týsdagur 13. januar 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 13. januar 2004
41
VALGREINAR
Tjóðskaparliga
semjan
Rasmus Niclasen
valevni Javnaðarfloksins
í Vágum
Javnaðarflokkurin hevur
ta
greiðu
fatan,
at
eitthvørt stig, ið verður
tikið á sjálvstýrisleið, má
byggja á breiðar semjur.
Tað má byggja á felags
mið og mál fyri alla tjóð-
ina og flokkarnar.
Hesi síðstu 6 árini hava
prógvað, at ongi úrslit
røkkast, um fólkið ikki er
við. Endaleysar ósemjur
hava í alt ov stóran mun
sett dagsskránna. Eftir
hvørt miseydnað samráð-
ingarumfar við danir
varð kósin bara snara eitt
sindur, og so herjaða teir
á til næsta fund, uttan
stev og uttan mál.
Heimastýrislógin hev-
ur roynst okkum væl í
meir enn eina hálva øld,
men tíðin er komin til
broytingar. Greiða má
fáast á valds- og ábyrgd-
arbýtinum millum før-
oyskar og danskar mynd-
ugleikar.
Á grundlógarstevnuni
var semja um, at Føroyar
kann skipa seg í sam-
veldi, um tað er tað, ið
fólkið ynskir og áhald-
andi vísir á tað.
Sjálvsavgerðarrætturin
er tí ómissandi, so longi
Føroya fólk og Føroya
land eru til. Tí vilja vit
hava ein sjálvstýrissátt-
mála, ið staðfestir føroy-
ingar sum tjóð og Føroy-
ar sum eitt land við
sjálvsavgerðarrætti.
Javnaðarflokkurin vil
virka fyri, at savna flokk-
arnar á tingi í sjálv-
stýrismálinum, soleiðis,
at leiðin vit velja at
ganga byggir á ta breiðu
tjóðskaparligu semjuna.
Vinnan í Suðuroynni!
Politiski myndugleikin eigur at skapa
karmarnar fyri vinnuni
Jóhanna í
Ólavsstovu
So hendi tað aftur, aftur
eitt bakkast fyri Suður-
oynna. Í vikuni frættu
okur at Norrøna og har-
við eisini Smyril broyta
ferðaætlanina, og hettar
inniber so at nú gerst
uppaftur
truplari
hjá
flakavinnuni her suðuri
at fóta sær.
Fiskivinnan er lívs-
grundarlagið hjá suðr-
ingum og tí má politiski
myndugleikin
skapa
møguleikar
hjá
hesu
vinnuni at kappast á
jøvnum føti við fiski-
vinnuna á meginøkinum.
Politikkarin skal halda
fingrarnar
vekk
frá
stýringini
av
vinnuvirkjunum, hettar
hava teir prógva at teir
ikki duga, men politikk-
arin
hevur
hinvegin
ábyrgd av at skapa karm-
ar fyri vinnuni.
Suðuroyarfjørður
er
okkara landavegur inn á
meginøki, tað er ábyrgd-
in hjá okra politikkaraum
at syrgja fyri at hesin
landavegurin ikki aðru-
hvørja løtu er stongdur
og, at okur ikki javnt og
savnt sitað føst í einum
trafikkproppi tí øll onnur
eiga fyrstarættin til kai-
plássini.
Skal vøran flytast inn á
meginøki, áðrenn hon
kann flytast av landinum,
er tað polittikarans á-
byrgd at syrgja fyri at tað
undir ongum umstøðum
verða dýrari hjá einum
virkið á Suðuroynni at
flyta lidnu vøruna á
marknaðin, enn tað er
hjá einum virkið eina-
hvørja
aðrastaðni
úr
landinum.
Tjóðveldisflokkurin vil
virka fyri at vinnan í
Suðuroynni kann virkað
á jøvnum føti við vinnu
aðrastaðni í landinum.
Elin Lindenskov
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
www.lindenskov.com
Tað er gott at tey samkyndu
hava tikið seg saman í
felagskapinum Ælabogin.
Tí tey hava vissuliga ikki
góð kor í Føroyum - og har
er veruliga nakað at arbeiða
fyri. Hugburðurin er, at før-
oyingar eru ikki samkyndir
- tað er ein sjúka. Sagt á ein
annan hátt, so vilja vit ikki
hava samkynd í Føroyum.
Vit tvinga tey at flyta av
landinum, við at gera um-
støðurnar ómøguligar hjá
teimum.
Eisini á hesum økinum
eru vit aftan fyri hini Norð-
urlondini. Tí er tíðin nú
komin, at vit broyta hesi
viðurskifti. Allir samfelags-
bólkar eiga at vera líka fyri
lógini - eisini samkynd. Vit
eiga at seta lógina um par-
lag í gildi, sum bæði Dan-
mark og Grønland hava
gjørt. Henda lóg setur hin-
kynt og samkynt líka fyri
lógini. Danmark setti lógna
í gildi í 1989 og Grønland
seinni, men vit vildu ikki.
Eisini lógin um mismun
eigur at verða sett í gildi í
Føroyum. Í 1988 fall eitt
landsstýri, tá hon var fram-
løgd. Bara ein løgtingslim-
ur atkvøddi fyri lógini, tað
var Karin Kjølbro. Hesa
landaskommina eiga vit at
vaska av okkum.
Onnur viðurskifti, sum
eiga at broytast eru: At
kynsligi lágaldurin fyri
samkynd eisini eigur at
vera settur til 15 ár, líka
sum hjá hinkyntum. Og
revsilógin skal ikki gera
mun á kynsligum brots-
gerðum, líkamikið um tær
vera gjørdar móti hinkynd-
um ella samkyndum. Eg
haldi tað vera sera syrgiligt,
at ávísir føroyingar sam-
meta tað at viðurkenna
samkynd við at viðurkenna
pedofil. Hetta er heilt burt-
urvið. Ein pedofilur ger
eina grova brotsgerð móti
einum verjuleysum barni,
meðan samkynd eru vaksin
menniskju, sum eru góð
við eitt annað menniskja av
sama kyni. Helst eru tað
eisini viðurskifti, sum eg
ikki eri greið yvir skulu
broytast, men tá er tað gott,
at vit hava ein felagsskap
sum Ælabogan, sum kennir
til hesi viðurskifti.Vilt tú
velja ein, sum verjir rætt-
indini hjá teimum sam-
kyntu, so eigur tú at hugsa
teg væl um, tí vit eru ikki
nógv sum verja tey enn,
sjálvt um vit gerast fleiri og
fleiri.
Vilt tú vita meira, um
hvat eg tikist við seinastu 4
árini, so vitja mína heima-
síðu www.lindenskov.com.
Har liggja hundrað tals
greinar, røður o.a. frá
hesum tíðarskeiði.
Bjarti Thomsen
valevni sambandsflokksins
í Suðurstreymi
Rækjuflotin er um at fara
av knóranum. Fyri at steðga
hesi gongd, vil sambands-
flokkurin lata rækjuskip
koma í FAS-skipanina.
Aðrir flokkar vilja einki
gera, men heldur lata
rækjuflotan fara.
Rækjuflotin minkar al-
samt, tí prísurin á rækjum
er farin í botn. Sum eina
fyribilsloysn, hevur sam-
bandsflokkurin skotið upp,
at rækjuskip kunnu skráset-
ast í FAS í tvey ár. Hervið
fáa reiðarí endurgoldið ein
part av hýruútreiðslum og
raksturin
gerst
lættari.
Nógv eru ímóti hesi loysn,
tí hetta ber brá av stuðuli.
Sæð í mun til aðra vinnu er
hetta stuðul, tí FAS skip fáa
pening útgoldnan, sum
onnur ikki fáa. Sæð isolera,
er hetta ikki stuðul, tí
skipini fáa bert afturgoldið
part av tí, sum tey sjálvi
gjalda inn í kassan. Landið
fær færri inntøkur, men
alternativið er helst, at
flotin hvørvur og harvið
allar inntøkurnar. Tí er tað
onki forgjørt í at royna
hetta tiltak í tvey ár, meðan
mett verður um framtíðar-
útlitini hjá rækjuvinnuni.
Fyri at taka støðu til hvat
skal gerast framyvir, er
neyðugt at kanna útlitini
fyri rækjuvinnuni. Tey sein-
astu 15 árini er veiðan av
rækju vaksin úr 2 mill tons
til 3 mill tons. Samstundis
er framleiðsla av aldari
rækju vaksin úr 0,5 mill
tons til 1,5 mill tons. So-
statt er parturin av aldari
rækju vaksin úr 20-25% til
30-35%.
Veiðan av okkara rækju
(Pandalus borealis) er um
10% av allari rækjuveiðu.
Thailand hevur í longri
tíð verið størsti framleiðari
av aldari rækju, men serliga
síðan 2000 hevur vøkstur
verið í aldari rækju úr Kina,
Brasilia og Vietnam. Fyrst í
1990’unum vaks alifram-
leiðslan eisini nógv, men tá
datt hon niðuraftur orsakað
av sjúkutrupulleikum.
Marknaðurin fyri rækjum
er øktur nógv. Í USA, er t.d.
forbrúk pr persón vaksið
tey seinastu 12 árini frá 2,3
pund til 3,7 pund.
Samanspælið
millum
veiðu og aling av rækju og
hvussu marknaðurin háttar
sær, má kannast meira
gjølla. Út frá hesum kann
so metast um, hvat rættast
er at gera framyvir. Bert at
goyggja um, at stuðul er av
tí ónda, uttan at kanna
viðurskiftini, er ábyrgdar-
loysi.
Undirritaði bjóðar seg
fram at finna loysnir, sum
byggja á væl grundaðar
metingar. Tann 20. januar
hevur tú møguleika at
stuðla mær við hesi ætlan.
Sí meira á
www.samband.fo
Gunnvá Mortensen
valevni Javnaðarfloksins í
Norðstreymoy
Spekulatión fyri fleiri
milliónir krónur
Loyvi ella fiskirættindi,
sum eru latin persónum ella
feløgum frá tí almenna,
eiga ongantíð at verða til
eina søluvøru. Í dag verða
fiski- og aliloyvi seld fyri
milliónaupphæddir.
Tað
kemur meira enn so fyri, at
skip ella bátar, við tilhoyr-
andi fiskiloyvi, verða keypt
einans við tí endamáli, at
fáa vinning burturúr víðari
sølu. Sostatt hevur eitt
skjal, sum upprunaliga varð
latið frá tí almenna fyri
einki, fingið eitt virði uppá
fleiri milliónir krónur. Slík
spekulatión skal steðgast
beinanvegin.
Hóast hetta hevur verið
almenn vitan leingi, er
einki gjørt fyri at steðga
hesum ørskapi - hóast
búskaparráðið vísti á ein
fiskidagamarknað
fyri
fleiri árum síðan, mugu vit
bara ásanna, at einki er
gjørt við málið enn.
Tilfeingið í samfelagnum
er ogn Føroya fólks
Javnaðarflokkurin ásannar,
at tað er uppá tíðina, at seta
á stovn ein fiskidaga-
marknað, sum skal umsita
og umseta - bæði fiskiloyvi
og aliloyvi. Endamálið við
slíkum fiskidagamarknaði
er m.a. at staðfesta, at til-
feingið í samfelagnum er
ogn Føroya fólks og at út-
vega eitt størri avkast, sum
kemur okkum øllum til
góðar.
Eitt loyvi skal latast við
brúksskyldu tvs. verður
loyvið ikki brúkt í eitt ásett
tíðarskeið, fellur tað aftur
til marknaðin - hetta tíðar-
skeiði skal tó verða so
mikið langt, at skip í van-
ligum rakstri, ikki uttan
víðari missa loyvið. Tað
gjald, ið verður kravt fyri
loyvið, verður sum eitt
leigugjald, og kann loyvið
tí ikki seljast. Henda skipan
fer at gera tað lættari hjá
nógvum at sleppa fram at
fiskivinnuni, tí ikki verður
neyðugt at keypa bát ella
skip við tilhoyrandi dýrum
fiskiloyvi.
Smærri útróðarbátar eiga
at vera undantiknir hesi
skipan, og skulu ikki hava
fyri neyðini at útvega sær
fiskiloyvi. Teir skulu fiska
frítt.
Tað er avgjørt neyðugt at
fáa skipað viðurskifti, tá
tað snýr seg okkara til-
feingi, tí fari eg at heita á
teg um at velja Javn-
aðarflokkin tann 20. januar.
Tilfeingið er ogn Føroya fólks
Samkynd eru eisini føroyingar
Rækjuskip í neyð
41
40
Nr. 7 - 13. januar 2004
VALGREINAR
Fólkaskúlin í tí góða
samfelagnum
Eyðgunn Samuelsen
valevni Javnaðarfloksins
í Norðoyggjum.
Fólkaskúlin hevur sein-
astu árini havt eina bald-
ruta tilveru. Ósemjur og
ónøgd hava verið dag-
ligur kostur. At trivnaður
ikki er tilstaðar á einum
arbeiðsplássi ávirkar og
órógvar øll, ið hava
nakað við arbeiðsplássið
at gera. At hugurin at
læra treytar trivnað mill-
um bæði tey, ið skulu
læra og tey, ið læra frá
sær, er ein sannroynd, ið
ein ikki nýtist at vera
lærari fyri at vita. Fyri
fólkaskúlan í dag merkir
hetta, at trivnaðurin og
harvið hugurin at læra
hjá næmingunum kanska
ikki er tann besti. Har
mangla rætt og slætt teir
grundleggjandi karmar-
nir.
Javnaðarflokkurin vil
skapa karmar fyri, at øll
trívast í skúlanum, og tí
skal ársverkið hjá lærar-
unum endurskoðast. Eis-
ini vilja vit arbeiða fyri,
at næmingarnir kunnu
fáa heilsugóðan kost í
skúlanum, tí vælvera
kroppsliga er eisini ein
fortreyt fyri læring, eins
og ósunnur kostur kann
vera við til at skapa mat-
vanar millum tey ungu,
ið á longri sikt skaðar
heilsuna.
Skúlaverkið í Klaksvík
skal raðfestast enn hægri
enn í dag. Nú hava vit
útbygt barnaansingina,
og er tíðin nú komin til at
seta fólkaskúlan ovast á
dagsskránna.
Viðlíka-
haldi á Ziskatrøð heldur
fram, og skøtil verður
settur á útbygging av
Ósaskúlanum.
Henda
útbygging skal ikki bert
nøkta ein akuttan hølis-
tørv, men eisini tryggja
ein nýmótans skúla, ið
hevur høliskarmar til at
arbeiða eftir fólkaskúla-
lógini.
Javnaðarflokkurin
borgar eisini fyri einum
framskygdum
útbúgv-
ingarpolitikki!
Suðuroyggin aftur
á Føroyakortið
Marjun Olsen
valevni Sambands-
floksins í Suðuroy
Hon hevur altíð verið
har.
At Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin taka
sær æruna av, at hava
verið serliga góðir við
suðuroynna tey seinastu
árini, er nógv fyri at
hoyra.
Hví fáa vit ein nýggjan
Smyril ??
Tí vit hava ein Smyril,
sum er so gamal, at hann
ikki kann lúka altjóða
krøv fyri ferðamanna-
flutning. Altso
undir
tvang fáa vit hann.
Tilboðið frá Fólka-
flokkinum var gamla
Norrøna og høvdu vit
sikkurt eisini fingið hana
um ikki suðringar ( úr
øllum flokkum) mót-
mæltu. Kravið var rímu-
ligt, eitt tíðarhóskandi
skip.
Eina
nýggja
sam-
ferðsluhavn fáa vit, ja
sjálvandi, tá ongin havn
er í oynni sum kann taka
eitt tíðarhóskandi suður-
oyarskip.
Kostnaðurin er so stór-
ur, at vit suðuroyingar
drena landskassan, so
lítlar og ongar aðrar íløg-
ur kunnu gerast í land-
inum, fáa vit skoti í
skógvarnar.
Er tað meiningin at vit
suðringar nú skulu hava
ringa samvitsku ella vera
so taksom, at vit ikki
aftur í fleiri ár seta nøkur
krøv??
Hetta fara sambands-
umboðini úr suðuroy, á
tingi, ongantíð at lata sær
linda. Her er nógv eftur á
samferðsluøkinum
at
gera, áðrenn vit eru á
sama støði sum tað mesta
av landinum.
Tummas í Garði
valevni Fólkafloksins í
Eysturoynni
Søgan um samgonguna,
samanborin við eitt skip á
einum túri, har manningin
ger uppreistur.
"Farvæl Fullveldið! Full-
veldið er sokkið, koppað og
forlist", ljóðar.
Vit hava sæð Kallsberg
og Hoydal skvamblað á
sjónum á baksíðuni á
Sosialinum. Eg fari at
brúka hesa myndina um
samgonguna, - sum eitt
skip á einum túri. Og eg
skal siga tykkum tað sonnu
søguna um politisku skút-
una Føroyar, sum seinastu
6 árini hevur borið navni
M/S Fullveldið.
Ms fullveldið er ikki
burturgingin. Ms Fullveldi
noyddist at bróta túrin av
vegna álop á skiparan, -
uppreistur !!
Henda seinasta túrin -
hetta 2 ára skeiðið - var tað
ein tvitin bakborðs-Tjóð-
veldissvakt, sum kom um-
borð.
Tað byrjaði beinanvegin
á túrinum, tá høgra hond
hjá Hoydal stýrimanni, -
ein eysturingur í puntutum
keppi og eini Nimeyer í
munnklovanum, beint fyri
Ólavsøku, í messuni legði á
Kallsberg skipara: "Tú
hevur fyri 25 árum síðani
fuskað við pengum, -
gamaní tú rindaði alt aftur
og samdist við teir foró-
rættaðu, men tú ert ikki
verdur at føra skipið",
brigslaði Tobbi.
Anfinn skipari ilskaðist,
- bað Tobba skikka sær
ordiligt og taka orðini í seg
aftur. Hatta var ikki nakað
at taka fram mitt á túrinum
frammanfyri allari mann-
ingini.
Um hann ikki hevði álit á
sær, so kundi hann lati vera
við at komi við hendan
túrin, - og fyri tað seinasta
túr eisini. Tobbi hevði jú
vita alt um hasa gomlu
sakina, langt áðrenn Ms
Fullveldi var mannað.
Tobbi bakkaði hendan
Ólavsøkumorgunin, men
síðani var hann í heilum við
tí ringa orðinum um skip-
aran, saman við mestsum
allari
Tjóveldisvaktini,
íroknað Hoydal stýrimanni.
Teir støðaðust illa á
dekkinum, hesir á Tjóð-
veldisvaktini, sótu í heilum
í messuni hjá mentakokk-
inum Bjarkhamar og brúktu
seg um Skiparan og Hinar á
Fólkafloksvaktini. Fóru so
illa við 2. stýrimanninum
Jørgen, at hann mátti fara
frá.
Fáar dagar seinni varð
Kokkurin
Bjarkhamar
koyrd úr Galluni. Hóast
flestir av manningini vildu
hava føroyska mjólk um-
borð, so hevði hon keypt
danska MATILDE mjólk í
staðin, tað dámdi henni
best. So var tað slut.
Ms Fullveldið royndi at
fáa túrin inn, men ikki var
langt fráliðið, so legði øll
Tjóðveldisvaktin aftur á
skiparan. Teir høvdu ringt
heim og fingið ein at
skrivað eitt bræv umborð
um fuskaríði hjá Kallsberg
skipara.
Teir
hongdu
brævið "Skjót Journalistin"
upp í messuni, fóru so upp
á brúnna og kravdu skip-
aran frá.
Skiparin, sum hevði havt
tol við øllum hesum hunda-
lívinum í 6 ár, sá at her beið
ikki bøtur. Gav boð um at
bróta túrin av og sigla
heim. Samstundis bað hann
reiðaríið
(Føroya
fólk)
velja nýggja manning til
politisku skútuna. Sjálvur
mynstraði hann av og blak-
aði, sum rætt og ruddiligt
var, alla Tjóðveldisvaktina í
land.
Hetta er tann verðunliga
søgan! Tá ið øll øsingin um
Anfinn, um lógarbrot, um
kreativa
bókføring
er
kólnað, mugu tey veruligu
politisku málini aftur á
dagsskrá.
Ms Fullveldi er hvørki
koppað ella sokkin.
Ms Fullveldi noyddist
rætt og slætt at bróta túrin
av, tí har var framt tilætl-
aður uppreistur umborð.
Nakað var í lastini
Sjálvt um Ms Fullveldið
ikki fiskaði í sjálvdrátti, so
kundi
Fólkafloksvaktin
ikki bara sær fyri at skera
lippur, og har vóru so
nakrar tilsamans: Banka-
málið loyst, Brimil, Sand-
oyarferja, Suðuroyarskip,
Vágatunnil, Noroyartunnil,
Landssjúkrahús o.s. fr.
Í
lippukassanum
hjá
Tjóðveldisvaktini var bert
ein lippa: Fólkaskúlin. Teir
tosaðu nógv um eina kalva-
spraggu, sum teir høvdu
undir borði, men sum teir
ikki fingu inn. Hon æt
Fólkakirkjan.
Politiska skútan Føroyar
skal nýggjan túr: Hon eitur
neyvan Ms Fullveldið á
næsta túri. Vit, á Fólka-
floksvaktini fara at biðja
reiðaríið, Føroyska fólkið,
um at sleppa við aftur.
Vóni bara ikki at navni
aftur verður Sambands-
skútan "Agnes Louise", og
vit skulu at fiska við lodd
og snøri. Tað verður, sum
tey ungu siga í dag: "Tað
verður bara for moði".
Finnur Helmsdal
valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðurstreymi
Latið tykkum ikki lumpa.
Hinir tríggir stóru flokkar-
nir royna, alt tað teir kunnu,
at geva fólki eina mynd av,
at tað er Tjóðveldisflokk-
urin, sum er tað ljóta dýrið
í opinbáringini. Breckmann
og Djurholm royndu ferð
eftir ferð at kvala fullveld-
issamgonguna, og Eides-
gaard stóð hvørja ferð klár-
ur giftingarklæddur og við
uppreiddari
brúðarsong.
Men fullveldiskreftirnar,
sum tá vóru í Fólkaflokk-
inum, megnaðu at støðga
svikaligu ætlanunum.
Nú er Kallsberg alment
farin í sambandspott Fólka-
floksins,og hann ger seg í
hesum døgum út til fríggj-
araferð, klárur at leggja seg
á knæ fyri firtnu og for-
nermaðu forkvinnu Sam-
bandsfloksins. Um Lisbeth
ætlar at fíggja ovurhonds-
stóra skattalættanum við at
hækka blokkstuðulin upp
aftur á milliardastøðið, tað
rínur ikki við framman-
undan ivasama fólkafloks-
moralin.
Men hvat ger so Eides-
gaard, nú Breckmann og
teir reiða upp brúðarsong
til sín og sambandsmamm-
una. Jóannes vil sanniliga
eisini sleppa upp í songina.
Hugsið tykkum, skal Javn-
aðarflokkurin aftur í and-
støðu, har hann hevur verið
síðan 1996. Nei, Jóannes
torir ikki at hugsa tað
liðugt, hann má og skal upp
í brúðarsongina. Og munnu
javnaðarmenn, tá avtornar,
ikki leggja so nógv í, um
teir eru í song við teimum,
sum ætla at fordobla blokk-
stuðulin. Og teir munnu
heldur ikki aftra seg við at
fara í song við teimum,
sum teir í dag siga at Tjóð-
veldisflokkurin hevur pro-
stituera seg við at sova
saman
við.
Nevniliga
Fólkaflokkinum. Javnaðar-
flokkurin er nevniliga til
reiðar at tveita allan moral
og øll prinsippir fyri borð,
bert teir sleppa upp í
songina at fløva seg.
Síggja tit ikki myndina
fyri tykkum. Lisbeth liggur
har og breiðir seg í brúðar-
songini, meðan teir báðir
Óli og Jóannes liggja á
hvør sínum fótalagi og
sutta tummil. Alt meðan
Alfred serverar smákøkur
og
leskidrykkir
fyri
mammu síni, Johan kølir
hana við pálmabløðum,
meðan Báður lesur fyri
henni tað, sum Dimma-
lætting skrivar. Um okkurt
álvarsligt skal viðgerast,
biðjur Lisbeth Óla og
Jóannes fara út um at spæla
við Heðin og Edmund.
Nei, skulu vit ikki lata
hatta vera við hugamynd-
ini. Latið okkum heldur
seta ein sterkan Tjóðveldis-
flokk á ting soleiðis, at
positiva og miðvísa polit-
iska gongdin kann halda
fram. Henni er bert lív
lagað, um Tjóðveldisflokk-
urin er við.
Uppreistur á M/S FULLVELDIÐ
Mamma á høvdalagnum – Óli og Jóannes
á fótalagnum
C
M
Y
K
40