Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-10, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2010síða 62

‹ fyrra síða allar 191 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Sosialurin • 10. desember 2010 JólaRákið Á Facebook hevur ein sæð nógv til lýsingar og myndir av fólki, sum hava roynt tað sokallaða Slanki­ wrap, sum er ein nýggj viðgerð í Før­oyum. Í lýsingunum verður lov­að, at øll missa í øllum førum 15 centimetrar av kroppinum, og um ikki, so er viðgerðin ókeypis. Men hvussu ber tað til ? Sosialurin hev­ur verið til Slanki­wraps, LIFT6 andlits­ við­gerð og og LPG-Lipo­ massagu. Tað ljóðar kanska ov gott til at verða satt. Tað ljóðar kanska eitt sindur ótrúligt, og tað ljóðar í øllum førum eitt sindur yvirdrivið. Men tað satt! Tú kanst missa yvir 15 centimetrar av kroppinum eftir eina viðgerð! Sosialurin hevur roynt tær víðagitnu Slankiwraps. Eftir arbeiðstíð eitt fríggjakvøld fór eg til vælverustovuna hjá Ergo í Havn, har hes­ar víðagitnu við­ gerð­ir­nar skuldu royn­ast. Eftir eina langa og strævna ar­beiðs­viku, er tað altíð deiligt, at sleppa til væl­ veru­við­gerð, og so­leiðis varð eisini hetta kvøldið. Men eg var kort­ini nak­að skeptisk um hesar 15 centi­ metrarnar, sum Ergo lovar fara av. Væl vitandi, at eg kanska ikki teljist mill­um tær størstu kvinnurnar, so loyvdi eg mær at ivast í, um 15 centimetrar yvirhøvur kundi fara av mær. Fyrst á skránni var lipo­ massagan, sum hevði til enda­máls at uppstramma, lyfta og forma kroppin. Eg legði meg niður, ílatin eina svarta nylon-líkn­andi drakt, og so fór viðgerðin í gongd. Tað minnist mest um eitt súgvu­ kopp, sum verður settur á kroppin. Trupul­leikin við hesum er, at eg fekk rætti­liga ilt av við­gerð­ini. Eg skilti á kvinnuni, sum framdi við­ gerðina, at tað er rættiliga vanligt, at fólk fáa ilt av viðgerðini, men tað er ymisk hvussu ilt fólk fáa. Um tú fegin vil hava eina av­ slapp­andi massagu, so er hetta helst ikki rætta viðgerðin. Men hevur tú hinvegin appilsin húð, ójavna húð ella líknandi, so er hend­an viðgerðin ein góð hjálp, um enn hon ikki tekur alt burtur. Vælveru­ klænking í Havn Lipomassagan Barbara Holm barbara@sosialurin.fo