týsdagur 13. januar 2004síða 23
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 7 - 13. januar 2004
Nr. 7 - 13. januar 2004
45
Elna Skylv Hansen
valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymoy
Í Føroyum hava vit altíð
tikið fyri givið, at her er
reint. Men ikki alt sæst við
berum eygum, tá talan er
um dálking.
Vit hava fingið eina
Umhvørvisverndarlóg
í
1988.
Broytingar
eru
komnar í seinni eins og
kunngerðir. Hetta er fyrsta
stigið á vegnum.
Vit eiga at dagføra hesa
lóg, so at vit tryggja okkum
og teimum, ið eftir okkum
koma,
at
føroyska
umhvørvið er og verður
reint.
Bæði fyri okkum og tað,
vit liva av, er umráðandi, at
alt okkara umhvørvi er
reint. Vit eiga tí at taka til
eftirtektar tey tilmæli, sum
vórðu borin fram í frá-
greiðingini um útlát í
Føroyum frá 1990-2001, tí
vit dálka luft okkara í alt ov
stóran mun.
Eisini fyri ferðavinnuna
er umráðandi, at okkara
umhvørvi er reint, tí júst
tað reina havið, reina luftin
og
reina
náttúran
fáa
ferðamannin at venda eygu
síni henda vegin og velja
sær Føroyar sum ferðamál.
Henda vinna, sum skapar
arbeiði í nógvum liðum í
okkara
samfelagi
s.s.
matstovur og gisting, hevur
møguleikar fyri vøkstri.
Besta ‘trekplástrið’ eru tær
reinu Føroyar, eisini tí eiga
vit framhaldandi at tryggja
okkum, at vit hava eitt reint
og ódálkað umhvørvi.
VALGREINAR
Eg vil virka fyri...
Rúna Sivertsen
Valevni Fólkafloksins í
Norðoyggjum
• tað skal loysa seg betur
at arbeiða og meiri skal
verða eftir av lønini
• tað skal vera minst líka
hugaligt at tjena sein-
asta krónuna, sum ta
fyrstu.
• skattur
og
avgjøld
skulu lækka
• skatta- og almanna-
lógir skulu vera so
familjuvinarligar, sum
gjørligt.
• hjún við bert einari
inntøku skulu hava
sama rætt, sum tey við
tveimum inntøkum.
• barnafrádrátturin skal
støðugt hækka
• foreldur skulu sjálvi
kunna velja, um børn
teirra skulu ansast á
stovni ella heima.
• barnaansing skal fylgja
barninum, soleiðis at
mammur, ið ynskja at
verða heima hjá børn-
unum, skulu fáa stuð-
ulin útgoldnan
Hjálp til barnafamiljurnar
Hvat við at tikið
MVG’ið av
barnaklæðum?
Jónfinn Olsen
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Tað verður nógv tosa um
at hjálpa barnafamiljum
her á landi, men tað
tykist sum um, at tað ið
barnafamiljurnar
eru
stórnýtarar av verður
dýrari og dýrari sum tíðin
líður. Nú er mjólkin
dýrkað.
Hvat verður tað næsta?
Nei, ongin veit at siga frá
hvat liggur fjalt aftanfyri
næstu kalendaralúkuna.
Barnaklæðir og barna-
skógvar alt ov dýrt.
Skalt tú út at keypa
klæðir til smá børn, er
prísurin
næstan
tann
sami, sum tá tú keypur
plaggið til vaksin fólk.
Tað sama er galdandi við
barna skóm, so at siga.
Latið okkum hjálpa
barnafamiljunum á ein
øðrvísi hátt.
Latið okkum hjálpa
barnafamiljunm við at
gera tað bíligari at keypa
pløgg, skógvar, blæður
og mjólkaúrdráttir til
børn teirra. Hetta kann
gerast við at gera undan-
tak í MVG-lógini og gera
hesar vørur MVG-fríar.
Peningurin, ið kemur
minni inn, verður vunnin
á øðrvísi hátt.
"Hesin peningur, sum
landi so missur, kundi
verði fingin til vega á
annan hátt. Tað kundi
veri seg við at lagt eitt
eyka avgjald á vørur, ið
ikki eru so umhvørvis-
vinarligar. So høvdu vit
við hesum fingið fólk at
keypt meira umhvørvis-
vinarlig produktir og
harvið fingið eina hug-
burðsbroyting í fólkið".
Aðrir møguleikar eru
sjálvsagt eisini tilstaðar,
sum eg havi víst á í
øðrum blaðgreinum sum
eg havi skriva.
Góðu
Føroyingar
stuðlið okkum, í at gera
eina roynd at stuðla
tykkum. Gott val, vel
Miðflokkin, X við lista
H. Ella undirritaða.
Bergur Bærendsen
valevni fyri Fólkafloksins í
Suðuroy
Nóg so torskild yvirskrivt
heldur tú kanska, men bíða
nú eitt sindur.
Søgan sigur okkum, at
Suðringar gjarna hava verið
í fremstu røð, tá talan hevur
verið um at verja føroysk
áhugamál, og ikki minni tá
talan hevur verið um mál
Suðuroynni at frama. Teir
sum tá stóðu í fremsu røð,
vístu fegnir, hvat og hvønn
teir vardu. Teir vístu hetta í
verki.
Flyta vit okkum frá hes-
um forna veruleika, fram til
dagin í dag, sæst ein øðrvísi
mynd. Í dag eru fólksins
útvaldu tingmenn – teir
sum skulu verja borg og
laða niður garðar, umboð-
andi Suðuroynna, at síggja
her suðuri, nakað sum lundi
jólanátt.
Hvat er Suðuroyggin
uttan suðringar? Gesta-
blídni trýtur sum verða man
ikki her; norðingar, føroy-
ingar og annað gottfólk, eru
sjálvandi meiri enn væl-
komin at verða og virka
her, saman við okkum.
Høvdu bara okkara egnu,
okkara fólkavaldu, vilja
støðast her hjá okkum.
Einki er at undrast á, at teir
ikki arbeiða saman, Suður-
oynni at gagni. Teir finna
helst ikki hvønn annan.
Hvar er nú teirra bústaður.
Her ella har? Hvør veit?
Fyri at snara hesum meiri
á framtíðardám, má eg so
spyrja! Kann hetta halda
áfram?; skal hetta verða so?
Og svari er sum verða man,
NEI!. Øll vita vit, at øðrvísi
og betri kundi støðan verið.
Suðuroyggin hevur nú,
meiri enn áður, tørv á fólki,
sum hevur sítt dagliga virki
í oynni, millum fólki, á
staðnum, til taks! Hvat
annað er rímiligt?
Góðu Suðringar, fari á
val 20 január og brúki
tykkara
møguleika,.
at
vinna Suðuroynni verulig
umboð.
Heðin Mortensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Enn eina ferð er eldraøkið
eitt av stóru evnunum í val-
stríðnum, og tað er heldur
ikki so løgið. Her er snøgt
sagt einki hent!
Undir teimum báðum
síðstu landsstýrissamgong-
unum hevur so dyggiliga
verið arbeitt skeiva vegin,
at hetta nú av álvara er farið
at merkjast. Ikki so mikið
sum eitt einasta ellis- og
røktarheim hevur sam-
gongan fingið bygt.
Taka vit bara tann partin
av ríkisveitingini, ið sam-
gongan tveitti frá sær, so
kann eg upplýsa, at fyri
hesar pengarnar kundu vit
fingið røktarpláss til 400 av
okkara gomlu. Men har er
einki hent!
Hesi farnu árini hava
verið eitt stórt vónbrot, tí
hóast samgongan í tveim-
um umførum hevur sett sær
fyri at arbeiða fyri størri
sjálvbjargni
og
einum
styrktum búskapi, hevur
meinigi føroyingurin ikki
kent nakran ágóða av hes-
um.
Tvørturímóti eru tey for-
sømd, ið meiri enn nakar
hava brúk fyri flógvum og
hjálpandi hondum. Tað er
ikki bara á ellis- og røktar-
økinum, at tað hevur haltað
hjá landsstýrinum, tí innan
fyri heilsu- og almanna-
verkið sum heild hevur
gingið skeiva vegin.
Tí er stundin komin, at
vaktarskifti verður í Tinga-
nesi, so samfelagið aftur
kann fáast á rætta kós og
hugsast kann um tey virði,
ið veruliga hava týdning.
Vit kunnu bara spyrja okk-
um sjálvi: Hvør vil vera
forsømdur?
Sambandsflokkurin rað-
festir eldraøkið og heilsu-
økið í fremstu røð, tí megna
vit ikki at skapa teimum
vælferð, ið undan hava
gingið, eiga vit hana ikki
uppiborna sjálvi!
Jan Højgaard
valevni Miðfloksins í
Eysturoy
Vit í Miðflokinum halda, at
ein uppgerð við ALS eigur
at verða gjørd. Tað vil siga,
at um ALS ikki vil gjalda
arbeiðsleysum fiskimonn-
um, ið eru arbeiðsleysir eitt
tíðarskeið, eiga fiskimenn
saman við eitt nú vinnu-
rekandi, tað verið kiosk-
eigarar ella útrórðamenn og
tey, ið eru fyri vanbýti í
ALS at fáa egna arbeiðs-
loysistrygging. Eisini eigur
ALS at gjalda teimum
bólkum, ið hava verið fyri
vanbýti pengarnar aftur, tí
hesir bólkar eru tvungnir
uppí ALS, uttan at teir hava
fingið nøktandi rætt til út-
gjald. Hetta ið fram er
farið, verður í Samfelags-
læruni rópt Meirilutadik-
tatur og er reguler kúgan av
einum
samfelagsbólki.
Eisini vilja vit skipa so fyri,
at vinnurekandi og útróð-
rarmenn fáa sjúkrapengar,
uttan at skula selja vinnu-
tólið, ið skal vera teirra
livibreyð, aftan á at tey eru
komin fyri seg. Vit vilja
hjálpa teimum veiku í sam-
felagnum. Pensjón til pen-
sjónistar óskattað, skatta-
lætta til arbeiðisfólk, geva
teimum betri møguleika at
verða hoyrd, og geva teim-
um
lágt
løntu/lesandi
mammunum somu rætt-
indi, sum tær høgt løntu
mammunar
hava. Allir
borgarar líka fyri lógini.
Uppgerð við ALS
Hvør vil vera forsømdur?
Hvat er Suðuroyggin uttan suðringar?
(hvat eru Føroyar uttan føroyingar?)
Reint umhvørvi, - nú og framyvir
Edmund Joensen
Klondyke ella svartasta
Afrika
Ein korruptiónsserfrøðing-
ur úr Transparency Inter-
national hevur fyri stuttum,
út frá 18 fjølmiðladømum
síðan1998, øll tikin bein-
leiðis frá føroysku fjølmiðl-
unum, gjørt eina meting av
okkara kæra føðilandi Før-
oyum. Dómurin er greiður
og ljóðar soleiðis. "Hesi
fjølmiðladømini geva eina
mynd av Klondyke ella
svartasta Afrika. Ikki
einum nýmótans demo-
krati".
Ongantíð aftur
Orðini „ongantíð aftur"
vóru "sloganið" hjá før-
oyskum politikarum aftaná
at Føroyar í 1992 vórðu
farnar á húsagang.
Tað vóru ikki politikar-
arnir, men táverandi polit-
iska skipanin, sum fekk
skyldina fyri húsagangin.
Tað søgdu í hvussu so er
politikararnir.
Vit máttu hava nýggja
skipan sum forðaði fyri
endurtøku av sorgarleikin-
um.
Nýggja skipanin
Tvey løgting samtyktu eina
nýggja stýrisskipanarlóg.
Tað fráfarandi áðrenn valið
í 1994 og tað nývalda løg-
tingið eftir valið 1994.
Gildiskoman var sett til
1995 og 1996.
Tað
altavgerandi
við
nýggju skipanina var at
innføra sanna og reinføra
parlamentarismu. Annað
og líka týdningarmikið var
at ábyrgd og mynduleiki
skuldi
fylgjast.
Greitt
ábyrgdarbýti ímillum løg-
ting og landstýri. Ongin ivi
skuldi vera um hvør hevði
ábyrgdina. Løgting og
landsstýri skuldu nú halda
hvønnanan í skák so skip-
anin altíð varð hildin.
Løgmaður fekk meira
vald bæði saman við løg-
tinginum og sjálstøðugt.
Landstýrismenn, sum fyrr
vóru valdir av løgtinginum,
vóru eftir nýggju skpanini
settir í og loystir úr starvi av
løgmanni. Tað var í grund-
ini lættari at skifta lands-
stýrismenn út enn vanlig
starvsfólk. Alt var gjørt
eftir "kunstins reglum",
sum tikið verður til, fyri at
liva upp til tað besta sum
uppnáast kundi sammett
við tey londini, vit vanliga
sammeta
okkum
við.
Londini sum eru kend fyri
sanna og reinføra parla-
mentarismu.
Flestu okkara sótu eftir
við tí kenslu, at løgtingið
og
politisku
flokkarnir
høvdu gjørt eitt væla ar-
beiði, at okkara amboð og
skipan vóru minst líka góð
sum hjá grannalondunum.
Harumframt
høvdu
vit
strammað reglurnar eina
ella tvær tenn eyka við
vilja. Alt samalt við tí í
hyggju, at nú skuldi skil
koma á. Nú skuldu Føroyar
ongantíð aftur koma í ta
vanæruligu støðu yvir fyri
restini av heiminum.
Lógarkarmurin er bert
byrjanin. Líka týdningar-
mikið er, at teir politikarar,
sum skuldu umsita lógirnar
frá byrjanini, evnaðu at
leggja eina siðvenju sum
livdi upp til ætlanirnar við
lógarreglunum.
Øll byrjan er trupul
Øll byrjan er trupul, men
hóast tað, so eydnaðist tað
landstýri og løgtingi frá
1994 at leggja eina sið-
venju sum samsvaraði við
skrivaða orðið. Fíggjar-
lógararbeiðið batnaði ár um
ár. Eykafíggjarlógirnar
vóru komnar niður á eitt
sera hóskandi støði. Eyka-
fíggjarlógin seinasta heila
árið hjá samgonguni 1997
var minni enn 12 mij/kr.
Landstýrið og løgtingið
høvdu lagt eina siðvenju,
sum samsvaraði við ætlan-
ina við samtyktu stýris-
skipanarlógini. Lóg og
landaskil valdaðið aftur.
Onkur
landstýrismaður
reyk av í svinginum eisini.
Nú sær verri út
Hóast eftirkomandi lands-
stýrir og løgting fingu eina
samlaða virkandi skipan á
einum silvurfati, sær út til
at teir hava mist alt á gólvi.
Politiskt verður parlamen-
tarisman misbrúkt til m.a.
at keypa sær tað vald, sum
ikki fekst við valið.
Sum dømi kann nevnast,
at núverandi løgmaður hev-
ur í fyrru samgongu selt
sjálvstýrisflokkinum tvey
stór málsøkir fyri sjálvur at
koma til valdið. Ì núver-
andi samgongu er sami
flokkur adopteraður og
taldi bert við í eini sam-
gongu saman við flokkin-
um hjá løgmanni sjálvum.
À henda hátt er nú
blokerað fyri fríðari parla-
mentarismu. Keyp og søla
av flokkum fyri skatt-
gjaldaran pening er nú ført
inn í skipanina. Tað var
ikki ætlanin, heldur ikki
millum linjurnar í lógar-
tekstinum.
Eykafíggjarlógirnar eru
nú aftur dagligur kostur og
eru tær samanlagt vaksnar
ár undan árið. Td. vóru tær
árið
2002
heilar
230
mió/kr. og 2003 uppaftur
størri heilar 250 mió /kr.
Landstýrismannaábyrgd
er longri burtur enn ein
býður í Kina. Vit hava verið
vitni til at landstýrismaður
var sitandi sjálvt um hann
var skuldsettur fyri brots-
verk av ringasta slag, og
sum aðrastaðir hevði ført til
fráseting beinanveg.
Vit hava verið vitni til
mong handasløg av skuld-
setingum mótvegis lands-
stýrismonnum, uttan av-
leiðingar, eisini ímóti
sjálvum løgmanni. Hetta
hendi Òlavsøkudag á 150
ára degnum fyri endur-
stovnanini av løgtinginum.
Enn hevur ongin rætt hond
frá síðu fyri at hondhevað
tað, sum ætlanin var við
nýggju skipanini.
Úrslitið er ófrættakent
Ein fær varhugan av at før-
oyingurin hevur givið upp,
og at fólkið hevur vant seg
við at liva undir heilt øðr-
um politiskum viðurskift-
um enn teimum sum gald-
andi eru i okkara granna-
londum.
Meðan vanligi føroying-
urin eftir øllum at døma
gerst alt meira "apatiskur"
eru útlendingar byrjaðir at
varnast óskilið.
Ein altjóða stovnur setti
fyri stuttum fram harðar
skuldsetingar móti Føroy-
um. Hetta átti ikki at kom-
ið sum nakar størri hvøkkur
fyri teir føroyingar sum
hava fylgt við, hava sæð øll
dømini um hvønn veg tað
bar. Skipanin er nú so mis-
brúkt og útholað at hon
hevur mist tað besta av sín-
um upprunaligu týdningi
og sína ætlaðu megi.
Fyri Føroyar er tað sum
hent er onki minni enn ein
vanærulig skomm og bøtist
bert aftur um løgtingið ger
sína skyldu.
Dómurin frá umheim-
inum eri ikki minni
óhugnaligur
"Hesi fjølmiðladømini geva
eina mynd av Klondyke
ella svartasta Afrika. Ikki
einum nýmótans demo-
krati".
Sannast má, at ongin
skipan er betur enn tey sum
umsita hana gera hana til.
Tað er uppá hægstu tíð at
Sambandsflokkurin kemur
framat og fær rætta kósina
aftur á beint.
Karl Olgar Joensen
valevni Sambandsfloksins í
Norðoyggjum
Tað hevur verið sigur í Før-
oyum, at rætta eina hjálp-
andi hond har ið á stendur.
Hetta hevur eisini mangan
verið gjørt í politikki, t.d.
tá ið fiskivinnan ella partar
av fiskivinnuni hava verið
illa fyri. Eg hugsi her um
studning, stuðulslán o.s.fr.
Ymiskt hevur verið, hvussu
stuðulin
hevur
roynst.
Stundum hevur hann roynst
væl, aðrar tíðir minni væl.
Tað løgna er nú hent, at
orðið "stuðul ella studning-
ur" er gjørt til eitt ljótt orð
av sitandi samgongu. Tað er
ikki lukkuligt at taka hetta
orðið uppá tungu. Men
soleiðis hevur ikki altíð
verið, leita vit nøkur ár aft-
ur í tíðina, var studningur
eitt sera avhildið orð. Sagt
var, at tað skuldi bara
mangla, at fiskivinnan ikki
fekk nakað av peningi aft-
urborið. Tingmenn tosaður
nógv um afturbering til
fiskivinnuna. Sannast má,
at nógv kann broytast við
tíðini.
Tað stóra undrið.
Vit hava hoyrt, serliga
Tjóðveldisflokkin, tosa um
tað stóra undrið, sum hendi,
tá ið studningurin varð tikin
av, og at hetta var orsøkin
til fiskivinnan fór at blóma
sum ongantíð áður.
Hetta er ikki rætt, tí or-
søkin var fyrst og fremst, at
fiskiskapurin gjørdist góð-
ur, fiskaprísirnir met høgir,
rentan lág og oljuprísurin
nøkunlunda støðigur. Hetta
eru viðurskifti, sum vit í
Føroyum als onga ávirkan
hava á men eru noydd at
laga okkara landshúsarhald
eftir.
Tann góði byrðurin, ið
verið hevur seinastu árini,
er ikki so góður longur.
Rækjuprísurin er farin í
botn, og øll rækjuvinna er
við at fara av knóranum -
legg merki til - hóast henda
vinnan ongan studning fær.
Men tey, sum sita í sam-
gonga í dag, kunnu einki
gera, tí ein má ikki siga ljót
orð sum stuðul og studning.
Sjálvsagt er tað best fyri
allar partar, at fiskivinnan
klárar seg uttan stuðul, men
Sambandsflokkurin
er
sinnaður at rætta eina hjálp-
andi hond tá ið á stendur.
Vit vilja geva tíðaravmark-
aðan stuðul til - í hesum
førinum rækjuvinnuna -
ístaðin fyri, at offra hesi
stásiligu førini í okkara
fiskiflota og tveita 100-talls
arbeiðspláss burtur. Sam-
bandsflokkurin legði tí
uppskot fram um FAS-
skipan til rækjuflotan at
galda í eitt 2-ára tíðarskeið,
men tíverri fall uppskotið.
Einki
bjargingaruppskot
kom frá samgonguni og
sigur hetta nakað um lítla
áhugan fyri fiskivinnuni
hjá meirilutanum á løg-
tingi.
Grundarlagið ridlar
Fyri mongum árum síðan
segði ein tingmaður, at
okkara samfelag hevur trý
bein at standa á: Ríkis-
stuðul, heimafiskiskapur
og fjarfiskiskapur. Síðan tá
hava vit fingið eitt bein
afturat, og er tað alivinnan.
Ein stórur trupuleiki í
dag er, at hesi beinini, sum
skulu bera okkum uppi, nú
eru viknaði. 360 mill. kr.
eru høgdar av árligu ríkis-
veitingini, og rækjuvinnan
og alivinnan eru í kreppu.
Hetta er ein álvarsom støða,
tá hugsað verður um,
hvussu dýrt okkara samfe-
lag er vorðið at reka. Um
henda skeiva gongdin ikki
verður steðgað, so er vandi
fyri, at alt samfelagið verð-
ur rakt.
Sambandsflokkurin hev-
ur sett sær fyri at gera nak-
að við hesi viðurskifti. Fáa
vit undirtøku frá veljarun-
um, taka vit róður í hond
eftir valið. Flokkurin fer at
virka fyri tryggleika, fram-
burði og vælferð fyri allar
føroyingar, og vit biðja um
tygara hjálp til tað.
VALGREINAR
Tíverri eingin fusari
Tað var tíverri eingin
fusari, tá víst varð á
vánaligu støðuna í
heimarøktini í sjón-
varpssendingini
sunnukvøldið 4. januar
Edvard Joensen
valevni Javnaðarfloksin
í Vágum
Tað hevði betri verið, at
tað var so, at heimarøktin
var ein sólskinssøga, sum
Sámal Petur í Grund so
»skinhelligur«
leggur
upp til í valgrein í
Dimmalætting 9. januar,
har hann við støði í við-
urskiftunum á eldraøki-
num biður fólk um ikki
at taka málið upp!???
Men nøkur sólskins-
søga er hetta tíverri ikki.
Og har eigur Sámal Petur
í Grund, sum stuðul hjá
fráfarnu samgongu, eis-
ini sín part av skuldini.
Tað hevur regluliga verið
víst á støðuna millum
valini, men av einihvørji
grund hava starvsfólk og
onnur ábyrgdarhavandi
ikki verið til at fingið orð
av.
Nú, eftir at val er út-
skrivað, er knappliga
onkur, sum tekur blaðið
frá munninum. Millum
annað okkurt valevni á
sama lista, sum Sámal
Petur í Grund er upp-
stillaður á. (Sosialurin 9.
januar
og
ivaleyst
Dimmalætting seinni.)
Kom ikki við slíkum
halgilótum Sámal Petur.
Kalla eina blæu fyri eina
blæu. Tá tú nevnir eitt
evni, eru menniskju knýtt
at tí.
Tit, sum aktivt hava
verið í politikki, eiga at
hava ringa samvitsku av
hesum málinum. Tað er
skilligt. Tí sum pension-
isturin í innslagnum hetta
kvøldið segði: »Teir eru
blíðir við okkum upp
undir val. Men fyrsta teir
eru valdir, so skíta teir á
okkum«.
Javnaðarflokkurin torir
at nevna hetta málið.
Hann torir at taka upp á
seg at rætta hetta upp-
aftur. Vit hava víst á,
hvussu tað kann gerast.
Veljarin fer 20. januar
at hjálpa okkum at gera
tað við at velja Javnaðar-
flokkin.
Ongin skipan er betri enn tey sum umsita
hana gera hana til
Er "studningur" bert eitt ljótt orð?
C
M
Y
K
45
44