mikudagur 1. desember 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
Sosialurin
20
Tað er ein løgin maskina, segði offi
serurin til tann hyggjandi ferða
mannin og hugdi at maskinuni
við beinleiðis hámetandi kenslum,
hóast hann kendi hana væl. Ferða
maðurin hevði mest sum av berari
kurteisi eftirlíkað kommandantsins
innbjóðing at vera hjástaddur,
nú ein soldátur skuldi avrættast
vegna ólýdni og háðan móti sín
um yvirmanni. Áhugin fyri av
rættingini mundi heldur ikki vera
stórur í fangakoloniini. Undir øll
um umstøðum var her í tí lítla,
djúpa dalinum við sandi og berum
líðum, umframt offiserin og ferða
mannin, einans tann dømdi, eitt
dólskt menniskja við einum breið
um munni og órøktum hári og
andliti, og ein soldátur, sum helt ta
tungu leinkjuna við fleiri smáum
leinkjum; við teimum var tann
dømdi leinkjaður um øklarnar, um
hondliðini og um hálsin, og tær
vóru sínámillum samanbundnar
við ketum. Annars tóktist tann
dømdi at vera so trúgvur sum
hundur, at ein fekk ta fatan, at
hann átti at kunnað gingið leysur
í líðunum, og tá avrættingin skuldi
byrja, var bara neyðugt at floyta, so
kom hann.
Ferðamaðurin hevði ikki nógv
skil fyri maskinuni og gekk mest
sum sjónliga óáhugaður aftur og
fram aftan fyri tí dømda, meðan
offiserurin gjørdi tær seinastu
fyrireikingarnar; so var hann undir
maskinuni, sum var bygd djúpt nið
ur í sandin, og so var hann í einum
stiga fyri at kanna lutirnar í erva.
Tað var eitt arbeiði, sum ein eins
væl kundi latið ein maskinist gjørt,
annaðhvørt av serligum alski til
hesa maskinuna, ella tí hann av
øðrum orsøkum ikki kundi lata
arbeiðið í aðrar hendur. ”Nú er alt í
lagi!” rópti hann at enda og fór niður
úr stiganum. Hann var sera pøstur,
tivaði við opnum munni og hevði
kroyst tvey damulummaturrukløð
niður aftan fyri kragan á búnanum.
”Hasir búnarnir eru ov tjúkkir í
tropunum,” segði ferðamaðurin
í staðin fyri at siga nakað um
maskinuna,
sum
offiserurin
hevði roknað við. ”Satt er tað,”
segði offiserurin og vaskaði sínar
hendur, sum vóru skitnar av olju
og feitti, í einari balju, sum stóð
har, ”men teir mynda fosturlandið;
vit vilja ikki missa fosturlandið.
– Men nú skulu tygum síggja
maskinuna,” legði hann aftrat,
turkaði hendurnar í einum klúti og
peikaði samstundis á maskinuna.
”Fyrr var neyðugt við handamegi,
men nú arbeiðir maskinan av sær
sjálvari.” Ferðamaðurin nikkaði og
elti offiserin. Men hesin royndi at
tryggja seg móti ólagi og segði so:
”Sum vituligt er kunnu seinkingar
koma fyri; eg vóni tó sjálvandi, at
einki hendir í dag, men hóast tað
má roknast við teimum. Maskinan
skal jú vera í gongd í 12 tímar. Men
tá seinkingar eru, so eru tær heilt
smáar, og bøtt verður um tær bein
anvegin.
Vilja tygum ikki sita?” spurdi
hann at enda, tók ein stól úr ein
ari rúgvu av kurvastólum og beyð
ferðamanninum hann; ferðamað
urin kundi ikki siga nei. Hann sat
nú við kantin av eini grøv, sum
hann stutt skeitti niður í. Hon var
ikki serliga djúp. Øðrumegin grøvini
var tann uppgrivnað moldrúgvan,
hinumegin stóð maskinan. ”Eg veit
ikki um kommandanturin longu
hevur greitt tygum frá mekan
ismuni.” Ferðamaðurin gjørdi eitt
ivasamt
handabrá;
offiserurin
sá einki heldur enn júst tað, tí
nú kundi hann sjálvur greiða frá
mekanismuni. ”Hendan maskinan,”
segði hann og tók um eina mondul
stong, sum hann stuðlaði seg til,
”er ein uppfinning hjá okkara
fyrrverandi kommandanti. Eg var
við í tí fyrstu royndini og havi eis
ini verið við líka til hon var liðug.
Heiðurin av uppfinningini er, rætt
skal vera rætt, einans hansara.
Hava tygum hoyrt um okkara
fyrrverandi kommandant? Ikki
tað? Jú, eg skrøggi ikki, tá eg sigi,
at innrættingin av allari fanga
koloniini er hansara verk. Vit,
hansara vinir, vistu longu, tá hann
doyði, at innrættingin av kolo
niini er so fullgjørd, at hansara
eftirfylgjari, og um hann so hevur
túsund onnur hugskot í høvdinum,
í minsta lagi nógv ár ikki kann
broyta nakað av tí gamla. Okkara
spádómur er gingin út, og tann
nýggi
kommandanturin
hevur
verið noyddur at sanna tað. Tað
er harmiligt, tygum ikki hava kent
tann fyrra kommandantin! – Men,”
breyt offiserurin seg sjálvan av, ”eg
tosi, og hansara maskina stendur
fyri okkum her. Hon er, sum tyg
um síggja, í trimum pørtum. Sum
fráliðið hava hesir partar hvør
sær fingið mestsum fólkalig heiti.
Tann niðasti eitur seingin, tann í
erva eitur teknarin og hesin her í
miðjuni, tann sveimandi parturin,
eitur harvan.” ”Harvan?” spurdi
ferðamaðurin. Hann hevði ikki
lurtað nóg væl eftir, sólin brendi
alt ov nógv í tí skuggaleysa dal
inum, tað var trupult at savna
tankarnar. Tess meira undrunar
vert helt ferðamaðurin tað vera,
at offiserurin í trongum, her
sýningarbúna við træðrum og
eaupolettum so ágrýtin greiddi frá
og aftrat tí, meðan hann tosaði, her
og har bøtti um nakrar skrúvur
við einum skrúvulykli. Soldáturin
tóktist at vera í eini líknandi støðu
sum ferðamaðurin. Hann hevði
vundið leinkjuna hjá tí dømda um
bæði hondliðini, styðjaði seg við
aðrari hondini á byrsuna, hekk við
høvdinum og gav ongum nakran
ans. Ferðamaðurin undraðist ikki á
hetta, tí offiserurin tosaði franskt,
og franskt skilti avgjørt hvørki
soldáturin ella tann dømdi. Gaman
í, løgið var tað, at tann dømdi hóast
hetta gjørdi sær ómak fyri at skilja
frágreiðingina hjá offiserinum. Við
einum svøvntungum fastleika hugdi
hann alla tíðina, har offiserurin júst
peikaði, og tá ið hann varð avbrotin
av spurningum frá ferðamanninum,
hugdi hann eins og offiserurin upp
á ferðamannin.
”Ja, harvan,” segði offiserurin,
”navnið passar. Nálirnar eru settar
sum tindarnir á einari harvu, alt
gongur sum á einari harvu, alt
arbeiðir sum á einari harvu, um
enn bert á einum staði og munandi
meira listarligt. Hetta fara tygum
annars heilt skjótt at skilja. Her á
seingini verður tann dømdi lagdur.
– Eg vil nevniliga fyrst av øllum
greiða frá maskinuni og tástani
lata sjálva processina fara fram. Til
tess at tygum betur kunnu fylgja
henni. Harafturat er eitt tannhjól í
teknaranum alt ov slitið; tað hvínir
illa, tá tað gongur, so tað næstan
ikki hoyrist mannamál; tíverri er
trupult at fáa eykalutir her. – Her
er so sum sagt seingin. Tann dømdi
verður lagdur á búkin á vattið,
nakin sjálvandi; her eru reimarnar
til hendurnar, her til føturnar, her
til hálsin at spenna hann fastan
við. Her við høvdalagið á seingini,
har maðurin, sum eg segði, verður
lagdur við andlitinum fyrst, er
hesin lítli filtstubbin, sum lættliga
kann setast soleiðis, at hann kemur
beint inn í munnin á manninum.
Meiningin við hesum er at forða
manninum at skríggja og í at
bíta tunguna av sær. Maðurin er
sjálvandi noyddur at taka filtið
í munnin, annars brýtur háls
reimin nakkan á honum.” ”Er hatta
vatt?” spurdi ferðamaðurin og
tók seg fram. ”Ja, tað er tað,” segði
offiserurin smílandi. ”Tygum kunnu
sjálvur føla.” Hann tók í hondina
á ferðamanninum og førdi hana
yvir seingina. ”Tað er eitt serligt
preparerað vatt¸tí sær tað heldur
forkunnugt út; eg skal seinri greiða
frá, hvat tað skal brúkast til.”
Ferðamaðurin hevði nú fingið eitt
sindur av áhuga fyri maskinuni;
hann skuggaði við hondini fyri
eygunum til tess at verja tey fyri
sólini, meðan hann hugdi upp
eftir maskinuni. Tað var ein stór
konstruktión. Seingin og teknarin
vóru av somu stødd og líktust
mest av øllum tveimum myrkum
kassum. Teknarin var einar tveir
metrar yvir songini; bæði vóru í
hornunum samanbundin við fýra
messingstongum, sum skygdu í
sólskininum. Millum kassarnar
sveimaði harvan á einum stál
bandi.
Offiserurin hevði næstan ikki
verið varugur við ferðamansins
líkasælu ta fyrstu løtuna, men
fyri
hansara
áhuga,
sum
nú
var sjónligur, hevði offiserurin
skil; hann gjørdi tessvegna ein
steðg í sínari frágreiðing fyri at
geva ferðamanninum stundir til
ótarnaða skoðan. Tann dømdi
gjørdi sum ferðamaðurin; av tí
at hann ikki kundi skyggja við
Franz Kafka 1883 - 1924
Fangakoloniin
Tveir (næstan) javnaldrar, jødarnir
Stefan Zweig og Franz Kafka,
høvdu báðir fobi, ræðslu fyri
nationalismu við heimagjørdum
ráðharrastovum við máttmiklum
serfrøðingum. Lesið bara ”Verden
af i går” (Die Welt von Gestern,
SZ) og ”Processen”(Der Prozess, FK). ”Allur villskapur
hevur herjað mítt lív: Borgarakríggj og hungursneyð,
inflatión og terror, umfarssjúkur og emigratión. Eg havi
sæð hópideologiir vaksa fram og breiða seg: Fascisma,
nationalsocialisma, bolsjevisma og fram um alt erkapestin
nationalisma,” skrivar Zweig.
Vit skilja ímillum tjóðskaparrørslu íblást við líggjum,
mergjandi kenslum. Hvat kann røra hjartastreingir? Spurdi
Fríðrik Petersen. Og syngja vit.
Og so ta harðrendu, óvíkiligu, kensluavskeplaðu natio
nalismu, sum kann forkoma landi og fólki.
Nationalisma tók lívið av Zweig; hann flýggjaði undan
henni. Úr Eysturríki til Onglands til Amerika til Brasilia.
Har beindi hann fyri sær sjálvum í 1942. Kafka slapp undan
tí endaliga villskapinum. Hann doyði av tuberklum í 1924.
Báðir eru teir klassikarar á ovastu rók. Í 1933 vórðu teirra
bøkur og nógvar aðrar rændar á bókasøvnunum í Berlin og
har brendar á báli av nationalistiskum studentum.
Franz Kafka, føddur í Tjekkia, skrivaði á týskum. Sína
juridisku útbúgving fekk hann á tí týska universitetinum
í Prag. Í 1919 skrivaði hann eitt bræv til pápa sín, sum tó
ongantíð fekk brævið. Í 1952 kom tað alment út á týskum
”Brief an der Vater” og í 1985 á donskum ”Kære far, forstå
mig ret –.” Í brævinum greiðir hann frá, hvussu hansara lív
varð ein røð av miseydnaðum rýmingum undan lemjandi
faðirmyndugleika og faðirsins vanvirðing fyri virkseminum
hjá sær (soninum).
Tað nógva av tí, Kafka skrivaði, kom ikki alment fram
fyrr enn eftir hansara deyða. Kafka gjørdist klassikari.
Her er roynt at umseta úr donskum eina av hansara
mongu stuttsøgum, ”In der Strafkolonie.” Um hesa stutt
søgu verður sagt, at ”ein ferðamaður er hjástaddur við eina
barbariska avrætting í einari maskinu, sum við nálum
skrivar dómin inn í kroppin á tí dømda. Tilburðargongdin
skal skiljast sum kritikkur av tí modernaðu civilisatiónini
og sum eitt psykologiskt maktspæl millum ferðamannin og
offiserin og sum eitt religiøst ritual.” Søgan varð skrivað
í 1919 – sama árið, brævið til pápan varð skrivað – men
hennara visiónir røkka so ruddiliga inn í okkara tíð – og
komandi.
Heri Mohr
Franz Kafka 1883 - 1924
Heri Mohr týddi og
Herman Mohr Hermansen rættlas.