mikudagur 1. desember 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
12
Sosialurin
Jan Müller
Nuuk: Hósdagurin 2. de
sember kann gerast eitt
týðandi vegamót í roynd
unum hjá Grønlandi at ger
ast framtíðar oljutjóð. Tá
fer
Ráevnisfyrisitingin
í
Nuuk at lata tilsamans sjey
altjóða oljufeløgum 14 nýggj
leitiloyvi í Baffin Flógvanum
í Vesturgrønlandi. Fleiri av
oddafólkunum hjá hesum
oljufeløgum fara at taka
ímóti loyvunum á einum
hátíðarhaldi í Nuuk seinna
partin
hósdagin.
Millum
umboðini fyri oljufeløgini
verða m.a ovastu stjórarnir
fyri altjóða leiting hjá Shell
og Statoil og ber hetta boð
um, hvussu stóran týdning
nøkur av heimsins stóru
oljufeløgum leggja í leiting
ina í Grønlandi.
Eisini í Føroyum verður
fylgt væl við oljutilgongdini
hjá grannanum fyri norðan,
nú fleiri av oljufeløgunum,
sum leita eftir kolvetnum
í føroysku undirgrundini,
eisini eru við í leitingini
í Grønlandi. Johan Dahl,
landsstýrismaður í oljumál
um er millum teirra, sum
fylgja gongdini í Grønlandi
neyvt.
– Í Føroyum eru vit fegin
um tann stóra áhuga, ið
oljuleitingarvirksemið
í
Grønlandi hevur fingið. Við
fleiri stórum altjóða feløgum,
sum loyvishavarar, hevur
Grønland gott útgangsstøði
fyri dyggum leitivirksemi
sigur hann. Men hann dylur
ikki fyri, at hann heldur tað
var spell, at føroyska felagið,
sum søkti um loyvi, ikki var
millum tey útvaldu.
– At Føroya Kolvetni
ikki hevði eydnuna við sær
hesuferð var spell, men
sjálvandi virða vit avgerð
ina hjá grønlendska lands
stýrinum.
Johan Dahl sigur víðari,
at Grønland og Føroyar eru
á ymiskan hátt í sama báti,
tá tað um oljuleiting ræður.
Nevnast kann t.d. at bæði
londini eru lutfalsliga nýggj í
hesi vinnuni, samfeløgini eru
smá, so árin frá møguligari
kolvetnisframleiðslu verða
stór.
– Almennu fyrisitingar
nar eru smáar, veitingar
fyritøkurnar í báðum lond
unum eru smáar, men vilja
fegnar hava møguleika at
veita vørur og tænastur til
oljuvinnuna, so tað eru iva
leyst møguleikar fyri, at vit
kunnu njóta gott av hvørjum
øðrum, skuldi áhugi verið
fyri tí.
Tað
eru
eisini
ymisk
viðurskifti, sum ikki eru
skipað eins í Føroyum og í
Grønlandi. Tað kundi eis
ini verið áhugavert at um
røtt
hesi
viðurskiftini
partanna millum sigur lands
stýrismaðurin.
– Eg ætli mær at seta meg
í samband við mín starvs
felaga í Grønlandi fyri at fáa
umrøtt spurningin um nærri
samstarv, bæði tá tað snýr
seg um veitingar til hesa
nýggju vinnuna og um sjálvt
leitivirksemið.
Fyrisitingarnar í Føroyum,
Grønlandi og Danmark hitt
ast umleið annaðhvørt ár
at tosa um felags áhugamál,
og er hetta eisini eitt forum,
har møguleikarnir fyri nærri
samstarvi kunnu umrøðast.
Eg vil ynskja Grønlandi
góða eydnu við víðari leiti
virksemi, og at tað skal
eydnast teimum at upp
byggja eina nýggja vinnu
landi teirra at frama sigur
Johan Dahl at enda.
Dahl ynskir Grønlandi
góða eydnu við oljuleiting
– Eg ætli mær at seta meg í samband við mín starvsfelaga í Grønlandi fyri at fáa umrøtt
spurningin um nærri samstarv, bæði tá tað snýr seg um veitingar til hesa nýggju vinnuna og
um sjálvt leitivirksemið sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum við Portalin
Mynd: Johan Dahl heldur
Føroyar og Grønland kunnu
samstarva á oljuøkinum