fríggjadagur 16. juli 2010síða 57
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010
9
myndir: álvur haraldsen
Danmark og
Bretland bestu
marknaðirnir
Uni Arge
Føroyar teljast millum tey 160 londini í
heiminum, sum flestu fólk als ikki kenna,
og tí er ein høvuðsuppgáva hjá føroyingum
at marknaðarføra landið soleiðis, at tað
verður kendari.
Í frágreiðingini, sum Simon Anholt
gjørdi fyri Uttanríkisráðið í fjør, umrøddi
bretski ráðgevin eisini málbólkarnar, sum
føroyingar eiga at leggja dent á.
Danmark er ein upplagdur høvuðs
marknaður
hjá
Føroyum
sum
ferðavinnulandi, segði hann, tí sambondini
eru sterk, handilsvanarnir millum londini
finnast frammanundan, og nógvir
føroyingar eru í Danmark, sum kunnu gera
sína ávirkan galdandi vegna Føroyar.
At marknaðarføra Føroyar sum ein
skandinaviskan gimstein í Danmark er tó
ikki bara einfalt. Eitt enskt orðatak sigur, at
kunnleiki elur vanvirðing, og hetta er ein
afturvendandi trupulleiki hjá sjálvstýrandi
londum og økjum um allan heim, nevnir
hann.
»Tað er ógvuliga trupult hjá
sjálvstýrandi londum at slíta seg leys frá
tí eitt sindur niðursetandi hugburði, ið
valdsharrar hava. Ofta er einasti mátin at
broyta teirra hugburð at byggja upp eitt
sterkari umdømi beinleiðis hjá íbúgvunum
í einum triðja landi, ið valdsríkið sjálvt
sær upp til og hámetir,« skrivar Simon
Anholt.
Hendan mekanisman var einasti mátin,
ið kundi nýtast at læra Stórabretland at
hava virðing fyri Írlandi, nevnir hann.
Bretar vóru í øldir vandir við at hyggja
niður á Írland sum eitt hjáland og fóru
ikki at síggja landið við øðrum eygum, fyrr
enn teir løgdu til merkis, at Írland fekk
virðing úr USA og londunum á evropeiska
meginlandinum.
»Tí kunnu vit siga,« skrivar Simon
Anholt, »at um Føroyar fáa eina sterka
og jaliga ímynd millum bretsk vitjandi,
íleggjarar og viðmerkjarar, hevði hetta
helst fingið danir at endurskoðað sín
hugburð mótvegis Føroyum.«
Nógv bretsk ríkfólk
Næsti stóri marknaðurin at leggja dent á
er heilt vist Stórabretland, heldur hann.
Stórabretland er nærhendis Føroyum,
og har búgva nógv ríkfólk, ið leita eftir
nýggjum og óvanligum ferðamálum, ið
ikki eru ov langt burturi. Bretar hava
eisini eitt sindur av grundleggjandi vitan
um Føroyar.
Simon Anholt skrivar, at meðan
teimum flestu bretsku ferðafólkunum
vanliga dámar væl ferðamál við heitum
veðri, velja eldri og rík ferðafólk ofta
ferðamál við tempereraðum veðurlagi.
Hesin málbólkurin hóskar eisini væl at
draga til Føroya.
Kortini er tað ein stór og framsøkin
ætlan at seta sær fyri at marknaðarføra
Føroyar í Stórabretlandi, heldur hann, tí
kappingin á bretska marknaðinum er hørð.
Føroyingar skulu tí eisini umhugsa at fara
eftir smærri marknaðum.
Bílig lond væl egnað
Í hesum sambandi nevnir hann, at
fleiri góðar grundgevingar eru fyri at
marknaðarføra Føroyar í londum sum
Lettlandi, Slovenia og Turkalandi heldur
enn á dýrum marknaðum sum Týsklandi,
Svøríki og USA. Í tílíkum londum ber til at
gera Føroyar sjónligar fyri minni pening
enn á stóru marknaðunum, og helst eru
fólk eisini lættari at koma á tal við á
smærri marknaðunum, heldur hann.
»Fólk eru kanska minni væl útbúgvin
og eru heilt vist minni ferðavon enn í
ríkari londum, og tí er meiri sannlíkt, at
tey gerast hugtikin av tí fremmandkenda
og tíðindavirðinum í einum ókendum
skandinaviskum ferðamáli,« sigur Simon
Anholt.
Hvussu Føroyar skulu eita úti í stóru
verð, hevur hann onki endaligt svar uppá,
tí oyggjarnar verða jú bæði róptar Faroes
og Faroe Islands. Men hann mælir til, at
vit kalla landið Faroe Islands, tí tað sigur,
at talan er um oyggjar. Og føroysku
oyggjarnar eru tær, sum skulu seljast sum
eitt óuppdagað skandinaviskt Shangri-la.
Fleiri enn 200 lond eru í heiminum, men
Føroyar eiga at marknaðarføra seg sum
eitt spennandi skandinaviskt Shangri-
la í 3-4 londum, segði Simon Anholt í
frágreiðingini um kappingarsamleika
Føroya. Danski marknaðurin er
sjálvsagdur, helt hann, men bretar
skulu læra danskarar at hava størri
virðing fyri Føroyum, segði hann eisini
øðrvísi upplivingar. Ein yvirskrift á
føroyskari lýsingarherferð í Danmark
herfyri var rætt og slætt TÆT PÅ, har
víst varð á, hvussu nær alt er í Før
oyum.
– Vit hava nógv at bjóða í Føroyum,
ikki bara stórsligna náttúru, men eisini
matstovur, náttarlív og list. Trupulleikin
er kanska, at vit mugu brúka nógv orð
fyri at siga, hvat vit hava at bjóða, tí
onki einstakt ting eyðkennir okkum.
Tá er lættari hjá til dømis íslendingum
at tosa um heitar pottar, sigur Súsanna
Sørensen.
Talentini skapa umrøðu
Ferðavinnudeildin hevur langt frá líka
nógvar pengar at arbeiða við sum kapp
ingarneytarnir í grannalondunum, og tí
hevur ein tann týdningarmesti parturin
av strategiini verið at bjóða útlendskum
tíðindafólkum til Føroya at skriva um
landið. Hetta hevur ofta borið ávøkst,
eitt nú tá stór grein um Føroyar var í
New York Times.
Tá føroyska fótbóltslandsliðið skuldi
spæla ímóti Italia, brúkti ferðavinnu
deildin hjá Uttanríkisráðnum eisini
høvið at gera vart við Føroyar hjá
italskum journalistum.
– Hetta eydnaðist sera væl, og vit
fingu umrøðu í øllum teimum týdn
ingarmestu ferðavinnubløðunum í
Italia. Samstundis sum vit arbeiða á
hendan hátt, bjóða vit sølufólkum til
Føroya, so tey vita, hvat tey skulu selja,
tá umrøðan skapar áhuga fyri Føroyum,
sigur Súsanna Sørensen.
Høvuðsmarknaðirnir hjá Føroyum
sum ferðavinnulandi eru Danmark,
Bretland, Týskland og Italia. Ferða
vinnudeildin hevur eisini eyguni eftir,
hvat hendir á øðrum marknaðum, men
ansar eftir ikki at gloypa um ov nógv
lond, tí so kann boðskapurin gerast ov
spjaddur.
– Ein tann besta reklaman fyri
okkum eru tey føroysku talentini, sum
gera vart við seg uttanlands. Nøvn sum
Guðrun & Guðrun, Teitur og Gunnar
Nielsen eru góðir ambassadørar fyri
landið. Tað ger stóran mun, tá tílík fólk
gera vart við seg, sigur stjórin á ferða
vinnudeildini.
Hon ivast ikki í, at vitjanir sum tær
hjá Bill Clinton, Al Gore, Elton John
og Bryan Adams eisini skapa áhuga
fyri Føroyum, ikki minst tí talan er
um nøvn, sum øll kenna. Men tann
besti ambassadørurin fyri Føroyar er
eftir leitiskipanini hjá Google at døma
føroyska fótbóltslandsliðið.
– Okkara kanningar vísa, at áhugin
fyri Føroyum á Google økist heilt
munandi, tá landsliðið spælir. Ongar
hendingar skapa so stóran áhuga fyri
Føroyum sum landsdystirnir, sigur
Súsanna Sørensen.