týsdagur 13. januar 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 7 - 13. januar 2004
Nr. 7 - 13. januar 2004
43
VALGREINAR
Vinnan gevur
C-vitamnir
John Johannessen
valevni fyri Javnaðar-
flokkin í Suðurstreymi
www.jokarin.com
Eitt sterkt vinnulív hevur
c-vitaminir við sær til
vælferðina.
Javnaðarflokkurin vil,
sum altíð, varðveita væl-
ferðina fyri allar føroy-
ingar. Vit skulu vera í
fremstu røð innan heilsu-
viðurskifti og skúlaskap.
Fyri, at hetta skal
eydnast, krevst eitt fram-
takshugað vinnulív. Eitt
vinnulív, sum er ført fyri
og áhugað í at ganga
nýggjar leiðir.
Vit stríddu okkum
fram
Tá vit vóru í djúpu
kreppuni fyri tíggju árum
síðani, vóru allir partar á
einum máli um, at vit
ikki aftur skuldu koma í
eina slíka støðu. Vit vildu
hava fleiri bein at standa
á. Vit vildu styrkja út-
flutningsvinnuna
við
øðrum vinnum afturat
fiskivinnuni.
Ungdómurin
legðist
ikki á boðini. Tit hava
sanniliga verið framtaks-
hugað og virkisfús. Tit
hava arbeitt, lært og
útbúgvið tykkum til hesa
stóru ábyrgd. Ábyrgdina
at gera tykkum sjálv før
fyri at bera landið fram í
eina nýggja framtíð.
Eingin vildi hálpa
Men hvat hevur sam-
gongan tey seinastu seks
árini gjørt, fyri at tit nú
sleppa at nýta tykkara
evni at framleiða dygdar-
vørur til kravmikla út-
heimin? Teir hava onki
gjørt! Ella, sum Tórbjørn
Jacobsen segði í sjón-
varpssendingini úr Eyst-
uroy hóskvøldið: "Tað
hevur
ongin
vinnu-
politikkur verið her á
landi í áravís".
Hetta var vorðið sum
ummæli av síni egnu
samgongu. Men sum
Heini plagar at siga.
Hetta er veruleikin!
Vit lurta eftir tykkum
Øll tit. Tit, sum hava
búgvið tykkum út og
brynjað tykkum til at
menna Føroyum aðrar
vinnuvegir. Tit vita, at
tað finnast gongdar leiðir
framá.
Vit hava nevnt møgu-
leikan at geva føroyskum
tónleikarum møguleikar
at koma út í heim við síni
framleiðslu.
Sjálvandi vilja vit eis-
ini skapa møguleikar
fyri, at tit, sum hava og
fara at útbúgva tykkum,
fáa møguleika at vinna
okkum
fremmandan
kapital til landið.
Tað átti at verið latin
ein ígongdsetarastuðul til
fólk, sum vilja framleiða
forrit til dataheimin, til
arkitektar, sum kundu
hugsað sær at teknað til
útlendskar byggikapp-
ingar og so framvegis.
Her átti ein ígongdsetara
stuðul at verið latin til
fólk.
Granskingardepil
Tað hevði verið náttúrligt
at latið øll tey væl lærdu
fólkini í Føroyum verið
við til at gjørt Føroyar til
ein depil fyri bæði vinnu-
ligari og aðrari vísinda-
ligari gransking. Vit hava
eitt land, sum er so lítið,
at tað er væl egnað til at
royna
skipanir,
sum
seinni
kunnu
nýtast
aðrastaðni.
Tað er jú ikki tykkum
at siga, at vit longu hava
eina fjøld av fólki, sum
kann menna føroyska
framleiðslu og harvið
lyfta okkum inn í eitt
trygt vælferðarsamfelag.
Lyfta í felag
Vit í Javnaðarflokkinum
vita, at saman við tykk-
um er hetta gjørligt. Vit
vita øll, at lata vit hetta
mistreystið og eljustríðið
hjá farnu samgongu vera
fortíð og í felag líta
framá við góðum treysti.
So ber nógv til.
Lat okkum líta framá.
Nú skal vend koma í.
Eftir seks ára langan
vetur, skal koma vár.
Tað lýsir fyri framman.
Eg skal ikki lova tykkum,
at appelsinir fara at vaksa
á trøunum í summar.
Men saman eru vit før
fyri at byggja húsið.
Føroyar fyri øll.
Gott val!
Álvur Kirke
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Vit liva mitt í stórari hug-
burðskreppu.
At mála svart
Fyri umleið einum mánaða
síðani varð skrivað um, at
vit vóru á veg inn í eina
kreppu.
Tekinið var, at eitt sindur
færri bilar vóru seldir í ár
enn í fjørð.
Fólk tosa og skriva um
kreppu, sum um vit kunnu
vænta hungur og hall.
Tíðindafólk og svart-
skygdir politikarar hava
nokk at gera við at greiða
fólki frá at kreppan kemur.
Men, tey sum hava skil
fyri slíkum siga, at búskap-
urin er sterkur, og at tað
skal nógv til, áðrenn vit
kunnu tosa um kreppu.
Eg sá eisini herfyri grein
frá einum sokallaðum seri-
øsum politikara, sum skriv-
aði um at taka upp, og at
tað fór at vera eitt øgiligt
upptak eftir sitandi sam-
gongu.
So svart ber til at mála
støðuna!
Hugburðskreppa
Nei, tað er eingin búskap-
arkreppa, men vit hava eina
hugburðs- og hugsjónar-
kreppu.
Hugburðurin
millum
vanliga fólkið er tann, at:
Eg skal hava.
Tit kunnu gjarna spara,
bara tað ikki verður tikið
frá mær.
Fara vit ein túr í býin í
Havn, ber illa til at koyra
fyri streyminum av nýggj-
um bilum.
Fara vit ein túr inn í ein
handli, t.d. SMS, er illa
framkomandi fyri fólki,
sum keypa luksusvørur.
Har sæst eingin kreppa!
Fullveldi
Men, tá tað kemur til at
vinna okkum tjóðarfrælsi,
tá hava vit ikki ráð.
Samgongan 1998 setti
sær høg mál, men tá danir
harkaðu, bakkaði samgong-
an.
Teir tordu ikki at halda
lovaðu fólkaatkvøðuna, tí
teir væntaðu at meiriluti
ikki fekst fyri fullveldi.
Helst høvdu teir rætt!
At nassa uppá danir
Stórur partur av fólkinum
hugsar sum so:
Missa vit peningin, sum
vit fáa frá Danmark, so fái
EG minni til mítt luksuslív.
Eg fái ikki ráð at skifta
bilin 3. hvørt ár. o.s.fr.
Tað eru fá, sum hava
fatað, at blokkurin ikki er
ein gáva frá Danmark, men
ein partur av tí vinningi,
Danmark hevur av at hava
Føroyar í "ríkisfelagsskap-
inum".
Leiðari við hugsjónum
Fólkinum tørvar ein leiðari
við hugsjónum!
Onkur skal ganga undan.
Tá vit hoyra politikarar-
nar, er greitt, at har eru fáar
hugsjónir, og fá hugsjónar-
fólk.
Hóast Miðflokkurin er
lítil, hevur hann ein leiðara
við hugsjónum, sum kunnu
lyfta tjóðina upp.
Tí er tað heilt náttúrligt,
at Miðflokkurin fer at eiga
løgmann eftir valið.
Tað hevði verið eitt gott
val.
Ein slíkur leiðari kann
leiða tjóðina burtur út hug-
sjónarloysinum og -krepp-
uni.
Edva Jacobsen
valevni Sambandsfloksins í
Eysturoy
Høðusevnið til hetta løg-
tingsvalið eru viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark. Spurningurin, sum er
settur, er, um vit skulu fara
úr ríkisfelagsskapinum, ella
um vit skulu finna eian
skipan innanfyri verandi
karmar.
Valið hesaferð er sera
einfalt. Sambandsflokkurin
er einasti flokkur sum
hevur melda púra greitt út
av vit ynskja at varðveita
viðurskiftini við Danmark
og hevur einki ímóti at
dagføra hesi viðurskifti.
Tjóðveldisflokkurin har-
afturímóti ynskir loysing
og at at kvetta her og nú.
Teir hava funnið eitt orð,
sum eitur fullveldi, og aðrir
hava latið seg tøla av
hesum, men rætta orðið er
loysing og loysing í óðum
verki.
Sambandsflokkurin
ásannar, at samlaða ríkis-
veitingin, blokkstuðul og
annað er uml. 840 milll.
Um henda upphæddin skal
burtur, so mugu loysing-
arflokkarnir svara okkum,
hvar peningurin skal koma
frá. Men teir hava einki
svar, tí har er einki svar.
Fullveldissamgongan
hevur minka blokkin við
uml. 366 mill. Kundi hesin
peningur ikki verið nýttur
til at gjørt gott við á tí
sosiala økinum so sum:
• Byggja røktar og ellis.-
og røktarheim.
• Byggja sambýli.
• Byggja íbúðir hóskandi
til eldri.
• Framhaldandi menning
og útbygging av heima-
røktini.
Men soleiðis skuldi tað
ikki vera.
Vit í Sambandsflokkin-
um hava sum hjaratamál at
varðveita vælferðarsamfe-
lagið, og tí er tað óða-
mannaverk at skerja blokk-
stuðulin, soleiðis sum full-
veldissamgongan
hevur
gjørt.
Vel tað trygga, vel væl-
ferðina, vel Sambands-
flokkin.
Hjalmar Jóhan Juul
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Eysturoy
Arbeiðsloysisskipanin er
vorðin ein skipan, sum
virkar eftir mínum tykkji
ógvuliga væl, fyri fólk
innan flakavinnuna, men
hvat er tað sum gerð hesi
fólk til naka heilt serligt, at
tey kunna verða tryggjaði
løn, er hetta ikki ein rættur
sum øll føroya fólk skullu
kunna nýta fult út, eg tosaði
við handverkara, han for-
taldi mær, at han tordi ikki
at seta ein nýggjan mann í
starv, tí han visti ikki um
han kláraði at bjóða honum
eitt starv, sum skuldi verða
40 týmar um vikuna, men
hevði han kunna kunna sett
ein mann í starv, við
líknandi treytum sum innan
flakavinnuna, hevði ein
stórur
trupuleiki
verði
loystur. Hesin trupuleiki
var ikki bara fyri han, hesin
trupuleiki er eisini hjá fiski
monnum, tildømis tá í skipi
skal klassast, umvælias ella
tá ið fiskaloysi er, tá mugu
hesir menn ganga og onga
inntøku fáa, tað kann verða
longri ella stytri týð, men
eina loysn hava teir, teir
kunna siga upp og ikki fara
við sama skipi í eitt ár
ÓRÍMULIGT, nei lat okk-
um gera eina skipan, sum
gevur okkara fólki her á
landi somu vilkorð, týð vit
gjalda øll inn til hesa
skipan, og skulla øll tí hava
sama ratt til hesa skipan.
Minnist til D-dagin tann
20. januar
Tá kemur Sjálvstýris-
flokkurin sterkur inn á ting
við tínari hjálp
Gott sjálvstýrisval
Kreppa
Loysing ella samband
Arbeiðsloysisskipanin
Absalon Absalonsen
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Kristna lívsáskoðanin ella
humanisma.
Í Miðflokkinum er full
semja um, at kristna lívs-
áskoðanin skal avspeglast í
okkara lógarverki, harvið
skal ikki verða sagt, at ikki
kristin fólk eru í hinum
flokkunum, men Miðflokk-
urin
hevur
hetta
sum
fremsta mál, og má sigast at
vera einasti flokkur har alls
eingin ivi ella ósemja er um
hetta.
Sostatt er als eingin ivi
um
hvar
Miðflokkurin
stendur í spurninginum um
t.d. fríða fosturtøku ella
viðvíkjandi spurninginum
um, hvørt tveir persónar av
sama
kyni
skulu
fáa
líknandi rættindi sum mað-
ur og kona. Tað kemur ikki
undirritaða við, hvat onnur
gera ella hvussu tey liva,
men um lógir landsins
verða soleiðis, at tær bein-
leiðis elva til fremjan av tí,
ið Guds orð staðiliga ávarar
ímóti, tá verður av sonnum
grund til at siga, grát mítt
elskaða land. Tak til dømis
hesi brotini úr Nýggja
Testamenti úr 1. kap. í
Rómbrævinum. Hóvast tey
kendu Gud ærdu tey hann
ikki..... Tí gav Gud tey upp
í hjartans lystir teirra til
óreinsku, til at vanæra
likam síni hvørt við øðr-
um..... til vanærandi lystir:
Tey.... ærdu og dýrkaðu
skapningin fram um skap-
aran......
kvinnur
teirra
skiftu hin náttúrliga um-
gangin um við tann, ið er
ímóti náttúruni, somuleiðis
hildu mennirnir uppat við
hinum náttúrliga umgang-
inum við kvinnuna og
brendu í lystum sínum hvør
eftir øðrum- og fingu á sær
sjálvum lønina fyru villu
sína.-
Ikki so sjáldan síggja vit
at flokkar vilja grunda sín
politik á humanismu, og
síðani verður ført fram, at
hetta fellur væl í tráð við
kristindómin, tí Jesus hevur
jú sagt, tú skalt elska næsta
tín sum teg sjálvan. Jesus
var spurdur, hvat er hitt
størsta boðið, og svaraði.
Tú skalt elska Harran Gud
tín av øllum hjarta tínum,
av allari sál tíni og av øllum
huga tínum. Hetta er hitt
stóra og fyrsta boðið. Men
annað er hesum líkt. Tú
skalt elska næsta tín sum
teg sjálvan. Á hesum báð-
um boðum hvíla øll lógin
og profetarnir.
Legg til merkis at hetta
seinna dámar humanistun-
um væl at endurgeva. Tað,
sum Jesus nevnir fyrst og
leggur størstan dent á, verð-
ur snildisliga tagt burtur,
skapningurin verður settur
fram um Skaparan. Hesum
ávarðar Guds orð eisini
ímóti (jfr. t.d. Skriftbrotið
omanfyri)
Sjómannafrádráttur
Í Miðflokkinum er eingin
ivi um at sjómannafrádrátt-
urin eigur at verða varð-
veittur, tað tykist, sum hetta
er ilt hjá mongum heima-
fólkum at skilja. Øll eru
samd um, at fiskiríkidømi
okkara er ogn Føroya fólks.
Men vit mugu minnast til,
at hetta ríkidømi okkara
svimur ikki sjálvt upp á
land, vit fáa ikki hendur á
tí, um ikki onkur er til
reiðar at ofra stóran part av
sínum
privatlívi.
Hvat
høvdu t.d. skrivstovufólk
sagt, um tey noyddist inn á
skrivstovuna 1. januar, síð-
ani verða dyrnar læstar, og
tey noyðast at verða á
arbeiðsplássinum til 1.
apríl, arbeiða hart arbeiði í
minsta lagi 12 tímar um
samdøgri allar sjey dag-
arnar í vikuni, telefon-
stuðulin røkkur til eina
stutta samtalu um vikuna,
ringir tú meir enn tað, skalt
tú sjálvur gjalda í dýrar
dómar. Høgtíðir heima,
merkisdagar í familjuni
stevnir,
jarðarferðir
og
mangt annað, heimafólki
kann fara til, mást tú vera
fyri uttan, innilæst á skriv-
stovuni. Men um tey nú
fingu
15%
skattalætta,
hevði tú so gótikið alt hetta
???
Er svarið ja, so fá tær
læknaváttan, keyp olju-
buksir og aðra útgerð og far
til skips.
Samferðsla og
økismenning
Fast samband, har tað er
gjørligt, er rætta loysnin,
men hetta krevur skilagóða
tilrættalegging og gott sam-
anhald. P/f Vágatunnilin
royndist ein skilagóð loysn,
men hví verður nýtt parta-
felag sett á stovn til at
byggja og reka Norðoya-
tunnilin, vit áttu at lagt hesi
bæði feløg saman í eitt
felag og lati tað fingi til
uppgávu at bora, riki og
fíggja undirsjóartunlar um
alt landi. Her ræður um at
vísa samanhald, Vit kunnu
hóskandi nýta SEV sum
fyridømi, navnið merkir
Streymoy,
Eysturoy
og
Vágar, men allar Føroyar
komu uppí og el-útbygg-
ingin varð framd um alt
landið, og øll fáa streym
fyri sama gjald, tað hevði
verið ógjørligt uttan sam-
anhald. Vit kunnu uttan iva
útbyggja
okkara
fast-
samband eftir sama leisti,
til koyrandi verður Úr
Svínoy til Gásadals og úr
Sumba til Viðareiðis.
Um ikki partar av land-
inum skulu gerast eftirbátar
mugu vit seta okkum hetta
sum mál.
Familju og sosialmál
Familju heilsu og sosialmál
hava verið og eru framvegis
hjartamál miðfloksins. At
tryggja vælferð og rættindi
hins einstaka frá gitan til
grøv. Mong foreldur stúra
fyri eykaútreiðslunum, ið
standast av at bera børn í
heim, tað hevði ikki verið
meir enn rímuligt, um
landið heilsaði hvørjum
nýføðingi vælkomnum við
eini vøggugávu uppá 10
000 kr. Umleið 800 nýggjir
borgarar síggja dagsins ljós
í Føroyum um árið, tað
hevði verið ein árlig út-
reiðsla fyri landið uppá 8
mill. kr. og hon átti at komi
fram um mangt annað á
fíggjarlógini.
Ein gloymdur bólkur av
borgarum eru tey sum í
hesum árum náa pensións-
aldur og onga pensión hava
uttan fólkapensión, hava
hesi ein hjúnafelaga, sum
hevur inntøku, fáa tey bert
grund-upphæddina (4 000
kr um mánaðin). Hesi sum
hava goldið skatt síðan tey
vóru 14 ár hava uppiborið
betri viðferð, hava verið
skattgjaldarar í meir enn 50
ár. Er hjúnafelagin t.d. 10
ár yngri, mugu tey bíða, til
tey eru 77 ár eftir at fáa
fullan ágóða av fólkapen-
siónini. Hevur nakar hoyrt
um ein akademikara, sum
fær niðursetta pensión tí
hjúnafelagin hevur inntøku,
hóvast nógvir akademik-
arar eru ikki skatgjaldarar
meir enn umleið 30 ár.
Vinnulív og útbúgving
Okkara náttúrugivna fiski-
ríkidømi og alimøguleikar,
ið vit eru signaði við frá
Skaparans hond, eiga vit at
fara væl um og hava í huga,
at eisini komandi ættarlið
skulu
kunna
gagnnýta
somu møguleikar. Fiski-
dagaskipanin hevur roynst
stak væl sum stýrisamboð
og eigur tí at verða varð-
veitt, vónandi hava vit
skjótt nóg góðar royndir, ið
kunnu nýtast til at seta í
verk eina hóskandi stýring
innan alivinnuna soleiðis,
at vit í mest møguligan
mun sleppa undan sjúkum
og trupuleikum, ið standast
av ovurtrýsti á aliøkini.
Vinnuútbúgvingar
á
sjógvi og landi eiga vit at
raðfesta ovarliga, tað hevur
víst seg í meir enn einari
kreppu, at gott var at eiga
góðar kreftir í landinum,
ikki minst fólk, sum ikki
fýra fyri at fara uttanlands
at forvinna pening til land-
ið, tað vóru slík, íð løgdu
lunnar undir endurnýggjan
av fiskiskipaflotanum í 50
unum, og tað vóru í stóran
mun slík, íð avmarkaðu
kreppuna í 90 unum.
Vilja tit fólki og landi
væl, so farið mannsterk og
velji Miðflokkin 20. Januar.
Gud signi Føroyar mítt
land.
VALGREINAR
Sjálvbjargnar og
frælsar Føroyar
Haldur Vang
Valevni Fólkafloksins í
Eysturoy
20. januar komandi skulu
vit so aftur einaferð til
valborðið, at velja um-
boð á Føroya løgting.
Fólkaflokkurin bjóðar
seg fram við góðum
treysti, og ivast ikki í
fólksins undirtøku, so
hann framvegis kann
mynda landsins stjørn,
sum hann virðiliga hevur
prógvað, at hann er fult
førur fyri.
Fólkaflokkurin
vil
framvegis miðvíst ar-
beiða fram móti einum
sjálvbjargnum og fræls-
um Føroyum.
Einum fríum og fræls-
um Føroyum, í góðari
samvinnu við okkara
norðurlendsku grannar.
og heimin annars.
Fólkaflokkurin
vil
virka fyri at Føroyar
framvegis vera eitt gott
og virðiligt land at liva í,
hjá øllum landsins borg-
arum.
Viðvíkjandi vinnuni er
aðalhugsjón fólkaflok-
sins, at vinnan skal klára
seg sjálv, uttan almennan
stuðul, við at geva vinn-
uni so góð kor, so hetta
kann lata seg gera
Eg eri kortini av teirri
áskoðan, at vit eiga at
tora at veita vinnuni
kreppuhjálp í avmarkaða
tíð, um so skal vera, og
harvið varveita virðis-
mikil vinnutól, ið annars
gleppa okkum av hond-
um, til óbótaligan skaða
fyri land okkara fram-
yvir. Tí uttan vinnutól
onga vinnu, og onga væl-
ferð.
MVG lógin er nú so
innanholað, at hon er ein
ein rein junglulóg, at
umsita hjá arbeiðsgevar-
um, her er alneyðugt við
broytingum. Fólkaflokk-
urin vil arbeiða fyri at
MVG
lógin
verður
broytt, so hon verður
einklari og betri at um-
sita, og um møguligt at
lækka MVGið. Vit hava
sum kunnugt hægsta
mvg í øllum Europa,
helst í øllum heiminum.
Sum eitt av valevnum
fólkafloksins vil eg heita
á teg góði veljari, at vera
við til at seta ein sterkan
fólkaflokk á ting, við at
fara á val og seta kross
við lista A, fólkaflokkin,
ella við eitt av valevnum
floksins.
Til seinast fari eg at
ynskja Føroya fólki eit
gott val, og Harrans sign-
ing yvir land og fólk.
Edvin Joensen
valevni Javnaðarfloksins í
Eysturoy
Eitt av eyðkennunum hjá
undanfarnu samgongu er
vantandi stýring.
Eitt dømi um hetta er
kreppan í rækjuvinnuni.
Rækjuflotin hevur farnu
árini ført hópin av peningi
til landið, og menn hava
gjørt stórar íløgur í hesa
vinnu. Hesi skip hava
vunnið sær rættindi í
fremmandum sjóøki, rætt-
indi, sum eru mist tann dag
henda vinna heldur uppat,
og rættindi, sum vit einki
hava goldið fyri. Hesir
menn hava víst stórt hegni
til at laga seg til nýggjar og
broyttar umstøður, og hóast
hesin floti hevur havt nøkur
rakár, so vita vit ikki enn,
um honum kundi verið lív
lagað, um vit høvdu styrkt
honum kappingarførið eina
tíð.
Undanfarna samgonga
hevur ført ein, eg vil kalla
betongdogmatiskan poli-
tikk, sum minnir okkum á
Rusland í farnum tíðum.
Stuðul skal ikki latast,
punktum. Men hvat við at
stýra? Teir vóru jú settir til
at stýra landinum.
Eg ivist ikki í, at um
rækjuflotin hevði fingið
somu sømdir í Føroyum,
sum Mærsk fær í Danmark,
so hevði tað verið ein stórur
bati. Allar manningar hjá
Mærsk sigla undir DIS
skipanini, og spara harvið
reiðarínum
stórar
upp-
hæddir. Eg dugi ikki at
síggja, at hvørki Mærsk
ella Danmark eru verri
farin av tí. Aðrir hættir tað
almenna kundi brúkt, til at
lætta hesum flota um út-
reiðslur hansara, hava eisini
verið nevndir.
Í staðin hendir tað sama
sum fyri 10-15 árum síð-
ani. Tey nýggjastu og mest
framkomnu skipini fara
fyrst, og hóra nøkur undan,
verða tað tey elstu og
vánaligastu skipini, ið ikki
kunnu kappast við onnur.
Rækjuflotin
Besta Boðið er Miðflokkurin
C
M
Y
K
43
42