mikudagur 1. desember 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
19
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 1. des. 2010 · Nr. 166
Arne Nicolaisen
(1918-1942) var
sonur Hans Petur
Nicolaisen (Petur
í Pætursastovu í
Havn) og Johannu
Petrinu, fødd
Petersen, úr
Hoygarðshúsi
í Oyndafirði
Arne gekk í Tórshavnar kommunu
skúla og Færøernes Mellem- og
Realskole, men gavst har aftaná
at hava tikið millumskúlaprógvið í
1934. Í skúlanum treivst hann ikki,
og pápi hansara helt tað fara at
gagna honum at fara við skúlaskipi.
Arne fór nú við skúlaskipinum
Georg Stage, og tað gekk so væl,
at hann vist fór ein túr aftrat.
Síðani var hann við skúlaskipinum
Danmark. Aðrir føroyingar, sum
vóru við samstundis, vóru Ebbe
Müller, Hanus Jensen úr Skúvoy
og Óli Lisberg úr Fámjin. Ebbe og
Hanus komu heim aftur, meðan Óli
búsettist í Vancouver í Canada.
Á teirri ferðini kom hann í 1936
til New Orleans í USA, har hann
helt jól hjá pápabeiggja sínum,
umrødda Johannes Nicolaisen.
Heimafturkomin
mynstraði
Arne við eini skonnartini Gerdu
frá Svendborg, og av henni fór hann
umborð á ein trolara úr Cuxhafen í
Týsklandi.
Tá Danmark varð hersett í
1940 var Arne við S.S. Anna hjá
reiðarínum J. Lauritsen. Hon varð
tikin av bretum og sett í sigling
millum enskar havnir. Tá skrivaði
hann til foreldrini, at nú kom hann
skjótt heim, men so varð ikki.
Frakland chartraði skipið tíð
liga í mai 1940, men í Rouen fór
manningin í verkfall, tí Frakland
rindaði minni í hýru enn tað, sum
stóð í sáttmálanum, teir gjørdu í
Onglandi. Aftaná at fransmenn
høvdu tikið passini frá manningini,
bað Arne um loyvi at sleppa heim
til Føroyar.
Tað varð játtað. Hann fekk boð
um at pakka, og at hann kundi fara
eftir sjófartsbókini, passinum og
øðrum inni á tollstovuni.
Hann fór so í land, men har stóðu
politistar fyri honum beinanvegin,
hann setti fótin á kaiuna, og teir
kravdu at síggja pappírini. Hann
segði sum var, at hann skuldi eftir
teimum á tollstovunu, men teir
lurtaðu ikki eftir honum
Men hann varð handtikin og
settur í fangahús uttan avhoyring
fyri at vera komin til Fraklands
uttan pass. Arne bað um, at fáa boð
til danska konsulatið, men einki
hjálpti.
Løgreglan legði fyri hann eitt
skjal á fronskum máli at skriva
undir fyri at sleppa leysur. Arne
noktaði í 11 dagar at skriva undir, tí
hann skilti ikki franskt. Hann varð
tí sitandi í fangahúsinum – men
nú uttan at fáa mat - til svongdin
gjørdist ov stór, og so skrivaði hann
undir.
Nú vísti seg, at Arne hevði skriv
að undir uppá at vera hermaður í
Fremmanda Legiónini. Har varð
hann lærdur at handfara eina
maskinbyrsu saman við einum
russara. Teir vórðu so sendir í kríggj
móti Týsklandi. Arne fortaldi, at
teir ta einu ferðina lógu væl fyri og
raktu fleiri týskarar.
Men fransmenn máttu hopaðu
undan at enda, og Arne varð tikin
fangi og fluttur frá legu til legu,
altíð til gongu. Livikorini har vóru
sera vánalig og maturin lítil og
eingin. Onkuntíð stoytti ein bilur
eina last av rótum á jørðina í leguni,
so máttu fangarnir berjast um tær.
Tað var einasti matur teir fingu.
Tá Frakland gav seg yvir tann 22.
juni 1940, varð tann franski herurin
avvápnaður og sendur til hús. Teir
»sjálvbodnu« hermenninir vórðu
savnaðir í interneringsleguni Sept
fonds nærhendis Montauban í
Vichy-Fraklandi.
Henda legan læt upp í 1939 at
hýsa fólki, sum rýmdu úr Spania, tá
Franco kom til valdið. Síðani komu
jødar, sum flýggjaðu undan nazis
muni, og at enda hermenninir.
Hetta var ein arbeiðslega. Arne
sló grót til skerv og legði jarnbreyt
ir. Hetta var eitt strævið arbeiði
fyri menn, sum búðu illa og fingu
vánaligan mat.
Tá Arne hevði verið eina tíð
í fangaleguni, komu boð um,
at fangarnir skuldu sendast til
eysturhermótið. Men Arne sýtti.
Hann dugdi nú so mikið av týskum,
at hann kundi greiða frá, hvat
honum hevði verið fyri.
Arne var horvin
Heima í Føroyum vistu foreldrini
ikki, hvar Arne var. Pápin skrivaði
honum brøv og sendi tey til ein
skipsmeklara
í
Glasgow,
sum
royndi at finna hann. Í mars 1941
komu brøvini aftur til Føroyar við
boðunum, at einki var at frætta frá
Arna og S.S. Anna, síðani skipið fór
til Fraklands.
Pápabeiggi Arna, Johannes, sum
nú búði í USA, fekk myndugleikar
nar har at leita eftir honum, men
uttan úrslit.
Eina ferð kom hansara navn í
bland við ein annan Arna, meðan
leitað varð eftir honum. Hetta
var Arne Sofus Petersen, ættaður
úr Oyndarfirði, sum sigldi kring
knøttin við donskum skipi. Hann
var tá trúlovaður við Martinu
Tausen av Eiði.
Tá kundi Martina vátta, at hetta
var hvør sín Arne, men teir vóru
systkinabørn.
Tríggjar pápasystrar og tveir
pápabeiggjar Arna búðu í Danmark.
Teimum eydnaðist at finna hann,
og at fáa týskarar at sleppa honum
leysum.
Í november 1941 kom Arne til
Keypmannahavnar, men tá var
hann so illa farin av tuberklasjúku,
at honum beyð ikki bøtur. Hann
varð lagdur inn á Øresundhospitalet
í januar 1942, og har doyði Arne
Nicolaisen tann 13. august 1942.
Illa fyrikomin í
Keypmannahavn
Niels J. Arge skrivar, at Øssur
Esturoy, sum eisini sigldi undir
krígnum, legðist uppá land og fór á
fjarritaraskúla í Keypmannahavn.
Ein morgun hann gekk á Kongens
Nytorv, hvakk hann við, tí hann bar
kenslu á ein mann, sum sat á einum
bonki.
»Er tað ikki Arne?« spurdi hann.
Jú hetta var Arne á Landavegn
um, men hann var í útlendskum
hermannabúna, so hann var ikki
lættur at kenna.
Øssur sá, at hann var illa fyri
komin, so teir fóru oman á ta væl
kendu kaffi- og matstovuna hjá
Jensen í Toldbodgøtu. Meðan teir
ótu greiddi Arne frá tí, sum honum
var viðurfarist. Hann var beint tá
komin til Danmarkar við hermanna
toki. Ferðin hevði verið drúgv og
strævin.
Arne tók eitt pappír innast av
kroppinum. Hann segði, at hetta
var pappír uppá, at hann var út
skrivaður úr tí fronsku fremmanda
legiónini.
Hann hevði ongar pengar og ikki
onnur klæði enn hermannabúnan
hann var í.
Dagin fyri hevði hann verið á
reiðarínum at fáa tað, sum hann
átti tilgóðar. Men har var einki at
gera, tí teir høvdu einki pappír frá
skipinum. Frá sínum fakfelag kundi
hann einki fáa fyrr enn eina viku
seinni.
Øssur fortaldi tá Arna, at føroy
ingar kundu fáa lagalig lán frá
forsætismálaráðnum.
Tað
vóru
hesi lán, sum seinni, tá tey vórðu
goldin aftur, blivu grundfæið hjá
Dansk-Færøsk Kulturfond, sum
kom at stuðla ymiskum mentunnar
virksemi í Føroyum.
Teir fóru so hagar, og væl bar
til. Seinni frætti Øssur, at Arne
var innlagdur á sjúkrahúsi, og har
vitjaði hann Arna.
Kríggj í Havn
Øssur og Arni kendust væl frá tí,
teir vóru smádreingir. Teir spældu
ikki saman, men rættarádreingir
»kríggjaðust« javnan móti landa
vegdreingjum.
»Teir høvdu eitt fangahol á
Debesartrøð, sum varð gjørt av
kassafjalum, og vit høvdu ein
skansa á Rossatrøðni hjá Poul
Müller. Jú hetta var tikið í álvara
við krígsavbjóðing og tíð og stað,
alt skrivað á donskum.
At verða tikin fangi og fáa
buksuvatn var stór skomm, sum var
ring at bera. Teir vunnu altíð, men
teir vóru eisini meiri fjølmentir. Tað
eru góð minnir, men tá kríggið varð
veruleiki, kom tað at kosta Arna
lívið«, segði Øssur frá.
Arne Petur Nicolaisen
lumpaður í Fremmedlegiónina
Arne Nicolaisen fekk ein harða lagnu
Beiggin Nickels royndi saman við hinum systkjunum í Danmark at leita
Arna upp. Nickels er helst fyrsti føroyingur, sum hevur verið diakonur
Komandi partur
Komandi tveir partarnir verða
um eina aðra serliga lagnu undir
seinna
heimsbardaga.
Hetta
er tann hjá Honnu og Petur W.
Jacobsen av Eiði. Hann var fleiri
ár í russiskum fangalegum.
Aftaná verður ein røð við
søguna hjá ættini hjá Christian
Djurhuus, fyrrverandi løgmanni.
Vit hava eisini hitt son hansara
Ejler.