Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-16, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2010síða 58

‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010 10 Einhvør staður er heimsins nalvi fyri tey, sum búgva og liva har, hevur onkur sagt. Fyri okkum, sum búgva í Havn, er Havnin sjálvandi heimsins nalvi. William Heinesen kallaði eisini Havnina heimsins nalva, men legði aftrat, at Havnin var »den største by i mange hundrede kilometers omkreds«. Og tað gevur ikki bara fyrimunir, men áleggur býnum stórar skyldur. Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin savn­ ingarstaður, har føroyingar hittust. Havnin er miðdepil og tí vælegnað sum miðstaður. Havnin menti seg til ein lítlan metropol og hevur verið høvuðs­staður føroyinga við teimum skyldum, tað leggur á eina í heimshøpi lítla komm­unu. Soleiðis hava vit livað nøkur­lunda eydnusæl í hesum hugna­ liga mikrokosmos, so fegin hava vit lagt okkum í hennara favn, syngjandi um ta deiligu Havn. Men Adam var ikki leingi í paradís. Og svøvnur okkara varð ikki drúgvur, tí áhaldandi verða vit vakt av lammeterilsi og støðugt mint á, at »Tórshavn er ikki heimsins nalvi, og jørðin og útjaðarin mala ikki runt um Havnina«. Snimma og seint verða vit mint á, at Havnin skal ikki halda seg vera, skal ikki hava ser­sømdir, at vit draga alt til Havnar, vit avoyða bygdirnar, tí vit drena bygdirnar fyri ungdóm og kradda allar almennar stovnar til okkara. Seinasta dømi um hetta er, at vit nú leggja allan skúlaskap og harvið allan ungdóminum í landinum undir okkum. Veruleikin, at landsmyndugleikarnir seinastu minst 20 árini støðugt og mið­ víst hava útbygt alt miðnáms­skúla­økið allastaðni uttan í Havn: Mið­náms­ skúladepil í Hovi fyri 100 milliónir, Fiskivinnuskúla í Vest­manna fyri 50 milliónir, studenta­skúla og handils­skúla á Kambsdali, fleiri millióna­útbygg­ ingar á tekniska skúl­anum í Klaksvík og játtanir til sjómans­skúlan í Klaksvík – alt hetta hava vit fingið, með­an slummið í Hoydølum er vorðið ólekrari og útbúgvingarpolitiska skomm­in full­ komin. Men hetta hevur ong­an áhuga fyri hesi, sum nú stara seg blind upp á Skúladepilin í Marknagili. Veruleikin um Skúladepilin Havnin er ikki bara fyri »havnarfólk«. Men landsins høvuðsstaður er fyri allar før­oyingar, og skúladepilin í Marknagili er ikki ein íløga í miðstaðarøkið, men ein íløga í landsins ungdóm og landsins framtíð. Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoy­ dølum, staðfesti herfyri, at »í Havn og í Suður­streymoy hevur eingin ný­ bygging á mið­námsskúlaøkinum verið í 25 ár, sam­stundis sum verandi mið­náms­skúlar í Havn umboða yvir 60% av mið­náms­skúlanæmingunum í øllum land­inum, so tað ber ikki til at siga, at mið­náms­skúla­depilin seinkar nýbygging á miðnámsskúlaøkinum. Tað er rætt og slætt eingin onnur verk­ætlan á miðnámsskúlaøkinum, sum hevur størri týdning og er meira átrok­andi enn henda.« Skúlastjórin á Tekniska Skúla, Egon Øregaard, segði eisini herfyri, at »persónliga taki eg fult undir við Skúla­depilshugtakinum, og havi frá byrjan sæð stórar møguleikar við ein­ um Skúladepli. Skúladepilin kemur at skapa bestu fortreytir fyri at okkara ungu fáa eina góða og viðkomandi út­ búgv­ing í Føroyum, og at teirra náttúr­ ligi áhugi verður vaktur á fleiri økjum. Skúladepilin kemur eisini at geva teim­ um lesandi eina fatan av, hvussu eitt nútíðar undirvísingarumhvørvi er, eis­ini í okk­ara grannalondum. Sjálvur síggi eg møgu­leikar fyri, at Skúladepilin gerst ein fólks­ligur mentanardepil.« Eingin ivi kann vera um, at depilin útbúgvingarliga er eitt stórt framstig, og eitt stórt framstig fyri at fáa sum flest av okkara ungu at nema sær útbúgving eftir fólkaskúlan – í Føroyum. Íløga í vitan er altavgerandi fyri okkara fram­ tíð. Og her eru vit við kjarnuna í mál­ inum, sum onkur annar eisini hevur víst á, at alternativið til Skúladepilin er, at ung­dómurin fer í miðnámsskúla í Dan­mark ella aðrastaðir – og ongantíð kemur aftur. Havnin sum høvuðsstaður Tað kann ikki koma nøkrum dátt við, at tað krevst ein stór umsiting til at reka Alternativ ólavsøkurøða Ágangurin á Havnina er mangan øgiligur. Hetta sigur okkum fyrst og fremst, at vit als ikki hava skilt boðskapin um, at tá Havnin hevur tað gott, hevur restin av Føroyum tað gott. Er ikki framgongd og vøkstur í Havnini, so er afturgongd í Føroyum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu millum annað í hesi alternativu ólavsøkurøðuni mynd: ólavur frederiksen Heðin Mortensen 2010