fríggjadagur 10. desember 2010síða 63
‹ fyrra síða allar 191 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JólaRákið
Sosialurin • 10. desember 2010 23
So upprann løtan, har eg skuldi royna tað forvitnisligu nýggju
viðgerðina, sum garanterar 15 centimetrar av kroppinum eftir
fyrstu viðgerð. Ikki tykkum at siga, so var eg heldur skeptisk
um hesa viðgerð.
Eg varð innballað í eitt slag av bandagu um allan kroppin,
sum var vátt við leiri. Síðani setti eg meg niður í ein hita stól,
og væl innballað í teppir og annað, soleiðis at eg varð heit.
Endamálið við hesum er, at leirið skal sleppa inn í kroppin.
Síðani, skuldi eg sita har í ein tíma.
Aftaná hendan tíman, skuldi eg so upp at mátast aftur. Við
einum BMI tali undir miðal, er tað sjálvandi ivasamt, hvussu
nógvir centimetrar í roynd og veru kunnu fara av, men úrslitið
gjørdi meg ikki sørt bilsna. 20.8 centimetrar !
So stórt var talið, sum eg seinni kundi reypa mær av, var
farið av kroppinum hjá mær.
Nakað var farið av mjødnini og reyvini, okkurt av lørunum
og okkurt av miðjuni. Eisini fór okkurt av armunum.
So staðfestast kann, at hendan viðgerðin riggar. Enntá betur
enn lovað !
Viðgerð við úrsliti
Alt í alt má staðfestast, at viðgerðin var góð og gav úrslit. Tó hevði
hon helst givið størri úrslit hjá onkrum, sum hevur størri tørv á
slíkum viðgerðum, men eg eri væl nøgd, og kann avgjørt viðmæla
hetta til kvinnur, sum vilja “lide for skønheden”.
Hendan andlitsviðgerðin minnir
um Lipomassaguna, har tað eisini
er ein “súgvukoppur”, sum verður
settur á andlitið.
Stóru munurin er tó tann, at hesi
viðgerð fært tú ikki ilt av. Hendan
viðgerðin er ógvuliga avslappandi,
og andlitið kennist sum nýtt eftir
viðgerðina.
Sum vanligt er, varð helvtina av
andlitinum gjørt fyrst, soleiðis, at
munur kundi síggjast á úrslitinum
beinan vegin. Her er at siga, at
viðgerðin í størsta mun hevur til
uppgávu at minka um rukkur og
linjur, og annars at lyfta andlitið á
natúrligan hátt, soleiðis, at ein sær
yngri út.
Og verandi bert 23 ár, so kann tað
sjálvandi verða rættiliga trupult
at minka um linjur og rukkur hjá
mær. Men hóast tað, so er ein
sjónligur munur á úrslitinum.
Við kjálkan og munnin er ein
munur at síggja. Á øðrum myndum
á síðuni er eisini týðuligur munur
á andlitinum hjá kvinnunum, sum
hava roynt hesa viðgerð.
Hvussu riggar tað?
UCW Slankiwrap kemur frá London og er ein slankandi, uppstrammandi og útreinsandi viðgerð.
Tú verður ballað inn í heitar leirbandagur ( leirið kemur frá deyðhavinum og er tilsett eina rúgvu
av salti og minerali), hitin frá leirinum fær porurnar at lata seg upp, so leirið kann treingja inn.
Hvussu leingi heldur tað?
Tað heldur í okkurt um ein mánað.
Er tað ikki bara vatn, sum fer av?
Í mun til aðrar líknandi viðgerðir, so er tað ikki vatn, sum fer av í hesi viðgerðini. Viðmælt
verður, at ein drekkur nógv vatn áðrenn og eftir viðgerðina. Tað, sum fer av, at í høvuðsheitum
affaldsstoffir.
Hvat kostar tað?
Ein viðgerð av slankiwrap kostar 950 krónur, og avsláttur verður latin, um fleiri viðgerðir verða
bílagdar samstundis.
Annars kann lesast meira á ergo.fo
Lift6 andlitsviðgerð
Slankiwraps