Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 56

‹ fyrra síða allar 191 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Sosialurin • 10. desember 2010 JólaRákið Í Kongagøtu er rokaligt í dag. Svart­málaði handilin er á tremur við papp­kassum við vørum og út­ gerð, sum verður sett upp á serlig­ ar hillar til endamálið. Ein svenskur serfrøðingur er komin til landið at leggja lag á, nú hand­ils­ketan Make Up Store letur upp í Føroyum. Eig­ar­ar­nir mugu fylgja strongu regl­un­um fyri inn­ rætting og skipan av gerand­is­ deg­num, tí altjóða brandið krevur nevniliga, at óansæð, um tú fert inn í ein Make Up Store í London, Rom ella Havn, er konseptið, tilboðini, nýggjheitirnar, lýsingarnar og vøru­úrvalið júst tað sama. Ein heimur av litum Elskar tú at spæla spæla tær við litir og glimmur, so verður nýggi sminkuhandilin í Kongagøtu eitt paradís fyri teg. Eyðkenni við røð­ini Make Up Store er risastóra úrvalið av litum, sum kunnu setast saman alt eftir tørvi. – Vit fevna um alla litrøðina, líka frá løttum gerandis til galla og drag queens, sigur 26 ára gamla Hanna Reinert Davidsen, sum sam­an við 36 ára gomlu systrini, Miriam Reinert Olsen, hevur tikið stig til handilin. – Tað, sum eg haldi vera so stutt­ ligt við røðini er, at til ber at kombi­ nera vørurnar og litirnar. Tú kanst blanda øll tingini saman, skapa tíni egnu look og brúka tað, sum tú vilt. Til dømis kanst tú brúka eygna­skuggarnar á varrunum og kinna­reytt á eygunum, forklárar Miriam Reinert Olsen, og skoytir uppí, at røðin er til øll fólkasløg, kyn og aldursbólkar, og at tey altíð læra kundan at brúka smyrslið. Manglaði í Føroyum Miriam er júst flutt heim til Føroy­ ar aftur eftir fleiri ár í danska make­up umhvørvinum. Hon og systirin hava altíð sakn­ að ein sminkuhandil við góðsku­ makeup, breiðum úrvali og miðal­ prísum í Føroyum. Og tær vita, at nógvar føroyskar kvinnur keypa seg fátækar í makeup frá Mac og Make Up Store, tá tær fara niður ein túr. Førleikarnir lokkaðu Vanliga vilja stóru altjóða merkini onki hava við Føroyar at gera. Vit eru ov smá og fá, so tað loysir seg snøgt sagt ikki, at lata upp deild her á landi. Kortini eydnaðist tað Miriam, eftir tógvið stríð, at lokka víða­ gitna altjóða make-up brandið til Føroyar. Tað, sum gjørdi munin, so tey til endans góvu seg var, at Miriam Reinert Olsen er so serstakliga væl skikkað at reka ein professionellan Lív og litir í Konga- gøtu Føroyskar pyntidukkur fáa eitt rættiligt spælipláss at boltra sær á, nú altjóða vakurleikarøðin Make Up Store letur upp í Havn GG: Handilin læt upp fyrst í desember!