Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. desember 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. desember · Nr. 168 Sosialurin Kommunuskatturin hjá Tvørafólki verður fram­ vegis 23,5% næsta ár og barnafrádrátturin verður eisini 5.000 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ár, akkur át sum í fjør. Tað er greitt, nú Tvør­ oy rar Býráð hevur sam­ tykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Næsta ár verður inn­ tøkan av vanligum komm­ unu skatti mett at verða eina millión hægri enn ár, men inntøkan av parta­ felags skatti fer at minka 250.000 krónur, niður í eina millión. So tilsamans fer tað at geva kommununi eina inn tøku upp á 47 milliónir næsta ár. Annars fer tað at kosta 37 milliónir at reka Tvør­ oyr ar Kommunu næs ta ár og átta milliónir skulu betalast í rentum og avdráttum, so tað er ski l­ igt, at tað er ikki nógv eft­ ir til íløgur. Næsta ár ætlar býráðið at keypa fimm talgildar talv ur til Tvøroyrar Skúla, samstundis sum kommun an fer upp í aft­ ur NSR samstarvið í Suð­ ur oy, sum kommunan ann ars fór burtur úr í fjør. Á tekniskum økinum verð ur roknað við at koma á mál við reinum vatni til øll húski, eins og um fatandi arbeiðið uppá kloakk skipanina heldur fram. Annars samtykti Tvør­ oyr ar Býráð at stuðla æt laða 50 metra lang­ hyli num í Vági við 100 krónum fyri hvørt fólkið í kommununi. Men býráðið setir sum treyt, at arbeiðið at byggja høll ina, verður boðið út, so at eisini fyritøkur á Tvør oyri fáa høvi til at bjóða seg fram til at gera arbeiðið. Áki Bertholdsen Hóast tað sær ljósari út hjá Tvør oyrar Kommunu, eru eisini onkri fremstifingrar á lofti. Sum tað sæst í hinari grein ini her á síðuni, er Tvør­ oyr ar Kommuna nú um at verða tikin av ”svartalista” hjá Fíggjarmálaráðnum Ein av teimum, sum kortini hevur fremstafingur á lofti, er Jaspur Vang, býráðs limur. ­ Taka vit 2010, er fíggjar­ lógin upp á góðar 49 millió­ nir, tá ið alt er tikið við, og rakstra r útreiðslurnar vóru upp á góðar 37 millionir. ­ Sostatt hava vit 12 millión ir eftir til útbyggingar og ábøtur. Taka vit 2011, er fíggjar­ lógin upp á 47 milliónir og rakst ur in verður framvegis mett ur at kosta 37 milliónir. Sostatt hava vit tvær millió nir minni eftir til út­ bygg ingar og ábøtur næsta ár, enn vit hava havt í ár. Ansa sera væl eftir Býráðslimurin helt so statt, at býráðið eigur at ansa ómetaliga væl eftir rakstrar­ útreiðslunum og, hvørjar skyld ur, hon annars átekur sær. Hann mælti til, at býráðið beinanvegin næsta ár setir sær fyri at endurskoða allan rakst ur in fyri at vita um hann ikki kann skilbøtast. Hann spurdi serliga um kommunan hevur ráð til at átaka sær fleiri út reiðsl ur á eldraøkinum, sum í veru­ leika num er ein lands upp­ gáva. ­ Heldur hendan gongdin fram, verður býráðið ikki ann að enn ein fyrisiting, tí tað verða ongir pengar at raðfesta við, helt Jaspur Vang. Hesum vóru fleiri býráðs­ lim ir samdur í. ­ Kommunan er so bundin fíggjar liga, at fyri ein stóran part er tað óneyðugt, at vit yvirhøvur sita her, helt Berg­ ur Bærendsen, býráðs lim ur, turrisliga fyri. Ein beisk tíð Bergur Bærendsen helt, at hesi seinastu árini hava ver­ ið beisk hjá býráðnum við sparingum, uppsagnum og skerj ing um. Men hann var eisini for tør n að ur um, hvussu býráðið mangan varð tikið á bóli av ”óbehagiligum yvir­ raskil sum” í sambandi við útreiðsluvøkstur á al man na­ økinum og á barna vern dar­ øki num. Tí fekk hann ikki lagt nóg stóran dent á, hvussu ómeta liga stóran týdning tað hevur, at býráðið heldur fast um raksturin og serliga eigur bý ráð ið at ansa eftir, hvørjar skyld ir tað átekur sær. 23,5% Býráðslimir á Tvøroyri hava fremsta fingur á lofti VARSEMI Tað verður neyðugt, at Tvøroyrar Býráð vendir hvørjari krónu, áðrenn hon verður brúkt Nú kunnu vit av álvara fara at leggja framtíðina hjá Tvøroyri til rættis, siga býráðslimir á Tvøroyri Tað standa nógvar avbjóðingar fyri framman FíggjARlIgt FRælSI