týsdagur 13. januar 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 7 - 13. januar 2004
Nr. 7 - 13. januar 2004
37
VALGREINAR
Vælvirkandi
vinnulív stimbrar
Sverri Midjord
Fyri at komandi ættarlið
skal trívast, vilja vit sum
g anga undan, geva teim-
um ein arv, sum tey
kunnu byggja víðari á.
Javnaðarflokkurin
ar-
beiðir fyri, at tað skulu
vera somu møguleikar
hjá øllum, sum hava hug
at stova ymiskt virksemi
runt landið, tí Føroyar er
og skal vera fyri øll.
Eitt
vælvirkandi
vinnulív hevur við sær, at
annað virksemi eisini
kemur at trívast.
Nevnast kunnu m.a.
ítróttur, tónleikalív og
annað frítíðarvirksemi.
Fleiri eru tey, ið hava
byrjað sum amatørar her
heima, sum síðani eru
komin víðari sum pro-
fessionell ítróttafólk og
tónlistafólk. Men enn
fleiri eru tey, sum ikki
fingu
møguleikan
at
koma víðari á teirra øki.
Orsøkin hevur fyri tað
mesta verið, at umstøð-
urnar hava ikki verið nóg
góðar her heima í Før-
oyum.
Vit eru vælsignað við
nógvum góðum tónleik-
arum,
sangarum
og
ítróttarfólki, har fleiri eru
kend uttanfyri landodd-
arnar.
Javnaðarflokkurin vil
arbeiða fyri, at møgu-
leikarnir gerast betri hjá
teimum, sum vilja royna
seg á hesum økjum.
Tann einasti vegurin
Hjalmar Jóhan Juul
valevni Sjálvstýris-
floksins í Eysturoy
Tann einasti vegurin til
fult sjálvbjargni er við
Sjálvstýrisflokkinum við
róri, Tjóveldi boðar frá at
teir hava eitt ordans loko-
motiv, hetta lokomotivi
man nok eita sjálvstýri,
tíð her atlar Høgni Hoy-
dal at samla allar tær før-
oysku sjálvstýriskreftir-
nar. Men her hevur han
ein stóran trupuleika at
Tjóveldi hevur ein skip-
ara lærdan, men han
liggur enn á onkrum flúri
yvuri í Norra kystini vit
hoyra okkurt brøli og
meiri hendur ikki, men
miss ikki móti vit hava
eisini onkran skipara í
okkara flokki, so lat
okkum bara taka yvur, tí
vit eru teir einastu sum
kenna til hesa farleið
eftir miðuni við beinari
kós móti fullum sjálv-
stýri og sjálvbjargni, vit
eru teir einastu sum
kunna samla sjálvstýris-
kreftirnar í Føroyum.
So veljarar fari á væl
tann 20. januar og seti
ein
sterkan
SJÁLV-
STÝRISFLOKK á ting,
lat tann 20. Januar verða
ein D-dag so tað rungar í.
Gott Sjálvstýrisvæl øll
somul.
Heðin Mortensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Enn eina ferð hava vit fing-
ið staðfest, at Føroyar hava
hægsta skattatrýst í Europa,
samstundis sum lítið man
vera at ivast í, at vit á hes-
um øki eru í nánd av einum
heimsmeti.
Ein kanning herfyri stað-
festi, at vit eru langt aftan
fyri restina av Europa, har
miðalskatturin av 250.000
inntøkukrónum er 19,5
prosent, meðan hann hjá
okkum er oman fyri 40 pro-
sent!
Hetta er veruliga ikki
nakað, vit kunnu liva við, tí
tað kann ikki vera meining-
in, at landskassin skal
ganga undan í at taka allan
arbeiðshug frá fólki.
Sambandsflokkurin hev-
ur sett sær fyri at broyta
hesi viðurskifti, so tað skal
loysa seg at arbeiða meira,
tí tað er hóast alt arbeiði og
arbeiðssemi, vit øll somul
skulu liva av.
Sum er, sendir tað al-
menna út eitt signal um, at
vit skulu arbeiða sum
minst, tí skatturin av eyka
arbeiði er heilt uppi á 60
prosentum. Hetta er órími-
ligt, og Sambandsflokkurin
vil hava hetta tal niður á 40
prosent.
Eisini er skatturin á
arbeiðsinntøkum ov høgur,
so eisini har er neyðugt við
broytingum, tí nógv at
hesum skyldast fjaldar og
innbygdar skattahækkingar,
ið eiga at verða beindar
burtur.
Undir valstríðnum hava
mong valevni tosað um
henda alt ov høga skattin,
men tað er bara Sambands-
flokkurin, ið hevur spælt út
við, at nakað skal gerast við
málið.
Tí er valið í grundini so
sera einfalt: Vilt tú hava
skil á hesi viðurskifti, mást
tú taka undir við Sam-
bandsflokkinum!
Helena Dam á
Neystabø
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Sjálvstýristilgongd føroy-
inga má ikki klúgva tjóðina
í helvt - men hon má heldur
ikki steðga upp. So stutt
kann tað sigast, og tí er
neyðugt at finna eina
semju, sum ikki avmarkar
sjálvsavgerðarrætt føroy-
inga.
Flest øll eru samd um, at
viljin til at klára seg sjálvan
er ein drívmegi, ið fær bæði
einstaklingar og samfeløg
at bróta upp úr nýggjum og
at skapa virðir burturúr
tilfeingi, sum eingin fyrr
hevði hugsað um. Hesum
hava vit brúk fyri í dag.
Tað svitast heldur ikki, at
eitt samstarv á jøvnum føti
millum Føroyar og Dan-
mark er nógv betri enn eitt
samstarv, har Danmark
hevur evsta vald í Føroyum
á týðandi økjum.
Tíverri hevur tað ikki
eydnast hesi seinastu 6
árini at finna ein leist, sum
føroyingar kunnu semjast
um.
Javnaðarflokkurin hevur
eins og aðrir flokkar á-
sannað, "at heimastýris-
skipanin avmarkar heim-
ildir og virkisføri hjá før-
oyskum myndugleikum, og
hon elvir til ógreiðu í valds-
og ábyrgdarbýtinum mill-
um føroyskar og danskar
myndugleikar". Javnaðar-
flokkurin hevur tí orðað eitt
uppskot til eina sjálv-
stýrislóg, sum kann vera
grundarlag undir einari
tjóðskaparligari semju um
framtíðarstøðu Føroya.
Í stuttum er uppskotið til
sjálvstýrislóg
Javnaðar-
floksins:
At vit áseta viðurskift-
ini millum Føroyar og
Danmark í einum sjálv-
stýrissáttmála sum ein
politiskan sáttmála mill-
um tvey sjálvstøðug lond,
ið viðurkenna hvørt ann-
að sum javnbjóðis tjóðir í
einum felagskapi - ríkis-
felagsskapi, samveldi ella
frælsum felagsskapi. Hes-
in sáttmáli avmarkar ikki
sjálvsavgerðarrætt føroy-
inga frameftir.
Verður sjálvstýrismálið
lagt á hillina nú, kemur tað
framhaldandi at klúgva
tjóðina í tvey.
Uppskotið hjá Javnað-
arflokkinum er eitt haldgott
grundarlag
undir
teirri
tjóðskaparligu
semjuni,
sum tey allarflestu leingjast
eftir.
Jaspur Vang
Valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Føroyski
veljarin
skal
minnast til, at Miðflokkurin
- uttan mun til, hvussu
flokkurin nú roynir at
snúgva sær uttan um full-
veldiskjakið og førda bú-
skaparpolitikkin - var ein
fortreyt fyri, at seinasta
fullveldissamgongan varð
skipað. Tí hevur flokkurin
fulla ábyrgd av førda bú-
skaparpolitikkinum og full-
veldistilgongdini.
Nú løgtingsval er fyri
durum førur Miðflokkurin
seg fram sum ein kristiligan
flokk á miðjuni í føroysk-
um politikki. Formaðurin í
flokkinum er endurgivin
fyri at siga, "at ríkis-rættar-
liga støðan ikki er avger-
andi fyri flokkin". Í og við
at ríkisrættaliga støða Før-
oya og búskaparpolitikkur í
Føroyum ikki kunnu skilj-
ast at, eins og hesi viður-
skifti eru altavgerðandi fyri
trivna, vælferð og framburð
í Føroyum, er tað ógvuliga
undrunarvert, at ein polit-
iskur flokkur í Føroyum
ikki heldur ríkisrættarligu
støðu Føroya og búskap-ar-
politikk vera avgerðandi í
sínum politiska virksemi.
Spurningurin er tí, hvat
Miðflokkurin veruliga vil í
føroyskum politikki.
Lítil flokkur við stórum
valdi
Miðflokkurin vísir á, at
hann taktiskt hevur lagt seg
væl fyri á miðjuni í før-
oyskum politikki og hevur
flokkurin tí - eins og
Sjálvstýrisflokkurin - lut-
falsliga stórt politiskt vald í
mun til undirtøkuna millum
veljararnar. Henda staðfest-
ing saman við vingluti
støðutakan floksins í eitt nú
málinum um ríkisrættarligu
støðu Føroya, kann ikki
skyljast øðrvísi, enn ein
greið útmelding um, at
Miðflokkurin ikki virðir
fólkaræðið meira enn so, at
hann politiskt er til sølu til
hægstbjóðandi.
Fullveldisflokkur
Flokkurin hevur tikið undir
við førda yvirtøkupolitikk-
inum og tí førda búskapar-
politikkinum. Nú val er
útskrivað, er tað ov seint og
ikki sørt ómoralskt at skifta
ham.
Uttan Miðflokkin var
eingin fullveldissamgonga
skipa. Jú sanniliga hevur
hesin flokkur havt stórt
vald, eins og hann er komin
á fíggjarlógina - men
spurningurin er, hvussu -
og á hvønn hátt flokkurin
vil nýta nývunnu fíggjar-
orkuna og valdið ?
Uttan eina greiða polit-
iska støðutakan á ríkis-
rættarliga - og búskaparliga
økinum, hevur ein polit-
iskur flokkur einki trúvirði.
Vónandi minnist veljarin
tann 20. januar at Mið-
flokkurin er ein full-veld-
isflokkur.
Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin
– tryggur politikkur á sjálvbjargnisleið
Miðflokkurin ein fullveldisflokkur
Skammiligt met at eiga
VALGREINAR
Er Selatrað gloymd?
Rúni Poulsen
Valevni Javnaðarfloksins í
Eysturoy
Líka fram til 1976 var
Selatrað ein týdningar-
mikil bygd í Føroya
landi,
Selatrað
bant
Streymoy og Eysturoy
saman. Sundaferjan førdi
mangan bilin og mangt
fólki yvirum til Hós-
víkar, men so tá brúgvin
og tunnilin kom so var
hetta kapittul yvirstaðið.
Selatrað er í dag ein
meira gloymd bygd, við
einum tí vánaligasta og
mest vandamikla veg-
strekkinum í landinum.
Skúlin í bygdina er
niðurlagdur, so skúla-
børn á Selatrað mugu
hvønn morgun gjøgnum
hetta vandamikla strekk-
ið út á Strendur í skúla.
Um veturin fer eitt ótal
av bilum útav á hesum
strekki,
persónbilar,
mjólkarbilar og oljubilar,
nær
verður
vegurin
breiðkaður? Kanska tá
skúlabussurin er farin út
av og trý ella fýra børn
hava fingið skaða ella ta
sum verri er. Hetta er ein
afturvendandi spurning-
ur fyri nógvar av teimum
smærri
bygdunum
í
Eysturoynni. Situr tann
persónurin sum hevur
skrivað hetta bræv á tingi
eftir 20. januar, so verða
hesi vandamiklu bygda-
strekki raðfest væl hægri
enn undirsjóvar tunlar.
Gott val.
Endurnýggja
Sjúkrakassan
John Johannessen
Valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymi
Tíðin er farin frá gomlu
sjúkrakassunum. Málið
er ein sjúkratrygging,
sum umfatar øll og verð-
ur goldin yvir skattin.
Sjúkrakassagjaldið er
ein gomul, ótíðarhósk-
andi skipan. Ein skipan,
sum
nærum
ongan
heilsupolitikk
hevur
knýttan at sær.
Tað er neyðugt við
einari nýggjari skipan.
Einari
sjúkratrygging,
sum umfatar øll og verð-
ur goldin yvir skattin.
Sjúkratryggingin
skal
ikki bara rinda fyri
læknavitjan og heilivág,
eins og sjúkrakassin.
Sjúkratryggingin
skal
eisini átaka sær aðrar
uppgávur, millum annað
at raðfesta heilsupolitikk,
fyribyrging og upplýs-
ing.
Einfaldari umsiting
Tað eru í dag 11 sjúkra-
kassar í landinum. Hvør
teirra hevur eitt ella tvey
fólk til umsiting. Ein
nýggj
sjúkratrygging
hevði í mesta lagi havt 7
fólk í starvi. Kanska
færri.
Skal sjúkratryggingin
gjaldast yvir skattin,
kostar hetta umleið 80
milliónir krónur eyka á
fíggjarlógini.
Tað hava vit ikki ráð til
í løtuni. Men til ber kort-
ini at byrja at broyta skip-
anina. Tað ber til at sam-
skipa teir 11 sjúkrakass-
arnar í eina sjúkratrygg-
ing, sum í fyrstu atløgu
verður goldin við einum
felags limagjaldi, á sama
hátt, sum í dag.
Hetta verður ikki dýr-
ari fyri borgaran. Heldur
øvugt. Og so gevur tað
eina einfaldari skipan,
sum eisini kann átaka
sær
uppgávur
innan
heilsupolitikk, í staðin
fyri bert at gjalda fyri
glasið av heilivági.
Endaliga málið má
korini vera at fáa eina
sjúkratrygging,
sum
verður goldin yvir skatt-
in, og sum umfatar øll.
Kristian Eli
Zachariasen
valevni Sjálvsstýrisfloksins
í Norðoyggjum
Fleiri fólk eru í bestum
árum og annars væl fyri, tá
ið pensiónsaldurin er um at
vera náddur. Aloftast er
ringt at leggja árar inn í
besta aldri, og mugu vit
ásanna, at als fleiri velja at
arbeiða víðari aftaná pen-
siónsaldurin.
Hevur man í dag valt
hesa leið, ber til hjá einum
fólkapensiónisti at vinna
sær 44.000 krónur, uttan
tað fær ávirkan á fólka-
pensiónina.
Men, er inntøkan meira
enn 44.000 krónur, verður
fólkapensiónin skerd, ímun
til tað, ið ein vinnur sær
meira enn hesar 44.000
krónurnar.
Hetta er ikki ein gongd
leið. Vit eiga at eggja teim-
um eldru, ið hava hug til at
arbeiða meira og vinna sær
nakað av peningi afturat, til
at gera tað. Tað er óiva
fleiri, ið kanska setast aftur
av tí ásetta loftinum. Tískil
má hetta broytast.
Sjálvstýrisflokkurin vil
arbeiða ímóti, at eitt hægri
loft verður ásett, ella í betri
føri, at loftið uppá 44.000
krónur verður avtikið og at
øll inntøka við síðuna av
fólkapensiónini
verður
skatta sum vanlig inntøka,
uttan tað fær nakra ávirkan
á fólkapensiónina.
Jóanis Nielsen
valevni Fólkafloksins í
Vágum
Síðani friðingin í Vágahav-
inum bleiv verðuleiki, so er
nógv broytt hjá útróðrar-
monnum í Vágum, hjá
sandingum og hjá hest-
monnum.
Nú er aftur lønandi at
fiska við snellu í Vágahav-
inum. Men av tí at tær inn-
astu leiðirnar av gýtingar-
økinum, ikki vóru tiknar
við í friðingini, so verður
nógv tosað um, at rættast
hevði verið at alt gýtingar-
økið kom undir friðingina,
tað hava útróðrarmenn í
Vágum fleiri ferðir víst á,
sjálvt um teir eru sera
fegnir um tær ábøtir Fólka-
flokkurin gjørdi, fyri at fáa
friðað partar av Vágahav-
inum.
Sum nú er, seta stórir
línubátar nógva línu innan
fyri friðaðu gýtingar-leið-
irnar, ja, heilt í klettin - inn
á alla smábátaleiðina hjá
hestmonnum, sandingum
og vágamonnum.
Fáa vit aftur møguleikan,
so skal arbeiðast fyri at fáa
friðingina at fevna um alt
gýtingarøkið.
Vel Fólkaflokkin, hann
umboðar tykkum best.
Gott val.
Jógvan á Lakjuni
tingmaður og valevni
Fólkafloksins í Eysturoy
Í sjónvarpssendingini í
kvøld, 8. jan., nú fokus varð
sett á alivinnuna og Eyst-
uroynna, fekk eg ikki høvi
at svara Dan R. Petersen
aftur, tá ið hann bara hevði
hug at lasta samgonguni og
Bjarna Djurholm fyri at-
gerðarloysi o.s.fr.
Eingin orsøk er hjá mær
at verja Bjarna Djurholm
og Vinnumálaráðið, men eg
fari heldur at vísa til tað,
sum Gullbrand Olsen í
Gøtu segði í innslagnum.
Her var ein skilamaður,
sum visti, hvat hann tosaði
um. Ikki eitt negativt orð,
men ein realistisk lýsing av
trupulleikunum - eingin
atfinning at nøkrum, men
eitt sterkt ynski um, at
streymurin fór at venda, so
alivinnuni verður lív lagað.
Tað er altíð lætt at vera
eftirsnarur,
og
ivaleyst
kundi okkurt verið gjørt
betur - bæði í vinnuni sjálv-
ari og hjá myndugleikun-
um.
Men ikki minnist eg, at
Javnaðarflokkurin
hevur
gjørt nakað í tinginum fyri
at hjálpa alivinnuni, nú hon
er í svárari neyð!
Tórbjørn legði eisini á
Vinnumálaráðið og Bjarna.
Men honum tími eg als ikki
at svara aftur. Hann hevur
fingið sær til sport at leggja
eftir fólkafloksmonnum -
og hann megnaði eisini at
slíta sjálvstýrissamgong-
una. - Spell var tað!
Jónfinn Olsen
valevni hjá Miðfloksins í
Suðurstreymoy
So upplivdu vit tað, allir
Føroyingar,
at
danska
fólkatingið
ikki
virðir
("respekterar") Føroyskan
sjálvsavgerðarætt og eitt
Føroyskt Tjóðarfrælsi.
Við at seta Danskar hern-
aðarlógir í gildi í Føroyum
"uttan at spyrja?" og uttan
síðan at virða ("respek-
tera"), at Føroya Løgting
ikki ynskir hesar lógir
settar í gildið í Føroyum.
"Makan til frekleika kundi
man sagt"?
Her síggja vit, hvussu
lítla virðing ("respekt")
danska Fólkatingið hevur
yvir fyri Føroyum og
Føroyingum.
Føroyingar
hava onki vald í Føroyum í
dag, tá alt kemur til alt, og
tað meti eg, vera sera
óheppið
fyri
Tjóðina
Føroyar og okkum sum
Føroyingar.
1. Vit eiga sum skjótast at
fáa eina fíggjarliga upp-
gerð gjørda millum Før-
oyar og Danmark?
2. Síggja hvat hendan upp-
gerð í verðuleikanum vil
vísa okkum?
3. Síðan eiga vit at taka
støðu til, hvat vit skula
gera, verða í ella uttan
fyri ríkisfelagskapin?
(Hetta skal sjálvsagt
avgerast við at fólkið
sleppur at tala á tann hátt
at málið verður koyrt út
til fólkaatkvøðu.)
Hesi ting eiga sum skjótast
at verða fingin uppá pláss,
tí slíkt sum Danska Fólka-
tingið hevur víst í hesi
gerð, eiga vit ikki at lata
okkum linda. Eitt er at "ac-
ceptera" og eitt annað er at
"respektera".
At man ikki "accepterar"
er eitt, men at man ikki
"respekterar" ein annan
part, kann ikki góðtakast.
Tí at "respektera" ein annan
part eigur man altíð at gera,
lat ongan iva vera um tað,
nakrantíð.
"Lat okkum Føroyingar
ongantíð ov skjótt fáa ein
Tjóðarfrælsispolitikk fyri
Føroyar at virka, áðrenn vit
heilt missa tamarhaldið av
donskum "respektleysum"
avgerðarrætti í Føroyum".
Vel tína rødd inn á Løg-
ting, vel MIÐFLOKKIN.
Gott val
Fólkapensión og arbeiði
Alt gýtingarøkið í Vágahavinum eigur at friðast
Viðmerking til Dan – (og Tobba)
Okkara tjóðarfrælsi verður ikki
»respekterað« av dønum
C
M
Y
K
37
36