Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 13. januar 2004 47 Kaj Leo Johannesen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Undirskotið á fíggjarlógini fyri 2004 verður millum 100 og 200 milliónir krón- ur, áðrenn avdráttir uppá góðar 100 milliónir. Við øðrum orðum verða millum 300 og 400 milliónir krónir í gjaldførishalli. Hetta er tann sokallaða skynsama fíggjarstýringin frá undan- farnu samgongu. Galoperandi útreiðslu- vøksturin frá 1998 úr 2,3 milliardum krónum upp í 3,5 milliardir svarar til eina øking uppá góð 50%. Um hetta skal eitast at vera ein ábyrgdarfullur og strammur búskaparpolitikkur, hvat er so ein sparing uppá 400 milliónir krónur frá 1994 til 1998? Tá vit tosa um mátar at fíggja samfelagið, so eru inntøkukeldurnar í dag blokkstuðulin og vinnu- lívið. Men tá blokkstuðulin er minkaður 366 milliónir krónur, skulu altso 366 milliónir fáast til vega, fyri at vit skulu fáa sama livi- støði. Hetta fæst ikki tilvega við herrópum og flosklum, men við atgerðum útfrá tí veruleika, vit liva í: • Vøkstur gjøgnum ar- beiðsmegina • Vøkstur Vøkstur gjøg- num íløgur • Vøkstur Vøkstur gjøg- num ígongdsetarar og kveikjarar • Vøkstur Vøkstur gjøg- num gransking og menn- ing • Vøkstur Vøkstur gjøg- num frælsar marknaðir Frá 1998 til 2004 hevur inntøkan av blokkinum, sum hevur skapt vælferð- ina, verið 5.012 millónir krónur, svarandi til sam- anlagt 20.048 ársverk fyri hesi árini ella 3.341 ársverk hvørt árið. Samstundis eru lán til danska statin goldin niður við brævalánum frá 3.351 milliónum krónum niður á 1.651 milliónir, sum aftur førir við sær, at brævalánið uppá 300 milliónir krónur er hækkað upp á 1.500 milliónir krónur. Her er eyðsæð, at ein heilt onnur og effektivari fíggjarstýring má til, um vit skulu fáa vent minus til pluss. Sambandsflokkurin hevur amboðini til hesa stýring, so tí er at geva flokkinum dyggan stuðul valdagin, so vit fáa brotið upp um armar og vent gongdini aftur rætta vegin. Soffi Egholm valevni Javnaðarfloksins í Norðstreymoy Psykiatriin í Føroyum er ein skammarblettur fyri okkara samfelag. Sálarsjúk í Føroyum eru goymd og gloymd og hava einki lívsvirði. Nógv er liðugviðgjørd og hava kortini verði noydd til at búgva á psykiatriskari deild í 30 ár, tí teimum vantar búðstað. Sálarsjúk hava havt sera lágan politiskan prioritet í øllum fyrrverandi sam- gongum. Galdandi psyki- atrilóg er frá 1938 og er út av lagi vánalig og ómenn- iskjanslig. Javnaðarflokkurin tekur NÚ tey sálarsjúku og tey avvarðandi alvorligt, og vil gera eina nýggja og tíðar- hóskandi psykiatrilóg. Tann nýggja lógin skal betra um øll viðurskiftini hjá sjúklingunum og eisini skapa størri opinleika í viðgerini. Samstundis skal hon seta krøv til tey, sum standa fyri viðgerðini og til politiska mynduleikan um at tryggja sømulig og tíðarhóskandi kor. Vit skulu kunna taka evnið psykiatri í okkara munn. Tað er uppá tíðina at hettar umráðið verður avmystifiserað soleiðis, at samfelagið á øllum økjum betri kann skilja støðuna hjá hesum sárbara bólki. Fortreydirnar fyri at betra um umstøðunar hjá teimum sálarsjúku, og hjálpa teim- um til at verða javnsett í samfelagnum, er at ein nýggj og tíðarhóskandi psykiatrilóg verður gjørd, skjótast til ber. Hetta er eitt av mínum hjartamálum, sum nú eisini er við í vælskránni hjá Javnaðarflokkinum. VALGREINAR Heimaútróður gevur arbeiðið til flestu hendurnar Jóanis Nielsen valevni Fólkafloksins í Vágum Útróðrarmenn siga, at ymisk sløg av fiskireið- skapi á sama øki, er sera óheppið. Tað kann vera gott fiskarí við snellu á einum øki í langa tíð, ja, alla vártíðina, men kem- ur lína inn ímillum, er tað sum kvett á stokkinum. Sama siga línumenn um trolið. Teir kunnu fiska nógv á somu leið, men so títt og knapt trolið kemur í nánd, og eisini tá ið veitt varð við gørnum, minkar fiskiskapurin niður í lítið og einki. Eisini ger man hvørjum øðrum ónáðir við ymiskum reiðskapi á sama øki. Økisfriðingarnar hava givið góð útslit. Týdningarmikið er tí at halda fast við, at ávís øki á grunninum, í ávís tíðar- skeið fyri ávísum fiski- reiðskapi, eru friðað. Her átti útróðrarmaðurin sjálvur at verið við at lagt sovorið tilrættis og skuldi verið spurdur til ráðs. Grunnar okkara eru so smáir og viðbreknir, at tað er týdningarmikið at fara væl um teir. Partar av várgrunninum eiga framvegis, í eitt tíðar- skeið, bert at vera loyvdir snellubátum, aðrir partar bara línubátum. Somu- leiðis átti trolingin á landleiðini ikki at nerva tey økir har sildafiskur verður veiddur um summarið. Snellu- og línuveiða. Snellu- og línuveiða oyðileggja ikki botnin og taka tey eisini minstu nøgd av fiski upp av grunninum, hesi arbeiðs- plass eru ikki so kapital- krevjandi, hvørki í rakst- uri ella útvegan. Fleiri hundra menn og kvinnur og ungfólk eru, og kunna verða knýtt at einum snellu- og línufiskiflota: Manningum umborð á bátinum. -Egnarar í landi, sum kunnu vera menn, kvinnur og børn.- Fólkið á virkjunum.- Harafturat gevur hendan vinnan bestu góðskuna, tí fiskurin verður ofta avreiddur sama dag, ið hann er veiddur. Bátar undir 30 fót úr fiskidagaskipanini Nógv tjak hevur verið um, hvørs smábátar skulu verða í fiskidaga- skipanini ella ikki, lands- stýrismaðurin arbeiddi nú við at fáa smábátarnar úr hesi skipan, ætlanin var at nýggja skipanin skuldi setast í verk 1. mars, tá ið nýggj loyvir skuldu útskrivast til bólk 5. Hetta verður gjøg- numført um Fólkaflokk- urin aftur fær ávirkan á fiskivinnupolitikkin. Trolaraflotin - ting- menn høvdu ikki rygg … Nøgdirnar trolaraflotin kemur við eru so stórar, at hesar høvdu vit ikki kunna verið fyriuttan. Tí skal arbeiðast fyri, at eisini hesin flotin fær bestu umstøður at virka undir. Fiskidagarnir eiga ikki at minkast meir. Seinasta minkingin, av samlaða fiskidaga-talin- um, uppá 1% kom ígjøg- num, tí at tingmenn ikki høvdu rygg at standa ímóti dómadagsfráboð- anini frá ICES, teir søgdu at teir vildu vísa "góðan vilja". Nei slíkt eru ikki fólk at standa á odda fyri landi okkara. X við Fólkaflokkin Borgan fyri fram- haldandi menning í VÁGUM Gott val Johan Dahl løgtingsmaður og valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Vit skulu øll gera okkum púra greitt at um vit ikki umskipa okkara skattaskip- an fundamentalt og hava ein heilt annan hugburð til vinnu og vinnuskapan enn tann verandi, so koma vit ongantíð longur enn til at verða eitt rávøruframleið- andi fiskivinnutjóð. Allir dreymar um BITLAND ætlanir, um KT- vinnu, um alternativar vinnur, - er einki annað enn tómt møsn so leingi vit hava verandi skattareglar og verðandi skattaskipan og ikki at gloyma hug- burðin. Sambandsfloksins mál er at taka leiðsluna av hesum landið aftan á 20 januar 2004 og málrættað byrja at gera broytingar sum koma at gagna øllum føringum. Vit koma virka fyri at: 1. Vøkstur gjøgnum ar- beiðsmegina: Virkini hava brúk fyri góðari arbeiðsmegi. Tí krevst ein vælvirkandi arbeiðs- marknaður og ein góð útbúgvingarskipan. Aft- urat hesum koma góðar og tryggar rammur, sum eggja fólki at arbeiða. 2. Vøkstur gjøgnum íløgur: Føroyar skulu vera eitt vinnuvinarligt samfelag at gera íløgur og at reka vinnu í. Her krevst ein vælvirkandi kapital- marknaður og góðar treytir til virkir, sum ynskja at spara upp og gera íløgur. 3. Vøkstur gjøgnum í- gongdsetara og kveikj- ara: Tað skal vera áhuga- vert og innbjóðandi at stovna og reka egna fyritøku. 4. Vøkstur gjøgnum gransking og menning: Neyðugt er at skapa góðar treytir fyri gransking og menning. Samstundis skulu vit gerast betur til at nýta granskingina og menn- ingina til at skapa vøkst- ur. 5. Vøkstur gjøgnum fræls- ar marknaðir: Kapping eigur at vera á øllum marknaðum. Monopol- marknaðir skulu frí- gerast innanlanda, og vit skulu virka fyri at fáa betri treytir á útlendsku marknaðunum. Skattaskipanin skal broyt- ast, - tað skal nevniliga altíð loysað seg at arbeiða, tað skal verða ein gleði at fara til arbeiðis hvønn dag uttan at skatturin skal etað alt upp. Saman við arbeiðs- marknaðinum og vinnuni vilja vit virka fyri skila- góðum loysnum, vinnuni, landið og fólkið at gagnið Alternativar vinnur fáa einans gróðarlíkini, um tann føroyska skattalógin verður broytt, so at føroy- ingar og onnur virkandi á landi fáa sama møguleikan sum í grannanlondum (les kappingarneytum) okkara at arbeiða í altjóða høpi. Virkir sum verða stovnað við alternativum vinnum, skal miðjast imóti at skula fáa eins góð skattlig viður- skifti í Føroyum sum grannalondunum vit komað at kappast við - t.d. Írland og Ongland. Um tú hevur áhuga at arbeiða í altjóða høpi, so eru Føroyar eitt út av lagi vánaligt land at búseta teg í við verandi skattaskipan - hetta vilja vit broytað. Vel SAMBANDS- FLOKKIN tann 20 januar 2004 vit eru trygdin fyri vælferðarsamfelagnum. Psykiatriin ein skammarblettur! Mennan av kt-vinnu og alternativari vinnu er neyðugt í framtíðar Føroyum Risastórt undirskot á fíggjarlógini 47 46 Nr. 7 - 13. januar 2004 VALGREINAR Jóhan Petur Johannesen Valevni hjá Sambands- flokkinum í Suðurstreymi Hvør er uppgávan hjá ein- um landi at umsita og hvør er uppgávan hjá privatum at umsita? Hetta er ein spurningur ið kemur fram javnan í poli- tikki, og ikki minst tá val stendur fyri durum, men tað tykir mær at vit í Før- oyum hava ringt vit at taka støðu til, hvat ið skal verða privat og hvat skal vera al- ment. Men tað er ongin loyna at tá tú stillar upp fyri Sambandsflokkin, at so er tað púra natúrligt at nøkur av teimum almenn parta- feløgunum skulu at privatar hendur, lat men geva nøkur dømi. Føroya Banki, tað er ikki ein almenn uppgáva at reka banka Atlantic Airways, tað er ikki ein almenn uppgáva at reka flogfelag Føroya Tele, tað er ikki ein almenn uppgáva at selja telefonsamtalur, Fax, inter- net, Televarp, men skal Føroya Tele deilast í tvey so at kervi kemur undir eitt alment partafelag, so tey sum kappast ikki hava fyri neyðini eitt nú at byggja hvør sítt net, sum t.d. sum vit hava við fartelenfon- netinum Hvat við stuðli til vinnuna? Í prinsippunum skal eingin stuðul veitast, men er vinna illa fyri í eitt, ella tvey ár og útlit eru fyri at venda kem- ur í, kann stuðul veitast, men tað skulu treytir fylgja við. 1. onki vinnigsbýti verður goldið fyri enn landi hevur fingið sítt aftur. 2. Tað almenn skal hava innlit í allan roknskap, tí at felagi er undir umsit- ing. 3. Eitt umboð fyri ta al- menna skal sita í nevndini Hetta skal alt gerast fyri at vit kunnu tryggja okkum at vit ein góða og sunna vinnu. Stuðul til vinnuna er vandamikil, um vit halda lív í vinnum, ið ikki kunnu yvirliva, tí skulu tær fáa ein virðiligan deyða. Nýggjar vinnur ? Tá vit so siga farvæl til eina vinnu so er møguleiki hjá okkum at siga góða dag til nýggjar, men tað tykist trupult hjá nýggjum vinn- um at fóta sær, hví so er, er ringt at siga, men tað er uttan iva tí at vit hava eina alt og stóra blanding ímillum alment og privat. Gunnar K Nattestad valevni Sambandsfloksins í Vágum Okkara rættarskipan skal eitast at tryggja at tann óseki ikki verður dømdur sekur. Men tá talan er um tey óføddu børnini, kunna vit í praksis taka lívið av øllum inntil tey eru 12 vikur gomul. Vit ógvast tá vit hoyra um, at fólk vera dømd til deyða fyri onkra brotsgerð, men hvat hugsa vit um at 10’tals av okkara egnu borgarum, verða av- lívað á hvørjum árið uttan at hava gjørt nøkrum nakað? Vit hava ikki deyðarevs- ing í Føroyum sigst, men hvat mundu tey óføddu sagt um tey kundu svara? Barn- ið við mongolismu, barnið ið er úrslit av eini neyðtøku ella barnið ið hevur for- eldur ið verða metta at vera socialt ella sálarliga illa fyri. Verandi lóg leggur upp til at hesi skula tínast um tey eru ófødd, men hjálpast sum best um tey eru fødd. Fyrstaflokks dupultmoral- ur!!!! Tað ófødda barnið má vera tað ósekasta vit kunna ímynda okkum. Allíkavæl betalir tað mangan við lívinum fyri foreldrana misstøk. Hvussu ber tað til at mannarættindini ikki røkka her? Hvat sigur m.a. Amnesty International til hettar? Hvussu kunna somu fólk, ið berjast fyri, at bjarga m.a. drápsmonnum frá deyðarevsing, sam- stundis heilhjartað tala fyri fríum fosturdrápi og enntá viðmæla hettar sum lið í bardaganum móti fólka- vøkstri og frígering av kvinnum? Ófødda barnið kann einki siga, kann ikki tala sína søk, argumentera og mót- mæla. Men er tað ikki júst her at MANNARÆTT- INDINI koma inn í mynd- ina, er tað ikki júst har tey veikastu hava sína verju? Vanliga kallað vit tey ið tala søk teirra veiku fyri stríðsmenn, men tey ið berjast fyri rættindi teirra óføddu, vera kallað fanatik- arar, kvinnu-niðurgerðarar og tað ið verri er. Í Europa og partvís í Før- oyum, óttast mong fyri tí fallandi barnatalinum og vaksandi talinum av eldri. Um vit hugsa okkum at øll ið eru dripin í móðurlívi vóru livandi borgarar í samfelagnum í dag, var hesin trupuleiki helst ikki til staðar. "Sum tú sáar, skal tú heysta" er gamalt og kanska er tað júst tað vit uppliva í dag! Lívið er ein menning frá gitnaði til deyða - men tað er líka nógv lív alla tíðina! Sjálvt um eingin sær nakað og rópini ikki hoyrast- so er lívið ið verður tikið hitt sama og deyðin er líka veruligur. Mín vón er at vit vilja geva okkara óføddu somu rættindi sum okkum føddu. Lat okkum úr øllum flokk- um standa saman um at verja tey veikastu í okkara samfelagi. Jógvan Arge Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Nú kom ein onnur síða av Miðflokkinum undan kavi. Hann tekur ikki undir við teimum sømdum, sum eru ætlaðar mentanarlívinum í Føroyum, og vil skerja játt- anirnar. Tjóðveldisflokkurin tek- ur ikki undir við, at Tjóð- pallur Føroya verður strik- aður. Vit taka heldur ikki undir við at skerja møgu- leikarnar hjá øðrum lista- fólkum og neyðugum stovnum. Tvørturímóti stremba vit eftir at skapa teimum betri umstøður fyri menning og virksemi. Tjóðveldisflokkurin stendur fyri einum virknum mentanarpolitikki, tí ment- anin er sjálvt grundarlagið undir tjóðini og lívinum hjá hvørjum einstøkum. Mentan er at skapa, end- urnýggja og viðgera fekags virði í samskifti millum menniskju. Føroyskt mál og føroyska mentan hava ment seg við miðvísum stríði og fótað sær mótvegis øllum forsag- num í nútímans samfelag- num. Nú standa vit mitt í nýggjum avbjóðingum, har vitanar- og kunningar- samfelagið er veruleiki og føroyingar skula virka sjálvstøðugt í altjóða sam- starvi. Tjóðveldisflokkurin rek- ur ein miðvísan mentanar- politikk, sum leggur dent á: at vit dubba okkum ment- anarliga til tess at møta nýggju avbjóðingunum at vit sum lítil tjóð nýta størri part av landsins fíggjarlóg til mentamál at bond ikki verða løgd á mentanararbeiðið og at samstarv er millum ta livandi mentanina og tað skipaða mentanararbeiðið. Tað er eitt av okkara høv- uðsmálum at røkja ment- anina. Vit hava eisini farnu seks árini vísti í verki, at Tjóðveldisflokkurin meinar tað, hann sigur um framtøk á føroyska mentanarpallin- um. Tað skapandi mentanar- lívið blómar, og tað skal tað framvegis fáa møguleikar fyri. X við E Alment og privat (1) Kenneth Rasmussen valevni Sjálvstýris- floksins í Eysturoy Náttúran er grøni grund- vøllurin undir tilveru okkara. Náttúran er óbøtandi og skal umsitast á skynsaman hátt, tí er tað altíð ein spurningur um at finna eina javnvág. Vit hava eina livandi jørð, og livikorini á jørðini er grundarlagið fyri livikorum okkara. Dálka vit jørðina, dálka vit okkum sjálvi. Vit skulu verja umhvørvið við at hava greiðar reglur fyri brúki av náttúru- tilfeingi. Hetta tryggjar búskaparvøkstur eftir náttúrunnar treytum. At SEV í 2004 fer und- ir aftur stórar útbygg-ing- ar og ger árinskanningar aftaná er heilt burturvið. Tað skal vera lógar- krav, at tá ið størri verk- ætlanir verða framdar, so skulu haldgóðar og ó- heftar árinsmetingar ger- ast, áðrenn farið verður til verka. Sjálvstýrisflokkurin virkar fyri einum um- hvørvispolitikki, sum tryggjar, at menningin av okkara samfelag ikki skaðar umhvørvið. Vit vilja varðveita náttúr- unnar fjølbroytni og tryggja góð livikor fyri komandi ættarlið. Tí arbeiðir Sjálvstýris- flokkurin fyri: • at raðfesta umhvørvis- vernd hægri • at ein alsamt størri partur av orkuni í kom- andi tíðum kemur frá varandi orkukeldum • at Kyoto-sáttmálin verður settur í gildi í Føroyum • at grøn avgjøld skulu ásetast uttan at gerast ein eyka skattur • at góðar sømdir verða veittar umhvørvis- vinarligari framleiðslu • og at umhvørvisdálk- ing verður harðari revsað. ..men fyrst tørvar okkum tín stuðul 20. januar. Grøni grundvøllurin Svenning Borg valevni Sambands- floksins í Suðuroy Kapping millum virkir er ein treyt fyri at gagnnýta tilfeingi best møguligt ,men her hevur fráfarandi fullveldissamgonga hekta Suðuroynna av, so tað forslær. Við verandi prísi hjá Smirli á farmi,sum er bæði til og frá Suður- oynni, dýrkar fram- leiðsluprísurin so nógv,at illa ber til at kappast við onnur virkir aðrastaðni í landinum,avleiðingin av hesum er so tann,at lítið og onki virksemi verður í oynni,og so harav lítið arbeiði Her haldi eg,at skal man tosa um økis- menning.so má tað fyrsta vera tað,at vinnan fer møguleika at virka á sama støði í øllum land- inum,og átti tí onki at goldið við skipunum hjá Strandferðsluni fyri flutning av rávøru og framleiðslu. Sambandsflokkurin hevði uppskot á tingi um at javnstilla allar rutur hjá Strandferðsluni,so uttan mun hvar tú búði og hvar tú virkaði í land- inum,so var gjaldið tað sama fyri at náa mið- staðarøki, hetta feldi samgongan,tí lands- kassin toldi ikki hettar. Hesin sami landskassi sum hevur runni yvir í pengum nú í skjótt seks ár, kláraði ikki at bjóða ferðafólki og vinnuni sama møguleika uttan mun til bústað, nú mangla so 300milliónir í,so væl hevur runnið yvir. Tað er týðuligt, at onki hevur verið gjørt frá polistiskari síðu fyri at hjálpa vinnuni í Suður- oynni,so at hon kann kappast á jøvnum føti við aðrar í landinum, soleið- is, at nógv fleiri arbeiðs- pláss kundi veri í oynni.. Tí er tað greitt,at skal vinnan í oynni trívast,so velja okur Sambands- flokkin. Útjaðarin Mannarættindi - fyri øll! Mentanin skal røkjast C M Y K 46