Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 18 Miðvikan Mikudagur 1. des. 2010 · Nr. 166 Í røðini Hendur ið Sleptu hava vit havt frásøgn Johannes Nicolaisen (1857-1933) og konu hansara Maren Malena f. Michelsen (1857-1951). Munnliga keldan til hesa frásøgn var langabbasonurin Johan Nielsen, kendur fótbóltsvenjari. Men Johan kann eisini greiða frá sera dramatiskum lagnum í síni ætt. Hetta snýr seg um um abbabeiggjan Johannes og mammubeiggjan Arna Petur. Johannes Nicolaisen vildi doyggja á sjónum Johannes Nicolaisen (1894-1946), nevnd­ur Hannis, var sonur Johann­ es Nicolaisen, nevndur Jóannes í Pætur­sa­­stovu í Havn, sum var skip­­ ari og seinni havna­meist­ari frá 1907 til 1929. Mamman var Marin Malena fødd Michelsen úr Ólavs­­stovu í Øravík. Áðrenn tey giftust, tænti hon hjá Mortensen á Tvøroyri og hjá Restorff á Áar­vegnum í Havn Tá í tíðini var ikki vanligt at uppkalla fólk, sum vóru á lívi, men Lena helt mannin vera deyðan. Hetta var um heystið, og skipini vóru langt síðani komin aftur. Men hann kom aftur, og tá var hann uppkallaður, sum um hann var deyður. Eins og pápin gjørdist Hannis sjómaður. Fyrst var hann við føroyskum sluppum, síðani við eini danskari skonnart og so við einum donskum havrannsóknarskipi yviri í Karibia havinum. Á hesi ferðini var hann saman við vinmanninum Erik Mohr, sum eisini búði á Landa­ vegnum. Erik gjørdist seinni væl­ dámdur skipari á Tjaldrinum hjá Skipafelagnum Føroyar. Rannsóknarferðin fekk ein bráðan enda, tá skipið fór á land á Kuba í 1914. Hannis vendir heim­ aftur, men útferðarhugurin var ikki sløknaður, og í 1918 ella 1920 flytir hann til USA. Gerst amerikanari Hannis búsetist í New York og verður í 1922 ríkisborgari í USA. Frá 1920 til 1942 er hann við skip­ um hjá United Fruit Company í sigling millum Miðamerika og New Orleans. Hann byrjar sum kvartermeistari og arbeiðir seg upp, tí tá bar til at læra umborð. Í 1926 er hann skipari. Einaferð Hannis lá við malaria á sjúkahúsi í New Orleans, hitti hann Vashti Williams úr Texas. Tey giftust í 1925, men fingu ikki børn. Hon var einkja og átti sonin Homer. Í 1926 vitjaði Hannis aftur í Før­ oyum, og í desember 1931 komu hann og konan í gullbrúdleyp hjá for­eldr­um hansara. Tá skrivar Dimma­lætt­ing, at Hannis er vara­ offiserur í »Merchant Navy«. Tá USA fer upp í seinna heims­ bardaga, er Hannis skipari á S.S. Toltec í sigling millum Panama og Los Angeles. War Shipping Administration tekur nú skipið til krígssigling. Við Toltec ger hann fyrst í 1942 nakrar ferðir til Bermuda, men síðani verður tað til konvoysigling um Atlantshavið í 1942-1945. Hetta var vandasigling við lít, tí Týskland royndi av øllum alvi at steðga flutninginum av her­ monnum og útgerð til kríggið í Europa og Norðurafrika. Kavbátar, krígsskip og flogfør søktu so nógv skip, at tað upp á seg doyðu fleiri menn í konvoysigling enn á hermótinum á landi. Kortini varð teirra avrik lítið virt fyrr enn seinni. Fyri hvønn hermann, sum USA sendi til Europa, var neyðugt, at skipini fluttu 7 tons av útgerð. Í 1943 var um reppið, at Týskland vann bardagan um Atlantshavið og kanska seinna heimsbardaga, men skipini hildu fram at sigla. Um heystið 1944 mynstraði Hannis við tí nýggja skipinum »Oneida Victory«, sum flutti farm og hermenn. Men á várið 1945 varð hann lagdur inn á sjúkahús í Liverpool av einum hjartatilburði. Kortini fór hann umborð aftur og flutti hermenn heimaftur til USA. Í hesi sigling vitjaði Hannis Ísland, Ongland, Tunis, Italia, Suður­ frakland og Norðurfrakland og kanska eisini Týskland og Holland. Vildi heldur doyggja á sjónum enn við hús Tá Japan gav seg yvir á heysti 1945, heitti stjórnin í USA á sjómenn at koma og hjálpa til at flyta hermenn heimaftur. Hannis bjóðaði seg til aftur. Konuni, sum var sjúkrasystir, lurtaði hann ikki eftir, so hon royndi at fáa teirra lækna at nokta honum at fara, men til fánýtis. Læknin segði Hannis vera so illa farnan, at hon kundi velja, um hann skuldi doyggja heima við hús ella til sjós. Hon læt hann fara. Hannis mynstraði um heystið 1945 í Seattle sum skipari á “Flying Scud” og var aftur í San Francisco eina ferð, men á tí næstu ferðini doyði hann tann 23. apríl 1946 og varð jarðaður á oynni Guam, sum hevði verið hersett av Japan undir krígnum. Men í 1949 varð hann gravsettur aftur, hesaferð í hernaðarkirkjugarðinum Honululu National Memorial Cemetry á Hawaii. Í Seattle er hann avmyndaður við 5 medaljum, sum hann fekk fyri sína krígssigling. Einkjan Vashti hevði bræva­ samband við bróðurdóttir Hannis, til hon doyði í 1963. Johannes úr Havn varð jarðaður bæði í Guam og Hawaii Tað hava verið nógvar ótrúligar lagnur hjá føroyingum úti í heimi undir øðrum heimsbardaga. Her skal verða greitt frá Johannes Nicolaisen og bróðursoni hansara Arna Petur Malena og Johannes saman við børnum. Aftanfyri foreldrini standa f.v.: Petur, Einar og Nickels. Frammanfyri: Ella, Fía og Hannis Hannis saman við konuni Sitandi Erik Mohr og Hannis