mikudagur 14. januar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
5
Góðveðrið og vakri
grasvøllurin uttan
fyri Studentaskúlan í
Hoydølum var
týsmorgunin karmur
um ein óvanligan
valfund. Aftaná at
upprunaligi
ungdómspolitiski
valfundurin, sum
skuldi vera í
samkomuhøllini í
skúlanum, brádliga
var avlýstur, høvdu
fýra ung valevni úr
teimum stóru flokk-
unum sjálv tikið stig
til uttandura fundin
UNGDÓMS-
POLITISKUR
VALFUNDUR
Kristian E. Andersen
Myndir: Jens Kristian Vang
– Sjálvandi spell, at næm-
ingarnir missa tveir tímar,
men tað er bara stuttligt, at
okkurt
serligt
hendir
onkuntíð, sigur ein heldur
kløkkur, men vælhýrdur
rektari, Mads Winther, tá
Sosialurin spyr hann um
óvæntaða larmin uttan fyri
skrivstovu hansara. Og rætt
hevði hann. Løtan var
nevnliga stuttlig og serlig.
Fýra uppsettir, komandi ris-
ar innan føroyskan politik
stóðu við mikrofon og fóðr-
aðu ein skara av ungum,
áhugaðum studentaskúla-
næmingum við politiskum
slagorðum og vallyftum.
Studentaskúlin hevði einki
við hetta tiltak at gera.
Ungu valevnini høvdu sjálv
tikið stig til fundin.
Brádliga avlýst
Siðvenja hevur seinastu
árini verið, at Studentaskúl-
in í Hoydølum, dagin áðr-
enn løgtingsval, skipar fyri
politiskum valfundi, har
pallborðið er mannað av
teimum ymisku floksfor-
monnunum. Og í ár er einki
undantak. Tann fundurin
verður mánadagin. Ætlanin
var eisini, at Samstarvs-
nevndin, sum er mannað av
fýra næmingum og fýra
lærarum úr Studentaskúl-
anum, í ár skuldi skipa fyri
einum ungdómspoltiskum
valfundi í samkomuhøllini
á skúlanum, men hesin
fundurin varð brádliga av-
lýstur. Orsøkin var, at ikki
allir politisku flokkarnir
luku
treytirnar
hjá
Samstarvsnevndini.
– Orsøkin til, at vit av-
lýstu ætlaða fundin, var, at
tað einans vóru umboðini
hjá Fólkaflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum, sum
luku treytir okkara um, at
umboðini ikki máttu vera
eldri enn 25 ár, sigur
Sunnvá Bæk, forkvinna í
Samstarvsnevndini.
Lært av royndum
Orsøkin til, at Samstarvs-
nevndin hevur sett markið
at vera 25 ár, er læra av
royndum. Fyrr hevur verið
roynt at skipa fyri líknandi
fundum, og tá hevur ójavn-
vágur verið í kjakinum, tí
ávís umboð hava verið so
nógv meira roynd enn onn-
ur.
– Vit hava lært av roynd-
um, og vit vildu ikki hava
ein fund, sum líktist ov
nógv tí, sum verður mána-
dagin. Vit vildu hava ein
ungdómspolitiskan valfund
við valevnum, sum hava
nøkunlunda somu royndir.
Tískil
setti
Samstarvs-
nevndin markið at vera 25
ár, og flokkarnir vóru kunn-
aðir um hetta í einum skrivi
longu í síðstu viku, greiðir
rektarin Sosialinum frá.
Vælnøgdir
Tey fýra ungu valevnini, ið
tóku stig til fundin eru
Torkil V. Rasmussen úr
Fólkaflokkinum, Michael
Jensen úr Sambandsflokk-
inum, John Johannessen úr
Javnaðarflokkinum
og
Rúni Nielsen úr Tjóðveldis-
flokkinum. Kjakið bar brá
av teimum vanligu evnun-
um, sum eru frammi hjá
hesum flokkum. Torkil tos-
aði um skattalætta, og um
at tað skal loysa seg at ar-
beiða. Michael tosaði um
loyniliga skattalætta Sam-
bandsfloksins. John tosaði
um, at fólki og gerandis-
dagurin eru týdningarmikl-
ari
enn
ríkisrættarligi
spurningurin. Og Rúni tos-
aði um týdningin av at
halda áfram við sjálv-
stýriskósini, sum Tjóðveld-
isflokkurin hevur sett út í
kortið. Hóast upprunaligi
fundurin varð avlýstur vóru
fyriskipararnir sera væl
nøgdir við fundin
– Hatta var ein ordiligur
sólskinsfundur. Veðrið var
gott. Har vóru nógv fólk.
Løtan var stuttlig. Nógvir
spurningar vóru settir, og
kjakið var gott. Hatta var so
gott, sum tað kann vera,
sigur ein av komandi risun-
um í føroyskum politikki
við Sosialin aftaná fundin.
Sólskinsfundur í Hoydølum
Veðrið var av tí
besta, og hýrurin
var stak góður
uttan fyri
Studentaskúlan í
Hoydølum
týsmorgunin
Rektarin var noyddur at gera ungu valevnunum greitt, at talan var um eitt
roykfrítt øki
C
M
Y
K
5
4