteranur
Í veteranbólkinum, teir eru
føddir í 1958 ella fyrr, var
nokkso stórur munur mill-
um tríggjar teir fremstu.
Jósvein Herup Olsen
gjørdist nummar eitt við
tíðini 1 tíma 28,26 min.
Óli Olsen varð numar tvey
við 1 tíma 32,11 min. og
Steindor Hjaltalin numm-
ar trý við tíðini 1 tíma
36,56 min. Teir renna allir
fyri Bragdið.
Cross Country 14.
februar
Næsta
rennikappingin
verður ein sonevnd cross
country kapping á Toftum
14. februar. Hetta er
fyrstu ferð, skipa verður
fyri einari slíkari kapping
í Føroyum.
VÌF-VB 25-26 (12-11);
Spenningur til seinasta bríksl
Kvinnuliðini hjá VÍF
og VB borðreiddu við
einum ordans "gys-
ara" í høllini í Vest-
manna leygardagin.
Liðini fylgdust so at
siga allan dystin, og
dysturin bleiv ikki
avgjørdur fyrr enn í
seinastu sekundunum
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
Tað var lagt upp til ein
spennandi dyst í høllini í
Vestmanna leygardagin, tá
bestu kvinnuliðini hjá VÍF
og VB hittust. Bæði liðini
liggja ovarlaga á stigatalv-
uni, og haraftrat er støðan
millum júst hesa bæði
feløgini rættuliga spent av
tí nógv umtala "útlendinga-
málinum".
VB byrjaði best
Tað vóru gestirnir úr Vági,
sum byrjaðu dystin best. Tá
ið fyrri hálvleikur var
nærum hálvrunnin, høvdu
vágskvinnur lagt seg á odda
8-4. Men so tók verjan hjá
heimaliðnum
seg
um
reiggj, og serliga var tað
rumenska Irina Raodvici,ið
hevði gott tak á altíð
vandamiklu Daivu á vinstra
bakki hjá VB. Tað gekk tí
heldur ikki long tíð, so
hevði VÍF javnað til 8-8,
millum annað takkað verið
nøkrum góðum skjótálop-
um, sum endaðu við, at
Nikolina Eyðbjørnsdóttir
skoraði fyri heimaliðið.
Nógv óneyðug bólttap
Nú fóru gestirnir úr Vági
undir at mansverja Ioanu
Rapa, og hetta tóktist at
órógva álopsspælið hjá VÍF
rættuliga nógv. Næstu løt-
una gjørdu kvinnurnar úr
Vestmanna einar fýra til
fimm óneyðugar tekniskar
feilir, sum tá ið alt kemur til
alt kostaðu teimum dýrt.
Bóltar blivu mistir út av
vøllinum, ella onkrar avlev-
eringar vóru so vánaligar,
at tær endaðu í beinunum á
viðleikarum.
Hinvegin kann sigast, at
høvdu leikararnir hjá VB
verið eitt sindur neyvari í
seinnu helvt av fyrra hálv-
leiki, høvdu tær óivað havt
eina trivaliga hálvleiks-
leiðslu, men tær megnaðu
einans at skora tríggjar
ferðir seinastu 15 minuttir-
nar undan steðginum. Her
skal tó leggjast afturat, at
gekk álopsspælið hjá VÍF
ikki gott hesa løtuna, so var
verjan sera stinn, eins og
Adela í málinum hevði
onkrar fínar bjargingar, og
tað var hesum fyri at takka,
at heimaliðið kundi fara til
hálvleiks við einari leiðslu
upp á eitt mál, 12-11!
Dramatiskur seinni
hálvleikur
Seinni hálvleikur byrjaði á
sama hátt, sum tann fyrri
endaði. Liðini skiftust um
at hava leiðsluna, og sjáld-
an var meira enn tað eina
málið á muni. Miðskeiðis í
hálvleikinum gjørdi heima-
liðið tó ein vørr, og brád-
liga var VIF á odda 21-18,
og bert tólv minuttir vóru
eftir at leika. Hetta tóktist
tó ikki at nerva venjaran hjá
VB tað stóra, tí hann tók
eina time-out, og tríggjar
minuttir seinni høvdu gest-
irnir javnað til 21-21!
Síðani skoraðu liðini upp
á skift, VÍF var á odda 22-
21, 23-22 og 24-23, áðrenn
VB javnaði til 24.24. VÍF
fór aftur í álop, men í hes-
um álopinum kom Aukse
hjá VB ímillum eina langa
avlevering, fór sjálv og
legði VB á odda 25-24.
Tveir minuttir vóru eftir at
leika, og heimaliðið fekk
brotskast í sínum næsta
álopi. Tað setti liðskiparin,
Sóley Mikkelsen trygt í
netið til 25-25, og øll høllin
var á gosi, bæði vestmenn-
ingar og vágbingar, sum
vóru eins manssterkir og
mælskir sum vestmenning-
arnir.
Í næsta álopinum hjá VB
eydnaðist tað Lailu Jesper-
sen at smoyggja sær inn um
Ioanu í verjuni hjá VÌF og
leggja gestirnar á odda 26-
25. Vestmannakvinnur fóru
nú aftur í álop, og hetta
álopið endaði við, at Irina á
strikuni hjá VÍF bleiv spæld
frí, men Asta í málinum hjá
VB stórbjargaði, og bert ein
minuttur var eftir at leika.
VB fór aftur í álop, men
hesaferð átti Adela í VÍF-
málinum tørn at stórbjarga,
tá ið 20 sekund vóru eftir at
leika. Sostatt fekk heima-
liðið ein seinasta møgu-
leika at tryggja sær ein
javnleik, men hoppiskotið
frá Ioanu trý sekund fyri
leiklok fekk Asta í VB-mál-
inum jústað út um baklinj-
una, og harvið tryggja liði
sínum bæði stigini, og frøin
var stór á teimum mongu
vágbingunum í høllini.
VB hevði størri
hugflog
Í einum so jøvnum dysti, er
altíð trupult at meta um,
hvørt sigurin var uppiborin
ella ikki. Men serliga seinni
hálvleikur í dystinum leyg-
ardagin vísti, at VB hevði
størri hugflog í álopsspæli
sínum enn hvat heimaliðið
hevði. Til dømis hevði VÍF
nærum ongar avsluttingar
av vonginum, meðan VB
hevði fleiri, sum eisini
góvu mál.
Haraftrat
tóktist
tað
heldur ongantíð sum um, at
fjáltur kom á vágskvinnur,
meðan VÍF hevði alt ov
lítið tol í álopsspælinum.
Hinvegin kann væntandi
breiddin í hópinum hjá VB
gerast ein vansi seinni í
kappingini. Henda vænt-
andi breiddin sást einabest
leygardagin, tá ið spæl-
skiparin, Aukse, fekk ein
snudd rættuliga tíðliga í
dystinum, men spældi allan
at kalla allan dystin, hóast
sjónliga plága av snudd-
inum.
Dysturin í tølum
VÍF-VB 25-26 (12-11)
Málskjúttar
VÍF:
Sóley
Mikkelsen
6(3), Irini Radovici 6,
Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4,
Ioana Rapa 4(1), Fríða
Marjunardóttir 3, Jackin
Durhuus 2
VB: Daiva Tuomaite 9(2);
Aukse Dysmauskaite 7(1),
Gurið Mortensen 5, Laila
Jespersen
3,
Margreth
Augustinussen 1.
Brotskøst: VÍF 5, VB 5
Útvísingar: VÍF 3, VB 2
Dómarar: Kári Hansen og
Trygvi Mortensen, Tjaldur:
Løgdu frá byrjan eina harða
linju, og hana hildu teir
gjøgnum
allan
dystin.
Komu stak væl frá einari
truplari uppgávu.
VÍF stóð leingi við stigunum í hondini, men tær fullu at enda, og við fjórða plássinum á stigatalvuni eru FM-vónirnar av álvara farnar at kámast
Mynd: Álvur Haraldsen
Gulleggið varð av ongum
Hondbóltssambandið
misti møguleikan fyri
fleiri hundrað-túsund
krónum í lýsingar-
inntøkum, tá Sjón-
varpið ikki segði seg
hava stundir at pro-
ducera dystin
HONDBÓLTSPENGAR
Jákup Mørk
Tá tað fyri nøkrum mánað-
um síðani var greitt, at Før-
oyar í HM-undankapping-
ini í hondbólti vórðu bólk-
aðar saman við Noreg, var
gleðin um lutakastið stór í
Hondbóltssambandinum.
Ikki so nógv tí ítróttar-
ligu útlitini vóru nakað ser-
liga góð. Noreg verður jú
roknað millum sterkastu
hondbóltstjóðirnar, so Før-
oyar skuldu ikki gera sær
nakrar vónir um stig her.
Men fíggjarliga varð hetta
roknað sum sannur gloypi-
biti. Norska TV2 hevur
seinnu árini varpað allar
dystirnar hjá landsliðnum
beinleiðis, og tí var stórur
møguleiki fyri lýsingarinn-
tøkum, sum lógu nakað væl
omanfyri tað, sum annars
er gjørligt at fáa í kassan
her í Føroyum.
Sponsorar vilja
síggjast
Men ætlaða gulleggið varð
av ongum. Nýggjárskon-
sertin í Norðurlandahúsin-
um stóð fyri framman, og
saman við valstríðnum við-
førdi hetta eftir øllum at
døma, at Sjónvarpið ikki
segði seg hava møguleika at
produsera og varpa dystin.
Eivind Jacobsen, formað-
ur í HSF, var sum vera man
harmur um støðuna, sum
var íkomin, og hann duldi
ikki fyri, at við hesum
hevði hondbólturin í Føroy-
um mist ein gyltan inntøku-
møguleika.
– Tær inntøkur, sum vit
sjálvir kunnu skapa okkum
í landsliðshøpi eru í ovur-
stóran mun tengdar at spon-
sorum. Og sponsorar vilja
sjálvandi sleppa at verða
sæddir. Tann møguleikan
missa vit fyri ein stóran
part, tá dystirnir ikki verða
sjónvarpaðir, sigur hann.
Men talan var jú eisini
um, at dysturin skuldi vís-
ast í Noreg. Hevði tað ikki
givið øktar møguleikar fyri
lýsingum.
– Tað sigur seg sjálvt. Tá
vildi tað kanska einamest
verið norskar fyritøkur, sum
keyptu sær lýsingarplássini,
og tá vildi prísurin verið
fleiri ferðir tað, sum før-
oyskar fyritøkur megna at
gjalda, sigur Eivind Jacob-
sen, sum tó ikki vil seta tal
á, hvussu nógv HSF kundi
fingið inn á hendan hátt.
Hinvegin tykist hann ikki
heilt avvísandi, tá spurt
verður, hvørt tað snýr seg
um nakrar hundrað-túsund
krónur, so tað man ikki vera
heilt av leið, um gitt veður,
at missurin liggur eitt stað
ímillum 200 og 300 tkr.
Útreiðslurnar niður
Spurdur beinleiðis, um
nýggjárskonsertin var or-
søkin til vantandi senditíð-
ina, vildi formaðurin í HSF
ikki gera stórvegis við-
merkingar.
– Teir (svf, blðm.) søgdu
seg hava nógv at gera, og so
var hetta altso ikki gjørligt,
var einasta, sum formaður-
in fekst at siga.
Men hvussu er og ikki, so
ásannar formaðurin, at
Hondbóltssambandið við
hesum misti ein gyltan
møguleika at skapa sær
nakrar inntøkur.
– Vit høvdu sjálvandi
vónað, at hesin dysturin
kundi verða eitt gott ískoyti
til raksturin hjá okkum.
Men tær inntøkurnar eru so
ikki til, og so mugu vit bara
finna útav, hvussu vit
kunnu skerja útreiðslurnar í
aðrar mátar, sigur formað-
urin í føroyska Hondbólts-
sambandinum at enda.
Eftir so spyrjandi hond-
bóltsáhugað, sum ikki duga
at fata, hví tað ikki var gjør-
ligt hjá Sjónvarpinum at
senda frá dystunum. Onkur
teirra tók til, at hetta neyv-
an hevði hent í fótbóltinum,
um konsert og valstríð var
samstundis, sum Frakland
kom á vitjan. Tað er so
neyvan nakað at fara skeiv-
ur av, men hinvegin vil tað
neyvan vera ein dystur, sum
Sjónvarpið sjálvt sleppur at
framleiða.
Formaðurin í
Hondbólts-
sambandinu-
m mátti bara
staðfesta, ætl-
aðu inntøk-
urnar hjá
HSF av nor-
egsdystinum
vórðu av
ongum
Mynd: Álvur
Haraldsen