mikudagur 14. januar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
3
190 ára dagur hjá friði
Mikudagin verður
fyrilestur um Kielar-
friðin í Norðurlanda-
húsinum
FYRILESTUR
tíðindaskriv
Á sjálvum 190 ára degnum,
mikudagin 14. januar 2004,
fer Zakarias Wang at halda
almennan fyrilestur í Norð-
urlandahúsinum um Kiel-
arfriðin í 1814.
Norrøna Felagið í Før-
oyum skipar fyri fyri-
lestrinum, sum er kl. 19.30.
Í ár eru liðin 190 ár, síð-
ani Kielarfriðurin varð
staðfestur. Partarnir vóru
Eysturríki og onnur stór-
veldi og hinumegin Dan-
mark-Noreg.
Kravið var, at Danmark
skuldi lata Svøríki Noreg.
Svenski Karl Johan, kong-
ur, helt fram at stríðast til
danski kongurin, Fríðrikur
VI, læt honum alt Noreg.
Tá høvdu Danmark og
Noreg havt felags kong í
434 ár.
Stóra-Bretland
fekk
Helgoland, og Danmark
fekk svenska Pommern við
Rügen.
Men Noreg góðkendi
ikki Kielerfriðin. Við fyri-
mynd í amerikansku fræls-
islýsingini frá 1776 og
fronsku grundlógini frá
1791 stovnaðu norðmenn
eitt sjálvstøðugt ríki tann
17. mai í 1814 við Kristiani
Fríðriki sum kongi.
Kielarfriðurin fevndi ikki
um Føroyar, Ísland og
Grønland. "Tað er ikki heilt
greitt, hví hetta eydnaðist"
sigur Hans Jacob Debes í
bókini Føroya Søga 3.
Karakoe á Kambsdali
Leygarkvøldið
verður Karaoke-
kvøld á Kambsdali
KARAOKE
tíðindaskriv
Seinast »karaoke-kvøld«
var í høllini á Kambsdali,
vóru tað sera nógv fólk
savnaði saman fyri at
lurta, og fleiri av áskoðar-
unum kundi ikki halda sær
aftur og fóru uppá pallin
fyri at syngja. Nógv løg
eru at velja ímillum gomul
sum nýggj, og um ein ikki
júst
torir
at
standa
einsamallur framman fyri
eina mannafjøld fyri at
syngja, ber til at vera ver-
andi á gólvinum og fylgja
við á stórskíggjanum sum
er settur upp til tað sama.
- Rættartrygdina
- Samhaldsfesti
- Vinnumøguleikar
- Trivnaðin
vitaminir bøta um
Minst til
vitaminir!
- nakað fyri T
C
M
Y
K
3
2
XA
FÓLKAFLOKKURIN
Ábyrgd, álit og áræði
Skatturin skal niður!
Fólkaflokkurin hevur sum aðalmál, at
skattatrýstið áhaldandi skal linka. Tað skal
loysa seg at arbeiða, tí skal skatturin á
seinast vunnu krónu lækka.
Tað hevur eydnast Fólkaflokkinum at fáa
meiriluta fyri skattalættum hvørt ár síðan
1996, seinasti lættin fyri nøkrum døgum
síðan.
team85 358000