týsdagur 13. januar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 7 - 13. januar 2004
C
M
Y
K
28
Nr. 7 - 13. januar 2004
29
Jakob Jónsson:
Vit mangla vong- og strikuspæl
Kyndlaleikarin, Jakob
Jónsson, leikti í fleiri
ár í bestu norsku
deildini, og hann hev-
ur fleiri ferðir leikt
ímóti onkrum av
norsku landsliðsleik-
arunum. Vit hittu
hann eftir lands-
dystin leygardagin
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
Tá vit fingu orðið beint á
Jakob Jónsson beint eftir
landsdystin
og
spurdu
hann, hvat hann helt um
dystin, var hann skjótur at
svara.
– Eg haldi at føroying-
arnir spældu ein góðan
seinna hálvleik. Men hin-
vegin høvdu vit stórar trup-
ulleikar í fyrra hálvleiki. Eg
dugi ikki at skilja, hví vit
blíva við at byggja alt okk-
ara álopsspæl upp á bak-
spælararnar. Tað er umráð-
andi at fáa lagt trýst á
mótstøðuliðið allastaðni í
verjuni. Vit hava als onki
vong- og strikuspæl, og tí
skapa vit trupulleikar fyri
okkum sjálvar.
Spurdur um hann helt at
norskur hondbóltur hevði
tikið seg nógv fram, síðani
hann sjálvur leikti har,
segði Jakob: – Eg haldi
ikki, at norska kappingin er
blivin so nógv betri, men
hinvegin er norska lands-
liðið væl sterkari nú, enn
tað var fyri fáum árum síð-
ani. Tú sært nú, at allir
landsliðsleikararnir spæla í
stórum feløgum í Týsk-
landi, Spania og Danmark.
Men hvat skal sambært
Jakobi Jónssyni til, áðrenn
eitt føroyskt landslið kann
geva einum slíkum møtu-
støðuliði sum tí norska ein
enn skarpari gang:
– Tað er alneyðugt, at
hondbóltssambandi
fær
nøkur ungdómslandslið upp
at standa. Ístaðin fyri at fara
av landinum at fáa ein
dýran venjara til mans-
landsliði, kundi man heldur
funnið ein bíligari her á
landi, og so brúkt eitt sindur
av pengum upp á yngri
landslið, ið kundu tikið lut í
smærri kappingum í t.d.
Danmark. Tað átti ikki at
kosta so nógv. Um slík
landslið so koma, er tað
eisini umráðandi, at tey
verða verandi, og ikki bert
eru døgnflugur, sum hvørva
aftur eftir stuttari tíð.
Men heldur Jakob Jóns-
son, at føroyskur hondbólt-
ur er á rættari kós?
– Tað er einki at ivast í, at
hondbólturin í Føroyum er
blivin nógv betri seinastu ár-
ini. Menn eru meira seriøsir
nú, enn teir hava verið, og
vit síggja fleiri og fleiri stór
talentir. Til dømis síggja vit
í dag Sveinur Justinussen,
sum er eitt sera stórt talent.
Ein spælari sum hann skal
fara til Danmarkar og royna
seg í bestu deildini har, tað
hevur hann evnini til. Fáa
vit fleiri spælarar út um
landoddarnar at royna seg,
so blívir landsliðið eisini
sterkari, sigur Jakob Jóns-
son at enda.
– Ístaðin fyri at fara av
landinum at fáa ein dýran
venjara til manslandsliði,
kundi man heldur funnið ein
bíligari her á landi, og so
brúkt eitt sindur av pengum
upp á yngri landslið, heldur
Jakob Jónsson um framtíðina
hjá føroyskum hondbólti
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóhan Danielsen:
2. hálvleikur var
fantastiskur
Kyndlamálverjin,
Jóhan Danielsen,
verður mettur sum
besti føroyski hond-
bóltsmálmaðurin,
men tíverri var hann
bert millum áskoð-
ararnar leygardagin
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
Um dystin leygardagin
sigur Jóhan: - Eg haldi, at
okkara menn spældu ein
fantastiskan seinnahálv-
leik, men normenninir
vóru ótrúliga góðir. Leik-
ferðin hjá teimum var
ótrúliga høg, og hvørja
ferð at okkara gjørdu ein
feil, blivu vit straffaðir av
normonnum. Eg haldi eis-
ini, at ein týðuligur munur
á okkara liði og liðnum hjá
normonnum, er, at hjá
Noreg kemur allatíðina
maður í mans stað. Hjá
okkum hvílir ov nógv á
einkultum leikarum.
Men hvat skal til fyri at
fáa okkara landslið á eitt
enn hægri støði sambært
Jóhani Danielsen?
– Eg haldi, at tað er
ógvuliga umráðandi, at vit
fáa pengar til ungdóms-
landslið. Á henda hátt ber
betur til at lokka ungdóm-
ar til at blíva við at spæla
hondbólt, ístaðin fyri at
velja tað frá. Eisini er um-
ráðandi, at ungir spælarar
so sum Sveinur Justinus-
sen fara av landinum at
royna seg. Eg ivist ikki í,
at ein maður sum Sveinur
kundi staðið seg í bestu
donsku feløgunum.
At enda spurdu vit Jóh-
an, um hann lærir nakað
av at hyggja eftir teimum
norsku málverjunum í
einum slíkum dysti?
– Ja, tað geri eg. Tað er
ótrúligt at síggja, hvussu
væl teir duga at lesa
skotini. Eisini sær man
væl, hvussu væl verja og
málmaður fylgja sínum
avtalum, so at teir verja
hvør sítt øki. Høvdu vit
megnað at brotið hesar
avtalur hjá normonnum,
so var nógv vunnið, segði
Jóhan Danielsen at enda.
– Eg ivist ikki í, at ein maður sum Sveinur kundi staðið seg í
bestu donsku feløgunum, helt Jóhan Danielsen, sum av
áskoðaraplássunum fylgdi við landsdystinum leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Ein av teimum fáu
føroyingunum, ið áð-
ur hevur roynt seg í
landsdysti ímóti nor-
monnum, er Kári
Mortensen. Vit fingu
orðið á hann eftir
dystin
LANDSDYSTUR
Terji Nielsen
Kári Mortensen var ógvu-
liga imponeraður av norska
landsliðnum.
– Eg haldi, at normenn-
inir vóru øgiliga góðir.
Serliga vongspælið hjá
teimum var í heimsflokki.
Høgri vongur var bart út
sagt fantastiskur! Í einum
slíkum dysti síggja vit ein
týðiligan mun á yrkisleik-
arunum og okkara amatør-
um. Hvør einasti feilur, ið
okkara menn gjørdu, bleiv
straffaður beinan vegin.
Tað gingu allarhægst trý
sekund frá at vit mistu
bóltin í álopi, til hann lá í
málinum hjá okkum í hin-
um endanum.
Men hvat heldur Kári so,
at vit kunnu læra av einum
slíkum dysti?
– Eg haldi, at vit kunnu
læra sera nógv. Eitt er at
normenn skora av øllum
plássum,
men
serliga
kunnu vit læra nógv av
vongspælinum hjá nor-
monnum, tí vit hava einki
vongspæl. Í tí sambandi
dugi eg ikki at skilja, at
okkara venjari næstan ikki
nýtir teir fáu vinstrahand-
aðu vengur, ið vit hava. Teir
eru bara tveir, Heini Bent-
sen og Ragnar Stakksund,
og Ragnar var als ikki við í
hópinum í dag, og Heini
fekk bert fáar minuttir á
vøllinum. Eisini haldi eg, at
Eli ber ov nógv á sínum
herðum í málinum
Men er tað kanska ein
gongd leið hjá okkum at
fáa fleiri leikarar út um
landoddarnar at royna seg?
– Sjálvandi er tað umráð-
andi, at vit fáa spælarar
sum t.d. Svcin Justinussen
at royna seg aðrastaðnis,
men hinvegin mugu vit ikki
gloyma okkara egnu kapp-
ing, ið er blivin væl sterkari
av teimum mongu útlend-
ingunum, ið eru komnir
hagar. Hinvegin sær man
eisini týðuligt í einum dysti
sum í dag, hvussu nógv
Heini Hanusarson hevur
ment seg av tíðuni í TMS
Ringsted, sigur Kári Mort-
ensen at enda.
Kári Mortensen:
Vit hava einki vongspæl
Ein hin royndasti leikarin, sum vit hava átt, helt avgjørdur, at
vit eiga at læra av norska vongspælinum í landsdystinum
Mynd: Álvur Haraldsen
29