Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166 Sosialurin Leo Poulsen Ein stórur trupulleiki við fiski­veiðiavtaluni við russar hevur í mong ár verið, at russar hava fingið nógv størri virði í fiski, enn teir hava latið føroyingum. Men nú er javnvág komin í. – Ja, vit hava undirskrivað nýggja fiskiveiðiavtalu við rus­s­ar í gjár, og eg fegnist um, at javnvág nú er komin í avtaluna, sigur Jacob Vest­er­ gaard, fiski­mála­ráð­harri. Føroyingar fáa somu nøgd­ir frá russum sum í und­ an­farnum sáttmálum. Tað merkir, at føroyingar kunnu fiska 12.000 tons av toski í Barentshavinum umframt 1540 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 1000 tons av rækjum. Hinvegin lata føroyingar nú 8.000 tons av svartkjafti móti 87.500 tonsum framman undan. Hetta er ein minking á 79.500 tons. Aftur fyri fáa russar so 25.000 tons av makreli móti 13.500 tons­um í gomlu avtaluni, og roynd­ arveiðan hækkar úr 250 tonsum upp í 500 tons. – Eg haldi, at vit hesa ferð hava fingið eina avtalu, sum er javnbjóðis fyri báðar partar. Tað, at vit ikki hava kunnað latið meiri svartkjaft er av teirri einfaldu orsøk, at vit hava ikki meiri at lata. Afturfyri fáa russar so nakað meiri av makreli, sum eisini teir meta hevur eitt hægri virði enn svartkjafturin, sigur Jacob Vestergaard. Hann heldur, at tað er komið okkum væl við, at vit hava hildið fast um kravið um størri lut av makrelkvotuni. – Russar leggja líka í, um vit, ES og Noregi klandrast um makrelin, og hann kemur okkum væl við, nú vit so at siga ongan svartkjaft hava at lata í býti, sigur Jacob Vestergaard. – Vit hava ikki lagt upp fyri einum lønarvøkstri í uppskotinum fyri fíggj­ ar­lóg fyri komandi ár. Tað viðgongur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hann ivast kortini ikki í, at tað fer at bera til at finna pengarnar – einar fýra milliónir krón­ur – aðra­staðni í rakstrinum hjá komm­ un­uni. – Sjálvt um miðað var ímóti einari null loysn, so mugu vit við­ganga, at eitt prosent er langt frá teimum seks pro­sent­ unum, ið almennu fak­fe­ løg­ini løgdu út við, sigur Heðin Mortensen. Fíggjarlógin hjá Tórs­ havn­ar kommunu er sam­tykt við aðru viðgerð, og júst hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at Heðin Mortensen sjálvur gekk á odda við at vraka uppskotið hjá SEV um at hækka elprísin við 15 oyrum. – Vit mugu so taka løn­ar­hækkingina við. Vit kunnu jú illa rokna við, at lønirnar skulu standa í stað, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin í Havn er formaður í Kommunu­ sam­skipan Føroya, men hann heldur ikki, at ein lønarhækkan kem­ ur óvart á hinar stóru komm­unurnar í Føroy­ um. – Eg kenni ikki til støð­ una hjá øllum teimum stóru kommununum, men eg veit, at summar hava tikið hædd fyri ein­ ari lønarhækkan, so eg rokni ikki við, at hetta verður ein trupulleiki hjá størru kommununum, sig­ur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Ongar upp­ sagnir í væntu – Vit fara at finna tær fýra milliónirnar, sum skulu til fyri at dekka lønarvøkstrinum, á rakstrinum hjá kommununi, og uppsagnir eru ikki ein loysn, sigur Heðin Mortensen. Fiskiveiðiavtalan á javnbjóðis støði Í dag hava føroyingar skrivað undir nýggja fiskiveiðiavtalu við russar, og fyri fyrstu ferð í nógv ár er avtalan komin á eitt javnbjóðis støði fyri føroyingar. Tað kemur okkum til góða nú, at Vestergaard helt fast um størri lut av makrelkvotuni Leo Poulsen Tað tóktist standa í botni mána­dagin seinnapart og út á kvøldið í samráðingunum um nýggjan sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum. Men so glapp. Báðir partar tóktust nøgd­ir við eina avmarkaða lønarhækkan í ár fyri síðani at taka upp stóra bardagan til komandi samráðingar næsta heyst. Tað er einki at ivast í, at ivasomu búskaparligu út­ litini í løtuni hava spælt ein stóran leiklut í hesi avgerð, og báðir partar vænta og vóna helst, at útlitini verða betri komandi heyst. Jóannes Eidesgaard frdi fram, at tað var óamannaverk at binda tað almenna til ein tvey-ára sáttmála nú, tá búskaparútlitini eru so døpur, og tí miðaði Fíggjar­ málaráðið eftir einum eitt- ára sáttmála. Í fyrra semingsupp­skot­ inum varð lønin fyrra árið í tvey-ára sáttmálaskeiðinum sett til 0,7%, meðan 2,9% skuldu leggjast omaná seinna árið. Nú fekst semja so um eitt prosent í einum eitt- ára sátt­mála, og tað kunnu almennu arbeiðsgevararnir liva við. Og tað kunnu fak­fe­ løgini eisini. – Hóast tað ikki ljóðar av so nógvum, so er vegurin lang­ur frá 0,7 prosentum upp til eitt prosent. Og vit kunnu liva við einum pro­senti í lønarhækkan, tá sátt­mála­ skeiðið er so stutt, sigur Selma Edllingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum. Fyri Fíggjarmálaráðið og kommunurnar var tað avger­ andi, at sáttmálaskeiðið ikki gjørdist tvey ár, men bert hitt eina. – Sum búskaparligu út­lit­ ini eru beint nú er tað óða­ mannaverk at binda landið í einum tvey-ára sáttmála, sigur Jóannes Eidesgaard. Nú er so friður á almenna arbeiðsmarknaðinum fram til samráðingarnar upp til nýtt sáttmálaskeið, sum byrj­ ar 1. oktober 2011, og má tíðin bara vísa, um hetta verður »stille før stormen«. Útsettu lønarbardagan eitt ár Bæði fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsgevararnir tóktust nøgdir við at útseta stóra bardagan um lønina til samráðingarnar komandi heyst Tað var nógv virksemi á Hotel Føroyum mánadagin og út á kvøldið. Leingi stóð í botni, men knappliga loysnaði og fekst ein eitt-ára sáttmáli í lag Mynd: Jens Kristian Vang