mikudagur 1. desember 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. desember 2010 · Nr. 166
Sosialurin
21
hondini, krympaði hann tey óvardu
eyguni.
”Nú liggur maðurin so statt har,”
segði ferðamaðurin og legði seg
afturá í stólinum og krosskastaði
beinini.
”Ja,” segði offiserurin, skumpaði
kasjettina eitt sindur aftur á
nakkan og streyk sær við hondini
um tað brenda andlitið, ”nú skulu
tygum hoyra. Seingin eins og
teknarin hava elektrisk battarí;
seingin brúkar tað til sín rakstur og
teknarin til harvuna. Tá maðurin
er fastbundin, verður seingin sett
í gongd. Hon ristur í heilt smáum,
ógvuliga skjótum rykkum eftir
liðini og samstundis upp og niður.
Tygum hava helst sæð líknandi á
sinnissjúkrahúsum; men í okkara
song eru allar røringar nágreiniliga
útroknaðar; tær mugu nevniliga
vera stillaðar sera neyvt við gongd
ini hjá harvuni. Tí tann endaliga
útinningin av dóminum verður
latin harvuni at fremja.”
”Hvussu ljóðar so dómurin?”
spurdi ferðamaðurin. ”Tað vita
tygum heldur ikki?” segði offiser
urin bilsin og beit seg í vørruna.
”Tygum mugu orsaka, um mínar
frágreiðingar kanska ikki koma
í tí røttu raðfylgju. Fyrr plagdi
kommandanturin
nevniliga
at
greiða frá; men hesin nýggi komm
andanturin hevur hildið seg undan
hesum heiðursskyldum; at hann
fyri einum so tignarligum gesti” –
ferðamaðurin royndi við báðum
hondum at avverja komplimentið,
men offiserurin veik ikki frá
málberingini, - ”at hann ikki so mikið
sum gav einum so tignarligum gesti
frágreiðing um, hvussu dómurin
formar seg, er aftur ein nýggjur
siður sum,” hann hevði eina eið á
tunguni, men vardi sín munn og
segði einans: ”Eg eri ikki gjørdur
kunnugur við hetta, orsøkin er ikki
mín. Fyri alt tað so eri eg best førur
fyri at greiða frá teimum ymisku
dómunum, tí eg havi her” – hann sló
seg á bróstlumman – ”handritini hjá
fyrrverandi kommandantinum.”
”Sjálvi handritini hjá fyrrverandi
kommandantinum?” spurdi ferða
maðurin. ”Var hann alt í einum? Var
hann hermaður, dómari, konstruk
tørur, kemikari, teknari?”
”Víst so”, segði offiserurin og
nikkaði við einum stívum, hugs
unarsamum brái. So hugdi hann
kannandi at hondunum hjá sær,
tær tóktust ikki at vera nóg reinar
til at nerta við tekningarnar; hann
fór tí yvir til baljuna og vaskaði tær
enn einaferð. So tók hann eina lítla
leðurmappu fram og segði: ”Okkara
dómur er ikki strangur. Tann dømdi
fær tað boðið, hann hevur brotið,
skrivað á kroppin við harvuni. Tann
dømdi har til dømis” – offiserurin
peikaði á mannin – ”fær skrivað:
Æra tín yvirmann” á kroppin.”
Ferðamaðurin hugdi leystliga
yvir á mannin; hann hevði høvdið,
tá offiserurin hevði peikað á hann,
boygt og tóktist av allari megi
at kýta seg fyri at fáa okkurt at
vita. Men hábrøgdini um hansara
samanbitnu varrar vístu sjónliga,
at hann einki skilti. Ferðamaðurin
hevði viljað spurt um eitt og
annað, men tá ið hann sá mannin,
spurdi hann bara: ”Kennir hann
sín dóm?” ”Nei,” segði offiserurin
og ætlaði sær beinanvegin at halda
fram við sínum frágreiðingum,
men ferðamaðurin breyt hann av:
”Hann kennir ikki sín egna dóm?”
”Nei,” segði offiserurin aftur, steðg
aði eitt sindur, sum vildi hann
hava eina nærri grundgeving fyri
spurninginum frá ferðamanninum,
og segði so: ”Tað hevði verið nyttu
leyst at kunngjørt hann fyri hon
um. Hann fær hann jú at kenna á
sínum egna kroppi.” Ferðamaðurin
vildi júst gevast við at spyrja, tá
hann kendi, hvussu tann dømdi
hugdi at sær, tað var, eins og
hann hevði viljað spurt, um ferða
maðurin kundi taka undir við teirri
frágreiddu framferðini. Ferðamað
urin, sum longu hevði lenað seg
afturá, bendi seg tí fram aftur og
spurdi aftur: ”Men, at hann í heila
tikið er dømdur, tað veit hann um
ikki annað?” ”Heldur ikki,” segði
offiserurin og smílkaðist, sum
roknaði hann nú við upp aftur fleiri
løgnum spurningum frá honum.
”Nei,” segði ferðamaðurin og streyk
seg um pannuna, ”so veit maðurin
heldur ikki enn, hvussu hansara
verja er móttikin,” ”Hann hevur ikki
havt møguleika at verja seg,” segði
officerurin og hugdi burtur, eins og
hann tosaði við seg sjálvan og ikki
vildi eyðmýkja ferðamannin við at
greiða honum frá nøkrum, sum fyri
seg var so sjálvsagt. ”Hann má um
ikki annað hava møguleika fyri at
verja seg,” segði ferðamaðurin og
reisti seg úr stólinum.
Offiserurin skilti, at vandi var
fyri, at hann í longri tíð fór at verða
steðgaður við frágreiðingini um
maskinuna; hann fór tessvegna yvir
til ferðamannin, tók hann undir
armin, peikaði á tann dømda, sum,
nú tosið tyktist at snúgva seg um
hann, stóð rætt – soldáturin táttaði
eisini í leinkjuna – og offiserurin
segði: ”Málið er soleiðis háttað. Eg
eri her í fangakoloniini skikkaður
dómari. Hóast míni ungu ár. Eg
gekk nevniliga eisini fyrrverandi
kommandantinum til handa í øll
um revsimálum og kenni eisini
maskinuna best. Tann aðalreglan,
sum eg dømi eftir, ljóðar: Skuldin
er altíð ósvitalig. Aðrir dómstólar
kunnu ikki fylgja hesi aðalreglu,
tí teir hava ov nógv høvd og hava
eisini hægri dómstólar yvir sær.
So er ikki her, ella var tað í hvussu
er ikki hjá fyrrverandi komman
dantinum. Gaman í, tann nýggi
hevur longu lyndi at leggja seg
út í mína dómsøgn, men higartil
hevur tað eydnast mær at halda
honum burtur, og tað skal eisini
eydnast mær framyvir. – Tygum
vildu hava hetta mál lýst; tað er
eins einfalt, sum øll onnur. Ein
kapteynur
meldaði
í
morgun
mannin her. Honum er tillutað at
vera klæðseksdrongur og svevur
uttan fyri hansara dyr. Hann hevur
sovið seg frá tænastuni. Tað er
nevniliga hansara skylda við hvørt
tímaslag at standa uppi og gera
honnør framman fyri dyrnum hjá
kapteyninum. Tað er avgjørt ikki
nøkur trupul tænasta, men hon er
neyðug, til tess at hann skal vera
førur fyri at halda vaktina eins og
til borðreiðingar. Í gjáranáttina
skuldi kapteynurin kanna, um
tænarin gjørdi sína skyldu. Klokkan
2 lat hann dyrnar upp og fann hann
sitandi
samanhóknan
sovandi.
Hann fór eftir hestakoyrlinum og
sló hann á andlitið. Í staðin fyri at
reisa seg og biðja um fyrigeving,
tók maðurin um beinini hjá sínum
harra, risti hann og rópti: ”Tveit
pískin burtur, ella eg eti teg.” – So
leiðis er málið. Kapteynurin kom
til mín fyri einum tíma síðani,
eg skrivaði hansara frágreiðing
niður og skoytti beinan vegin
dómin uppí. Síðani gav eg boð um
at leggja mannin í leinkjur. Tað
er einki fløkt í hesum. Um eg nú
fyrst hevði rópt á mannin og sett
honum spurningar, so varð alt
vorðið ein fløkja. Hann hevði logið,
og, um tað hevði eydnast mær at
afturvíst lygnunum, hevði hann
broytt tær við nýggjum lygnum og
so framvegis. Men nú havi eg hann,
og eg sleppi honum ikki aftur. Havi
eg nú greitt frá øllum? Men tíðin
gongur,
dómsfullgerðin
skuldi
longu verið byrjað, og eg eri ikki
liðugur við at greiða frá maskinuni.
Hann beindi ferðamannin í stólin,
og fór aftur yvir til maskinuna
og byrjaði: ”Sum tygum síggja, so
hevur harvan mannaskap; her er
harvan til yvirkroppin, her eru
harvurnar til beinini. Til høvdið er
hesin lítli prunkmeitilin ætlaður.
Skilja tygum tað?” Hann bendi seg
vinarliga yvir móti ferðamanninum,
fúsur til tær mest nágreiniligu
frágreiðingarnar.
Ferðamaðurin hugdi við rukk
utari pannu at harvuni. Upplýsing
arnar um rættargongdina var hann
ikki nøgdur við. Gaman í, hann mátti
siga við seg sjálvan, at hetta var ein
sektarkoloni, og at her kravdust
serligar fyriskipanar, og at neyðugt
til tað síðsta var at fara hermálsliga
til verka. Hinvegin hevði hann
eina ávísa vón til tann nýggja
kommandantin, sum eftir øllum
at døma ætlaði, um enn líðandi,
at fáa eina nýggja rættarskipan
í lag, sum hesin offiserurin við
sínum tápuliga høvdið ikki skilti.
Sambært
hesi
hugsan
spurdi
ferðamaðurin. ”Verður komman
danturin hjástaddur, tá avrættingin
fer fram?” ”Tað er ivasamt,” svaraði
offiserurin, illa við av hesum
óvæntaða spurningi, og hansara
vinarliga bragd hvarv: ”Júst tí
mugu vit skunda okkum. Eg verði
harumframt noyddur til, hóast
tað nívir meg, at stytta mína
frágreiðing. Men í morgin kundi
eg, tá ið maskinan aftur er reinsað,
– at hon verður so illa dálkað,
er hennara einasti vansi – greitt
gjøllari frá. Sostatt bara tað mest
neyðturviliga nú. – Tá maðurin
liggur á seingini, og hon er farin at
skelva, verður harvan lorað niður á
kroppin. Hon innstillar seg sjálva
soleiðis, at hon bert nertur kroppin
við broddunum. Tá innstillingin er
liðug, táttar hetta stáltogið straks
í eina stong. Og nú byrjar leikurin.
Ein, sum ikki veit tað, verður
ikki varugur við nakran mun í
spenninginum. Harvan arbeiðir at
síggja til óbroytt. Dirrandi stingur
hon broddarnar niður í kroppin,
meðan seingin ristur hann. Til
tess, at øll kunnu vera hjástødd og
síggja útinningina av dóminum,
varð harvan gjørd úr glasi. Tað gav
ávísar tekniskar trupulleikar at seta
nálirnar fastar, men eftir nøkrum
royndum eydnaðist tað. Vit hava
gjørt alt tað, vit hava verið mentir.
Og nú kunnu øll gjøgnum glasið
síggja, hvussu innskriftin verður
framd á kroppin. Vilja tygum ikki
koma nærri at síggja nálirnar?”
Framhald