mánadagur 6. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 127 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. desember · Nr. 168
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Fríggjamorgunin
sóust
skip hjá Faroe Seafood,
sum vanliga plaga at loysa
sama kvøld, sum tey landa,
framvegis liggja bundin við
bryggju dagin eftir. Soleiðis
lógu
ísfiskatrolararnir,
Stelkur og Bakur, lið undir
lið inni í havnini í Runavík,
sum ikki sá serliga dámligt
út. Vanliga plaga skipini
eisini at liggja við Beta-
brúnna eftir loknan túr,
men soleiðis var ikki hend
an dagin.
Tá tú fregnaðist, hví so
var, fekst tú at vita, at nógv
fundarvirksemi um Faroe
Seafood var hendan dagin,
og fólk væntaðu, at eitt
hvørt fór at henda.
Út á seinnapartin bórust
eisini tíðindini um, at sam
ráðingarnar millum tey trý
feløgini, sum høvdu ætlað
sær at yvirtaka felagið, vóru
slitnaðar.
Í samrøðu við Norðlýsið
váttaði
Anfinn
Olsen,
reiðari
hjá
Framherja,
sum var ein av ætlaðu
keyparunum, at teir einki
høvdu frætt aftur frá Eik
Banka, og tí segði hann seg
vænta, at “heilt aðrir partar
sita við borðið í løtuni”.
Sama seinnapart váttaði
eisini Ingi Højgaard, nevnd
arformaður í Faroe Seafood,
yvirfyri
Kringvarpinum,
at teir nú vóru farnir eftir
plani B, sum hann tók til.
- Støðan er álvarsom, tí
eingin trygd er fyri, at tey
800 starvsfólkini hjá Faroe
Seafood sleppa til arbeiðis
aftur mánamorgunin, legði
nevndarformaðurin aftrat.
Í Skiftirættin
Seint seinnapartin fríggja
dagin gjørdist so endaliga
greitt, at avgerð varð tikin
um at senda Faroe Seafood
í Skiftirættin.
Bústjórar, Ingi Højgaard
og
Eyðfinnur
Jacobsen,
advokatar, vórðu settir.
Avgerðin merkir, at øll
virkini, sum felagið hevur
rikið,
verða
stongd,
til
nýggir møguligir eigarar –
ella leigarar - fáa høvi at lata
tey uppaftur.
Nøkur av skipunum, sum
samtakið eigur lut í, verða
væntandi siglandi fyribils,
meðan onnur helst noyðast
at binda.
Millum 500 og 700
fólk vóru knýtt at flaka
virkjunum hjá Faroe Sea
food. 100-120 mans vóru
knýttir at skipunum, um
leið 25 fólk at landingar
miðstøðini Kongshavn – og
eini 12 fólk vóru knýtt at
virksemi hjá samtakinum
uttanlands.
Feløg, sum áttu meiri enn
5% í Faroe Seafood sam
takinum, vóru: P/F Notio
Framtaksfelag (48,5%)
, Vá
tryggingarfélag Íslands hf
(19%)
, Framtak (17,5%)
og
Sp/f 29.03.2006 (7,5%).
vilmund@sosialurin.fo
Maður, kona, dó
Sera dapur
fríggjadagur
Tað sá eitt sindur ófrættakent út fríggjamorgunin, tá Stelkur og Bakur
hjá Faroe Seafood, ið vanliga plaga at loysa sama kvøld, sum skipini
landa, lógu bundnir við bryggju – inni í havnini í Runavík
Mynd: Vilmund Jacobsen
FAROE SEAFOOD Fríggjadagurin gjørdist
lagnudagurin hjá Faroe Seafood og hjá flestu av
teimum mongu, sum høvdu sítt starv hjá samtakinum.
Sum seinnaparturin leið, var líkt til, at ring boð vóru
í væntu. Tað skuldi eisini vísa seg, at ófrættakenda
støðan, sum sást og merktist hendan dagin, gjørdist
veruleiki, og almenningurin varð at enda kunnaður
um, at Faroe Seafood var sent Skiftirættinum
Vilmund Jacobsen
Tað var fríggjadagin, 3. de
sember, klokkan 17.10, at Før
oya Skiftirættur tók avgerð
um, at P/F Faroe Seafood fór
í fíggjartrot, sum tað verður
rópt.
Samstundis gjørdi Skifti
rætturin av, at Ingi Højgaard,
sum annars var nevndarfor
maður í Faroe Seafood og
Eyðfinnur Jacobsen, advo
katar, vórðu settir fyribils
bústjórar.
Tey, sum arbeiddu á ymis
ku postunum hjá Faroe Sea
food – á virkjunum, sigldu
við skipunum, á landing
armiðstøðini
Kongshavn
ella aðrastaðni í felagnum –
fingu einki at vita, fyrr enn
tey frættu um ólukkuligu
støðuna í fjølmiðlunum.
Í eini fráboðan, siga bú
stjórarnir seg harmast um,
at teir ikki fingu møguleikan
sjálvir og beinleiðis at kunna
starvsfólkini um hesa avgerð.
Í morgun vóru fleiri lýs
ingar
í
útvarpinum
hjá
Kringvarpinum, har arbeið
arafeløg kallaðu arbeiðsfólk
til fundar í dag saman við
Arbeiðsloysisskipanini
og
við umboðum fyri búgvið
eftir feløgini, sum eru farin á
húsagang.
Á hesum fundum verður
kunnað um viðurskiftini,
og kunnað verður eisini um,
hvørji rættindi og skyldur
arbeiðsfólk hava undir ver
andi umstøðum.
Skiftifundur verður aftur
fríggjadagin 17. desember
klokkan 10 á Vestaru Bryggju
í Havn, har fyribils bústjórar
nir fara at leggja fram yvirlit
yvir ogn og skuld hjá búnum.
Tað verður á hesum fundi,
at varandi bústjórn skal velj
ast.
Enn er ógreiða
Eyðfunnur Jacobsen, sum er
annar av fyribils bústjóru
num, sigur í morgun, at enn
eru ikki øll viðurskifti púra
greið.
Hann sigur, at móður
felagið P/F Faroe Seafood er
farið á húsagang og við hes
um virkini, sum felgið átti.
Haraftrat er P/F Faroe Fish 2
farið, sum eigur partrolarar
nar, Bak, Stelk, Rók, Lerk og
Heyk og Falk.
Bústjórin sigur, at P/F
Faroe Fish 1 er ikki farið á
húsagang, og soleiðis held
ur ikki feløgini, sum eiga og
reka partrolararnar, Jaspis
og Ametyst og djúpvatns
trolaran, Ednu.
Samtakið Faroe Seafood
eigur 100% í partrolarunum
Heyki, Falki, Róki, Lerki,
Stelki og Baki – og 66% í
partrolarunum
Jaspis
og
Ametyst. Haraftrat eigur
samtakið 50% í djúpvatns
trolaranum, Ednu.
Landingarmiðstøðin
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at
felagið, sum eigur landing
armiðstøðina Kongshavn í
Saltangará, er heldur ikki
farið á húsagang.
- Enn eru ikki øll viður
skifti greið, og soleiðis er
heldur ikki endaliga greitt,
hvussu verður við eitt nú
Kongshavn,
men
líkt
er
til, at landingarmiðstøðin
kemur at halda fram, sigur
bústjórin, Eyðfinnur Jacob
sen.
vilmund@sosialurin.fo
Húsagangur
FAROE SEAFOOD - Enn eru ikki øll viðurskifti
greið, og soleiðis er heldur ikki endaliga greitt,
hvussu verður við eitt nú Kongshavn, men líkt er
til, at landingarmiðstøðin kemur at halda fram,
sigur annar bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen
Eyðfinnur Jacobsen er annar
av fyribils bústjórunum, nú
P/F Faroe Seafood er farið
á húsagang. Hin er Ingi
Højgaard. Hin 17. desember
verður varandi bústjórn vald
- Vit fingu
ikki klæðini
við okkum,
sigur Harry
Johannesen
Mynd: Vilmund
Jacobsen