mikudagur 1. desember 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
Sosialurin
Tá økið var liðugt
planerað, vóru røddir
frammi sum søgdu, at
økið lá ov høgt í mun
til lendið annars, og
nú nýggi vegurin
skal byggjast í Leir
vík, kemur fyllingin,
sum var ov nógv, til
góðar í hesi verk
ætlan.
Andrias
Lam
hauge sigur, at tað
sjálvandi er ein
stórur fyrimunur,
at grótið til útfyll
ing og planering
kann takast úr
Gøtudali, tá al
ternativið ann
ars hevði verið
grótbrotið
á
Hústoft í Lamba.
- Koyringin úr Gøtudali er
sjálvandi nógv styttri enn av
Hústoft.
Hann leggur aftrat, at í
minsta lagi fýra stórir bilar
koma at koyra grót úr Gøtu
dali til Leirvíkar.
Leingi at bíða
Stjórin í RTS Contractors
sigur, at teir hava bíðað í
17 mánaðir eftir at sleppa í
gongd við hesi verkætlan, og
nógv fundarvirksemi hev
ur verið um hetta arbeiði í
hesum tíðarskeiði.
- Men eg haldi, at allir
partar eru fegnir, nú komið
er har til, at arbeiðið er farið
í gongd. Vit eru eisini ótrú
liga fegnir um at kunna fara
undir hetta arbeiði sum kem
ur at fevna um tað mesta av
tveimum árum.
Andrias Lamhauge sig
ur, at fíggjarkarmurin er
krympaður nakað, men slíkt
kann roknast við í tíðum
sum hesum.
Spurdur,
hvussu
nógv
dýrari verkætlanin hevði
verið, um hon varð framd í
eini tíð, har samfelagshjólini
mólu skjótari, enn tey gera
í dag, sigur hann, at tað vil
hann einki boð geva upp á.
- Men tað er greitt, at
talan helst hevði verið um
nakrar miljónir krónur til
samans, leggur stjórin í RTS
Contractors, Andrias Lam
hauge, aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Veðrið var gott, men tað
var kalt, tá virkandi stjór
in í Landsverki, Ewald
Kjølbro, beyð vælkomin
í
Leirvík
týsmorgunin,
tá landsstýriskvinnan í
innlendismálum, Annika
Olsen, skuldi seta fyrsta
spakan í til nógv umrøddu
vegagerðina.
Ewald Kjølbro vísti á,
at Norðoyartunnilin, sum
varð liðugur og tikin í
nýtslu hin 29. apríl í 2006,
soleiðis kom nøkur ár, áðr
enn spakin varð settur í
til nýggja vegin gjøgnum
bygdina.
Hann ásannaði, at hetta
leingi hevur skapt órógv í
Leirvík, men legði aftrat,
at nú komið er har til, at
arbeiðið fer í gongd, kunnu
øll fegnast saman.
Ewald vísti á, at Annika
Olsen hevur gjørt eitt stórt
arbeiði fyri at fáa gongd á
hesa verkætlan, sum hevur
ligið á láni.
Snúningarás í Leirvík
Landsstýriskvinnan í inn
lendismálum, Annika Ol
sen, vísti á orðatakið, at
leingi er tað, ið væl skal
vera.
- Leirvík er vinnulívs
bygd
og
útróðrarbygd
burturav. Tað er tí ikki
undarligt, at staðið her
við Kráartanga er valt til
at seta spakan í til nýggja
leirvíkarvegin. Her hevur
mangur leirvíkingur gjøg
num tíðirnar staðið og tikið
ímóti
útróðrarmonnum,
ið eru komnir aftur av út
róðri.
Landsstýriskvinnan
segði, at kommun
an hevur lagt stór
an dent á at varð
veita karmarnar
kring bátahylin í
bygdini.
- Hóast bygd
arfólkið hevur
verið ymiskt á
máli um, hvar
vegurin
skul
di liggja, vóni
eg, at økið her
niðri í bygdini,
har vinnulív
og
útróður
eru,
fram
haldandi fara
at blóma.
A n n i k a
Olsen segði
seg
eisini
vóna,
at
hetta økið
framhald
andi kann vera snúninga
rásin í bygdini, sum hon
tók til.
At enda las landsstýris
kvinnan upp eitt vers í
yrking hjá Hans Andriasi
Djurhuus, ”Tit sum í fjøru
fóru...”
Síðan setti Annika Ol
sen fyrsta spakan í til nógv
umrøddu vegagerðina í
Leirvík.
vilmund@sosialurin.fo
Leingi er
tað ið væl
skal vera
Týsmorgunin upprann løtan, sum leirvíkingar so
leingi hava bíðað eftir. Tá setti landsstýriskvinnan
í innlendismálum, Annika Olsen, spakan í til
nýggja vegin gjøgnum bygdina í Leirvík
Ewald Kjølbro, virkandi stjóri í Landsverki og Annika Olsen, landsstýriskvinna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Magnus Joensen er
ein av monnunum,
sum koyrir trailara
fyri RTS Contractors
Mynd: Vilmund Jacobsen
... vit vænta ikki tær
heilt stóru forðingarnar
á vegnum...
ANDRIAS LAMHAUGE