Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166 Sosialurin Nøvn Seinasti leygardagur var seinasti dagur hjá Grethu og Levi á Malta eftir 27 árum. Í 27 ár hava Gretha og Levi virkað millum føroyskar fiski­menn og føroyingar í Hirts­hals. Hetta arbeiði hevur verið gjørt í og út frá Malta, sum seinastu mongu árini hevur verið ramman um føroyskt sam­komu­virki í Hirts­hals, har Levi og Gretha hava verið fyri­støðu­hjún hesi mongu ár. Onkuntið hevur verið upp á tal at fara heim, men, sum Levi sjálvur sigur, so er tað ikki fyrrenn nú, at hann kennir frið og fulla vissu í hesi avgerð. Tá man sigur Levi og Gretha, so kemur Malta fram á “skermin” við tað sama, og tað er ikki so løgið, tí Levi og Gretha eru eitt við arbeiði á Malta. Tí má tað kennast óveruligt, bæði fyri tey og mong onn­ ur, at skula fara avstað og ikki koma aftur. Men, sum onkur segði, at sjálvandi koma tey aftur at vitja – og tað eru tey sjálvsagt altið vælkomin til. Stór broyting Tað er nógv broytt í Hirtshals hesi seinasti 27 árini, ikki minst niðri í havnalagnum, har Levi fekki sítt fyrsta kall at byrja arbeiði á Malta. Í dag er fiskivinnan minni enn ein triðingur av virkinum, sum fer fram í havnini í Hirtshals, meðan fiskivinnan fyri 27 árum síðani var tað berandi. Soleiðis broytast tíðirnar og ein má sanna, at tað er sum Sálamon kongur segði, at alt hevur tíð sína. Hevði tað verið í dag, hevði Levi nokk ikki fingið sítt kall soleiðis sum hann fekk tað tá. Kallið Hann sigldi sum skipari upp á Hirtshals, saman við mongum øðrum føroyskum mann­ingum. Tá vóru nógv før­oysk skip við stórari mann­ing, sum komu reglu­ liga inn til Hirtshals at landa. Hann sá, tá skipini lógu inni og landaðu, at tá kvøldið kom, fóru menninir niðan í býin; og sum hann eygleiddi teir, hugsaði hann, at nú hevði verið gott um onkur var, sum kundi bjóða hesum monnum inn til ein hugnaligan drekkamunn og eitt Guds orð. Hetta var kallið hjá Levi, sum vendi fullkomiliga upp og niður upp á arbeiðsdagin hjá Levi, tí nú gjørdist hann fiskimaður á landi. Hann gavst sum sjómaður og skip­ ari, eftir meira enn 30 ár á skipsdekki, og halgaði seg, saman við konuni Grethu, til føroysku fiskimenninar, sum komu í land í Hirtshals, so teir kundu hava eitt fjálgt stað at koma til og uppliva somu umsorgan, sum Paulus og teir 276 neyðstøddu skips­menninir upplivdu, sum strandaðu á oynni Malta í Ápostlasøguni 27. Tí var tað, at Levi kallaði húsið Malta, tí hann vildi heldur, at skipsmenninir “strandaðu” á Malta, enn á einum av teim­um mongu ølstovunum í bý­num. Gretha og Levi eru farin heim – arbeiði á Malta stend­ur við eitt vegamót. Tænastan heldur fram so­ leiðis sum Harrin vil – Før­ oyskir sjómenn og føroyingar í Hirtshals eiga enn einar opnar dyr á Malta! Poul Jóhan Djurhuus Gjaranes@olivant.fo Levi og Gretha fyri seinastu ferð av Malta Gretha og Levi uttan fyri Malta á veg til Føroya leygardagin ­20. nov. 2010 TÍÐINDASKRIV Í dag kemur nýggj fløga við Sølvu Ford á marknaðin. Heitið á hesi nýggju fløguni er "Eg treingi, treingi til Tín". Á fløguni eru 8 kendir sangir, m.a. "Tá tígnandi", "Eymt og í kærleika" og "Lívsæla vissa". Sølva Ford er væl kend frá útgávuni ”Kærleikans gøt­ur”, har serliga sangurin: ”Troystartámið” bleiv ógvu­ liga nógv spældur. Sølva sigur sjálv á fløgu­ húsanum, at hon kendi seg kallaða at geva hesar sangir út á fløgu og hon vónar at teir verða til signing fyri mong. Tað sermerkta við hesi fløgu er, at framleiðarin er bert 16 ára gamal. Tað er Ólavur Kartni á Váli Olsen, sum hevur fingist við tónleik í nøkur ár og rekur Kartney Music. Tónleikarnir eru fleiri kendir, so sum Gunnar Gutte­sen á klaver og bass­spælarin Mikkel Rib­er, ið spælir saman við eitt nú kenda Ras­ mus Seebach, Lars H.U.G og mong­um øðr­ um. Fleiri ungir tón­ leikarar, Karl Andrias Stórá, bass, Kristján Bjarki Purkhús og Pætur Gerðalíð, guitar, Óli Poulsen í Hoyvík, guitar og dobro, eru eisini við. Ólavur sjálvur hevur spælt restina og ljóðblandað, eisini er hann við í bakrøddum og vokalum, har eisini onnur eru við, so sum Barbara (Carlsen) Chaparro, Karl Johannesen, Anna á Váli Smith og Sølva sjálv. Johann Petersen hevur sniðgivið húsan. Sólmei Eydna Nólsøe hevur tikið myndir. Óli Poulsen (DK) hevur mastrað og Evangeliska Rødd­in gevur út. Fløgan kemur í handlarnar nú um vikuskiftið og kostar kr. 120.00. Sølva Ford við nýggjari fløgu Leygardagin andaðist Jógvan Nybo av Viðareiði 54 ára gam­al. Jógvan Nybo varð vald­ur til formann í Maskin­meist­ arafelagnum 24. mars 2001 og var formaður í seks ár. Skrivarin í Maskin­meist­ arafelagnum, Sjúrður Heine­ sen kendi Jógvan Nybo sera væl. – Eg hevði gott samstarv við hann og vil lýsa hann sum ein góðan fakfelagsmann og sam­ráðingarmann, sum hugs­aði seg væl um og ong­ antíð leyp framav, sigur Sjúrð­ur Heinesen. Jógvan Nybo farin