Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166 8 Sosialurin Leo Poulsen Í sambandi við at vakgtar­ skipini bæði liggja við kei vegna sparingar, hevur Kári P. Højgaard, løgtingslimur fyri Sjálvstýrisflokkin, spurt Jacob Vestergaard, fiski­mála­ ráðharra, um tilbúgvingina á sjónum. Spurningarnir eru seks í tali og eru soljóðandi: 1. Kann landsstýris­mað­ urin veita trygd fyri, at trygdar­­viðurskifti og til­ búgving eru í lagi, so at skip og bátar í føroyskum sjó­øki fáa neyðuga hjálp, um óhapp ella van­lukka skuldu hent? 2. Heldur landsstýris­mað­ urin, at støðan er nøktandi, tá Tjaldrið og Brimil stóran part av árinum ikki kunna røkja eftirlitið á havinum vegna sparingar, og peningur tí ikki er tøkur til keyp av olju? 3. Kann roknast við, at Vaktar- og Bjargingar­tæn­­ast­ an kemur í somu óvirði­­ligu støðu komandi ár, vegna vantandi játtan á fíggjar­ lógini til rakstur? 4. Heldur landsstýris­mað­ urin, at støðan er nøkt­andi og trygdin í hásæti, tá ongin fult útgjørd bjargingar­tyrla er tøk í fleiri vikur? 5. Kann landsstýris­mað­ urin upplýsa, nær danska verju­­skipið í føroyskum sjó­ øki aftur fær eina tyrlu? 6. Nær verður føroyska bjargingartyrlan tøk? Spurningarnir eru nokk so umfatandi, og Jacob Vester­ gaard svaraði teimum á ting­ fundinum, sum var í dag. Fleiri eindir Í svarinum sigur Jacob Vester­ gaard millum anað soleiðis: »Áðrenn eg svari sjálvum spurninginum, loyvi eg mær stutt at lýsa, hvørjar høvuðseindir tilbúgvingin fevnir um við atliti at sjóøki okkara: • Innan samskifti eru tað eindirnar Tórshavn Radio og MRCC, ið hava til uppgávu at móttaka neyðarkall og at samskipa bjargingarátøk á sjónum. • Vaktar- og bjargingar­ skipini “Brimil” og “Tjaldrið”. • Tyrlurnar hjá Atlants­flog, ein høvuðstyrla (bjarg­ingar­ tyrla) og ein tiltakstyrla. • Bjargingarbátarnir “Lív” og “Ziska”. • Samstarvsavtalur við grannar okkara, so sum Ísland, Hetland og Skotland. • Færøernes Kommando hevur verið ein støðug eind í sjóøki okkara. • Samskiftismøguleikar og fylgisveinaeftirlit yvir øll fiskifør - og skip annars - ið til eina og hvørja tíð eru í sjóøki okkara. • Bjargingarfeløgini, ið standa tøk til tilbúgvingar­ uppgávur í breiðari høpi. Harnæst hava stovnarnir, ið veita ráðgeving og tænastur týðandi leiklut, so sum Tilbúgvingar- og Bruna­um­ sjón landsins, Skipa­eftir­litið, Trygdar­miðstøðin, eins og onnur feløg og stovnar, ið veita tænastur á økinum. Sum omanfyri lýst, so eru viðurskiftini viðvíkjandi bjarging á sjónum ikki grundað bara á eina eind. Heldur er talan um eina størri fyriskipan, ið er grundað á sera nógvar eindir, ið saman virka sum ein eind. Innleiðslan staðfestir, at samlaða skipanin við­ víkjandi trygd á sjónum er umfatandi. Neyvan kann nakar veita trygd fyri, at trygdarviðurskiftini til eina og hvørja tíð eru í lagi, tí tey vilja altíð verða merkt av uttanhýsis viðurskiftum, so sum veðri og eini røð av fíggjarligum- og tekniskum avmarkingum«. Tvær bjargingartyrlur Til spurning tvey sigur landsstýrismaðurin, at skip­ini eru tøk til leiting og bjarg­ing, men vegna fíggjar­ umstøðurnar verða eftirlits­ uppgávurnar á sjónum av­ mark­aðar. Trygdar­viður­skifti og tilbúgving verður, sum nú er, raðfest fram um eftirlits­ uppgávurnar. Í svarinum til spurning trý sigur Jacob Vestergaard, at raksturin á fíggjarlógini hevur stórt hall, og sam­ gongan hevur sett sær fyri at fáa hallið stigvíst burtur. Hendan ætlan rakar flest øll rakstrarøki, eisini Fiskiveiðieftirlitið, ið hevur eina útreiðslujáttan upp á umleið 44,9 mió. kr. í 2011 mótvegis 45,7 mió. kr. í 2010. Svarið til spurning fýra er soljóðandi: »Arbeiðið á sjónum viðvíkjandi fiski­ veiðieftirliti verður merkt av fíggjarkarminum, men fíggjar­ligu árinini á sjálvt leiti- og bjargingararbeiðið skulu avmarkast so nógv sum til ber. Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við eini ítøkiligari ætlan, ið hevur til endamáls at betra um tyrlu­ tænastu okkara. Ætlanin fevnir í stuttum um: • At tryggja, at tvær væl­ útgjørdar bjargingar­tyrlur eru tøkar heldur enn ein. • At tyrlutænastan hjá Atlantsflog er tøk hjá tí almenna myndugleikanum burturav. • At fleiri tyrlumanningar í størri mun verða mentar til bjargingaruppgávur. Fígging Samlaða ætlanin er væl lýst, og er tøk á heimasíðu Fiskimálaráðsins. Ein verkætlanarbólkur hevur staðið fyri ætlanini, og framløga hevur verið fyri lands­­stýrinum. Mítt uppskot skal vera, at landsstýrið tekur væl ímóti hesi ætlan, sum skal tryggja eina mun­andi betri tyrlu­­tænastu – og harvið meira nøktandi til­búgv­ing – innan lutfalsliga stutta tíð. Ein grundleggjandi fyri­ treyt fyri hesi ætlan er, at fígging fæst til vega. Tað skal vera mín vón, at sam­gongan og Løgtingið megna at finna eina semju, sum tryggjar fíggjarliga grundar­lagið fyri menningini av tyrlu­ tænastuni. Eg vil streingja á, at ætlanin gerst møgulig. Sum er, er fígging til menning av tyrlutænastuni ikki ein partur av løgtings­ fíggjarlógini fyri 2011«. Seinastu tveir spurning­ arnar svarar Jacob Vester­ gaard soleiðis: »Færøernes Kommando hevur kunnað leiðsluna á MRCC um, at tað eru lítlar vónir um, at skipini hjá Færøernes Kommando koma at hava tyrlu umborð í føroyskum sjóøki í 2011«. Og at enda: » Atlantsflog hevur kunnað MRCC um, at tyrlan verður tøk nú seint í november«. Størri og betri tilbúgving – Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við eini ítøkiligari ætlan, ið hevur til endamáls at betra um tyrlutænastu okkara, so vit altíð hava tvær bjargingartyrlur heldur enn eina til reiðar, sigur Jacob Vestergaard í svari upp á fyrispurning frá Kára P. Højgaard