týsdagur 13. januar 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 13. januar 2004
31
30
Nr. 7 - 13. januar 2004
Mugu
svara
aftur
Ein av føroysku leikar-
unum, sum ofta var í
hornatøkum við norsku
mótstøðumenninar var
Hans Áki Dal-Christi-
ansen.
Í álopspartinum fekk
hann fleiri ferðir kær-
leikan at kenna frá bein-
leiðis mótstøðumanni
sínum, og í verjupartin-
um var tað serliga
norski strikuspælarin,
sum tóktist strævin at
fáast við. Hetta gav úr-
slit í nógvum og hørðum
nærdystum, men hetta
tóktist tó ikki vera
nakað,
sum
nervaði
Kyndils-leikaran.
– Tú ert eisni noyddir
til at taka slíkar nær-
dystir. Gevur tú ikki av
somu skuffu, so missur
tú skjótt takið, og so er
slagið tapt. Teir royndu
eisini at kysa okkum
niður, og eina løtu haldi
eg, at tað eydnaðist hjá
teimum, soleiðis at vit
fóru niður við nakkan-
um. Tað hevur man ikki
ráð til í slíkum dystum,
og vit mugu læra okkum
at tveita virðingina burt-
ur í slíkum førum. Tað
dugdu vit ikki nóg væl
hesaferð, men tað er so
nakað, sum vit mugu
læra okkum, helt Hans
Áki eftir dystin.
Tað gjørdist til nógvar og
harðar nærdystir hjá
Hans Áka Dal-
Christiansen leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyska hetjan
Sveinur Justinussen
var maðurin í fokus
eftir landsdystin
leygardagin, og einki
er at ivast í, at fleiri
norskir venjarar
munnu fara at skriva
sær navn hansara
aftan fyri oyra
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki er at ivast í, hvør
leikarin var stóra sam-
røðuevnið eftir landsdyst-
in leygardagin.
Vanliga er tað so, at fjøl-
miðlarnir at kalla býtast –
og ikki bítast – um at fáa
orðið á ymsu leikararnar,
men hesaferð var støðan tó
eitt lítið sindur øðrvísi.
Sveinur Justinussen var
fram um hinar maðurin,
sum miðlarnir skuldu hava
orðið á, og feðr eftir ferð
mátti hann soleiðis standa
og svara mest sum somu
spurningum um júst lidna
dystin. Ein dystur, sum
Sveinur annars ikki var
heilt so væl nøgdur um
sjálvur,
um
sammett
verður við dystin í Noreg.
– Í dag brenni eg ov
nógvar møguleikar. Ser-
liga í fyrra hálvleiki, með-
an tað hinvegin gongur
væl og virðiliga upp eftir
steðgin,
heldur
hann
lítillátin fyri.
– Men hvat. Av og á, so
mást tú brenna, og steðgar
tú at skjóta av teirri orsøk,
so koma nokk ikki so nógv
mál burturúr.
Kostaði nógv
Stóran part av dystinum
var leiklutrin hjá Sveini
bara í álopspartinum, og
sjálvur ásannaði hann eis-
ini eftir dystin, at hesum
hevði hann so einki havt
ímóti.
– Tað kostar ótrúliga
nógv at fara inn móti leik-
arum, sum eru somikið
væl fyri kropsliga. Tú
merkir veruliga, at hatta
eru menn, sum venja við
vektum hvørja tí einastu
viku, og hvørja ferð farði
varð inn til eina skotroynd,
varð kroppurin mest sum
pumpaður
tómur.
So
steðgirnir hjá mær vóru
neyðugir.
Um dystin sjálvan helt
Sveinur annars, at hann
mundi vera á eini leið, tó
at hann sjálvsagt ásannar,
at mótstðan var dekan ov
sterk.
– Í seinna hálvleiki fáa
spælið hjá okkum at ganga
so nøkunlunda, og tað
haldi eg, at vit kunnu vera
nøgdir um. Hinvegin má
tað ikki henda, at vit fara
niður við høvdinum. Tað
gera vit eina løtu í fyrra
hálvleiki, og tá verða vit
revsaðir 100% alt fyri eitt,
so tað má ikki henda.
Heldur ikki hóast tað
viðhvørt kann síggja nóg
so høpisleyst út móti so-
mikið sterkum liðum.
Skúlan fyrst
Eftir teir báðar landsdyst-
irnar móti Noreg er einki
at ivast í, at í øllum førum
hondbóltskønir normenn
munnu hava bitið sær
merki í navni á unga
manninum av Skála, men
sjálvur tykist Sveinur tó at
taka hetta eins róligt, sum
hann altíð hevur gjørt, og
enn er telefonin so heldur
ikki farin at kima.
– Í løtuni fari eg so ong-
an veg. Eg ætli mær fyrst
at gera meg lidnan við
útbúgvingina,
men
so
kundi tað væl hent seg, at
eg fari at royna meg aðra-
staðni. Tað er jú nærliggj-
andi, at eg kundi fari til
Danmarkar at lesa, og geri
eg tað, so fari eg eisini at
spæla
hondbólt,
sigur
hann. Og hann ivast ikki í,
at skal menningin standa
við, so verður tørvur á
nýggjum avbjóðingum.
– Tað sigur seg sjálvt, at
spælir tú á einum góðum
donskum liði, so verður tú
betri fyri. Tað hava vit sæð
hjá teimum leikarum, sum
hava roynt seg uttanlands,
og ikki minst veðrur
kropsliga venjingarstøðan
munandi
betri,
heldur
Sveinur.
Men alt hetta tykist
hann tó ikki hugsa so nógv
um enn. Fyri framman
standa tveir dystir á úti-
vølli móti Rumenia, og
síðani verður tað StÍF og
stríðið fyri at endurvinna
FM, sum fer at standa
ovast á breddanum, og har
verður Sveinur uttan iva
ein av avgjørdu lyklaleik-
arunum.
- Tú merkir veruliga, at hatta eru menn, sum venja við vektum hvørja tí einastu viku, og
hvørja ferð farði varð inn til eina skotroynd, varð kroppurin mest sum pumpaður tómur
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyar-Noreg 24-37 (8-20):
Klassi í lítlan hálvleik
Ein fittan part av
fyrra hálvleiki sýndi
norska landsliðið,
hvussu stórur styrkis-
munurin í veruleik-
anum var, men tá
ferðin so varð sett
nakað niður, fingu
áskoðaranrir hóast alt
ein undirhaldandi
seinna hálvleik at
síggja
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ítróttarhøllin á Hálsi var
staðið, har mann skuldi
verða sæddur leygardagin.
Tað man í øllum førum
vera heilt langt síðani, at
áhugin fyri einum hond-
bóltsdysti her á landi hevur
verið somikið stórur, og
eftir bert hálvum tíma vóru
fyrstu 500 atgongumerkini
seld, so tað stóð skjótt
greitt, at høllin fór at verða
stúgvandi full av fólki. Við
fyrstu regluni verður eisini
sipað til, at hetta samstund-
is var eitt sera gott høvi hjá
teimum, sum vilja síggjast,
og tað man ikki vera heilt
av leið at gita, at stórur
partur av uppstillaðu val-
evnunum í Suðurstreymoy
vóru til staðar. Onkur teirra
enntá við faldarum við
persónligu valskránni.
Revsaðu – hvørja ferð
Tað var tó hondbólturin,
sum fólk vóru komin at
síggja. Ein av sterkastu
hondbóltstjóðunum í løtuni
var komin á vitjan, og tó at
tað neyvan mundi vera nak-
ar sum droymdi um veru-
ligan spenning í dystinum,
so er tað ikki á hvørjum
degi, at høvi er at síggja
slíkar leikarar live.
Tað stóð eisini skjótt
greitt, at styrkismunurin
millum liðini bæði var øgi-
ligur. Kanska ikki tað allar
fyrstu løtuna, tá norska
liðið byrjaði á sama hátt,
sum teir gjørdu tað í Noreg.
Við eini flataru verju heilt
inni móti strikuni, so okk-
ara eisini fingu høvi at
royna seg. Eitt høvi, sum
menninir nýttu til at fylgja
við norska liðnum, til bæði
liðini høvdu fingið sær tvey
mál hvør, men so var eisini
liðugt.
Næsta góða korterið ella
har á leið fingu okkara
menn nevnliga eina sanna
lektión í, hvussu hondbólt-
ur verður leiktur, tá hann er
mest effektivur. Formati-
ónin í norsku verjunin var
framvegis hin sama, men
hon varð - øll sum hon var -
skotin einar tveir metrar út-
frá, og hóast hetta skuldi
givið okkara monnum nak-
að betri pláss at bróta
ígjøgnum, so var snøgt sagt
ikki møguleiki til tess.
Ístaðin gjørdist talan ofta
um nølandi spæl og skot-
royndir úr torførum støð-
um, og so fall revsingin. Og
hon fall hvørja ferð. So
skjótt sum eitt føroyskt skot
var latið av, stungu norsku
vongspælararnir avstað, og
so kundu áskoðararnir bara
hyggja at, hvussu ein send-
ing skal vera í kontrafasuni.
Hjá norsku vengrunum var
bara at renna við hondun-
um frammi, tí bólturin kom
hvørja ferð í beinari linju
beint í hondina á monnun-
um, og einsamallir við mál-
verjanum sviku teir ikki.
Sveinur lyfti avrikið
Flestu av áskoðarunum
mundu hesa løtuna óttast,
at Føroyar skuldu gerast
offur fyri sannari avhølv-
ing, og høvdu norsku leik-
ararnir megna at hildið
støðinum, so er einki at
ivast í, at hetta hevði verið
úrslitið, men tíbetur fyri
okkara, so hendi tað ikki.
Ístaðin kom so vælkenda
støðan aftur, har lðiið setir
ferðina nakað niður, tá
sigurin kortini tykist vísur,
og so var tað, at okkara av
álvara sluppu upp í part.
Fyri steðgin gav Sveinur
Justinussen føroyska liðn-
um eina vón um, at tað hó-
ast alt mundi bera til at gera
ein góðan figur, og sami
Sveinur var eisni maðurin,
sum í seinna hálvleiki stað-
festi, at hóast føroyska liðið
kanska ikki telist millum
tey bestu í heiminum, so
hava vit einstakar leikarar,
sum hava eina øgiliga skot-
styrki.
Ferð eftir ferð í seinna
hálvleiki staðfesti hann, at
hann í serflokki er tann
føroyski leikarin, sum vit
kunnu rokna okkum mest
av í framtíðini, og tað er
einki at siga til, um hann
eftir dystin iðraði seg um,
at hesin ikki varð vístur
beinleiðis í norskum sjón-
varpi. Norsku VIP’ararnir
sótu beint aftan fyri før-
oysku fjølmiðlarnir, og har
varð fleiri ferðir tutlað
hálvgum hart í seinna hálv-
leiki, so tað skuldi verið
løgið, um telefonin inni á
Skála ikki fer at kima
onkran dagin við fyrispurn-
ingum um, hvørt ungi leik-
arin hevur hug at koma inn
á meginlandið at royna
hondbóltsevnini.
Mugu bara læra
Sammett við norsku mót-
støðuna, so fekk tó heldur
ikki Sveinur gjørt so øgi-
liga nógv við, hvussu dyst-
urin spældi av. Føroyar
fingu snøgt sagt eina lítla
uppvísing í, hvussu einfalt,
skjótt og effektivt hond-
bóltur í veruleikanum kann
spælast, og tó at normenn
ongan tíð fóru at spæla fyri
gallarínum, soleiðiðis sum
onkur kanska hevði vónað,
so vóru í løtum detaljur,
sum vit sjáldan síggja her
heima. Eitt nú Kristian
Kjelling sendi Halgir so-
mikið væl av við eini fót-
fintu, at hoyvíkingurin ikki
bara varð tikin á skeiva
beininum, men veruliga
traðkaði til síðuna, soleiðis
at normaðurin ístaðin bara
rann beint fram inn á strik-
una og smekkaði til.
Men hóast yvirmaktina,
so mundi føroyska liðið hó-
ast fáa sær ein lærupening
úr dystinum. At vit krops-
liga eru væl aftan fyri al-
tjóða mótstøðuliðini er ein
veikleiki, sum tað hevur
verið arbeitt við nú í eina
tíð, og enn er nakað væl
eftir, áðrenn komið er á mál
við hesum. Men tann part-
urin er tó betraður.
Hinvegin stendur eitt
sindur verri til við breiddini
í føroyska spælinum. Á
bakplássunum hava vit
skjúttar, sum væl kunnu
standa seg í altjóða kapp-
ingum, og sum veruliga
kunnu leggja trýst á, fáa
teir bara eitt lítið sindur av
plássi.
Hinvegin tykist støðan
við vongspælinum ikki
vera heilt so góð. Ella
kanska skuldi verið skriv-
að, at hesir ikki fingu
møguleikan at royna seg.
Fyri ein ovurstóran part, so
varð føroyska spælið nevn-
liga kroyst inn móti miðj-
uni, har skotsterku bak-
spælararnir skuldu taka sær
av restini, men tað gjørdi
samstundis uppgávuna hjá
mótstøðuverjuni munandi
lættari. Megnar føroyska
liðið í størri mun at gerast
ein hóttan av vongplássun-
um, so gevur tað alt fyri eitt
enn meira pláss til hinar, tá
spælið verður tambað til
síðurnar, hendir tað, so er
einki at ivast í, at vit í størri
mun kunnu gerast ein hótt-
an. Kanska ikki móti Nor-
eg, men tað er so ikki
hvønn dag, at vit spæla
móti teimum. Slíka mót-
støðu fáa vit kanska bert
eina ferð fyri hvørt tíggju-
áraskeiðið, og tá kunnu vit
ikki gera annað enn at njóta
upplivingina. Tað gjørdu
eisini bæði leikarar og
áskoðarar leygardagin.
Føroysku leikararnir
stríddust allan dystin av
øllum alvi, og teir eiga rós
fyri hendan partin av
spælinum, tó at tað ikki var
nóg mikið at steðga norska
yvirvaldinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Effektivitetur
Tað er einki at siga til, at norsku leikararnir sýndu ein
væl størri effektivitet enn teir føroysku, men eftir
steðgin megnaðu okkara tó at fáa bæði fleiri skotroynir
og betri nýtslu av hesm, enn teir gjørdu í fyrra hálv-
leiki. Hagtølini fyri hetta vóru sum fylgjandi:
1. hálvleikur
Føroyar
22 skot
8 mál
36%
Noreg
29 skot
20 mál
67%
2. hálvleikur
Føroyar
27 skot
15 mál
56%
Noreg
24 skot
16 mál
67%