Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-16, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2010síða 59

‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010 11 ein bý, sum umboðar 40% av fólk­inum í land­inum. Tað eigur heldur ikki at koma nøkrum dátt við, at Havnin sum høvuðs­staður hevur nógvar fíggjar­ligar skyldur álagdar, sum onn­ur ikki hava. Eitt er, at Havnin hevur so­kallaðar høvuðs­staðarskyldur, umboðanar­ skyldur og skyldur landsins vegna um­ framt at tæna almenna virkseminum í býnum, men samstundis er veruleikin, at hvørki Havnin sum kommuna, ítróttar­feløg ella onnur feløg í Havn fáa lógar­ásettu rættindini, sum eru galdandi fyri restina av landinum – tvørturímóti lyftir Havnin fleiri landsuppgávur, sum eitt nú Tjóðpall Føroya, Føroya Symfoni­orkestur, Føroya Listasavn, Føroya Sjósavn, altjóða ítróttarannlegg, Klipp­fisk… og vit kundu hildið fram, tí listin er langur. Verður alt hetta tikið við, vildi ein fíggjarlig javning helst havt við sær, at fitt av peningi rann til Havnar og ikki øvugt. Og tá er ikki tikið við, at triðja hvør króna vunnin í Havn verður skattað aðrastaðni. Veruleikin er, at nærum eins nógv fólk og tað arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, pendla til Havnar til arbeiðis hvønn dag, men gjalda skatt aðrastaðni. Summi búgva aðrastaðni, men eru lønt úr Havn – og summi búgva enntá í Havn og gjalda skatt aðrastaðni! Eg havi einki ímóti javning til útjaðaran, um hon er neyðug og rættvís – men skil má vera í, og fíggjarliga býtið millum land og kommunu má fáast upp á pláss fyrst. Flyta tey heimaftur? Fólkatalið í Havn veksur lítið. Men tað veksur støðugt og tað gleðiliga er, at áhugin hjá útisetum fyri kommununi tykist stórur. Kanningar saman við Gallup av heimasíðu kommununar vísa, at millum 10 og 20% av teimum vitjandi hvørja viku hava bústað uttanlands, umleið helmingur í Danmark. Vit síggja, at hesi kanna bústaðar-, arbeiðs-, barna­ansingar- og ferðsluviðurskifti, um­framt annað, ið hevur við trivnað at gera. Talan er um fleiri túsund fólk árliga, sum kanna marknaðin, so tað liggur ein stór ábyrgd á okkum at skipa soleiðis fyri, at vit uppfylla treytirnar fyri, at so stórur partur sum møguligt av hesum flytur heimaftur. Høvuðsorsøkin til, at føroyingar velja at verða búgvandi í Danmark eftir lokna útbúgving er, at tey stovna fam­ilju og byrja spennandi yrkisleiðir. Tí síggja vit eisini, at hugurin at verða verandi veksur í mun til áramálið, tey hava verið burtur. Eitt nú ynskja 50% av teim­um, ið hava verið burturi í fýra ár, at verða verandi uttanlands, meðan 64% av teimum, sum hava verið burturi í 10 ár, ynskja at verða verandi. Vit vita frá kanningum, sum eru gjørdar av útisetum, hvat skal til fyri at hesi flyta heimaftur. Vit vita eisini, hvat skal til fyri, at færri yvirhøvur velja at flyta av landinum. Eitt nú vildi ein trið­ ingur av teimum føroyingum, sum fara til Danmarkar at útbúgva seg, heldur tikið part av útbúgvingini í Føroyum, um tað bar til. Tí hevur Tórshavnar býráð í síni visjón lagt dent á at menna høvuðstaðin, so hann er virkin við fleiri út­búgvingartilboðum og altjóða granskingar­umhvørvi. Av útisetunum, sum búgva í Dan­ mark, búðu 50% í Tórshavnar komm­ unu, áðrenn tey fluttu. Spurd, hvar tey ynskja at búgva, um tey skuldu flutt aftur til Føroyar, siga 71% seg bert vilja búgva í Havn. M.a. tí arbeiðir býráð­ ið saman við umboðum fyri vinnu­lív og arbeiðsmarknað við eini vakstrar­ ætlan fyri býin, tí vit vita, at fyri flestu føroyingar, sum í dag flyta ella longu búgva uttanlands, er valið Havnin ella einki, skuldu tey umhugsað at flutt heimaftur. Fyri tey flestu er einki alternativ til Havnina. Soleiðis er veru­ leikin. Tí er tað so harmiligt, at vit í Før­oyum ikki megna at skilja hendan boðskapin og standa saman um at menna høvuðs­staðin, tí trivnaðurin í høvuðs­staðnum verður álvarsliga av­gerandi fyri framtíðar menning í Føroyum. Okkara høvuðsstaður Tað besta vit kunnu gera, er at gera okk­ara samfelag so attraktivt sum til ber fyri tey, sum búgva her, eins og fyri tey, sum kunnu hugsast at búseta seg her. Høvuðsstaðurin skal tryggja, at Føroyar kunnu kappast við metro­ polarnar í grannalondunum um hesar for­treytir – og soleiðis eisini um tey kom­andi ættarliðini. Vit eiga øll høvuðs­staðin. Hann eigur avgerandi leik­lutin at ganga á odda í vinnuligu, búskapar­ligu, mentanarligu og sosialu menn­ingini í Føroyum, og hann tænir øllum føroyingum. Vit vilja tí eisini sam­starva við landspolitikkarar, aðrar komm­unur – ja, allar føroyingar – um at menna samfelagið. Vit mugu hava ein munandi bú­ skapar­vøkstur og ein veruligan fólka­ vøkstur, skulu vit framhaldandi menn­ ast sum vælferðarsamfelag. Antin vaksa vit ella minka vit. Her finst eingin millum­vegur, og allar framrokningar vísa, at vit í Føroyum um 25-30 ár verða eini 15-20.000 fólk færri enn í dag, um vit lata standa til. Her hjálpir tí einki status quo. Gera vit onki, kann sam­felag okkara fara fyri bakka – fyrst spaku­liga og síðani skjótt. Ágangurin á Havnina er mangan øgiligur. Hetta sigur okkum fyrst og fremst, at vit als ikki hava skilt boð­ skapin um, at tá Havnin hevur tað gott, hevur restin av Føroyum tað gott. Er ikki framgongd og vøkstur í Havn­ini, so er afturgongd í Føroyum. Skulu Før­oyar yvirliva og mennast sum land og standa seg í altjóða kappingini um vitan og tilfeingi, er neyðugt at sleppa stuttskygdum ætlanum, sprotnar úr lokalum ørvitiskapi, sum fyri sam­ felagið kosta tað tvífalda og tvinga okk­ ara ungu fólk av landinum at nema sær útbúgving og finna nøktandi fakligar avbjóðingar. Nú høvuðsstaðurin aftur verður karm­ur um ólavsøkuna, so verða vit enn eina ferð mint á, at hetta er tjóðarhátíð alra føroyinga. Hetta er ikki bara ein stevna fyri havnarmenn. Úr bygd og bý og úr útlondum savnast øll til okkara felags høvuðsstað. Gævi at øll vóru eins góð við høvuðsstaðin hvønn dag, sum tey eru við Havnina á ólavsøku, so høvuðsstaðurin veruliga gjørdist tann fel­agsnevnarin, hann eigur at vera fyri landið alt og allar borgarar tess. Góða ólavsøku og framhaldandi gott summar! mynd: per á hædd Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu hevur skrivað eina alternativa ólavsøkurøðu