mikudagur 1. desember 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
Sosialurin
freistin rann út (sum finst
til skjals í málinum).
Men landsstýrið boðaði
bert frá, at tey gjørdu ikki
meira við málið.
Hóast ongin ivi er um,
at við politiskum samráð
ingunum – og øllum tinginum
aftanfyri – hevði borið væl til
at framt ta loysn, at danski
Eik-bankin
varð
skiltur
frá Eik í Føroyum, og góðir
møguleikar høvdu verið at
bjargað Eik í Føroyum uttan
tey tap og tann ruðuleika,
sum nú komu í.
Ístaðin varð alt bert slept
upp á fjall til onnur at taka
avgerð um.
Sama hóskvøld 30. sep
tember, sótu bæði Kaj Leo
Johannesen og Jóannes Eides
gaard í sjónvarpsstovuni og
søgdu øllum Føroya fólki, at
her var alt nú bjargað. Her
var bert talan um eina óføra
trygging, ið hevði goldið fyri
ein bil, ið varð koyrdur útav
– og føroyskir myndugleikar
skuldu nú ikki gera meira (!).
Og hetta hava landsstýrið
saman við samgonguting
fólkum endurtikið upp í
saman: ”Her er alt nú bjargað,
og ongin skal ditta sær at
seta spurnartekin við nakað.
Tí so er man ”nasjonalur” og
roynir at ”steina danir”.
Seinni boðaði Jóannes
Eidesgaard frá, at landsstýrið
skuldi átak sær leiklutin at
samskipa áhugan hjá nýggj
um føroyskum íleggjarum, tá
Finansiel Stabilitet einaferð
fór at selja Eik.
Landsstýrið noktar so
statt at taka sær nakran
politiskan avgerðarrætt og
ábyrgd fyri tí sum hendi og
avleiðingunum, men skal
bert vera eitt slag av privat
um meklara millum onnur
áhugamál. Og skal samráðast
við partafelagið Finansiel
Stabilitet eins og einhvør
privatur íleggjari.
Onnur sjokk-doktrinin
Finansiel Stabilitet og danska
stjórnin hava greið áhugamál
og skyldur at loysa: Tey
skulu
tryggja
fíggjarligt
støðufesti á samlaða danska
fíggjarmarknaðinum.
Og
skulu tryggja, at danski fíggj
armarknaðurin og danski
staturin ikki missa virðir,
men helst fáa yvirskot av
teimum atgerðum, ið verða
framdar.
Og tað er soleiðis áhugamál
og politisk endamál verða
framd. Trupulleikin er, at
ongin røkir somu áhugamál
fyri føroyska samfelagið, men
okkara fremstu politikarar
gykla fólki fyri, at Finansiel
Stabilitet og danska stjórnin
eru sett at røkja áhugamálini
á føroyska fíggjarmarknað
inum og hjá føroyska sam
felagnum sum heild.
Men í seinastu viku fingu
vit sjón fyri søgn.
Finansiel Stabilitet skal
sjálvandi tryggja, at danski
staturin ikki fær tap – ella
missir minst møguligt – av
Eik-Banka. Tey hava sett 1
mia. Í Eik Banka Danmark
og 1,3 í Eik Banka í Føroyum.
Harumframt er kjarnukapi
talur mistur, sum danski
staturin setti í við tilmæli frá
Finansiel Stabilitet.
Tað verður neyvan trupul
leiki at fáa pengarnar innaft
ur fyri Eik Banka í Danmark,
tí hann verður seldur í bitum,
sum kunnu geva góðan
vinning.
Men í Føroyum skal ganga
skjótt. Teir hava sett eina
stutta sølufreist, tí teir óttast
fyri, hvat hendir í føroyska
búskapinum. Tí ræður um,
at fáa Tryggingina og helst
landsstýrið og onkran annan
at keypa nú. Endamálið er
helst at fáa nakað omanfyri
milliardina.
Men hvat? Landsstýrið
hevur billað øllum inn, at her
er alt bjargað og alt kann nú
bara halda áfram. Bara ein
keypari hevur meldað seg
við einum 500 mió., nevniliga
Tryggingin. Finansiel Stabili
tet hava samskift við og
skotið loysnina upp fyri
landsstýrinum um at gjalda
við virðunum frá Føroya
Banka, men teir hava frætt,
at í samgonguni er ikki semja
og at fleiri ivamál eru reist
millum tingfólk.
So hvat er nú til ráðar at
taka, um bara eitt boð uppá
kanska 500 mió. liggur á
borðinum tá freistin fer 6.
desember? Noyðast teir tá at
selja til ”marknaðarprís”?
Hóttanir og bluff fyri
at fáa prísin upp
Nei, nú mugu vit fáa føroy
ingar at vakna og landsstýrið
og onnur at binda seg. Trýst
má leggjast á almenningin,
so lendið verður taðað til at
fáa hægri boð og betri prís.
Tí verða allir teir ”tungu
dreingirnir” sendir til Føroya,
við
nevndarformanni
og
stjóra í Finansiel Stabilitet
á odda. Teir skulu hava
tíðindafund til tess at ávirka
almenningin í Føroyum.
Og tað eydnast. Teir leypa
hvøkk á øll við at hótta við
rentuhækkingum
og
at
fólk og vinnulív missa sína
fígging. Teir vísa til løgfrøði
og lógir um at taka millum
10 tær hægstu útlánsrentur
í danska ríkinum. Men tað
er reint bluff, tí Eik hevur
longu hægstu útlánsrentu
og avlagar onga kapping.
Fólk síggja nú, at fremsta
endamálið
hjá
Finansiel
Stabilitet er ikki at skapa
fíggjarligt støðufesti í Føroy
um, men at tryggja onnur
áhugamál og virðir.
Men avleiðingarnar av
hesi útmelding er oyðileggj
andi fyri samfelagið, og lands
stýrið noyddist nú knappliga
á vøllin at royna at sissa.
Endiliga vísir landsstýrið
onkra ábyrgd, kunnu vit
siga. Men bara sum ein finna
í einum talvi, ið onga avgerð
og ávirkan hevur, uttan sum
ein vanligur íleggjari.
Nú taka vit við leiðsluni
Tí er støðan hjá Tjóðveldi
aftur greið:
Við hesi seinastu sjokk-
doktrinini
hjá
Finansiel
Stabilitet, hava vit eina góða
samráðingarstøðu.
Men bara um landsstýrið
nú endiliga fer at virka sum
ein
politiskur
ábyrgdari
fyri alt samfelagið og tekur
politiska ábyrgd.
Vit
skulu
sjálv
taka
avgerðirnar og taka ábyrgd
ina av Eik og tí føroyska
fíggjargeiranum undir hesum
fortreytum, sum setast fram
í beinleiðis samráðingum við
donsku stjórnina:
Vit vilja hava politiska
ávirkan
og
avgerð
um,
hvat skal henda við Eik og
føroyska fíggjarmarknaðin.
Landsstýrið
vil
verða
politiskur
partur
í
eini
loysn og krevur fult innlit
í
metingar
hjá
Fíggjar
eftirlitinum og hjá Finansiel
Stabilitet og innlit í tað sum
fram er farið, tá Eik varð
steðgað.
Vit eru ikki ein privatur
íleggjari, men ein føroysk
stjórn. Vit samráðast ikki við
eitt partafelag, men við tann
politiska myndugleikan í
Danmark, sum góðkennir og
hevur fult innlit í alt, sum
Fíggjareftirlit og Finansiel
Stabiliet gera.
Sum nú er prógvað, so
endar ábyrgdin sjálvandi hjá
okkum kortini.
Vit
góðtaka
ikki,
at
vit sita við ábyrgdini og
avleiðingunum, men hava
ikki avgerðarrætt og ábirkan.
Meðan Finansiel Stabilitet
og danska stjórnin sita við
avgerðini
og
ávirkanini,
men hevur ikki endaligu
ábyrgdina ella skal liva við
avleiðingunum.
Framferðin hjá Finansiel
Stabilitet seinastu vikuna
fær djúptøknar avleiðingar
á búskapin og semfelagið
og hevur minkað um virðið
á
bankanum
og
stygt
fólk burtur. So hetta má
avspeglast í prísinum.
Megnar landsstýrið heldur
ikki hesaferð at samráðast
fyri føroyska samfelagið og
at skilja, hvørji áhugamálini
eru, so má landsstýrið sleppa
øðrum framat beinanvegin.
Bill Justinussen
Kári Højgaard hevur áhuga
verda grein í fjølmiðlunum
undir yvirskriftini “Latið
okkum brúka tíðina betur”.
Kári
hevur
í
greinini
hvassar atfinningar móti
sínum
starvsfeløgum
í
Løgtinginum, sum seinasta
fríggjadag skiftu orð um
heildarveitingina
upp
á
615,5 mió. fyri 2011. Høvuðs
atfinningin er, at orðaskiftið
um heildarveitingina var ov
drúgt.
Grundgevingarnar
hjá Kára eru, at talan var um
eitt lítið týðandi mál, og at
orðaskiftið onki flutti.
Og so endar løgtings
maðurin grein sína við at
siga, at hann ikki vil vera
partur av eini andstøðu,
sum kennir ábyrgd fyri sam
gonguskjalinum.
Tað er undirhaldandi at
lesa greinina. Serliga tá man
veit, at Kári Højgaard vanliga
ikki aftrar seg við at taka
orðið, og í mongum førum
vera við til at leingja um
orðaskiftið. Tá Kári sigur, at
orðaskiftið fríggjadagin onki
flutti, kann eg koma í tankar
um mong orðaskiftir, har Kári
hevur brúkt alla sína talutíð
– og gott og væl tað – uttan at
nakað er flutt. Tað er mangan
ótakksami leiklutur okkara
í andstøðu. Men tá Kári so
biður okkum um at brúka
tíðina betur, kann eg ikki lata
vera við at spyrja hvussu.
Júst hetta heystið man vera
tað soltnasta nakrantíð tá
um tingfundir ræður. Høvdu
vit ikki brúkt tíðina hendan
fríggjadagin til at skifta orð
um heildarveitingina, høvdu
vit sitið heima. Har vóru
nærum ikki onnur mál at
viðgera!! So tí má eg spyrja
Kára, hvussu vit hendan
dagin kundu brúkt tíð okkara
betur sum løgtingsmenn.
Málið um heildarveit
ingina alt annað enn eitt
smámál.
Heildarveitingin
er høvuðsatvoldin til, at
londini í ríkisfelagsskapinum
ikki eru javnbjóðis partar.
Tann, sum letur, og tann,
sum fær, eru ikki á sama
politiska valdsstigi. Danir
ráða
framvegis
á
mest
týðandi politisku økjunum
í Føroyum. Dómsvaldið er
danskt. Fíggjarøkið er danskt.
Uttanríkismál, útlendinga
mál og marknamál eru øll
á donskum hondum. Og
mong onnur við. Var heildar
veitingin burtur, kundu vit
havt ein ríkisfelagsskap á
jøvnum føti. Men hettar
fær ikki Kára Højgaard at
halda, at eitt orðaskifti um
heildarveitingina eigur at
taka okkara dýrtkeyptu tíð.
Enntá tjóðveldismaðurin
Sjúrður Skaale gjørdi rokn
skapin upp fyri tingfundin
fríggjadagin og segði, at
hann kostaði umleið 70.000
krónur.
Eg
spyrji
bara,
hvussu slíkt kann roknast
út. Tingfundur ella ikki so
er kostnaðurin tann sami.
Tí vit løgtingsmenn fáa ikki
avriksløn. Vit fáa fasta løn.
Um vit gera nakað ella onki,
er lønin hin sama.
Tí haldi eg, at bæði Kári
og Sjúrður hava latið seg í, nú
løgtingsvalið byrjar at daga
undan. Í tann populistiska
búnan.
Sjálvstýrið í tíðarneyð