Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. november · Nr. 162 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Síðan 2005 hevur NOTA gjørt greiningar av fiski­ flota­num. Skip­ini, sum eru við í grein­ingini, eru línu­skip omanfyri 110 tons og trolarar, sum hava maskinorku, ið er skip oman­fyri 400 HK. Hetta er sam­svar­andi flokkingini í lógini um vinnuligan fiski­ skap. Grundarlagið und­ir grein­ingi­ni er í fyrsta lagi almennu árs­frá­greið­ing­ arnar hjá teimum feløg­ um, sum eiga skipini, og haraftrat hev­ur NOTA fingið upp­lýs­ing­ar um netto­sølu, veiðinøgdir og ann­að. Útróðrarflotin er ikki við, tí tað eru bert fáir bátar, ið eru skipaðir í parta-ella smá­parta­feløg við skyldu til at lata inn almenna ársfrásøgn. Greiningin hjá NOTA fevn­ir annars um allar skipa­bólk­ar, og dentur verða lagd­ur á, at greiningin skal geva lesar­unum møgu­ leika fyri at gera sínar egnu niðurstøður. - Tilfarið er rúgvusmikið og kann greinast á ymiskar hætt­ir, sigur felagið. Skiftandi ár NOTA ásannar, at stórar broyt­ingar eru farnar fram árini 2005 til 2009, sum grein­ing­in fevnir um. - Sum heild hava tey seinastu árini hjá fiski­flota­ num verið sera skiftandi. Talan var um stóra fram­ gongd árini 2005 til 2006. Men árini síðan 2006 hevur fiski­flotin samanlagt havt aftur­gongd. Lagt verður aftrat, at árið 2008 kundi sæð út til at verið eitt ár við fram­ gongd, men tað eru tær óvan­ligu inntøkurnar hetta árið, ið geva positiva úrs­lit­ ið. Óvanligar inntøkur eru oftast skipasølur, og sjálv­ andi hevur tað sína ávirk­an, tá skip verða seld, og óvan­ lig­ar inntøkur standast av hes­um. NOTA sigur, at allir skipa­bólkar høvdu hall í 2008, tá sæð verður burtur frá óvanligum postum, og støðan er nøkulunda hin sama í 2009. Tó hevur uppi­ sjóv­ar­vinnan og bólkurin ”onn­ur skip” megnað at hildið eitt positivt úrslit. 2010 frægari Roknskapargreiningin, sum NOTA legði fram seinasta hós­dag, fevnir ikki um 2010, men ábendingar eru um, at ár­ið 2010 verður nakað betri enn 2009 hjá flest øllum skipa­bólk­unum tilsamans. NOTA plagar nevniliga at brúka hagtøl hjá Føroya Fiski­mannafelag til at gera sær eina meting av árinum, vit eru í, og sambært hes­ um tølum er samlaða veiði­ virði í tíðarskeiðnum janu­ ar til september 2010 økt samanborið við sama tíðar­ skeið í 2009. - Gongdin hjá fiski­flota­ num verður tí vænt­andi betri í 2010, men kort­ini verða tað tó fleiri skipa­ bólkar, sum eisini í ár eru hart kroyst­ir fíggjarliga, sig­ ur grann­skoðara­fyr­itøk­an. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Sambært rokn­skap­ar­greini­ ngini yvir fiskiflotan, sum Nota hevur gjørt, mink­ ar talið av ársverkum í føroyska fiskiflotanum al­ samt. Meðan ársverkini í 2005 vóru 1.086, vóru tey í 2009 kom­in heilt niður á 865. Mink­ingin hesi árini var so­ leiðis meiri enn 20%. Í 2005 vóru til­sam­ans 1.086 ársverk í fiski­flota­ num, í 2006 var talið 1.072, í 2007 1.030, í 2008 vóru tey 883, og í 2009 vóru tey kom­ in heilt niður á 865. Eisini í 2009 eru tað línu­ ski­p­ini, sum hava flestu árs­ verk­ini, síðan koma par­trol­ ar­ar og verk­smiðju­skip. Men tað eru ikki bara árs­verkini, sum eru minkað í tali hesi árini. Tað eru skip­ ini eisini. Greiningin hjá Nota fevn­ir um flestu skip í før­ oy­ska fiskiflotanum. Bert nø­k­ur fá skip eru ikki við, og tí gevur greiningin eina greiða mynd av støðuni. vilmund@sosialurin.fo Minkandi tal av fiskimonnum Síðan 2005 er talið av ársverkum í føroyska fiskiflotanum minkað við meiri enn 20% Batar eru at hóma í fiskivinnu FISKIFLOTI - Gongdin hjá fiskiflotanum hevur verið heldur frægari í ár enn undanfarna ár, tó at fleiri skipabólkar framvegis eru hart kroystir fíggjarliga, sigur grannskoðarafyritøkan NOTA í roknskapargreining Vilmund Jacobsen Um uppisjóvarskipini, sig­ur NOTA, at hesi hava havt nøk­ ur góð ár, men tó vóru 2008 og 2009 ikki eins góð, um sæð verður burtur frá óvanligum inn­tøk­um. Flotin er nøkun­ lun­da konsolideraður, men gjald­førið kundi verið betri. - Miðalprísurin hjá uppi­ sjóvarskipum er hæk­k­að­ur munandi fyrstu 9 mán­að­ ir­nar í 2010 í mun til sama tíðarskeið í 2009. Samlaða veiðan og samlaða veiðivirði eru eisini økt munandi í ár. Nota vísir á, at olju­prís­ urin er hækkaður í 2010 í mun til 2009, og kann hetta verða við til, at úrslitið hjá uppi­sjóvarskipum verður um­leið tað sama í ár sum í fjør. Rækjuskip Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan er fram­haldandi vánalig við árslok 2009. Í løtuni eru bert trý skip í vinnu. - Miðalprísurin fyri kilo fyrs­tu 9 mánaðirnar í 2010 er hækkaður í mun til sama tíðarskeið í 2009. Nøgdin er harafturímóti minkað nakað. Samanlagt er veiðivirðið lækk­að fyrstu 9 mánaðirnar í 2010 samanborið við fyrstu 9 mánaðirnar í 2009, sigur felagið. Verksmiðjutrolarar Raksturin hevur verið stabilt góður árini 2004 til 2007, men úrslitið var vánaligt í 2008 og 2009. NOTA sigur, at verk­ smiðju­flotin kortini er rími­ liga væl fyri við árslok 2009. - Veiðinøgdin var betri í 2009, men prísurin er enn sera lágur. Væntandi er, at veiði­ nøgdin hækkar nakað í 2010 í mun til sama tíðarskeið í fjør. Harumframt hækkar miðal­ prísurin í ár. - Oljuprísurin er tó eisini á einum hægri støði í ár saman­borið við 2009. Tí kann úrs­lit­ið hjá hesum skipabólki frá vanliga rakstrinum vænt­ ast at verða betri í ár enn í fjør, sigur NOTA. Partrolarar Úrslitini hjá par­trolara­flota­ num eru versnaði munandi sein­astu 5 árini. Bæði solvens­ur og gjaldføri eru vána­lig við árslok 2009. - Veiðinøgdin fyrstu 9 mánaðirnar í ár er nak­að tann sama sum fyrstu 9 mánaðirnar í fjør. Miðal­prís­ urin er hækkaður nakað í ár í mun til seinasta ár. NOTA vísir á, at oljuprísirnir eru hækkaðir nakað í 2010, og tí eru ábend­ ingar um, at úrslitið hjá partrolarum verður um­leið tað sama í ár sum í fjør. Lemmatrolarar Samanumtikið kann sigast, at fíggjarstøðan hjá hesum skip­um ikki er nøktandi. Gjald­førið batnaði nakað í 2009, men er tó ikki nøktandi. Minking í veiðinøgd og miðal­prísi árini 2006 til 2009 hevur viðført, at talan er um hall trý fylgjandi ár. Talið av lemmatrolarum mink­að úr 11 niður í 9 skip. - Skipabólkurin hevur havt eina minking í veiðinøgd fyrstu 9 mánaðirnar í 2010 samanborið við sama tíðar­ skeið í fjør. Miðal­prísurin er tó hækkaður nakað, eins og oljuprísurin er tað eisini. NOTA væntar, at saman­ lagt má roknast við, at árið í ár verður heldur lakari hjá lemmatrolarum enn árið 2009, sum greiningin fevnir um. Línuskip Línuskipini hava havt nøkur vána­lig ár. Harumframt er miðal­prísurin lækkaður mun­andi í 2008 og 2009, samstundis sum veiðinøgdin er minkað við 35,6% árini 2005 til 2009. - Vegna minkandi veiði­ nøgd og miðalprís hevur stór afturgongd verið tey seinasti 5 árini. NOTA sigur, at línuskipini hava merkt eina framgongd í veiðinøgd fyrstu 9 mán­að­ir­nar í ár samanborið við somu tíð í 2009, eins og Veiðivi FISKIFLOTI Tað gongur misjavnt hjá fiskiflotanum, men truplast hava heimaflotin og rækjuflotin tað. Hetta vísir roknskapargreiningin hjá NOTA, sum felagið legði fram seinasta hósdag. Í hesi greinini hyggja vit eftir, hvat grannskoðarafyritøkan sigur um ymisku skipabólkarnar