Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 22. november · Nr. 162 Sosialurin Neyðugt at leggja á annan bógv Nú ein av okkara størstu bankum, Eik, er farin undir Finasiel Stabilitet kennist tað, sum at skýggini á luftini yvir Føroyum eru myrkari enn teir vanligu heystardagarnar, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna, á landsfundi Fólkafloksins Eg royar og Noreg. Vit fara kortini at krevja okkara part, segði Jacob Vestergaard. Tað verður aftur eitt umfar í samráðingunum um makrelin í hesi vikuni, og so skal tað vísa seg, um vit fáa eina avtalu, sum vit eru nøgdir við, men higartil hevur mótparturin hildið rimmarfast um sína støðu, men tað gera føroyingar eisini. – Standa vit ikki saman í hesum málinum og krevja okkara rætt, røkka vit ongantíð á mál, segði Jacob Vestergaard. Samstarvið slitnað Fiskimálaráðharrin segði, at spurningurin um makrelin hevur stóran týdning fyri Føroyar, ikki bert í tann mun vit sjálvir fiska hann, men eisini sum handilsvøra í sambandi við sáttmálan við russar. – Avtalan við russar byggir bert á uppisjóvar fiskasløg, og tað verður tí ein avbjóðing at halda avtaluni á einum rímiligum støði, nú eingin uppisjóvarfiskur er at býta um við toskin í Barentshavinum, segði Jacob Vestergaard. Hann segði, at tað er óvist, hvussu verður við ES og Noreg, tí tey hava meldað út, at vilja vit ikki líða harraboð er ikki vist, at teir vilja samstarva við okkum á fiskivinnuøkinum. – So er talan um eina nýggja støðu, men vit kunnu ikki lata okkum kroysta upp í ein krók, og tað er neyðugt hjá teimum at skilja, at tá talan er um makrelin, ber ikki til at blanda onnur viðurskifti upp í, segði Jacob Vestergaard. Hann segði, at tað eru partar av ES, sum skilja okk um, men at tað eru aðrir, sum eru tætt tengdir at pelagisku vinnuni, sum ikki skilja okkum ella ikki vilja skilja okkum. – Hetta er ein stór av bjóðing fyri okkara pelagiska fiskiflota. Teir hava megnað at endurnýggja seg, og hava gjørt stórar íløgur, og hesar íløgurnar eru gjørdar út frá ávísum fyritreytum. Tí er tað so umráðandi, at hesar fyritreytir framvegis eru til staðar, segði Jacob Vestergaard á landsfundi Fólkafloksins leygardagin á Sandi. Leo Poulsen - Á politiska víðvøllinum hanga somuleiðis myrkari skýggj enn áður. Eg haldi ikki at eg geri ov nógv av um eg sigi, at Fólkaflokkurin er í kreppu. Vit eru amputerað við einum tinglimi, og tað ger okkum rættiliga sárbar, eins og grannskoðaramálið gnagar okkum inn á bein, segði Annika Olsen. Hon helt, at Image’ið hjá flokkinum er slitið, fyri ikki at siga følnað, sum bløð ini á trøunum á hesum heyst ar- degi. Ungdómurin hevur ilt við at síggja ein samleika við Fólkaflokkin. – Sagt verður frá vinnu- lívs fólkið at tey hava ilt við at siggja vinnuliga kósina hjá flokkinum og miðstaðarøkið hevur tey seinastu árini vent tummulin niður til flokkin. Tað ber ikki til at tiga um hesir trupulleikar, tí sum eitt grønlandskt orðatak sigur: »tigur man um eitt spøkilsi, veksur tað seg størri«, segði Annika Olsen. Sum flokkur er neyðugt at taka við læru av hesum ósigrum. – Vit mugu broyta kósina, vit mugu pussa image’ið upp aftur, vit mugu finna samleika floksins aftur, vit mugu koma undóminum á tal, vit mugu modernisera okkum, og vit eiga at taka orðatakið til okkum í hesu truplu tið, at : »Man lærir lítið av sigrunum, men nógv av ósigrunum«, segði Annika Olsen. Umhvørvi Høvuðsevnið til hendan lands fundin er »Hvussu vit við borgarligum politikki fáa búskapin aftur á beint og samstundis tryggja væl- ferðina«. – Hetta verður reyði tráð- urin, nú eg skal greiða frá mínum málsøkið út frá einum borgarligum sjónarhorni, segði Annika Olsen. Hon segði, at vinstr i vong- urin hevur tikið patent uppá umhvørvispolitikkin. Hetta patentið skal upphevast. – Vit skulu raðfesta um- hvørvispolitikkin hægri, og seta eina eyka dimensión á hann, nemliga við at tengja umhvørvispolitikk og ferða- vinnu saman, sum í síðsta enda fer at betra um okkara búskap, segði Annika Olsen. Hon segði, at eingin iva skal vera um, at føroyar hava eina fantastiska náttúru. – Vit eru stolt av at vísa okkara vøkru fjøll, dalar og firðir fram fyri útlendum, ið koma higar. Men tað er nógv sum bendir á, at undir hesum estetiska vakurleika lúrur ein hóttan móti nátturuni, dálking, spillivatn, kemisk avfall við meira. Vit verða noydd til at fara skynsamt til verka og fyribyrja dálking av okkara nátturu. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg setti kungerðina um spillivatn í gildi í fjør, sum setur krøv til kommunurnar um at fáa síni spillvatnsviðurskifti uppá pláss í seinasta lagi 2015, segði Annika Olsen. Men hetta er ikki nóg mikið – farast má víðari. – Vit mugu skipa okkara náttúru, og verja tey støð, teir náttúru blettar og støð við serligum lívfrøðiligum margfeldi. Her er lógin um náttúruvernd av serligum tydningi, sum eftir ætlan skal leggjast fyri tingið. Har- umframt verður arbeitt við fleiri kunngerðum á um- hvørvisøkinum, sum fara at tryggja okkum sterkari og reinari umhvørvi, segði Annika Olsen. Ramsar økir Føroyar hava tikið undir við fleiri altjóða sáttmálum, ið hava til endamáls at verja náttúru margfeldi. Men hetta tykist sum, at hetta bert er bringuprýði. – Vit kunnu taka eitt nú Ramsar sáttmálan, ið hevur til endamáls at verja vatlendi og vøtn, har sjófulgur heldur til. Hendan sáttmálan tók Føroyar undir við í 1975, og eitt krav hesum sáttmála er at velja út eitt Ramsar øki, men enn hava Føroyar onki Ramsar øki valt út. Til stuttleika kann nevnast at Grønland hevur útvalt átta serlig Ramsarøki , segði Annika Olsen. Ì hesum sambandi hevur Annika Olsen tikið stig til at fáa útnevnt nøkur Ramsarøki í Føroyum og hevur havt fund við heimligar aktørar umframt umboð frá Ramsar sektreatinum. – Uppskot til Ramsar øki kunnu til dømis vera Skúvoyggin ella Mykines umframt øki her á Sandi sum í hesum høpi eru rætti- liga áhugaverd, nem liga Mølheyggjarnar og Sands- vatn Tað at vit fáa útnevnt eitt Ramsar øki , er í stórum mun við til at strykja um náttúruvernd og lívfrøðiligt margfeldi í Føroyum, segði Annika Olsen Umframt at tryggja um- hvørvið fer hetta somuleiðis at vera við til at eggja ferða- fólkum hendan vegin. – Ferðafólk seta størri og størri krøv til ferðamálini, at tilvitanin um umhvørvið er sterk. Tað hevur víst seg í Grønlandi, at ferðafólk í hópatali vísa áhuga fyri eitt nú Ramsar økjunum, segði Annika Olsen millum annað á landsfundi Fólkafloksins leygardagin. at flokkurin einki ætlar at gera so, sum støðan er nú. Hann vildi lata privatu kreftirnar fáa møguleikan at keypa Eik Banka, og tað metti hann vera møguligt. - Vísir tað seg, at teir privatu gerast ov stuttir, og vandi verður fyri, at bankin er í vanda fyri at verða avviklaður, so er støðan ein onnur, segði Jørgen Niclasen í svari til Osmund Justinussen. Leo Poulsen Bjarni Djurholm tók eis- ini orðið á landsfundi Fólka floksins á Sandi leygardagin. Hann segði, at ikki minst sologongdin í ting in um lað- ar undir fatnina av, at partar av samgonguni longu hava slept endanum og við markeringum fyri reika seg til val/sam gonguslit heldur enn at taka avgerðir, sum neyð ugar eru. Løgmaður minnir mest um flugu í fløsku, ið stjórnar flokki, sum er farin um tvøran, har loyaliteturin hjá parta- monn um móti formanni og sam gonguleiðara er syndaligur. – Samstundis sum eldra samgonguættarliðið uppførir seg sum ”panik før lukketid”, støkka novis- urnar undan ábyrgd og uttan íhald spæla fríspæl og atkvøða saman við and støðuni vitandi um, at stuntið undirgrevur sam - gongu og politiska stabil- i tet in, segði Bjarni Djur- holm. Hann segði, at harum- framt lefrar minsti sam- gong uflokkurin púra opin- skár að andstøðuna eftir CHE-samstarvinum, hóast veljarar floksins, sambært Gallup eru somu veljarar teir mest trúðføstu móti ABC. Tað var væntandi, at við áhaldandi vánaligum velj arakanningum fór javn- aðarflokkurin at skinkla í límingini og heldur ynskja sær eina tilveru í andstøðu og uttan ábyrgd. Tað er ein erlig søk. – Spell um flokkurin, nú mest er brúk fyri stabiliteti, ikka megnar at standa við ábyrgd sum krevst, nú landið er á eggini til hóttafall, segði Bjarni Djurholm. Eik Banki má bjargast Annika Olsen hevur raðfest umhvørvið høgt. Tað legði hon eisini dent á í røðu síni á landsfundi Fólkafloksins leygardagin á Sandi Mynd: Leo Poulsen Vit kunnu ikki lata okkum kroysta upp í ein krók Jacob vestergaard