fríggjadagur 16. juli 2010síða 56
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010
8
Føroyska náttúran rúnarbindur altíð útlendsk ferðafólk, og tey eru
eisini hugtikin av, at aldargomul søga framvegis er livandi í Føroyum,
samstundis sum internetsamband er á hvørjum tanga, sigur Súsanna
Sørensen, stjóri á ferðavinnudeildini hjá Uttanríkisráðnum. Skjótt er
at uppliva nógv ymiskt í Føroyum, og tað hugtekur eisini ferðafólkini
Ferðavinna
Uni Arge
uniarge@gmail.com
Føroyar eiga at verða marknaðarførdar
sum ein frískligur skandinaviskur gim
steinur, ið ikki er uppdagaður enn,
segði bretski ráðgevin, Simon Anholt, í
frágreiðing síni um kappingarsamleika
Føroya í fjør.
Niðurstøða hansara var, at Føroyar
við síni náttúru, søgu og mentan eru
ógvuliga sermerktar sum ferðamál, men
trupulleikin er, at fá fólk í heiminum
vita, at Føroyar yvirhøvur finnast.
Talið á útlendskum ferðafólkum í
Føroyum í 1993 var umleið 25.000, og í
2000 vísti ein kanning, at talið var komið
upp á 40.000. Í 2006 varð ferðafólkatalið
mett at vera 47.000, men seinastu tvey
árini er talið minkað 12-15 prosent.
Samanumtikið ber tó til at staðfesta,
at ferðavinnan seinastu 15-20 árini hevur
tikið seg fram, og á ferðavinnudeildini
hjá Uttanríkisráðnum hevur stjórin,
Súsanna Sørensen, góðar vónir um,
at vinnan fer at menna seg uppaftur
meira.
– Eg vænti, at ferðafólkatalið í Før
oyum fer at vaksa. Vit skulu ikki vænta
nakran brádligan vøkstur, men eru vit
áhaldandi og miðvís í okkara markn
aðarføring, fer tað í longdini at geva
úrslit, sigur hon.
Ferðavinnan spjótoddur
Súsanna Sørensen hevur sum vera
man lisið frágreiðingina hjá Simon
Anholt fleiri ferðir, og hon heldur, at
ferðavinnan kann brúka nógv av hug
skotunum í frágreiðingini.
– Frágreiðingin snúði seg um kapp
ingarsamleikan hjá Føroyum sum heild,
men Anholt nevndi, at ferðavinnan
eigur at vera spjótoddurin í marknaðar
føringini, tí vit hava so serstaka náttúru,
mentan og søgu. Hetta leggja vit longu
dent á, sigur hon.
Frískleikin í føroysku náttúruni
og ímyndin um óuppdagaða landið í
skandinavisku familjuni verða eisini
brúkt, tá ferðavinnudeildin ger vart
við Føroyar.
– Vit gera vart við frískleikan
myndaliga og tekstliga, og tá vit til
dømis umrøða hotellini, vísa vit á, at
tey hava skandinaviskan standard.
Uttanlands vita fólk, at hetta merkir, at
hotellini eru ljós og løtt og ikki tung við
teppum á gólvinum sum tey bretsku,
vísir Súsanna Sørensen á.
Stutt at fara allastaðni
Fólk í Føroyum hava upplivað føroysku
náttúruna so ofta, at tey síggja ikki
altíð, hvussu vøkur hon er. Men tað
gera útlendsku ferðafólkini.
– Í veruleikanum eru vit í Føroyum
sera tætt knýtt at náttúruni og okkara
søguliga uppruna, men samstundis eru
vit rættiliga modernað. Næstan øll eiga
føroysk klæðir, og internetsamband
er á hvørjum tanga. Hendan saman
blandingin av gomlum og nýggjum
hugtekur ferðafólk nógv, sigur Súsanna
Sørensen.
Ferðafólk hava ofta á orði, sigur hon,
at alt í Føroyum er so nær við. Býrt tú á
Hotel Føroyum, kanst tú skoða út yvir
heimsins minsta høvuðsstað, og fert tú
til gongu haðani, ert tú skjótt í nátt
úruni. Koyrir tú so nakrar fáar minuttir
í bili, kemur tú til onkra bygd, har fólk
liva heilt øðrvísi enn í Havn.
Ferðavinnudeildin hjá Uttanríkis
ráðnum ger sær eisini dælt av, at stutt
er at fara allastaðni í Føroyum at fáa
Náttúran
og nærleikin
hugtaka
ferðafólk mest