týsdagur 13. januar 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 7 - 13. januar 2004
Nr. 7 - 13. januar 2004
39
VALGREINAR
Ber til at ala rekfisk?
Bjarti Thomsen
valevni sambands-
flokksins í Suðurstreymi
Rekfiskur verður møgu-
liga nýggjur alifiskur í
Europa.
Føroyingar
kunnu verða við, tí vit
hava vitan um hendan
fiskin.
Rekfiskur (á enskum:
wreckfish) er fiskaslag,
sum livir víða um í
Atlantshavi. Í okkara
havøki fæst hann sjáldan,
men longur suðuri eru
størri nøgdir. Føroysk
skip á royndarveiðu við
Asorurnar hava rakt við
gýtandi rekfisk.
Rekfiskur
veksur
skjótt tey fyrstu árini, um
1,5-2 kg hvørt ár. Á
fiskamarknaðinum sunn-
an fyri er hann ein tann
dýrast fiskurin og verður
seldur fyri um 100 kr/kg.
Rekfiskur er eisini ró-
ligur fiskur og so ‘sel-
skabiligur’, at hann etur
úr hondunum á frosk-
manni. Tí er væl hugs-
andi, at hann kann trívast
serliga væl í einum
aliringi.
Í blaðnum Fish Farm-
ing International august
2003 verður sagt frá, at á
royndarstovu í Fraklandi
er eydnast at fáa egg
(rognkorn) úr rekfiski
gitin. Hetta er eitt stig á
leiðini til at nýta rekfisk
sum alifisk.
Hóast føroyska ali-
vinnan í løtuni liggur í
andaleypi er neyðugt at
hyggja frameftir. Tað er
væl hugsandi, at rekfisk-
ur kann gerast eitt gott
íkast í framtíðar alivinnu
í Føroyum.
Í politikki ræður um at
fylgja við og duga at seta
ymiska vitan saman til
eina heild. Hetta krevur
hugflog, men úrslitið er,
at nýggir møguleikar
kunnu stinga seg upp.
Undirritaði bjóðar seg
fram at skipa so fyri, at
nýggir møguleikar verða
troyttir til gagns fyri før-
oyska samfelagið. Tann
20. januar hevur tú
møguleika at stuðla mær
við hesi ætlan. Sí meira á
www.samband.fo.
Borgarligur politikkur
er trygdin
Heðin Zachariasen
Løgtingsmaður og
valevni fyri Fólkaflokkin
Í Føroyum eigur tað al-
menna 68% av øllum
partabrøvum í føroysku
fyritøkunum.Hetta er alt
ov stórur partur av før-
oyska vinnulívinum. Vit
eiga at skipa soleiðis fyri,
at fáa selt tær almennu
fyritøkurnar. Vit mugu
føra meiri borgarligan
politikk, tí tað vita øll, at
skulu vit hava eitt sam-
felag, sum skal hava eitt
sunt vinnulív, mugu tær
borgarligu
kreftirnar
koma framat, fyri at
trivnaður skal verða her á
Føroya landi. Vit eiga og
mugu fáa ført borgar-
ligan politikk eftir valið,
fyri at hava eitt gott
vinnulív, sum eisini er
trygdin fyri einum góð-
um heilsuverki, einum
góðum skúlaverki og øll-
um tí, sum hoyrir til eitt
nútíðar vælferðarsamfe-
lag..
Vit eiga at lata meira
útlendskan kapital koma
inn í landið, fyri at fáa
tann prís fyri okkara
almennu fyritøkur, sum
hesar veruliga eru verdar.
Vit eiga eisini at broyta
markið fyri útlendska
ognarpartinum í føroysk-
um fyritøkum. Markið
má hækkast, um útlend-
ingar skulu fáa áhuga
fyri at keypa part av okk-
ara fyritøkum. Sølan av
almennum
fyritøkum
eigur at brúkast til at
gjalda okkara uttanlands-
skuld við. Tá skuldin er
goldin, verða umleið 350
mió kr meiri eftir pr ár at
reka okkara samfelag
við.
Vit skulu fyrst vinna
okkum fíggjarligt frælsi
og við tí politiskt frælsi.
Ábyrd, Álit og Áræði.
X við lista A
Karsten Hansen
valevni Tjóðveldisfloksins í
Norðoyggjum
Sambandsflokkurin hevur
boðað frá, at hann vil lækka
skattin á "eykaarbeiði"
niður á 40%. Tað merkir í
stuttum, at skatturin av tí
seinast tjentu krónini skal
niður á 40% fyri allar inn-
tøkubólkar.
Sambandsflokkurin vil
ikki út við, hvussu nógv
hetta kostar, og hvussu tað
skal fíggjast.
Men sum fíggjarmála-
ráðharri gjøgnum seks ár,
havi eg gjørt eina útrokn-
ing, sum eg tori at standa
fult inni fyri. Hetta fer at
kosta í minsta lagi 328
milliónir krónur!
Og uppskotið hjá sam-
bandsflokkinum fer bert at
gagna teimum ríkastu. Tað
vera teir høgu inntøku-
bólkarnir, sum fáa allan
hendan ágóðan. Eitt vanligt
verkafólk fer ikki at fáa
ágóða av einum slíkum
uppskoti.
Sjálvur havi eg miðvíst
arbeitt fyri at lækka skattin
á arbeiði fyri tey lág- og
miðalløntu. Vit hava sein-
astu 6 árini lækkað skattin
munandi hjá eini vanligari
verkamannainntøku.
Tí haldi eg tað vera
ábyrgdarleyst at koma við
einum valagni, sum skal
lokka vanlig fólk at at-
kvøða fyri tær, men har tú
gloymir at siga frá, at
uppskotið fer at kosta oman
fyri 300 milliónir krónur.
Og har tú gloymir at for-
telja, at hetta er tað mest
asosiala skattauppskotið,
sum enn hevur sæð dagsins
ljós.
Skattapolitikkur er í stór-
an mun ein spurningur um
at býta byrðarnar javnt og
rættvíst. Og at hava eitt
samfelag, har tær breiðastu
herðarnar bera meira enn
tær smalru.
Uttan mun til, hvør
roknar uppá uppskotið hjá
sambandsflokkinum,
so
kann tað í hvussu er stað-
festast, at pengarnir fara
beinleiðis til tey, ið hava
hægri inntøkur.
Tí spurninginum kann
Sambandsflokkurin
ikki
renna undan við at vísa til
loyniligar útrokningar.
Hinir flokkarnir og fjøl-
miðlarnir eiga at kunna
krevja eitt svar uppá hetta
frá Sambandsflokkinum.
Kári Mortensen
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Miðnámsútbúgving
skal
vera almennandi og lestrar-
fyrireikandi.
Galdandi
skipan við studentaskúla/
HF-skeiði, handilskúla og
tekniskum skúlum er góð,
og tað er skilagott at menna
hesar skúlar hvønn sær,
bæði við atliti til okkara
egna samfelag og til um-
heimin.
So hvørt, sum tørvur er á
nýggjum læruøkjum ber
væl til sum higartil at
stovna nýggj fak á verðandi
skúlum.
Ein miðnámsútbúgving
kostar í bókum og aðrari
neyðugari útgerð til frálær-
una einar 8.000 kr.
Hetta er munandi upp-
hædd hjá nógvum næm-
ingum. Javnaðarflokkurin
hevur sum mál, at næm-
ingarnir skulu fáa ókeypis
frálærutilfar.
Saman við útbúgvingar-
stuðlinum skal hetta javn-
stilla næmingar, gera tørvin
á frítíðararbeiði minni og
geva næmingum meiri tíð
til fyrireiking og til at røkja
møgulig frítíðaráhugamál.
Frálæruhættirnir broytast
skjótt í hesum døgum.
Teldutøknin,
hugtakið
"ábyrgd av egnari læring"
og onnur individualisering
ger tørvin á persónligari
vegleiðing og stuðli sen-
tralan á miðnámsskúlun-
um.
Tilboð um lestrarveg-
leiðing og persónliga veg-
leiðing/stuðul skulu tí vera
góð og tørvur er eisini á at
fáa sálarfrøðing knýttan
fast at miðnámsskúlunum.
Miðnámsskúlarnir, sum
allir aðrir almennir stovnar,
hava nú í nógv ár stríðst við
trongar játtanir.
Av játtanini fara eini 90
% til lønir, meðan 10 % eru
til rakstur.
Tá ið lønarútreiðslurnar
eru fastar merkir ein nið-
urskurður í játtanini til ein
stovn, at bert rakstrar- og
viðlíkahaldsupphæddin
verður skerd.
Hetta rakar sum vituligt
er hart.
Sigast kann, at ein lut-
falsliga lítil sparing hevur
eina stóra negativa ávirkan.
Heldur eigur nóg mikið av
peningi at setast av til
rakstur
og
viðlíkahald.
Leiðsla
og
starvsfólk
kunnu tá nýta sín ser-
kunnleika og skapandi evni
til góða frálæru og trivna.
Á henda hátt fær alt sam-
felagið nógv meiri burtur-
úr:
Vel Javnaðarflokkin -
nakað fyri C.
Jakob Holm
valevni Sambandsfloksins í
suðurstreymi
Vit mugu ikki gloyma tey
eldru í samfelagnum. Tað
er jú tey sum hava lagt
lunnar okkara vælferðar-
samfelag, sum fullveldi-
ssamgongan er við at for-
koma okkum.
Tey gomlu í samfelag-
num skulu ikke føla, at tey
eru ein byrða í samfelag-
num, ella eru til ampa. Nei
tey skulu føla at tað eisini
er pláss fyri teimun.
Sambandsflokkurin vil
framhaldandi arbeiða fram
ímóti, at tryggja rættindini
og vælferðina hjá pension-
istum okkara, tí vit meina
at ríkisfelagsskapurin skap-
ar tryggleika og møgu-
leikar til gagns fyri Føroya
fólk eldri sum yngri.
1. Heimarøktin skal virka
betri t.v.s., fyri at nøkta
tørvin má samstarvið
millum land og komm-
unur virka betri.
2. Tey skulu hava loyri til at
velja, um tey hava hug at
arbeiða aftaná tey eru
fylt 67 ár, uttan at hetta
rakar pensiónina.
Við at vera í ríkisfelags-
skapinum, fáa vit eina betri
trygd, størri framburð og
ikke minst betri vælferð.
Farið á val og seti x við
lista B.
Gott val
Sambandsflokkurin vil lata 328 milliónir
til tær høgu inntøkurnar
Góðar miðnámsútbúgvingar
Ókeypis frálærutilfar
Tit skulu ikki vera gloymd
VALGREINAR
Ein nýggjur vinnara-
mentalitetur
Rani Nolsøe
valevni Tjóðveldis-
floksins í Norðoyggjum
Viljin til sjálvbjargni
hevur lyft Føroysku tjóð-
ina inn í 21. øld á einum
nýggjum
avgerandi
grundarlagi.
Tað er hent, eftir at vit
loksins tordu at trossa
danska sambandið og
settu eina sjálvbjarg-
nisstjórn við ræði bæði í
1998 og 2002.
Og tað ber boð um ein
dýrkeyptan lærdóm.
Ein lærdóm sum vísur,
hvussu gali tað gekk, tá
vit lótu ábyrgdarleysar
polittikarar korrumpera
okkara samfelag og sum
goldu rokningina við
blokkstuðli og altjóða
lánum.
Eitt túsund og trí-
hundrað miljónir seinni
máttu føroyskir politikk-
arar standa skúlarætt á
Christiansborg og góð-
taka harðar treytir fyri
teirra kreppuloysnir. Sum
tað var stýrt, hava vit
ongan annan enn okkum
sjálvi, at skjóta ábyrgd-
ina eftir.
Men síðani vit settu
sjálvstýrið á rætta kós í
1998, hevur ein nýggjur
vinnaramentalitetur
spreitt seg í Føroyska
samfelagnum, sum vit
ikki áður hava sæð.
Hendan vinnaramen-
talitet síggja vit í vinnu-
lívinum, sum ruddiliga
hevur prógvað, at vit eru
eitt moderna ídnaðar-
samfelag, sum byggir á
vinnuligar realitetir og
ikki korruptar hvørvi-
sjónir í gamla plánbú-
skapinum.
Politiskt hava vit hildið
tørn við eini avgjørdari
búskaparstýring,
sum
hevur tryggjað, at menn-
ingin í samfelagnum er
farin fram í eini ábyrgd-
arfullari sosialari javn-
vág.
Úr hesum sunna jørð-
ildi er ein nýggj vinnara-
mentan risin, sum okkara
listarfólk,
tónleikarar,
telvarar og ítróttarfólk
yvirhøvur, hava borið út í
heim.
Alt hetta er nýggja
myndin,
sum
altjóða
samfelagið
hevur
av
Føroyum í dag.
Latið ikki hesa dýra-
bæru íløgu í okkara
framtíð fara fyri bakka
20. januar.
Gevið
Tjóðveldis-
flokkinum framhaldandi
mandát at føra eina av-
gjørda búskaparstýring
eftir hesum greiða mál-
setningi og latið landið
blóma mentannarliga.
Tá er tað bert hóttanin
um fortíðarpolitikkin hjá
sambandskreftunum, vit
hava at óttast.
Standið
saman
um
nýggja vinnaramentali-
tetin! Hann hevur verið
okkum dýrkeyptur.
Veljið framtíðina -
veljið Tjóðveldisflokkin.
Klæmint Olsen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymoy
Valevnini í Eysturoy gjørdu
sína skyldu í framløgu-
sendingini hóskvøldið í
sjónvarpinum. Eiði 2 verk-
ætlanin kemur ikki í gongd
í bræði - um nakrantíð.
Politisku umboðini vóru tó
ikki øll líka avgjørd. Øssur
noyddist at toga eitt sindur.
Men eg haldi, at niðurstøð-
an var greið: Umhvørvið
má fyrst kannast.
So nyttaði tað kortini.
Tað nyttaði hjá okkum í
minnilutanum í umboðs-
nevnd SEV’s at muta ímóti.
Og tað nyttaði hjá tykkum,
sum í lesarabrøvum og á
annan hátt mótmæltu. Takk
fyri! Tit hava bjargað áun-
um í syðru helvt av Eyst-
uroy - í øllum førum nøkur
ár afturat.
Nógv tykjast at halda, at
SEV rætt og slætt kann fara
í holt við Eiði 2, so skjótt
sum friðingarmyndugleik-
arnir hava givið sítt loyvi. Í
hesum sambandi er syrgi-
ligt at staðfesta, at hvørki
friðingarmyndugleikin
í
Eysturoy ella landsfrið-
ingarmyndugleikin
hava
trupulleikar við at geva sítt
vælsignilsi til inntrivini í
náttúruna.
Men
so
lætt
spælir
klaverið ikki. Landsmynd-
ugleikin skal fyrst góð-
kenna Eiði 2 og Eiði 4, tí í
monopol-loyvinum
hjá
SEV er tað eitt krav, at
landsmyndugleikin
skal
meta um allar størri verk-
ætlanir. Upprunaliga loyvið
til Eiðis ætlanina frá 1983
var einans givið til Eiði 1
og Eiði 3, og hesar verk-
ætlanir eru avgreiddar.
Eg endurtaki: Loyvi er
ikki givið til Eiði 2..
Harumframt er krav, at
landsmyndugleikin
skal
geva loyvi til, at SEV tekur
upp lán. Í sambandi við
Eiði 2 er lániumsóknin 140
mió. kr, men um Selatrað
verður tikið við (víðkan av
Eiði 2), verður helst talan
um einar 180 mió.
Siðvenjan hevur tó verið,
at SEV fær sín vilja. SEV
fær sína góðkenning frá
landsmyndugleikunum utt-
an hóvasták. Tí landsmynd-
ugleikin hevur ikki førleika
at meta um verkætlanina.
Hvørki búskaparliga, tøkni-
liga ella umhvørvisliga.
Nógv halda eisini, at tað
er SEV, sum einsamalt av-
ger, hvussu nógv streym-
urin skal kosta. So er ikki.
Landsmyndugleikin goð-
kennir
á
hvørjum
ári
streymprísin.
Veruleikin er so statt
tann, at politikkararnir
saktans kunnu blanda seg í
avgerðir SEV’s, men at teir
ikki gera tað.
Tað er næstan sum lundi
á jólanátt at hoyra um
umhvørvisspurningar
á
løgtingi.
Hugsa um tað tann 20.
januar 2004.
Súsanna Dam
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Las í morgum eina grein
hjá formanni tjóðveldsfl.
Svart samband ella fræls
framtíð, og má eg siga, at
eg helt hana ikki verða
rættsiktaða fyri at siga tað
milt, og sera lítið sømilig
fyri ein - helt eg - seriøst ar-
beiðandi politikkara, enntá
formaður
í
næststørsta
flokkinum. Ein rúgva av
lyftum, Tey flestu hevur
hann slett onga ávirkan á.
Høgni
Hoydal
lovar
nemliga, at hitt svarta sam-
bandið fer at føra politikk
við grønum keksum og
bommum. Sum eg minnist,
eru bert tveir mánaðir
síðani at fíggjarmálaráð-
harri Tjvlds ætlaði at fíggja
hin sjálvberandi búskapin
við júst hesum tilfari.
At vit fara biddaragongd
á Christiansborg. Nú eru
longu farin meira enn 10 ár
síðani hinar víðagitnu bidd-
aragongdirnar
niður
á
Christiansborg, og onkur
hevur kanska gloymt, men
eg má melda, at sam-
bandsfl. ikki var við.
Han lovar at sambfl fer at
lima okkum endaliga inn í
danska ríkið, sum so aftur
fer undir ES-grundlóg. og
vit verða útjaðari ikki bert í
Danmark, men eisini í ES.
Útjaðari eru vit, tað kunnu
vit ikki lúgva okkum und-
an, men fyrsta grein í
stevnuskránni ásetur, at
sambfl arbeiðir fyri frílynt-
ari og hollari stjórnarligari
og fíggjarligari menning av
Føroyum innanfyri ríkis-
felagsskapin.
Høgni
Hoydal
hevur
eisini lyfti til veljarar úr
øðrum flokkum, og tað er,
at sambandsflokkurin fer
draga allar hinar flokkarnar
eftir hárunum undir hesa
ørmundarstøðu, um hann
vinnur valið.
Harafturímóti um tjóð-
veldisflokkurin vinnur ja
so, halda vit fram á full-
veldisleið, undir føroyskari
grundlóg,
har
staðfest
verður hvørji rættindi og
skyldur, vit øll skulu hava í
Føroyum.!! Ljóðar mest
sum ein fjálturstungin,
heimleys sál, sum einki
tilverugrundarlag veit sær.
Hann lovar fólkaatkvøðu
um grundlógina, ja tað
plátuna hava vit hoyrt áður,
uttan at tað gjørdi nakran
mun.
Hann lovar at yvirtaka øll
mál, halda fast um sjálv-
berandi búskapin og studn-
ingsfría vinnu. Til tess er
bara at siga, at fullveldis-
samgongan
kundi
ikki
semjast um eina fíggjarlóg
áðrenn tær kostnaðarmiklu
yvirtøkurnar, og at fráboð-
aða avgjaldið á grønum
keksum og bommum kundi
heldur ikki fíggja tað, sum
longu er yvirtikið. Eg
kundi havt hug til at sissa
Høgna Hoydal og siga
honum, at førdi politikk-
urin hevur gjørt, at ein
partur av vinnuni skjótt
verður burtur, so her fer
ikki at tørva studningur.
Álvaratos, kundi ein ikki
vænta at sjálvur fullveld-
isgeneralurin hevði okkurt
annað at bjóða.
Heppið hevði verið at
frætt um, hvussu teir fara at
umsita gjaldoyraskipanina
og fíggjarmálini, sum teir
skulu yvirtaka um eitt hálvt
ár. Hvør skal vera fíggjar-
eftirlit?
Hvussu ætlar tjóðveldis-
flokkurin at skipa sosial-
verkið undir tí sjálvberandi
frælsu fíggjarlógini, sum
fer at virka í summar. Ella
løgregluna og dómsvaldið,
onkrar ítøkiligar ætlanir
mugu vera, nú so stutt
áðrenn. Fryktandi er fyri at
hesir spurningar ikki kunnu
svarast nøktandi við mót-
spurninginum um, at sam-
bandflokkurin ikki hevur
álit á okkara raska og
dugnaliga fólki, sum býr
fram við sjóvarstrond í
hesum vakra landinum.
SEV á pínubeinkin - mótmælini munaðu
Høgna'sa vallyfti
Pauli Poulsen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Eysturoy
Sjálvstýrisflokkurin leggur
dent á, at hornasúlan í
samfelagnum er familjan,
sum støðan er í dag hava
barnafamiljurnar trong kor
í okkara samfelag. At seta
búgv er ógvuliga tungt, og
tí vil Sjálvstýrisflokkurin
halda fast við at rentu-
stuðulin ikki skal lækka.
Skulu allir bólkar hava
sømulig kor, so er neyðugt í
størri mun enn higartil, at
ynski hjá Sjálvstýrisflokk-
inum, um at fáa ein virknan
familjupolitikk settan á
dagsskrá verður framdur í
verki.
Skulu øll hava møguleika
at fáa børn síni ansaði, so
eiga vit í størri mun hyggja
uppá gjøldini fyri ansing,
sum í dag eru yvaleysa høg.
Sjálvstýrislokkurin hevur
í síni valskrá, a vit skulu
ikki taka meira inn frá
borgarunum enn hægst
neyðugt, og at skattur og
avgjøld ikki skulu forða
fyri arbeiðs- og fram-
leiðsluskapandi fyritaksemi
hjá tí einstaka, og at
rationaliseringar
skulu
gerðast, sum við tíðini
kunnu vera við til at lækka
persónliga skattin.
Hetta eru tídningarmikil
mál, sum Sjálvstýrisflokk-
urin vil verða við til á
ávirka rætta vegin.
Set X við lista D
Umstøðurnar hjá barnafamiljum
C
M
Y
K
39
38