týsdagur 13. januar 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 7 - 13. januar 2004
C
M
Y
K
32
Nr. 7 - 13. januar 2004
33
Máltindurin:
Simona Dziugyte
Neistin
110 (18)
Aukse Vysniaskaite
VB
98 (23)
Nicoleta Radu
Søljan
82 (18)
Ioana Rápa
VÍF
82 (18)
Sóley Mikkelsen
VÍF
71 (17)
Katarina Stepanovic
Stjørnan
67 (12)
Gurið Mortensen
VB
66 (6)
Milica Ergic
StÍF
66 (8)
Nikolina Eyðbjørnsdóttir
VÍF
64
Annika Ljósstein
Stjørnan
63 (17)
Irina Rodevici
VÍF
61
Daiva Tuomaite
VB
56 (9)
Joan M. Djordjevic
Stjørnan
55 (19)
Lina Andriulyte
Neistin
53
Heidi Maria Akselsen
Søljan
51 (3)
StÍF-Stjørnan 24-29 (11-14):
Oddasessurin varðveittur
Stjørnan greiddi setn-
ingin um tey bæði
stigini á Skála, og
styrkti samstundis um
støðuna í oddinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var ikki um ein av
teimum bestu hondbólts-
dystunum í kappingini, tá
Stjørnan vitjaði á Skála
sunnudagin.
Roknað varð ikki við, at
Stjørnan skuldi fáa stór-
vegis trupulleikar av hes-
um, men í veruleikanum
munnu tær á oddaliðmum
helst vera fegnar um, at tað
eydnaðist at fáa stigini eftir
eitt somikið lítið sannfør-
andi avrik.
Tað var sjáldan soleiðis,
at ferðin á spælinum kom í
nær námind av tí, sum
Stjørnan áður hevur víst í
vetur, og hetta viðførdi eis-
ini, at tær høvdu ógvuliga
trupult við at skræða seg
leysar frá mótstøðuni. At
Lydia Vlajic tíðliga í dyst-
inum mátti fara av vøllinum
við skaða, mundi ikki betra
um útlitini í so máta, men
hinvegin gav hetta Maibritt
Sivertsen ein møguleika at
prógva, at hon so sanniliga
eisini er ein málverji, sum
roknast kann við.
Tó at tað gekk striltið, so
megnaði Stjørnan undan
steðginum at skapa sær
eina leiðslu upp á nøkur
mál, og í seinna hálvleiki
hildu tær alla tíðina fast um
hesa. Men hóast tað fleiri
ferðir varð roynt at seta
gongd á liðið, so eydnaðist
tað ongantíð at lyfta avrikið
hjá øllum leikarunum í
senn, og tí mundu tað vera
fleiri eftir dystin sum ivað-
ust, hvørt Stjørnan kann
halda fast um oddasessin
alt endaspælið á tamb.
Skulu tær tað, so er einki
at ivast í, at aðrir bollar
skulu á suppuna, og tað skal
eisini ganga hampuliga
skjótt fyri seg. Komandi
vikuskifti fáa tær vitjan av
einum VÍF-liði, sum helst er
svangari enn nakrantíð, nú
tær longu eru fýra stig aftan
fyri oddin. Ein fjarstøða,
sum kann vaksa upp í seks
stig, um tað eydnast Stjørn-
uni at taka sigurin.
Hjá StÍF ræður hinvegin
um at ansa sær, skulu tær
ikki yvirhálast av Søljuni
og Kyndli. Fyri jól tapti
liðið fyri báðum av hesum,
og veðrur tað eisini støðan í
endaspælinum, so er skjótt
rokna seg fram ti, at tey
bæði niðastu ikki vera nið-
ast kortini, og tað vildi
nokk ikki verið tað, sum
StÍF ætlaði sær undan
kappingini.
Dysturin í tølum
StÍF-Stjørnan 25-29 (11-
14)
Málskjúttar
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen
6(3), Paula B. Høgnesen 5,
Melica Ergic 4, Poula D.
Olsen 4, Anna B. Danielsen
4, Ninna Katrin Johansen 1
Stjørnan: Katarina Stepa-
novic 10, Una Olsen 8,
Joan M. Djordjevic 4(4),
Bára
S.
Klakstein
3,
Annika Ljósstein 2, Anna
Kristina
Samson
1,
Súsanna Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 3, Stjørnan
4
Útvísingar: StÍF 3
Dómarar úr H71: Høgni
Joensen & Rúni Djurhuus.
Neistin vann væntaða
sigurin á Søljuni, men
hóast tapið, so tykist
greitt, at Søljan ætlar
sær meira enn tað
eina stigið burtur frá
botninum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ikki nakar stór-
dystur, sum var á skránni í
Høllini á Hálsi sunnudagin.
At líta til uttandura, so
mundi áhugin fyri aðru-
deildardystin
millum
kvinnurnar hjá Neistanum
og Kyndli vera størri, og í
øllum førum var munandi
lættari at finna parkerings-
pláss, tá fyrstudeildardyst-
urin hjá Neistanum móti
Søljuni stóð á skránni.
Og við at skeita at stiga-
talvuni, so skuldi heldur
ikki roknast við, at áskoð-
ararnir mistu nakað stór-
vegis av spenningini, við
ikki at vera í høllini. Her
hevur Neistin seinastu um-
førini í grundspælinum ot-
að seg heilt upp móti topp-
inum, meðan Søljan hin-
vegin hevur átt fastan sess
nær Kyndli á botninum á
talvuni.
Framgongd at síggja
Men fyrstu lítlu løtuna, so
tóktist tað tó, sum um
Søljan ætlaði sær at gera
bart. Hóast Neistin frá
fyrsta bríksli við mansverju
royndi at seta Nicoletu
Radu út av spælinum, so
var tað Søljan, sum átti tey
trý fyrstu málini, men tá
hetta lítla sjokkið hevði
javnað seg, so var tað tó
Neistin, sum stóð fyri tí
mesta. Tær vunnu seg
skjótt upp á eina trý-fýra
mála stóra leiðslu, og tó at
leingi tóktist sera trupult at
økja um hesa, so var sigurin
ongan tíð í vanda.
Hóast Neistin soleiðis
klintraði enn eitt pláss upp á
stigatalvuni, so mundi tað í
nógvar mátar vera Søljan,
sum fekk flestu positivu
lutirnar við sær frá dystin-
um. Fleiri ferðir í dystinum
høvdu tær nakað, sum líktist
einum hampuligum trýsti á
Neista-liðið, og serliga vóru
tær vandamiklar av bak-
plássunum, tá Nicoleta varð
mansvard. Við somikið
sterkum
málverja
sum
Kristinu Griksaite og eini
kvikari Heidi Mariu Aksel-
sen at fanga útkøstini, hevur
liðið enn eitt av teimum
vandamiklu vápnunum, og
móti einum veikari liði enn
Neistanum kann væl verða,
at meira fer at spyrjast
burturúr, enn tað gjørdist
hesaferð. Her verður sjálv-
andi fyrst og fremst hugsað
um teir fýra dystirnar, sum
liðið eftir á móti StÍF og
Kyndli. Dystir, sum kunnu
vísa seg at gerast løturnar,
har Søljan veruliga staðfest-
ir, at tær eru heimahoyrandi
í bestu deildini. Eisini hóast
talan ikki skuldi verði um
heiðursmerkir.
Hjá Neistanum mundi
dysturin ikki vera stórt
annað enn eitt slag av upp-
hiting, nú endaspælið fer
ígongd. Tær fingu eisini
ætlaðu stigini til høldar,
men tað mundi tó vera
dyggur smeitur, at Rakul
Augustinussen tíðliga í
dystinm noyddist av vøllin-
um. Í einum hendiligum
óhappi meiðslaði hon sær
knæið, og tó at vavið á
skaðanum ikki varð stað-
fest í høllini, so man vandin
lúra fyri, at at talan verður
fráveru frá liðnum í hampu-
liga drúgva tíð. Og tað
mundi so í øllum førum
ikki vera eftir ætlanini.
Dysturin í tølum
Neistin-Søljan 24-17 (12-8)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dziugyte
9, Lina Andrijulyte 3, Jórun
Ludvig 3, Lív Sørensen 3,
Marjun Tróndarson 3, Ása
á Neystabø 2, Rakul Aug-
ustinussen 1
Søljan: Heidi Maria Aks-
elsen 8, Arnelyg Haraldsen
3, Nicoleta Radu 3, Fía
Selma Nielsen 1, Petra
Thomassen 1, Heidi Har-
aldsen 1
Brotskøst:
Neistin
1,
Søljan 1
Útvísingar: Søljan 1
Dómarar úr Stjørnuni:
Kristian Joensen & Karstin
Joensen. Gott at síggja nøk-
ur nýggj andlit trína inn á
dómarapallin,
og
hesir
báðir kunnu við røttu venj-
ingini avgjørt verða góð
evnir framyvir.
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál mál munur stig
1 Stjørnan
1
1 - 0 - 0
329
249
80
13
2 VB
1
1 - 0 - 0
335
261
74
10
3 Neistin
1
1 - 0 - 0
340
289
51
10
4 VÍF
1
0 - 0 - 1
329
281
48
9
5 StÍF
1
0 - 0 - 1
296
343
-47
5
6 Søljan
1
0 - 0 - 1
238
319
-81
2
7 Kyndil
0
0 - 0 - 0
192
317
-125
1
Neistin-Søljan 24-17 (12-8):
Tap við glottum
Tað gekk kanska eitt sindur meira striltið enn ætlað hjá Neistanum, men kortini var ikki
veruligur vandi fyri sigrinum á Søljuni
Mynd: Álvur Haraldsen
VALGREINAR
Ein rættur at fáa
sjúkraviðgerð
uttanlands
Óli Nolsøe
valevni Fólkafloksins í
Sandoyar valdømi
Fólkið í landinum er virðis-
mesta tilfeingi okkara, og tí
er sera umráðandi, at øll
hava góðar møguleikar at
fáa útbúgving. Meginregl-
an má verða, at játtanir
fylgja næmingunum og ikki
skúlanum.
Kristna siðalæran og før-
oyska mentanin skal verða
grundstøði undir útbúgv-
ingini, serliga í fólkaskúl-
anum.
Fyri at fáa so dygga frá-
læru sum gjørligt, má
innihaldið og kostnaðurin
av skúlaverkinum lagast so
væl sum til ber í mun til
fíggjarorkuna.
Um játtanir til útbúgving
fylgja barninum heldur enn
skúlanum, verður møgu-
leiki fyri frískúlum.
Skúlarinir skulu hvør
sær, innan egnan fíggjar-
karm, hava frælsi til at
leggja virksemi til rættis,
sum inntøka frá næminga-
tilgongd gevur møguleikar
fyri.
Øll børn skulu hava
møguleika at fara í for-
skúla.
Framhaldsútbúgvingar-
nar skulu hava atlet til før-
oyska vinnu- og tænastu-
tørvin.
Vinnuskúlarnir
skulu styrkjast til nýggjar
avbjóðingar
á
tekniska
økinum á arbeiðsmarknað-
inum.
Endurgjaldið til læru-
pláss skal ikki verða lægri
enn 75%. Tað verða eingir
pengar spardir um endur-
gjaldið verður lækka, tí tá
má ungdómurin í mið-
námsskúla, og skulu teir
har hava lestrarstuðul.
Lesandi
skulu
hava
møguleika at fáa hægri út-
búgving í fleiri londum.
Nýggir skúlar við ym-
iskum útbúgvingar-møgu-
leikum skulu byggjast, og
skulu hesir leggjast út um
landið.
Hava vit ein virknan ung-
dóm, fáa vit eisini eitt væl
virkandi samfelag.
Gott val, veljið Fólka-
flokkin.
Ferðaendurgjald vegna ferðing millum bústað
og arbeiðspláss
Emmy S. Joensen
valevni Fólkafloksins í
Vágum
Hetta er tíðin, tá ið fólk
fylla út umsóknarbløðini til
Toll-og Skattstovuna um
ferðastuðul
til
ferðing
millum
búðstað
og
arbeiðsstað. Í hesum sam-
bandið er vert at leggja til
merkis, at stórur munur er á
hvussu
nógv
ferðaendurgjald
verður
veitt, alt eftir hvar tú býrt í
landinum.
Endurgjaldið
verður ikki roknað í mun til
útreiðslurnar.
Samb.
Løgtingslóg nr. 93 frá 6.
juni 1997 um stuðul til
ferðaútreiðslur, verða fyri
ferðing á landi veittar 0,37
kr. fyri hvønn kilometur
omanfyri 15 km. Fyri
ferðing sjóvegis millum
bústað
og
arbeiðsstað
(eisini
bummgjald
í
Vágatunnlinum)
verða
veittar 5 kr. pr. túr, tó verða
latnar 15 kr. pr. túr á
Suðuroyarleiðini.
Endamálið við lógini
hevur uttan iva verið, at
allir borgarar í landinum
skulu verða líkastillaðir,
hvat
endurgjald
vegna
ferðing víðvíkur. Men sum
niðarfyristandandi
dømi
vísa, verður stórur munur
gjørdur á fólki sum ferðast
millum
bústað
og
arbeiðsstað.
Her eru trý dømi, sum
vísa útreiðslur og endur-
gjald hjá einum persóni,
sum ferðast 200 dagar um
árið millum búðstað og
arbeiðstað á bíðligasta hátt,
t.e. við mánaðarkorti hjá
Bygdaleiðum.
Sí dømini!
Hesi dømi vísa heilt greitt,
at munur verður gjørdur á
borgarum
í
landinum.
Neyvan tilvitað, men fólk,
sum ferðast til og frá
Vágoynni, eru fyri størsta
vanbýtinum. At prísurin, at
ferðast til og frá Vágaoynni
er alt alt ov høgur er hetta
aftur eitt gott dømi um. Ei
undur í, at bussarnir til og
frá Flogvøllinum koyra
meir ella minni tómir.
Prísirnir á teimum al-
mennu
flutningsfarleið-
unum eiga at liggja á einum
slíkum støði, at so nógv
fólk sum gjørligt velja at
brúka henda møguleika.
Umhvørvisliga er hetta
eisini
mest
forsvarliga
loysnin.
Við
Vágatunnilinum
byrjaði eitt nýtt kapittul í
samferðslusøgu
Føroya,
við tað, at brúkaragjøld
verður nýtt sum partur av
fíggingini.
Nú Vágatunnilin hevur
verið opin í meir enn eitt ár
og
Norðoyartunnilinum
verður veruleiki um fá ár,
fer talið av fólki, sum ferð-
ast langar teinar millum
bústað og arbeiðsstað, at
økjast, og tískil fer talið av
teimum, sum koma at
gjalda brúkaragjøld at økj-
ast. Hetta sást eisini tá
Vágatunnilin opnaði. Nógv
størri ferðsla var ígjøgnum
tunnilin enn roknað var við
frammanundan.
Tí er tíðin komin at hesi
viðurskifti verða endur-
skoðað. Tað kann als ikki
góðtakast, at kostnaðurin at
ferðast til og frá Vágoynni
framhaldandi er so høgur.
Tí vil Fólkaflokkurin í
komandi valskeiðið arbeiða
hart fyri, at vágafólk verða
umboðaði í nevndini fyri
P/F Vágatunnilin og at
bummgjaldið fyri allar
brúkarar verður lækkað.
Gott val.
Dømi 1:
Miðvág - Tórshavn.
Frástøða 78 km. Prísur á mánaðarkorti: 1200 kr.
Útreiðslur:
12.000 kr um árið.
Endurgjald:
Ferðing á landi: (78-15)*0,37*200 =
4.662 kr.
Ferðing í Vágatunnlinum: 200*10 =
2.000 kr.
Tilsamans:
6.662 kr.
Munur: 6.662-12.000 =
-5.338 kr
Dømi 2:
Vestmanna -Tórshavn.
Frástøða 80 km. Prísur á mánaðarkorti: 750 kr.
Útreiðslur:
7.500 kr. um árið
Endurgjald:
Ferðing á landi: (80-15)*0,37*200 =
4.810 kr.
Munur: 4.810 - 7.500 =
-2.690 kr.
Dømi 3:
Toftir - Tórshavn
Frástøða 136 km. Prísur á mánaðarkorti: 875 kr.
Útreiðslur:
8.750 kr. um árið
Endurgjald: (136 -15)*0,37*200 =
8.954 kr.
Munur: 8.954 - 8.750 =
+ 204 kr.
Jan Poulsen
valevni fyri Javnaðar-
flokkin í Suðurstreymi
Vit í Javnaðarflokkinum
siga í okkara valskrá til
valið 20. januar, at vit
mugu endurskapa álitið á
skipanina, at senda sjúk-
lingar
til
serviðgerð
uttanlands, og skal tað
eisini vera ein rættur at
fáa sjúkraviðgerð uttan-
lands tá møguleiki ikki er
fyri tí her á landi.
Tað kann ikki vera
meiningin, at fólk mugu
ansa eftir ikki at blíva
álvarsliga sjúk síðst í
árinum, tí pengar ikki eru
til at senda fólk av land-
inum til sjúkraviðgerð.
Hetta ljóðar undarligt
og skemtiligt, men er
tvørturímóti sera álvars-
ligt.
Kortini er tað júst hetta
sum hendi, meðan fráfar-
andi samgonga sat. Teir
noktaðu at senda fólk av
landinum til sjúkravið-
gerð, og var tað so galið,
at ein av landsstýris-
monnunum enntá rópti
tað ein luksustrupulleika,
at fólk ikki kundu fáa
børn á nattúrligan hátt,
men vórðu noydd at fara
til Danmarkar, at søkja
sær hjálp. Hettar sjálvt
um alheims heilsustovn-
urin, WHO, hevur lýst
óynskt barnloysi at vera
ein sjúkdóm og ikki ein
luksustrupulleika.
Hvat
í
himmalska
navni hugsa hesir politik-
arar fyri seg?
Tað kann og skal ong-
antíð verða ein spurn-
ingur um, nóg mikið av
pengum eru settir av til
hesa viðgerð, tí øll hava
rætt til hjálp, bæði høg og
lág.
Tað skal heldur ikki
verða soleiðis, at tað er
ein
landsstýrismaður,
sum skal avgera, um ein
sjúklingur skal sendast
av landinum. Tað kunnu
bert verða tey sum hava
førleikan til tess, nevni-
liga læknarnir, sum gera
hetta av.
Við Javnaðarflokkin-
um í landsstýrinum verð-
ur aftur skapt álit á skip-
anina at senda sjúklingar
uttanlands at søkja sær
viðgerð.
Javnaðarflokkurin
skapar trygd fyri, at skip-
anin aftur kemur at virka.
Neyðugt við fjøltáttaðum skúlaverki!
John Nielsen
Valevni Miðfloksins í
Suðuroy
Fyrst av øllum má eg
harmast um, at Bjarni Han-
sen ikki var á fundinum, tá
eg hugleiddi um vinnu-
lívsstøðuna í Suðuroynni.
Tað sum var ført fram á
fundinum var ikki eitt álop
á arbeiði, sum verður gjørt
av leiðslu og starvsfólki á
Føroya Fiskavinking.
Tað var meir víst á,
hvussu trupult tað er fyri
virkini í Suðuroynni.
Eg havi mín persónliga
holdning til, hvussu vit
skipa almenna partin av
fiskivinnuni, og kom hetta
eisini fram í grein, blað-
maðurin skrivaði frá fund-
inum.
Hóast Bjarni og eg eru
ósamdir um hvussu vit
skipa eigaraviðurskiftini í
fiskivinnuni, kann eg ikki
hugsa mær annað enn, at
Bjarni er samdur við mær í
øllum hinum, sum var ført
fram í blaðgreinini.
Tað kann ikki verða
nøktandi fyri nakran suðr-
ing, at arbeiðsloysið í oynni
bara veksur, meðan 70-
80% av tí fiski, sum verður
veiddur av skipum í oynni
verða avreidd í Skotlandi
ella aðrastani.
Tað er ikki møguligt at
fáa lønandi virksemi burtur
úr tí fiski hesi skipini fiska,
tí umstøðurnar í oynni eru
so truplar.
Her skal flutningur bein-
leiðis úr Suðuroynni niður
á meginlandi til, so fram-
leiðslan av feskum kemur
uppaftur í Suðuroynni.
Tað er einasti mátin vit
fáa skipini í oynni aftur at
avreiða í oynni, og harvið
eisini arbeiði til allar vinnu-
førar hendur.
Viðmerking til grein við Bjarna Hansen
virkisleiðara á Fiskavirking á Tvøroyri
33