Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 7 - 13. januar 2004 Nr. 7 - 13. januar 2004 35 VALGREINAR Kjartan Joensen valevni Fólkafloksins í Eysturoy Longu aftur stendur val fyri durum og tann 20. januar verður løgtingið mannað av nýggjum. Tað er tú sum veljari, ið avgerð, hvussu mannað verður og tann 21. januar byrjar so tann polit- iski dagligdagurin aftur. Tað er ikki eiti á politiskum lyftum, møguleikum, dreymakendum verkætl- anum og framtíðar ynskjum og vánum vit hoyra um hesar dagar upp undir valgið. Sum veljari eiga vit at duga at velja burturúr og síggja veruleikan, sum hann er. Ikki alt letur seg gera her og nú og sumt letur seg als ikki gera, soleiðis sum vit kenna verðina og møguleikarnar í dag, men kanska einaferð….. At summi skulu vera so óføroysk og tosa um loko- motiv í okkara heimliga umhvørvi, sigur alt um, hvar hesi standa fólkaræð- isliga og fullveldisliga. Før- oyingar hava altíð átt und- angongumenn, bæði so og so og allir føroyingar hava altíð duga at givið sítt íkast til okkara fólkaræðisliga samfelag. Soleiðis hevur tað altíð verið og vónandi fer tað eisini altíð at vera so. Maður kemur í manns stað, sigur orðatakið…… Eisini eg, bæði sum van- ligur samfelagsborgari, og nú eisini í polittiskum høpi, havi míni hjartamál og ynskir og eg eri eisini opin fyri at lurta eftir og fylgja við í, hvat ið til eina og hvørja tíð rørir seg í sam- felagnum, fyri síðani møguliga at gerast búgvi til eitt polittiskt mál. Úr rúgvuni, av tí ið mær stendur næst, kann eg nevna: • Fiskivinnan og fiski- vinnupolitikkur • Fiskiídnaður á landi • Víðari virkan av fiska- úrdráttum her á landi • Skattatríst, lønarkrøv, realløn og kappingarføri • Lógarbundna eftirlønar- trygging fyri sjófólk • Neyvari fíggjarstýring og harvið eitt bíligari sam- felag at reka eftir før- oyskum leisti • Í Føroyum skal vera gott at liva hjá øllum, yngri sum eldri • Íløgur samsvarandi teim- um fýggjarligu fortreyt- unum • Eitt sunt og vælvirkandi vinnulív • Sunnar og vælvirkandi útbúgvingar • Orka og orkumál • Gera karmar, soleiðis at inntøkan til samfelagið Føroyar kann økjast meira enn tað, vit hava mist í blokkinum • Gera útflutningsvinnuna meira fjøltáttaða ... ein og hvør er sær sjálv- um næstur, sigur orðatakið. Gongst fólkinum, sum her livir og rørist, væl, ja, so gongur tað eisini Føroyum væl. Tá okkara fíggjarligu for- treytir eru komnar í eina meira fasta legu, og fíggj- arstýringin neyvari og munadyggari, tá gerst so nógv, vissuliga so nógv. Tað nyttar so lítið at tosa um fullveldið, sum tómt orð. Vit megu geva hesum eitt innihald, sum øll tjóðin kann taka undir við. Eitt fullveldið á eini floksskriv- stovu í høvuðsstaðnum er einki vert. Fullveldið ella sjálvstýrið fær veruligt virði, tá allir føroyingar føla seg tryggar við tí. taka undir við tí og velja at standa saman um tað. Lógir, reglugerðir og eitt væl fyriskipað og væl rikið vinnulív er fortreytin. Í valprátið ber alt til - tað uppliva vit nú í hesum døg- um - og tað er just hetta, sum er dilemmaði hjá fólkaræðinum: tú kanst lúgva sum tú vilt og geva mong gylt lyfti. Vónandi dugur veljarin á at skyna og sær hvat er møguligt, og hvat ikki er møguligt, men bert eru tóm orð og lyftir, og velur ella fellur sín dóm hareftir. Tað er tí vit hava valg og fólki skal fella sín dóm. Fólkaflokkurin kann fara út til veljaran við reist- ari pannu, tí tað er nevni- liga einki annað alternativ til føroyskan politikk enn FÓLKAFLOKSPOLITIK KUR……set tí tín X fyri Fólkaflokkin ella við eitt av valevnum hansara. Gott nýtt ár og gott val Niklái Petersen løgtingsmaður og valevni Tjóðveldisfloksins í Norðurstreymoy Skatta- og avgjaldspolitikk- urin skal eggja til, at tað loysir seg at arbeiða og framleiða, og at kostnaðar- stigið ikki etur reallønina upp. Tjóðveldisflokkurin virk- ar fyri eini greiðari skatta- skipan, t.e. ein skipan, har høgar inntøkur rinda lut- falsliga meiri enn lág- og miðalinntøkur. Tey 6 árini, ið Tjóð-veld- isflokkurin hevur sitið við fíggjarmálum, eru skatta- lættar á knappar 400 mió. kr. veittir. Størsti parturin til lág- og miðalinntøkur. Ein lønmóttakari sum í dag vinnur um 200.000 kr., hevur fingið ein skattalætta uppá umleið 10.000 kr. Grundupphæddin í pen- sjónini er vorðin skattafrí, partafelagsskatturin er lækkaður úr 28 niður í 20%, barnafrádrátturin er hækkaður úr 2900 kr. upp í 5500 kr. pr. barn, margi- nalskattaloftið er hækkað úr 140.000 kr. í 170.000 kr tvs. at inntøkur ikki verða toppskattaðar fyrr enn tær raka tær 170.000 kr. Tjóðveldisflokkurin vil framhaldandi lækka skattin á arbeiði. Tað skal í størri mun loysa seg at arbeiða og verða virkin í Føroyum. Men lætt er at koma við gyltum lyftum um skatta- lættar uttan at vísa á, hvussu hesir skulu fíggjast. Tað er púrast ábyrgdarleyst. Tjóðveldisflokkurin lov- ar ikki skattalættar upp undir eitt val, men vit fremja ein miðvísan fíggj- ar- og skattapolitikk sum ber. Uppskot sambandsflok- sins um skattalættar kemur at kosta landskassanum minst 328 milliónir kr., og kemur als ikki teimum lág- løntu til góðar, og ongi boð eru um hvussu hesin skatta- lætti skal figgjast. Slíkt má kallast ábyrgdarleysur fíggjarpolitikkur. Vit ynskja jú øll, at væl- ferðin framhaldandi skal mennast, og gerst hetta við at breiðka skattagrundar- lagið soleiðis, at skattur verður lagdur á vørur og tænastur, ið eru heilsu- og umhvørvisskaðiligar um- framt fíggjarliga spekula- tión. Dømir um breiðkan av skattagrundarlagi: Vinnu- skattareformurin í 2001 har hol vórðu tipt í skattalógini, ið annars kundu nýtast til skattaspekulatión. Keyp og søla av fiskidøgum verður skattað í dag. Arbeitt skal verða fyri støðugt at hækka marginal- skattloftið og møguliga prístalsregulera hetta so- leiðis, at ein verkamanna- løn ongantíð verður topp- skattað. Tjóðveldisflokkurin ynskir eina endurskoðan av skatta- og avgjaldsskipan- ini, soleiðis at hesar gerast einfaldari og lættari at um- sita og nýta fyri brúkaran. Arbeiðið at endurskoða MVG-lóggávuna var so at siga liðugt og klárt at leggja fyri tingið, nú Fólkaflokk- urin sleit samgonguna. Sjómansfrádrátturin Sjófólkið er sjálvur horna- steinurin undir okkara høv- uðsvinnu, hevur sjófólkið tað gott, hevur høvuðs- vinnan tað eisini gott, og harvið alt tað føroyska samfelagið. Vit eru í harðari kappin við okkara grannalond, og okkara høvuðsvinna skal hava góð kor at arbeiða undir. Arbeiðið á sjónum krevur sterk fólk bæði til likams og sálar, og rættind- ini hjá sjófólki okkara skulu støðugt betrast. Tað eru stór sveiggj í inntøkunum hjá sjófólki, hettar er nærmast eitt púra ókent fyribrygdi uppi á landi, serliga innan tað al- menna. Eri av tí áskoðan, at skal sjómansskatturin rørast, eigur sjófólkið at tryggjast á annan hátt soleiðis, at umstøðurnar ikki versna, eitt nú við at geva teimum eina líka góða eftirlønar- skipan, sum fólk í tí al- menna sektorinum. Sjófólkið letur lutfalsliga nógv inn í teir sosialu kassarnar, av tí at tú betalur eitt ávíst prosent av tínari a- inntøku, og fær lutfalsliga lítið úr hesum skipanum aftur, tann sosiala skipanin eigur at virka rætt báðar vegir. Gott val øll somul, setið ein sterkan tjóðveldisflokk á ting. Skatta- og avgjaldspolitikkur Valið 2004……eitt sermerkt val Jónas Johnsson Valevni Sjálvstýris- floksins í Norður- streymoy Almannaverkið ørkimlar og nívir t.d. pensjonistar, sum søkja hjálp til olju- fýring, brillur, fysiotera- pi, tannrøkt, bandagur, hjálpitól o.a.m. neyðugt. Heimild er til ískoyti eftir pensjónslógini. Umsókn- ir liggja ósvaraðar á Al- mannastovuni í mánaðir. Byttan má vendast. Umsóknir kunnu um- gangast. Borgarin kann avgreiða nógv uttan roks eftir sjálvtøku hugtak-in- um. Øki fyri øki kann mennast til eina nógv virðiligari sjálv av- greiðslu. Loysnin minkar óvirðiliga yvirformynda- ríið. Pensjonisturin krossar bara av, hvørt hann lýkur treytirnar. Tænastan blá- stempast av fakpersóni sum hevur ásetingar at halda seg til. Snýr tað seg um læknaligt tiltak, er tað kommunulæknin, er tað nakað við tonnunum, tannlæknin osv. Treytirnar eru prak- tiskir knøttar, sum politikarin kann snara! Krosskortið verður sent Gjaldstovuni. Stak- royndir viðføra at evt. mistøk rættast. Hendinga mistøk verða fyri onki at rokna móti vinningum fyri tey nógvu. Nýggi leisturin skal sjálvandi verða sjálvboðin. Gamla umsóknarleiðin er fram- vegis í boði. Tøvda plaggið er bæði heitari og sterkari. Ein økt dygd verður fyri allar partar, umframt at stórar sparingar verða í útliti, ið koma øllum til góðar. Útvaldar tænastur veittar uttan roks. Stór- sligin minking av nívd- um borgarum. Færri upp- gávur í Almannastovuni. Betri rúm fyri øðrum málum og sosialari fyri- byrging. Veljið Sjálvstýrisflokk- in, listi D Meiri álit á borgarin Reimund Langgaard valevni sambands- floksins í Eysturoy Í Móðurmálsorðabókini lesa vit m.a.: Føroyingur: fólk í el. úr Føroyum Tjóð: stórur flokkur av fólki av somu rót og við felags máli, mentan, søgu o.tíl. (kennir seg sum eina eind og býr vanl. í sama landi) Móðurmálsorðabókin er sera greið, tá hon útgreinar hvat liggur í hugtøkunum, ein føroyingur og ein tjóð. Tað er tí harmiligt, at nógv fullveldisfólk sáa iva um okkara samleika, tá ið tey siga okkum verða hálvar danir. Eg veit, at eg eri føroy- ingur, og tað eri er errin av. Samstundis ynski eg at varðveita eitt liviligt samfelag fyri meg og allar mínar landsmenn, og er tað ein av grundun- um til, at eg eri sam- bandsmaður. Føroyar eru ein tjóð VALGREINAR Vinnulívið Hanna Jensen valevni fyri Fólkaflokkin í Eysturoy www.hanna.folkaflokkurin.fo Eitt sterkt vinnulív er hornasteinur í einum góðum samfelag tí, landshúsarhaldið má grundast á tey virði, vit sjálv skapa. Hvussu gerst vinnan sterk? Hon skal virka frítt eftir grundregluni: vinn- ingur, váði og ábyrgd skulu fylgjast. Hon skal ikki kappast við almennan pening. Tað er ójøvn kapping og fremur ikki ábyrgdar- kensluna hjá tí alment stuðlaða. Almennu fyritøkurnar skulu einskiljast, tá tað er til fyrimun fyri lands-bú- skapin. Føroyska vinnu- lívinum tørvar visiónir fyri, hvussu vit skapa størri virði burturúr okkara náttúrutilfeingi. Sambandsflokkurin trygd hjá útróðrar- manninum Asbjørn Djurhuus Valevni Sambands- floksins í Norðstreymoy Beint áðrenn kalvin hjá Høgna kom á borð - ella Gulabók kom - lá løg- tingslóg til mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn á borðin- um. Hetta er ikki spenn- andi lesnaður hjá útróð- rarmonnum. Útrokning- argrundarlagið frá 1998 til 2003 verður lækkað úr 100 tímun niður til 90 tímar mánaðarliga, með- an aðrar stættir í sam- felagnum hava upplivað hækkingar um 30 % ella so. Umframt fleiri aðrar vánaligar grundgevingar í nýggja uppskotinum, verður sama 42 pro- sentloftið av bruttovirð- inum júkað oman yvir útróðrarmannin, sum hesin hevur viljað broytt í mong ár. Minstifor- vinningurin er lækkaður úr 16.400 kr. niður í 13.300 kr, sum kundu fáast við tí gomlu lógini. Sambært uppskotinum verða nú ikki einans A- inntøkur, men somuleiðis skattafríar veitingar og aðrar veitingar lagdar afturat fiskipartinum. Hvørjar hesar skattafríu veitingar eru er ikki lætt at hugsað - (møguliga merkir hetta, at eingin greipa longur kann fáast í land ella frikadella ger- ast!) Minstakravið hjá út- róðrarmanninum má vera, at tú dagførir alla lógini frá 1998, áðrenn tú nertir við broytingar í øðrum pørtum av lógini, sum meira skil er í. Hetta vil Sambandsflokkurin hava eitt vakið eygað við, tá ið hann kemur sterkur á ting eftir hetta løgtings- valið. Útróðrarmaðurin hev- ur longu í alt ov langa tíð latið sær lyndað og verið fyri vanbýti orsaka av, at hann ov fáar góðar ráð- andi hevur átt. Gerhard Lognberg valevni Javnaðarfloksins í Sandoyar valdømi og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Eg vil í hesi valgrein nema við tvey mál í Skúvoynni . Gongdin á hesi oyggj er tann, at fólkatali lækkar, ung fólk hava minkandi áhuga at búlaeikast í oynni og tað skilst at her má okkurt ítøkuligt gerast. Samgongan setti 300.000,00 kr til menning av útoyggjum, sum øllum kunnugt, gerst lítið og einki fyri hesa upphædd. Bátahylurin í Skúvoy Her má vend koma í, eitt nú eigur bátahylurin í Skúv- oynni at gerast brúkiligur, sum er kann hann ikki brúkast til tað nógva. Høvdu skúvingar havt ein brúkiliga bátahyl, kundu teir rikið útróður og á hendan hátt, nýtt tað ríki- dømið, sum svimur í havinum. Hetta hevði aftur ført við sær at fiskihús við frystikapasiteti kundi verði í bygdini, sum hevði givi arbeiði, til bygdina. Oljuflutningur Eitt annað mál, sum eg vil nema við, er oljuflutning- urin til oynna. Sjálvt um vit skriva 2004, so er fram- vegis neyðugt hjá skúv- ingum, at knossast við at fáa oljutunnur niðan í bygdina. Sjálvandi skuldu skúvingar fingið ein tanga niðri við havnina, sum oljubáturin kom og fylti á, tá ið tørvur var á tí. Mær er fortalt at Skúvoyar komm- una hevur lagt rør niðan frá støðnni og niðan í bygdina, so sigast kann, at kommun- an hevur gjørt sítt til at hava karmarnar í lagi. Eg havi spurt um hetta á tingi, men sigast má at eg bert havi fingi føgur orð, meðan einki er gjørt við trupul- leikan, sjálvt um hetta hvørki er kostnaðarmikið ella torført mál at loysa. Útoyggjarnar, sum heild Latið okkum øll, gera hvat vit kunnu, fyri at halda lív í útoyggjunum. Útoyggjar- nar eru ein stórur partur av Føroyum, ein kann nevna mentanina bjørgini útróður, ja náttúran sum heild. Fyri at síggaj hvussu stórur partur av samfelagnum út- oyggjarnar eru, kann ein bara spyrja seg sjálvan, hvat í hevur størstan áhuga millum útlendsk ferðafólk og svari er, útoyggjarnar og tann mentan, sum har livur. Tá ið ein hugsar soleiðis eru 300.000,00 kr ikki nógv, til at menna útoyggj- arnar við, men hetta er prísurin, sum undafarna samgonga setti á útoyggj- arnar. Um eg verði afturvaldur, vil eg gera mítt til, at útoyggjarnar ikki verða gloymdar komandi val- skeið. Haldóra Ranghamar Valevni hjá Sambands- flokkinum í Eysturoy Vælferðasamfelagið og persónliga frælsið hjá tí einstaka, skal ikki setast í váða fyri nøkrum ósak- ligum loysingarhugaðum. Tað skal verða gott og trygt hjá øllum, at liva í hesum landi. Tí er tað um- ráðandi, at vit fáa ein sunnan búskaparvøkstur, sum er grundarlagið undir einum vælferðasamfelagi. Fyri at fáa ein sunnan búskaparvøkstur, krevur tað at vinnan hevur góðar karmar at virka undir. Tað almenna skal ikki inn at reka vinnulívið, men tað skulu teir privatu gera. Sambandsflokkurin vil virka fyri, at skapa teir best møguligu karmarnar hjá vinnuni at mennast og arbeiða undir, og somu- leiðis skapa góðar fyri- treytir fyri teimum, sum koma fram við nýhugsan og nýskapan. Sambandsflokkurin vil eisini virka fyri, at vit fáa eina so góða útbúgvingar- skipan sum skal verða til gagns fyri bæði vinnu- lívsfólk og onnur, og at skapa góðar fortreytir fyri gransking og menning, so vit kunna fáa so mest burturúr okkara tilfeingi sum gjørligt. Eitt vælvirkandi og sterkt vinnulív vil skapa búskap- arvøkstur, sum er til gagn fyri land og fólk. Vel vælferðina, vel sam- bandsflokkin. Jacob Vestergaard valevni Fólkafloksins í Suðuroy Meðan Fólkaflokkurin seinastu árini hevur umsitið Vinnumál, eru munandi framstig hend á sam- ferðsluøkinum í øllum Føroyum, og ikki minst í Suðuroynni. Nýggi Smyril, sum er gjørdur eftir ynski frá suðr- ingum, verður sjósettur í mars mánað, og verður sett- ur í sigling millum Havnina og Suðuroynna seinri í ár. Ein íløga uppá gott 300 milliónir krónir. Nýggj samferðsluhavn er í ger við Trongisvágsfjørð. Samferðsluhavnin verður tikin í brúk seinri í ár, tá nýggi Smyril kemur. Ein íløga uppá knapt 100 milliónir krónir. Samanlagt eru íløgur gjørdar í samferðsluna til Suðuroynna fyri uml. 400 milliónir krónir. Hetta er ongantíð hent áður, og kemur í framtíðini at hava stóran týdning fyri Suður- oynna. Umframt tað, hevur land- ið verið við til at gjørt djúp- havn í Vági, í samstarvi við Vágs kommunu, sum stendur fyri verkætlanini. Tunnilin Hov-Øravík er raðfestur fremst, og ætlanin var at bjóða hann út seinri í ár. Tað er nú staðfest, at tunnilin kann gerast niðri í dalinum, men fleiri kann- ingar skulu gerast, áðrenn hann kann bjóðast út. At gera tunnilin niðri í dalinum, beinleiðis millum Hov og Øravík, er tað ein- asta rætta. Hesum hevur undirritaði altíð verið talsmaður fyri, og fingið ávirkað tann rætta vegin. Ein tunnil niðri í dalinum ger munandi meira gagn, enn ein tunnil uppi í Hovsegg. Tunnilin Hov-Øravík kemur at hava alstóran týdning fyri samferðsluna í Suðuroynni, og kemur av viðvirka til, at suðringar meira koma til at føla seg sum eina eind, ja, tann eindin, sum Suðuroyggin náttúrliga eigur at verða. Hóast nógv er sett í verk, er nógv eftir, fyri at fáa Suðuroynna uppá sama støði, sum restin av land- inum. Teir, sum hava umboða Suðuroynna, hava sovið í tímanum, og hava tí ikki megnað at tala søk suðr- inga, mong dømir eru um tað. Fyri at arbeiði við at útbyggja Suðuroynna, alla Suðuroynna, frá Sumba til Sandvík, skal halda áfram, er neyðugt, at Fólkaflokk- urin fær umboð í Suður- oynni á valinum 20. januar. Velji Fólkaflokkin, lista A. Hvussu hava útoyggjar tað? Vælferðin skal varðveitast Ongantíð hent so nógv í Suðuroynni á samferðsluøkinum C M Y K 35 34