Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 127 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. desember · Nr. 168 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Ætlanin at byggja eina grøna multihøll, við 50 metra lang­ hyli, í Vági, hevur fingið góða undir­tøku í teimum sjey komm­un­unum í Suðuroy. Stigtakararnir til verk­ æt­lanina hava heitt á allar kommu­nurnar í Suðuroynni um at stuðla verkætlanini við 100 krónum fyri hvørt fólk­ið í kommununi, bæði næsta ár og í 2012. Og nú kommunurnar hava lagt fíggjarætlanirnar fyri næsta ár, hava tær all­ar sjey samtykt at stuðla æt­lan­ ini við 100 krónum fyri hvørt fólki næsta ár. Peningur er avsettur á fíggjar­ætlanini fyri næsta ár. Skal bjóðast út Men Tvøroyrar Býráð hevði kort­ini eitt fyrivarni og tað er, at tey krevja, at arbeiðið at gera høllina skal bjóðast út, so at eisini fyritøkur á Tvør­oyri kunnu fáa høvi til at bjóða upp á arbeiðið. Tá ið stigtakararnir hava lagt ætlanina fram, sæst, at teir hava leitað sær veg­leið­ ing og ráðgeving frá fleiri virkjum og fyritøkum. Men Tvøroyrar Býráð stað­fest­ir, at verður hetta skilt soleiðis, at hesar somu fyri­tøkur eisini skulu standa fyri sjálvum arbeiðnum, fer tað at endurskoða sam­tykt­ ina um at stuðla ver­k­æt­lan­ ini. - Tað er ein treyt fyri stuðli­num, at arbeiðið skal bjóð­ast út, sigur ein samt Tvør­oyr­ar Býráð. Multihøllin skal standa beint undir liðini á el verkinum í Vági og stig­takar­ arnir hava fingið til­søgn frá SEV um at teir skulu fáa avlopshitan frá el­verki­num fyri einki og tað er nógv mikið til at hita bæði lang­ hylin og høllina sjálva. Áki Bertholdsen Nú fer av álvara at síggja ljósari út hjá Tvøroyrar Kommunu. Tá ið ringast stóð til, hevði hon eina skuld upp á sjey álíkn­ingar. Men við árslok í ár er netto­skuldin komin niður um eina álíkning. Tað varð upplýst á býráð­s­ fundi­num, nú fíggjarætlanin varð samtykt. Kommunan hevur fram­ vegis eina skuld upp á 60 millió­nir, men samstundis eig­ur hon 14 milliónir á bók. Sostatt verður netto­skuld­ in 46 milliónir við árslok í ár. Men inntøkan hjá kommu­nuni av skatti er 47 milliónir og sostatt er netto­ skuld­in komin niður um eina álíkn­ing. Hetta er fyrstu ferð í eitt manna­minni, at Tvøroyrar Kommu­na er undir einari álíkn­ing í nettoskuld. Skuldin hjá Tvøroyrar Kommu­nu er upparbeitt langt áðrenn tað varð sett í kommunulógina, at ein kommu­na kann ikki skylda meiri enn eina álíkning í skatti Tað var serliga í átta­ti­áru­ num, at kommunu­skuld­in á Tvøroyri tók ferð upp ímóti himli. Tað hendi í mest­ an mun í sambandi við, at kommunan brúkti nógva orku upp á at halda lív í vinnu­lívinum á plássinum og tá ið tað fór sama veg, sum næst­an alt annað vinnulív í landi­num, stóð kommunan eftir við eini risa skuld. Men nýggi skúlin í Trongis­vági bleiv eisini ein kleppur um beinini á kommun­uni, tí hann bleiv nógv­ar ferðir dýrari enn ætlað. Leggja til rættis Í Tvøroyrar Býráð vóna tey nú, at Fíggjarmálaráðið fer at at taka fíggjarliga støðu­ na hjá kommununi upp heilt skjótt og taka hana av lista­ num yvir kommunur, sum eru so skuldartengdar, at tær ikki sleppa at seta seg fyri láni. Men í Tvøroyrar Býráð eru tey samstundis fullgreið yvir, at hóast kommunan fær fíggjarliga frælsið aft­ ur, verður tað ikki við tað allarfyrsta, at nakað stór­veg­ is av pengum kunnu brúkast. - Tað mesta av fíggjar­æt­ lanini fer til rakstur, og so­ leið­is verður støðan eisini næstu tíðina, staðfestir býráð­ið. Men næsta ár er so eisini ætlanin at betala átta milliónir í rentum og av­drátt­ um. Hinvegin staðfestu bý­ ráðs­limir somuleiðis, at tað stan­da nógvar avbjóðingar fyri framman. Ikki minst verður hugsað um at gera ábøtur á skúlan, sum er í so vánaligum standi, at hann er ikki ”at bjóða børn­um at ganga í”, sum tikið varð til. Somuleiðis krevur skúlin í Trongisvági stórar ábøtur. Men tá ið kommunan er komin niður um eina alíkn­ ing í skuld, hevur kommu­ nan so tað frælsi at seta seg fyri láni upp til eina álík­n­ing og tað gevur í øllum før­um kommununi aðrar møgu­ leikar. - Tá kunnu vit av álv­ara fara undir at leggja fram­ tíðina til rættis, siga býráðs­ limir á Tvøroyri. aki@sosialurin.fo Tvøroyrar Býráð fær fíggjarligt frælsi aftur KOMMUNUSKULD Tvøroyrar Býráð hevur nú goldið skuldina hjá kommununi so mikið langt niður, at hon allarhelst skjótt verður tikin av ”svartalista” hjá Fíggjarmálaráðnum Tað verður ikki við allarfyrsta, at nakað stórvegis av pengum kunnu brúkast Skúlin er í so ringum standi, at hann er ikki at bjóða børnum at ganga í Arbeiðið at gera langhyl og multihøll í Vági, skal bjóðast út Fyri ein stóran part er tað óneyðugt, at vit yvirhøvur sita her Kommunur í Suðuroy stuðla langhyli í Vági LANGHYLUR Allar kommunurnar í Suðuroy hava nú samtykt at stuðla ætlanini at gera langhyl í Vági. Men treytin frá Tvøroyrar Býráð er, at arbeiðið verður boðið út