mánadagur 22. november 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 22. november · Nr. 162
Sosialurin
Arbeiðssetningurin
hjá
Skótahjálpini er børn hjálpa
børnum. Tað hevur skóta
hjálpin gjørt nú í 26 ár. Meira
enn 3,3 mió. kr. eru í hesum
tíðarskeiði savnað inn og
latnar til arbeiði við børnum
í Føroyum og rundt allan
heim.
Í viðtøkunum fyri skóta
hjálpina stendur, at hjálpin
skal latast eini útlendskari
verkætlan og eini føroy
skari verkætlan. Minst 10%
av upphæddini skal fara í
ein bráðfeingisgrunn, sum
skótahjálpin hevur at taka
til, um okkurt átrokandi
stingur seg upp.
Í vár lat grunnurin 50.000
kr. til skótarnir á Haiti, til
hjálp aftaná tann harða jarð
sjálvtan, sum rakti landið.
Skótarnir á Haiti fóru bein
anvegin
undir
at
veita
fyrstuhjálp og at hjálpa til
við at finna fólk og fáa tey
skrásett.
Fyrst í ár viðtók nevndin
fyri Skótahjálpina at stuðla
einum skúla Í Petit Goave á
Haiti, sum Frelsunarherurin
rekur. Tann Føroyska verk
ætlanin, sum verður stuðlað
er: »Í menniskjum góður
tokki«.
Stuðulin frá Skótahjálpini
varð latin báðum verkætl
anunum fríggjamorgunin, í
hølunum hjá Frelsunarher
inum í Havn.
Innsavnaða upphæddin
var býtt soleiðis:
Kr. 50.000,00 til »Í menn
iskjum góður tokki«.
Kr. 50.000,00 til barnaheim
og skúla á Haiti.
Kr. 46.089,50 til bráðfeing
is hjálpargrunnin hjá Skóta
hjálpini.
Í menniskjum
góður tokki
Vit mugu ásanna, at í væl
ferðarsamfelagnum Føroy
um, sum tykist at flóta yvir
við stórum bilum, stórum
húsum og flottum bátum, eru
eisini familjur við børnum,
sum treingja til hjálp.
Átakið »Í menniskjum
góður tokki!«
hevur
til
endamáls at veita familjum
við fíggjarliga trongum kor
um eina hjálpandi hond á
jólum – við gávukortum, mati
ella øðrum, ið tey hava brúk
fyri. Tað er ikki trupult at
ímynda sær, tær avbjóðingar
hesar familjur stríðast við
gjøgnum árið. Vit hava við
hesum átakinum møguleika
at lætta um jólahøgtíðina
hjá teimum.
Annlis Bjarkhamar, sum
er stigtakari til hesa før
oysku
verkætlanina,
tók
ímóti kekkinum áljóðandi
50.000,- kr.
Skúlin í Petit
Goave á Haiti
Stuðulin til ta útlendsku verk
ætlanina fer til at endurreisa
ein skúla í Petit Goave á
Haiti, sum Frelsunarherurin
rekur. Øll hava vit hoyrt um
tann ræðuliga jarðsjálvtan,
sum rakti Haiti í vár, og tað
tykist sum eingin endi er á
vanlukkunum á Haiti. Áðrenn
handanin fór fram, var at
hoyra í tíðindunum, at enn
ein ódn var á veg móti Haiti,
við einari ferð uppá 130 km/t.
Í september var Anne
Kristine Herje, fyrrverðandi
og nú pensioneraði leiðarin á
skúlanum á Haiti, í Føroyum
og greiddi skótunum frá
um vanlukkuna og søguna
hjá Haiti. Har vóru vístar
myndir, sum millum annað
vístu hvussu illa jarðsjálvtin
var farin við skúlanum.
Finnbogi Olsen, offiserur
hjá Frelsunarherinum, tók
ímóti kekkinum áljóðandi
50.000,- kr.
Handanin var send bein
leiðis á útvarpsrásini Góðan
morgun Føroyar.
Skótahjálpin savnaði
146.000 krónur
Skótahjálpin fyri 2010 er nú liðug. Skótarnir kring landið, hava gjørt ymisk arbeiði
fyri fólk og fingið 146.089,50 kr. í samsýning fyri hetta arbeiðið
Annlis Bjarkhamar, sum er stigtakari til »Í menniskjum góður
tokki« tók ímóti kekkinum áljóðandi 50.000,- kr.
Finnbogi Olsen, offiserur hjá Frelsunarherinum greiðir Góðan morgun Føroyar frá hvussu
hjálpin skal nýtast til skúlan í Haiti sum var oyðilagdur av jarðskjálvtanum í vár
Øll vóru glað tá íð
100.000,- kr. vóru latnar
til góð endamál