Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. november · Nr. 162 12 Sosialurin – Tað er ógvuliga arro­ gant av nevndar­for­ mann­inum í Finansiel Stabilitet, tá hann skírir føroyingar sum fólk, ið loypur av 72. hædd og tá hann fer framvið 30. hædd sigur, at enn gongur væl, segði Jákup Mikkelsen á landsfundi Fólkafloksins, sum var í Virkinum á Sandi í gjár. Hann legði upp til, at landsstýrið tekur upp samráðingar við donsku stjórnina um at finna eina loysn á málinum um tað vísir seg, at pri­ vatu áhugamálini ikki røkka at yvirtaka Eik Banka. – Vit fara undir ong­ um umstøðum at loyva Finansiel Stabilitet at avvikla Eik Banka, sló Jákup Mikkelsen fast. Hann segði eisini, at hann fann seg ikki í, at Finansiel Stabilitet hótti við einari dead-line sum segði 6. desember. – Tað er niðurgerandi, at danir koma til Føroya við tí boðskapinum, og tað finna vit okk­um ikki í. Vit mugu av­mon­ tera hendan revolvara­ poli­tikkin, ongantíð ov skjótt, segði Jákup Mikk­el­sen, politiskur for­mað­ur á Tingi hjá Fólka­flokkinum á lands­ fund­in­um á Sandi leyg­ ar­dagin. Leo Poulsen Sum vant er á landsfundi Fólkafloksins greiddu lands­ stýrisumboð floksins frá teirra málsøkjum. Jacob Vest­ergaard er fiski­mála­ ráðharri og greiddi hann frá teimum økjum, hann umsitur í landsstýrinum. Fyrst og fremst er tað fiski­vinnan, men hann um­ situr eisini landbúnaðin og tilbúgvingina. Samráðingar eru í løtuni um ein nýggjan sáttmála sum skal tryggja, at tilbúgvingin verður fult dagførd við tveim­ um serútgjørdum trylum. Nógv hevur verið tosað um tilbúgvingina seinastu tíðina, og atfinningar hava verið førdar fram móti einari ikki altíð nøktandi til­ búgving. Hetta er eitt mál, sum liggur undir Fiski­mála­ ráðnum, og Jacob Vestergaard, fiski­málaráðharri, kom eis­ ini inn á hetta evni undir fram­løgu síni á landsfundi Fólkafloksins í Virkinum á Sandi í dag. – Tá sáttmálin um til­búgv­ ing varð gjørdur fyri nøkrum árum síðani var støðan hon, at hesin sáttmálin tryggjaði eina heilt munandi betri til­búgving, enn framman undan. Hinvegin hevur tøkni­ liga framgongdin sein­astu árini verið so stór, at sátt­ málin í dag ikki er nøktandi, segði Jacob Vestergaard. Hann segði, at sam­ráð­ ing­ar í løtuni eru í gongd um at gera nýggjan sáttmála um tilbúgving, sum verður munandi betri og munandi meiri nøktandi, enn verandi sáttmáli. ­ Samráðingarnar ganga út frá, at vit hava tvær ser­ út­gjørdar tyrlur knýttar at tilbúgvingini, so vit ong­ an­tíð standa í einari støðu, at onnur tyrlan er til um­ væl­ingar, og hin hevur ikki neyðugu útgerðina, segði Jacob Vestergaard. Hann vísti eisini á, at Noregi og Ísland eru í einari tilgongd at skipa eina felags tilbúgving við serútgjørdum tyrlum, sum kunnu nøkta tann tørv, ið kann uppstanda í økinum hjá hesum báðum londunum. – Enn er ikki støða tikin til, um vit hava møguleika ella høvi at koma upp í hetta samstarvið, segði Jacob Vest­ ergaard. Halda fast Makrelurin hevur verið nógv á breddanum seinastu tíðina, og Jacob Vestergaard segði, at hann ætlar at halda fast um kravið at føroyingar skulu fáa størri part av makrelkvotuni. – Tað eru tíggju ár síðani at semjan um makrelin var gjørd, ið gav føroyingum smá 5% av kvotuni. Vit hava sæð seinastu árini, og serliga síðani 2007, at makrel­urin er nógv meiri í føroyskum sjógvi. Sam­stundis sóu vit, at íslend­ingar frá 2008 fóru at fiska nógv meiri makrel, og sama skilið var eisini í 2009, segði Jacob Vestergaard. Hann vísti á, at føroy­ingar ongantíð hava ver­ið nøgdir við býtið, men at vit ikki hava havt nakr­an søguliga fiskiskap í føroyskum sjógvi inntil nú. Tí hava vit grundað býtið á russiskan fiskiskap í føroyskum sjógvi. – Tað hevur ikki eydnast at fingið eina avtalu í lag um makrelin, men vit hava rætt at krevja eitt størri býti til okkara, og tað er tí bara spell, at semja ikki er fingin við ES Avmontera revolvara­ politikkin Jákup Mikkelsen helt lítið um framferðina hjá Finansiel Stabilitet í málinum um Eik Banka. – Vit fara ikki at lata okkum alt lynda, segði hann á landsfundi Fólkafloksins. ES og Nor hótta Før Ein av trúgvu luttakarunum gjøgnum nógv ár á landsfundum Fólkafloksins er Osmund Justinussen, og hann var eisini við á Sandi í gjár. Hann tók orðið á fundinum og fíltist at støðuna hjá Fólkaflokkinum um ikki at lata við seg koma í málinum um Eik Banka. - Eik Banki hevur so stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, og er inni í so nógvum verkætlanum, at tað verður ein vanlukka, um bankin verður avviklaður, segði Osmund Justinussen. Hann heitti tí á floksleiðsluna um at føra ein meiri aktivan leiklut í málinum um Eik Banka og virka við til, at bankin heldur fram, sjálvt um tað so partvís skuldi verið við almennum pengum. Jørgen Niclasen segði í sínari formansfrágreiðing, Jákup Mikkelsen, politiski formaður Fólkafloksins á Tingi Mynd: Regin Dalsgaard Jacob Vestergaard segði á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin, at ES og Noreg hótta Føroyar við, at líða vit ikki harraboð er ikki vist, at teir vilja samstarva á fiskivinnuøkinum Latið ikki Eik fara fyri skeytið Osmund Justinussen tók orðið á landsfundi Fólkafloksins í Virkinum á Sandi í gjár, og hann ávaraði ímóti at sita hendur í favn og lata Eik Banka verða avviklaðan. Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, á landsfundi Fólkafloksins í Virkinum á Sandi leygardagin Mynd: Regin Dalsgaard Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, segði, at røkka teir privatu ikki at keypa Eik Banka, so er støðan ein onnur Mynd: Regin Dalsgaard