Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 57

‹ fyrra síða allar 191 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JólaRákið Sosialurin • 10. desember 2010 17 make-up handil. Umframt útbúgv­ ingina sum make-up artistur, er hon eisini stylistur og kosmetologur. Og við drúgvum starvsroyndum, eitt nú frá Mac í Magasin á Kongens Nytorv, sum makeup artistur hjá TV2 og sum viðurkendur frílansari við nógvum kendisuppgávum í Dan­mark, metti fyritøkan, at grund­ar­lagið var í lagi. Skeið og limaskapur Make Up Store er ikki bara ein handil, har til ber at keypa vør­ urnar. Fyritøkan mennir alla tíð­ ina nýggj ting, og stórur dentur verður lagdur á tann partin, sum eitur vegleiðing og undirvísing í at brúka make-up. Tað verður bæði undirvíst og smikað til dagligt niðri í handlin­ um, men eisini í erva, har tær hava innrættað eina salong til skeiðs­ virksemi av ymsum slag. Bæði fyri einstaklingar og bólkar, so sum bindiklubbar og limir í Make Up Store klubbanum. Tær greiða frá, at øll kunnu gerast limir í Make Up Store klubbanum. Fyrimunurin er tá, at tú fært tilboð og nýggjheitirnar áðrenn onnur, um­framt at tú verður boðin við til serlig limatiltøk. Fyrsti næmingurin hjá Miriam verður tó læraralærda systirin og makkarin Hanna, sum altíð hevur havt stóran áhuga fyri make-up, men sum nú kemur í læru hjá Miriam. So framyvir nýtast vit ikki at leita okkum út um landoddarnar eftir júst tí rætta bláa litinum til neglirnar ella eyguni. Kongagøta hevur heilt vist eisini kongablátt á hillunum. __________________________ Rigmor Dam Myndir: Jens Kr. Vang FAKTA Make Up Store er ein hin skjótast vaksandi svenska fyritøkan við omanfyri 170 handlum í 22 londum. Hvønn mánað lata 2-4 nýggir handlar upp kring heimin. 39 ára gamli sviin, Mika Liias, er maðurin handan Make Up Store. Merkið varð upprunaliga ætlað professionellum make-up artistum. Men eftirspurningurin frá øðrum gjørdist so stórur, at røðin so líðandi víðkaði kundaskaran til eisini at umfata til at røkka øllum frá professionellum til teenagaran.