Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166 4 Sosialurin Randi Jacobsen Føroya rættur feldi mána­dag­ in dóm í einum heldur óvan­ ligum málið um rús­drekka­ koyr­ing. Maðurin sat við síðuna av bilførarnum í einum bili sum mánanáttina 17. mai í ár fór út Havn og skuldi í Vágar. Maðurin var nógv ávirk­ aður, og fleiri ferðir á túr­ in­um tók hann í róðrið og í gir­stongina á bilinum. Blóð­ royndin, sum seinni um nátt­ ina varð tikin av honum, vísti 1,78 promillu. Tá ið teir vóru komnir nið­ an í Kollafjarðardal, hevði uppíblandið hjá manninum við sær, at bilførarin misti tam­arhaldið á bilinum. Bil­ urin fór útav, og har var bæði persónskaði og bilskaði. Tann ákærdi noktaði seg sekan. Rætturin kom til ta nið­ur­ støðu, at maðurin við sínum gerðum, hevði lagt seg út í koyringina og roynt at koyra bilin sjálvur. Tí varð hann dømdur fyri rúsdrekkakoyring. Maðurin varð dømdur at missa koyrikortið í trý ár og at gjalda 12.000 krónur í bót. Haraftrat skal hann gjalda sakarmálsútreiðslurnar. Óførir spælarar Randi Jacobsen Í bridgeteiginum i danska blaðnum Politik­ en leyg­ardagin er tikið við eitt spæl, sum Rúni Mouritsen og Bjarni Jo­ hansen handfóru væl. Teir spældu móti Anette Kristensen og Georg Norris i einum donsk­um bridgefelag. Hetta var spælið: Spaðari kom út, sum Bjarni Johansen í suðuri tók við 10-unum. Við tey flestu borðini spældi suður í næsta stikki kleyvara til frúnna, og eystur gjørdi rætt og læt frúnna eiga. Av tí at bara ein møguleiki var at sleppa inn á borðið aftur, kundi kleyvarin ikki brúkast, tí essið sat aftan fyri kongin. Spælið kundi tá ikki vinnast. Men Bjarni Johansen fann upp á ráð. Hann spældi í øðrum stikki ein lítlan kleyvara bæði frá hond og borði. Spaðari kom aftur, og hann tók við essinum. Nú bar til at spæla kleyv­ aran og hann slapp inn aftur á borðið til rútara ess og kundi taka fýra kleyvarastikk aftrat. Eystur kundi havt skift til rútara og skift til rútara og inni á rútar 10 kundi hann spælt rútara kong aftur og á tann hátt fingið rútara ess av vegnum. So hevði suður inn fingið øll kleyvarastikkini. Danska blaðið Politiken rósar føroyingum Bjarna Johansen og Rúna Mouritsen fyri gott bridgespæl Rúsdrekkadóm fyri at órógva bilføraran Ein maður varð í Føroya rætti mánadagin dømdur fyri rúsdrekkakoyring, hóast hann ikki koyrdi bilin sjálvur. Hann varð dømdur fyri at hava yvirtikið koyringina við fleiri ferðir at hava tikið í róðrið og girstongina í bilinum Randi Jacobsen Hvørja einastu ferð, fak­fe­ løgini fara til samráðingar, reisir seg spuringurin, um Smyril og hini strand­fara­ skipini fara at verða løgd. Soleiðis var eisini undir samráðingunum hjá teimum fimm stóru fakfeløgunum hesaferð. Jóhann Dahl, lands­stýrismaður segði seg hava upp­skot klárt at bera niðan í løg­tingið, og Jó­annes Eides­gaard, lands­stýris­ maður segði, at hann kundi hugsað sær, at ser­sáttmáli varð gjørdur fyri Strand­ ferðsl­una. Hóast tað er eitt vápn hjá fakfeløgunum í arbeiðs­ ósemju at kunna leggja strand­faraskip, tykist eingin hava nakað ímóti at tryggja, at Smyril og hini skipini sigla hóast arbeiðsteðg. Avtala má gerast – Tað eru fleiri ár síðan, at feløgini á privata arbeiðs­ marknaðinum meldaðu út, at Smyril og hini skipini eiga at kunna sigla undir verkfalli tó ikki við frakt. Grundgevingin hjá okkum fyri at hava hasa støðu er, at tað er koyrandi alla staðni í landinum, og eingin trnar tí ferðuni. Tí kann tað ikki vera rætt bara at steðga ferðsluni bara til og úr Syðuroynni, Sandoynni, Nólsoy og Kalsoynni, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Hon hevur tí einki ímóti at gera slíka avtalu, tí fólkini á teimum oyggjunum eiga at kunna kenna seg trygg. Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag er ikki heilt líka avgjørdur. Hansara limir taka ímóti endan og binda Smyril. Hann vísir á, at feløgini áður hava givið skipunum loyvi at sigla undir verkfalli, tí tað er óheppið, at bara summar oyggjar skulu rakast av verkfalli. Hans Joensen er ikki vísur í, at rætt er at gra avtalu. Spurningurin kann altíð viðgerast, tá ið tað kem­ ur hartil, sigur hann. Hvørki Starvsmanna­fe­ lagið ella Maskin­meistara­fe­ lagið hevur viðgjørt spurn­ ing­in, men Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur greiða meining. Bólturin liggur í landsstýrinum – Tað eru fleiri ár síðan, at Føroya Skipara- og Naviga­tørfelag gav Fíggjar­ málaráðnum tilboð um at gra slíka avtalu. Hetta var, meðan Joannes Eidesgaard var løgmaður, so hann hevur ligið á boðunum í fleiri ár. Vit frættu ongantíð aftur upp á tilboð okkara, sigur Regin Nónstein. Hann heldur tað vera heilt burturvið, at hesin spurn­ ingurin reguliga kemur fram, ístaðin fyri at avtala verur gjørd eina ferð med alla. Smyril má gjarna sigla Fekfeløgini eru til reiðar at gera avtalu, sum tryggjar, at strandfraskipini ikki verða løgd undir verkfalli. – Jóannes Eidesgaard fekk, meðan hann var løgmaður tilboð frá okkum um eina slíka avtalu, men vit hoyrdu ongantíð aftur, sigur Regin Nónstein, næstformaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag Fakfeløgini hava einki ímóti, at Smyril og hini strandfaraskipini sleppa at sigla undir verkfalli