mikudagur 1. desember 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
16
Sosialurin
Høgni Hoydal
Kjak
Ei dáni í, at fólk eru ørkymlað.
Um støðuna og framtíðina
hjá Eik og tí føroyska fíggjar
marknaðinum sum heild.
Tilvildarlig
sjónarmið,
kúvendingar og mótsigandi
útmeldingar sleingjast út í
fjølmiðlarnar dagliga frá teim
um, ið áttu at tikið ábyrgd
fyri føroyska samfelagnum
– nevniliga landsstýri og
løgting. Hóttanir og síðani
royndir at sissa aftur, daga
knappliga fram frá teimum,
ið hava tann veruliga av
gerðarrættin og valdið, og
sum hava heilt aðrar skyldur
og áhugamál enn at skapa
stabilitet og avgera framtíðina
fyri føroyska fíggjarmarkn
aðin – nevniliga Finansiel
Stabilitet og teirra umboð.
Hetta er í stuttum prísurin
fyri ikki at vilja hava ávirkan,
taka avgerðirnar og standa
við ábyrgdina sjálv, men
ístaðin at gykla føroyingum
fyri, at okkara trygd og
framtíð liggur í at lata onnur
taka avgerðirnar fyri okkum
– sum ikki hava ábyrgdina
fyri avleiðingunum í Føroy
um ella standa til svars móti
føroyska fólkinum.
So hvat er tað, sum er
hent, seinastu vikurnar – og
áðrenn tað?
Politiskur avgerðar
rættur um fíggjar
marknaðin
Tá altjóða fíggjarkreppan fór
sum skógareldur um allan
heim, tóku stjórnir í øllum
londum
beinanvegin
ta
støðu, at politiska skipanin –
fólkaræðið – noyddist at taka
fíggjarmarknaðin av ræði og
seta hann undir umsiting
við
almennum
stovnum,
skipanum og pengum. Alt
tosið um altjóðagerð og frælsi
fyri privatan kapital, endaði
nú við, at einstøku tjóðirnar
og almenningurin sótu eftir
við ábyrgdini og rokningini
fyri sínar bankar.
Ein ørgrynna av ymsum
skipanum vórðu gjørdar, har
statirnir fóru inn og bjargaðu
og stýrdu sínum bankum og
fíggjarmarknaði.
Danmark
gjørdi
sínar
skipanir, sum vórðu nevndar
”bankapakkar” (talan er um
tríggjar ymsar ”pakkar” sum
eru umfatandi lóggávur).
Teir fevndu um óavmarkaða
innskjótaratrygd í eitt tíðar
skeið, lán til kjarnukapital
í bankunum, veðhald fyri
lánum, øktum heimildum til
Fíggjareftirlitið o.a.
Finansiel
Stabilitet A/S
Og so ikki minst at skipa
eitt serligt partafelag, nevnt
”Finansiel Stabilitet”, ið skuldi
taka allar avgerðir um at
bjarga bankum ella at avrigga
onkrar teirra. Allar avgerðir
sjálvandi við góðkenning frá
donsku stjórnini. Finansiel
Stabilitet
gjørdist
við
hesum mest avgerandi og
valdsmiklasti leikari í danska
fíggjarheiminum.
Danska stjórnin tryggjaði
sær, at bankarnir sjálvir
rindaðu stórar upphæddir
til skipanirnar, og at danski
statskassin fær stórt avkast
av lánum til bankarnar og
fær yvirskotini av sølum.
Og ikki minst, at danska
stjórnin hevur alt innlit
og avgerðarrætt um alt,
sum gjørt verður á danska
fíggjarmarknaðinum.
Høvuðsendamálið
við
øllum hesum bankapakkum
og skipanum var sjálvsagt at
skapa stabilitet á tí danska
fíggjarmarknaðinum og at
tryggja, at danski statskassin
fekk sínar pengar aftur við
rentum og yvirskoti.
Stabilitetur
skaptur í danska
fíggjarheiminum
Og tað hevur riggað væl fyri
tann samlaða danska fíggjar
marknaðin. Tann bankin, ið
hevði størstu trupulleikarnar
og hevði sett seg í mestan
váða, var uttan iva Den
Danske Bank, og tí vóru skip
anirnar gjørdar soleiðis, at
hann sjálvsagt undir ongum
umstøðum mátti fara ella
partaeigaranir missa sínar
pengar. Hugsið bert, hvørjar
avleiðingar tað hevði havt
fyri A.P. Møller og danskar
íleggjarar og fyritøkur sum
heild, um ein av størstu bank
unum í Danmark fór og øll
mistu sínar pengar.
Tó kundu summir av teim
um smærru donsku bankun
um avriggast og takast undir
Finansiel Stabilitet, og síðani
kundu bestu bitarnir seljast
víðari til teir størru. Og tað
hevur verið gjørt við eitt nú
EBH-bank og Fionia Bank.
Í teimum førunum hevur
tað sjálvandi verið mett,
at hetta kann skapa betri
stabilitet á danska marknaði
num og kann enntá styrkja
teir bankar, sum eftir eru.
Kundarnir hava so bara
kunnað flutt við og umskipað
síni viðurskifti.
Ongin ivi er um, at tað
eisini verður mett sum ein
fyrimunur at fáa ruddað eitt
sindur upp í tí, sum verður
nevnt ”undirskóginum av
smærri
peningastovnum”,
og ikki minst har íslendskur
kapitalur ella onnur óynskt
áhugamál hava verið inni,
sum álitið er ser lítið til í Dan
mark (hetta er helst komið
Eik aftur um brekkur).
Men sjálvsagt hevði tað
ongantíð komið uppá tal,
at sett helvtini av tí danska
fíggjarheiminum
–
altso
tildømis bæði Den Danske
Bank og Nordea – krøv, har
teir bankarnir, kundarnir og
parteigararnir komu í nakran
vanda. Tað hevði verið ein
óhugsandi
hending,
og
beint ímóti endamálinum at
skapa fíggjarligt støðufesti í
Danmark – og tað hevði sjálv
sagt havt djúptøknar sam
felagsbúskaparligar avleið
ingar í Danmark og hevði
skapt sjokk fyri bæði vinnu
lív og vanlig húsarhald.
Sostatt kunnu tær av
gerðir, ið eru sera skilagóðar
fyri samlaða danska banka
marknaðin, hava heilt aðrar
avleiðingar á føroyska markn
aðinum. Okkara bankar eru
bert smáir bankar í samlaða
kervinum, men altavgerandi
hjá okkum.
Bankapakkarnir
og Føroyar
Meðan hesar sterku politisku
skipanir vórðu riggaðar til og
danska stjórnin legði ætlanir
og atgerðir fram, sum vórðu
samráddar millum politisku
flokkarnar í Danmark, gjørdi
landsstýrið í Føroyum onki.
Teir løgdu ístaðin bert – alt
ov seint og við bert fáa daga
freist – teir donsku banka
pakkarnar fram óbroyttar og
uttan viðgerð í Føroyum. Her
var ongin ætlan ella greining
av avleiðingum, áhugamálum
og tørvi hjá føroyska fíggjar
marknaðinum og føroyska
samfelagnum.
Ístaðin vórðu bankapakk
arnir bert brúktir parta
politiskt av serliga løgmanni
og fíggjarmálaráðharranum
til at siga: ”Nei, hygg hvussu
óført tað er, at vit leggja
ábyrgdina frá okkum. Nú
bjargar eitt annað land og
aðrir myndugleikar okkum,
og vit sleppa frá at gera
nakað. Nú er alt trygt og
gott, og tí skulu tit atkvøða
fyri okkum næstuferð!”
Tjóðveldið
og
hinir
andstøðuflokkarnir
fingu
skomm og skitin orð, tá
vit longu í oktober 2008 og
síðani aftur í januar 2009,
løgdu
broytingaruppskot
fram á løgtingi til hesar
bankapakkar, har vit skutu
upp:
•
at
føroyski
fíggjar
marknaðurin skuldi viðgerast
sum ein serstakur fíggjar
marknaður og ikki sum ein
litil partur av tí danska:
• at landsstýrið og føroy
skir myndugleikar skuldu
hava fult innlit, taka ábyrgd
fyri og hava avgerðarætt
um allar avgerðir viðvíkj
andi
føroyska
fíggjar
marknaðinum;
• at føroyingar skuldu
hava umboð í nevndina
fyri Finansiel Stabilitet, tá
avgerðir vórðu tiknar við
víkjandi føroyskum peninga
stovnum;
• og at landsstýrið skuldi
beinanveg taka upp sam
ráðingar við donsku stjórnina
um hvussu ávirkan, avgerðir,
ábyrgd
og
fíggjarligar
skyldur
kundu
avtalast
millum Føroyar og Danmark
í eini slíkari skipan.
Eisini vóru umboð fyri
Tjóðveldi og hinar and
støðuflokkarnar
á
fundi
við landsstýri um hetta
mál, og tað endaði við at
løgmaður
skrivaði
bræv
til donsku stjórnina um, at
landsstýrið vildi vera við í
samráðingunum, tá banka
pakki 3 varð samráddur
millum
donsku
politisku
flokkarnar. Men hetta varð
noktað, og løgmaður segði
seg verða sera væl nøgdan
við svarið (!).
Krøvini og freistirnar
til Eik í september
Við ongum innliti, avgerð
ella ávirkan, fekk landsstýrið
so boðini um krøvini frá
Fíggjareftirlitinum
til
Eik seinasta vikuskifti í
september. Almenningurin
fekk boðini mánamorgun.
Endaligu krøvini um nýggjan
kapital komu týsmorgun.
Freist varð sett til hóskvøld
at finna nýggja kapital – og
Finansiel Stabilitet spældi
ein virknan lut í øllum
málinum og skeyt upp ta
loysn at skilja danska Eik-
bankan frá tí føroyska.
Mikukvøld
komu
boð
um, at tann loysnin, sum
Finansiel Stabilitet sjálvt
hevði skotið upp, varð ólóglig
sambært teimum sjálvum.
Og hóskvøld tók Finansiel
Stabilietet
sjálvt
ræði
á
báðum Eik-bankunum.
9000 føroyskir parteigarar
mistu sínar pengar – og
búskaparligu avleiðingarnar,
álitisavleiðingarnar og avleið
ingarnar
fyri
sjálvsálitið
– kunnu enn ikki gerast upp.
Hetta var fyrsta sjokk-
terapi við lít.
Slíkar
avgerðir
høvdu
sjálvandi ongantíð verið tikn
ar fyri danska samfelagið og
fíggjarmarknaðin, men sam
bært lóggávuni og uppgávun
um hjá Fíggjareftirlitinum og
Finansiel Stabilitet, so er full
heimild at gera júst so.
Ongin politisk atgerð
í landsstýrinum
Tjóðveldi var á fundi við
landsstýrið sunnukvøld og
mælti beinanvegin til, at
landsstýrið tók samráðingar
upp við donsku stjórnina
við tí endamáli, at taka
politiska ábyrgd og hava
ávirkan og avgerðarrætt um,
tey stig sum nú vórðu tikin,
og tey boð, ið vórðu givin til
almenningin. Fyrst og fremst
mátti tíðarfreistin útsetast.
(Nevnast kann, at ein lítil
banki sum Amagerbanken í
Danmark, hevur nú áttandi
mánaði havt tíðarfreist til at
finna nýggjan kapital).
Vit gjørdu vart við, at vit
ongantíð áttu at góðtaka
revolvarapolitikkin,
men
at her skuldi samráðast
politiskt á hægsta stigi um
framtíðina og atgerðirnar
viðvíkjandi Eik.
Hetta sama boðaðu vit
øllum landsstýrinum skriv
liga frá í brævi, áðrenn
Vit skulu sjálv taka avgerðirnar
um framtíðina hjá Eik
Hóast óteljandi uppskot og áheitanir, hevur landsstýrið blakað allan politiskan avgerðarrætt og ábyrgd
frá sær fyri støðuni hjá Eik og tí føroyska fíggjargeiranum. Ístaðin letur landsstýrið seg brúka sum
finna í talvinum hjá øðrum áhugamálum. Nú má onkur klokka ringja og ruðuleikin steðgast