Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166 14 Sosialurin Kjak Fríggjadagin var onnur viðgerð av løgtingsmáli nr. 44, og orðaskifti gjørdist drúgt, vardi heilar 4 tímar. Aftur og aftur tóku tingfólk orðið til røður og viðmerk­ ingar. Stór orð vóru søgd um framtíðina og hørð orð vóru søgd um nútíðina. Fyri tann fremmanda eygleið­ar­ an kundi sjálvsagt ikki vera nakar ivi um, at talan var um eitt tungt og týð­andi álvars­ mál, sum var á skránni! Mundi tað vera øðrkyml­ andi støðan í føroyska fíggjar­kervi­num, sum var til viðgerðar ? Var tað fíggjarliga krepp­ an, sum partar av føroy­ ska vinnulívinum eru í og sum kann føra til stórt arbeiðsloysi ? Var tað hættisliga støðan hjá fiskivinnuni, har samlaði flotin, ið fiskar botnfisk undir Før­oy­um hevur reyð rokn­skapar­tøl og alt ov stóra skuld ? Mundu tingfólk kjakast um undirskotið á fíggjar­ lógini uppá ¾ milliard ? Ella var tað hótt­andi verk­­fallið frá 7000 fólk­um á almenna arbeiðs­­markn­aði­ num, sum orða­skiftið snúði seg um? Sjálvsagt mátti málið, ið var til viðgerðar, vera av alstórum samfelagsligum týdningi. Løgtingsins fíggjar­ nevnd mannað við 7 fólkum úr 5 flokkum hevði viðgjørt málið á trimum nevndar­ fundum og niður­støðan varð 5 ymisk minnilutaálit, ið fyltu 4 síður. Her mátti greitt vera talan um álvarsligt vandamál, sum løgtingsnevndarlimirnir, hvør í sínum lagi, høvdu valt at brúka nógva tíð og orku uppá, og sum tingið nú tók sær góða tíð til at viðgera. Men tá tann fremmandi eygleiðarin setti seg at lurta nærri eftir orðaskiftinum, øðrkymlaðist hann. Orða­ skiftið í hesi lagnustund snúði seg um næstan einki. Drúgva orðaskiftið snúði seg um 0,065% av ríkisstuðlinum úr Danmark. Hetta svarar til 0,0008% av útreiðslunum á løgtings­fíggjarlógini ella 0,000032% av okkara brutto­ tjóðarúrtøku. Hetta 4 tímar drúgva orðaskifti snúði seg um, hvørt danska ríkis­ veitingin skuldi lækkast við knapt 0,07% ella ikki. Sambært útrokningunum sum samgonguflokkarnir hava bundið seg til í sam­ gongu­skjalinum, skuldi blokk­niðurskurður gerast fyri 400 túsund; men í skriv­ um millum landstýri og donsku stjórnina dagfest 30. august og 14. september er avtalað, at blokkurin verður tann sami. Annað av umboðum Sam­­bandsfloksins í fíggjar­ nevndini váttaði á tingsins røðarapalli tað, sum hevur ljóðað millum tingfólk, at hann hevði fingið eitt bræv. Í brævinum skal tingmaðurin hava fingið skrivliga munn­ kurv frá leiðsluni, tí hann ætlaði at fremja fráboðaðu ætlan floksins í verki og mæla tinginum til at prístalsjavna blokkin, (fyri at orð og gerðir skuldu fylgjast )? At andstøðan skal kenna høvuðsábyrgd av, at sam­ gongan ikki heldur sítt egna samgonguskjal, vil eg ikki verða partur av. Viðgerðin var ein glantrileikur, tí talan var um “symbolik heldur enn politikk”, tí valdi eg at ríma av fundi, eftir at hava sitið og lurtað í 3 tímar. Tað stutta av tí langa er, at hetta drúgva orðaskifti, sum snúði seg um næstan einki, flutti púrt einki. Spurningurin er, sum Heiðamaðurin speiskliga tók til á sinni: “Hvussu leingi kann ringt versna”. Kári P. Højgaard løgtingsmaður Latið okkum brúka tíðina betur Føroyingar búleikast so­leiðis, sum skilagott var í miðøld, har jørð og atkoma til havið hevði alt at týða. Hetta hevur havt við sær, at vit spjaddust, og framvegis búgva spjødd, um allar Føroyar. Hetta var rætt tá í tíðini. Men í dag er øðr­vísi. Vit eru ikki nøgd við at búgva avbyrgd á útoyggjum. Vit vilja hava gott ferða­­samband, helst koyri­­­samband, til mið­ staðar­­økini. Og skilligt tað. Men hetta ynski um gott samferðslukerv er ikki ein rættur, men eitt ynski. Hesi ynski mugu vera skilagóð, og hava eitt ávíst “kostn­aður og gagn” fyrilit, eins og eina meting um framtíðar­útlit. Í 1985 búðu 66 fólk í Svínoy, í dag búgva bert 40 fólk har (Kelda: Hagstova Føroya). Hetta er ein minking upp á 40% av íbúgvunum – havi annars hoyrt, at minni enn 20 fólk búgva har alt árið. Hvør er framtíðin hjá hesi bygd? 3,5 mió. kr. pr. svíning Nú vilja svíningar hava eina nýggja ferjulegu, tunnil o.s.fr. Kostnaðarmetingin er 140 mió. kr. Tað er 3,5 mió. kr. fyri hvønn svíning. Um landið skuldi fíggjað eina verkætlan í Havn við somu nøgd pr íbúgva sum í Svínoy, altso 3,5 mió. kr. pr íbúgva, so skuldi verkætlanin í Havn kostað 70 milliardir kr. Hetta sigur ikki so lítið um, hvørt tað er í lagi at nýta so nógvan pening upp á eina oyggj, har 40 fólk búgva, sum kann væntast at verða avtoftað um 30-50 ár. Halda fólk veruliga, at tað er í lagi at nýta so nógvar pengar til so fá, meðan sparingar gera fólk arbeiðs­leys og sjúklingar liggja úti á gongunum í Landssjúkrahúsinum. Henda ferju­lega verður bert svíning­­­um at gagni. Ein “cost-benefit” greining hevði jarðað hesa verkætlan. Tað steðgar ikki her Trupuleikin við verkætlanini í Svínoy er eisini tann, at so eru ørskaparíløgurnar byrjaðar. So skulu vit hava nýggja ferjulegu á hvørj­um hugsandi útoyggja tanga, eins og tunlar og undir­­sjóvar­ tunlar. Henda óum­hugs­aða útbygging av samferðslu­ kervinum í Føroyum má halda uppat. Tá pengar mangla í lands­­kassa­num og sostatt á fíggjarlógini, byrja rópini um ov lítlan blokk­ stuðul. Tað er ikki har tað er galið. Tað er tað, sum er nevnt omanfyri. Næstan øll Strandferðsluskipini sigla við undirskoti. Miðaldar­ búsetingarnar eru ov dýrar, tá atkoma og fráferð skal vera reglulig hvønn dag. Tað ber til at flyta, um búsetingin ikki lúkar ynski ella tørv; og tað vil eg, sum skattgjaldari, mæla hesum ónøgdu út­ oyggja­búgvum til. Tað gera fólk aðrastaðni í heiminum. Eingin hevur sagt, at fólk á útoyggjunum ikki mugu flyta til tann stað, sum lúkar teirra ynski og tørv. Dávid Isfeld Hósvík Miðaldar búseting kostar ov nógv (1. partur av tveimum) Levi Mørk Limur í Javnaðarflokkinum Einasta sambandið er Smyril Eg haldi, at um verkfall verður má Smyril fáa loyvið til at sigla. Tí suðuroyingar eru í einari serstøðu og hava ikki sama møguleika at ferðast sum td. vit í miðstaðarøkinum.  Hóast hetta møguliga verkfalli rakar alt landið, verður tað ikki fear, tí verkfalli kemur at rakað meira hart fyri útjaðaran, serliga fyri Suðuroynna. Sama er galdandi fyri sandoyingar og nólsoyingar. Annars takið eg fult undir við einum verkfalli og stuðli fakfelagsrøðsluni við teirra stremban fram ímóti hægri løn. Men fordeilingin fyri einum møguligum verkfalli kemur at raka ymist og óvjavnt um alt landið, har útjaðarin og serliga Suðuroyggin og Sandoyggin,  verða mest raktar.  Sum nú er er teirra fíggjarstøða ikki serliga góð og hetta er eitt bakkast fyri tað sindri av vinnulívið sum er í hesum báðaum útjaðaroyggjum, um vinnulívið er fyri álopið, gongur tað eisini útyvir td. tey bleytu virðini - so einfalt er tað.