mikudagur 1. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Feløgini, sum eru saman
um verkætlanina at byggja
nýggja vegin gjøgnum Leir
víksbygd, eru RTS Contrac
tors og JHR Entreprenørar.
Í sáttmálanum, sum feløg
ini hava við Landsverk, er
byggitíðin sett til 19 mánaðir.
Landsverk hevur bjóðað
asfaltarbeiði út fyri seg, og
tað verður HJ Asfalt, sum
kemur at gera hendan partin
av arbeiðnum.
Miðjað verður eftir, at
serliga tann parturin av
vegnum, sum liggur inni
í bygdini í Leirvík, verður
asfalteraður og hampaður
so hvørt, sum nýggi vegurin
verður bygdur. Umráðandi
er fyri feløgini, sum standa
aftanfyri verkætlanina, at
tey sár, sum koma, meðan
arbeitt verður, eisini verða
lappað aftur so hvørt.
Verjugarður og
bátahylur
Andrias Lamhauge, stjóri í
RTS Contractors, vísir á, at
tað fyrsta, sum gjørt verður,
er, at verjugarðurin við Kúlu
bakka, har spakin varð sett
ur í, verður gjørdur nakað
longri. Tað er har, sum vegur
in kemur at liggja nærmast
sjóvarmálanum, at verjan
skal betrast.
- Vegurin verður eisini
lagdur
gjøgnum
verandi
bátahyl, og tí skulu bátarnir
flytast norður, har gamla
ferjulegan er. Her verður so
nýggi bátahylurin hjá leir
víkingum.
Sum skilst á Andriasi,
byrjar arbeiði við stóru verk
ætlanini á leiðini, har spak
in varð settur í, soleiðis at
verjugarðurin verður longd
ur nakað, eins og bátarnir
skulu flytast, so útfyllingin
kann byrja.
-
Tvær
rundkoyringar
skulu gerast. Onnur á leiðini
niðanfyri kirkjuna og hin úti
við Kúlubakka.
Stjórin sigur, at rundkoyr
ingin við Kúlubakka eitt nú
skal geva kommununi møgu
leikan at fáa samband við
nýggja ídnaðarøkið, sum er
útfyllingin úr Norðoyatun
linum.
Vegurin, sum leirvíkingar
nú hava bíðað so leingi eftir,
verður sambært sáttmála
num liðugur um 19 mánaðir.
- Ja, vit duga ikki at síggja,
at sáttmálatíðin ikki skal
kunna røkka til, og vit vænta
heldur ikki tær heilt stóru
forðingarnar. Nú eru vit júst
byrjaðir, og tí er sjálvandi
trupult at siga, hvussu øll
gongdin verður.
Andrias Lamhauge sig
ur, at einir 12 mans verða
knýttir at verkætlanini í
byrjanini, men so hvørt,
sum stoypiarbeiði og annað
kemur í gongd, fer talið av
arbeiðsmonnum
helst
at
liggja millum 15 og 17.
Grót úr Gøtudali
Avtala er gjørd við Eystur
kommunu um, at grótið, sum
brúkast skal í vegagerðini í
Leirvík, kann takast burtur
av ætlaða handilsøkinum,
sum kommunan fyri fáum
árum síðan planeraði í Gøtu
dali.
Koyrandi eftir
nýggja vegnum
um 19 mánaðir
Andrias Lamhauge, stjóri í RTS Contractors, sigur, at einir 12 mans verða knýttir at verkætlanini í byrjanini,
men so hvørt, sum stoypiarbeiði og annað kemur í gongd, fer talið av arbeiðsmonnum helst at liggja
millum 15 og 17. – Vit hava bíðað leingi, men eru ótrúliga fegnir, nú arbeiðið er byrjað, sigur hann
Týsdagurin var ein stórur dagur í Leirvík. Nú
er spakin endiliga settur í til verkætlanina,
sum leirvíkingar hava bíðað so leingi eftir
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nógv togan hevur
verið um vegin
gjøgnum bygdina
í Leirvík, men nú
verkætlanin er
byrjað, munnu flestu
leirvíkingar vera fegnir
Mynd: Vilmund Jacobsen