Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 8 - 14. januar 2004 Nr. 8 - 14. januar 2004 7 Vænta at óttin fyri at eta laks fer at hasa av Ætla at skapa trygg arbeiðspláss í Hvalba Hesar seinastu dagar- nar eru fólk í summ- um londum í Evropa fullkomiliga hildin uppat at keypa laks. Men væntandi er, at hetta fer at hasa av LAKSUR OG EITUREVNI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Í summum londum eru fólk heilt hildin uppat at keypa laks. Tað sigur Finn Rasmus- sen á Landshandlinum, sum selir ógvuliga nógvan laks kring um í heiminum. Hann sigur, at úrslitið av kanningini sum amerik- anskir vísindamenn kunn- gjørdi í farnu viku, hevur havt ógvuliga stóra ávirkan á tey á marknaðin. – Í summum londum er talan um fullkomiligt sam- anbrota marknaðin um, sigur hann. Hann sigur, at serliga í Suðurevropa, í Fraklandi og í Spania, hevur reaktión- in verið ógvuslig og í hes- um báðum londum eru fólk at kalla hildin uppat at keypa laks, síðani kanning- in varð almannakunngjørd. – Kanningin hevur verið ummrødd bæði í sjónvarpi og í bløðunum í hesum londum og reaktiónin kom alt fyri eitt, sigur hann. Hann sigur, at hetta hevur ført við sær, at fleiri bílegg- ingar eru afturkallaðir í Suðurevropa. Hann sigur, at fólk eru fult greið yvir at dioxin er eitt tað vandamesta eitur- evnið, sum yvirhøvur er til og tí eru tey fullkomiliga hildin uppat at keypa laks. Hinvegin tykist tað ikki sum um at danir eru ávirk- aðir av kanningini, tí har hava fólk keypt laks sum vanligt. – Onkur keypari í Dan- mark hevur biðið um upp- lýsingar um laksin, eitt nú, hvat fóður hann hevur fing- ið. Kortini sigur hann, at keypararnir vænta, at hetta fer at hasa av aftur og at tað ganga nakrir dagar, so fara fólk aftur at keypa laks. Um tað so fer at fáa nakra ávirkan í longdini, er ilt at siga, men fer sølan at minka nøkur prosent av hesum her - og fer hon at minka nøkur prosent, hvørja fer ein matvørugøla stingur seg upp - ja so er tað eitt vandamál. Allastaðni verður nú bíð- að í spenningi eftir, hvussu marknaðurin fer at vera teir komandu dagarnar. Rakar allan laks Hinvegin sigur Finn Rasm- ussen at fyri fólk er ein laksur ein laksur og óttin fyri at eta laks, rakar sostatt allan laks. – Allur laksur er raktur av hesum, um hann so kemur úr Føroyum ella hann kemur onkra aðrastaðni frá. Hetta rakar sostatt eisini laks úr Noregi og øðrum londum. – Í tíðindunum, sum hava verið frammi í ymsum londum, er ikki so nógv gjørt burturúr, at føroyskur og skotskur laksur skal vera serliga illa eitraður, men fyri brúkaran er ein laksur ein laksur. Hann at føroyingar eiga at taka hendan trupulleikan í størsta álvara. Og hann ivast ikki í, at í longdini er keyparin sinn- aður at at betala meiri fyri eina ódálkaða vøru. – Tað er marknaðinum, sum vit liva av og vit eiga at taka øll krøv frá marknað- inum í fullum álvara. Keyp- ararnir seta størri og størri krøv til dygd. Teir krevja at fáa meiri og meiri at vita um tann mat teir eta. Og samstundis sum fólk sum heild hugsað meiri og meiri um umhvørvið. Tí ivist eg ikki í, at í longdini hevði tað loyst seg at arbeitt fyri at havt eina so ódálkaða vøru sum gjørligt, sigur Finn Rasmussen. Hinvegin heldur hann ikki, at tað hjálpir nógv hjá einstøkum alibrúkum at minka nøgdina av eitur- evnum í laksi, tí tað kann vera sera trupult at fáa laks frá einstøkum alibrúkum marknaðarførdan sum nak- að serligt. Tí heldur hann, at trupuleikin má takast upp sum heild og viðgerast undir einum. Hendan fyrsta tíðin, síðani Fiskasølan keypti flakavirkið í Hvalba, hevur verið tung, men ætlanin er at skapa trygg og støðug arbeiðspláss á virkinum FLAKAVIRKIÐ Í HVALBA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Ætlanin er, at flakavirkið í Hvalba skal vera eitt trygt og støðugt arbeiðspláss. Tað sigur Rógvi Reinert, stjóri á virkinum. Tað var fyrst í november at Føroya Fiskasøla yvirtók virkið í Hvalba. Og stjórin er tann fyrsti til at ásanna, at hendan fyrsta tíðin hjá virkinum hevur verið strævin. – Men tað høvdu vit væntað og samanumtikið hevur hendan fyrsta tíðin verið, sum vit høvdu vænt- að. Hann sigur, at tað er van- ligt, at tað er lítið arbeiðið á flakavirkjunum hesa tíðina rundanum ársskiftið. Harumframt er tað heldur ikki óvanligt, at eitt nýtt virkið eisini onkrar byrjun- artrupulleikar, áðrenn tað kemur í gongd av álvara. – Virkið hevur at kalla ligið stilt í nøkur ár, so hetta er næstan sum at byrja av nýggjum.Tó skal sigast, at nógv er gjørt við virkið, so at tað er í góðum standi. – Harafturat vita vit, at sum heild er tað trupult hjá flakakvinnuni sum heild. – Men tað skal vera meiri arbeiðið á virkinum enn tað er nú og tað arbeiða vit miðvíst fyri, sigur Rógvi Reinert. Hann sigur, at tað ætlar Fiskasølan at gera við at leggja stóran dent á sølu- arbeiði og at gera fram- leiðsluarbeiðið fyri at skapa eitt meiri støðugt og trygt arbeiðspláss. Mest feskar vørur Rógvi Reinert sigur, at ætl- anin er at brúka virkið til at virka fisk á. – Talan verður um eina blandaða framleiðslu, men talan verður í høvuðsheit- um um feskar vørur. – Vit ætla at brúka virkið at skera fløk á og partvís eisini at skráskera fisk. Men so kann tað eisini væl vera, at vit fara enn longur, so at vit eisini fara at skera fløk í portiónir, fer tíðin at vísa. Hann sigur, at tá ið virkið skal arbeiða feskt, er tað altíð ein fyrimunur eisini at kunna frysta og tað ber til á virkinum í Hvalba. Men kortini leggur hann dent á, at viðhvørt lagar marknaðurin seg eisini soleiðis, at tað loysir seg best at flyta fiskin óvirkað- an av landinum, so tað mugu vit venja okkum við til tíðir. – Men í høvuðsheitum er ætlanin at virka fisk og at flyta fesk fløk út. Onkur hevur stúrt fyri, at flakavirkið í Hvalba verður ikki annað enn ein umskip- ingarhavn, har fiskur verður fluttur og fluttur óvirkaður av landinum? – Nei, tað ætla vit, sum sagt ikki. Endamálið hjá okkum er virka fisk á virk- inum, so at tað verður eitt veruligt arbeiðspláss. Hann vil kortini ikki siga, hvussu nógv tons, ætlanin er at taka ímóti á virkinum, men talan verður um nøkur túsund tons um árið. Hann vil heldur ikki siga, hvussu nógv fólk, hann væntar, koma at arbeiða á virkinum. – Men ætlanin er at hava so støðugt arbeiði sum gjørligt, sigur hann. Kortini sigur stjórin, at tá ið eitt talan er um at flyta feskar vørur av landinum, hevur sambandið inn á meginlandið stóran týdn- ing. Men í løtuni er sam- bandið úr Føroyum ikki nóg gott. Í løtuni er bara ein fráferð úr Føroyum og hon er hóskvøld. – Tað hevði avgjørt verið ynskiligt, at bátur eisini sigldi úr Føroyum fyrra- partin í vikuni, eins og tað gjørdi fyrr. Tað hevur verið nógv umrøtt, at tað er so trupult hjá fiskivinnuni í Suðuroy, tí flutningurin er so trupul, bæði ímillum Havnina og Suðuroynna og ímillum Suðuroynna og meginland- ið í Evropa. Men tað hevur so ikki fingið Fiskasøluna at bakka. – Hetta er sjálvandi ein spurningur, vit hava um- hugsað fleiri ferðir, men niðurstøðan er, at tað eigur at bera til, hóast flutningur- in er ein trupulleiki. – Vit gera hetta sjálvsagt, tí vit trúgva upp á tað. Hann sigur, at nú flaka- virkið í Hvalba rættiliga kemur ígongd aftur og al- ingin í Suðuroy vónandi fótar sær aftur, verður tað skjótt at úflutningurin úr Suðuroy verður eini 15.000-20.000 tons um árið og hann vónar, at tað fer at eggja onkrum flutningsfel- agið til at leggja ferðaætl- anina soleiðis til rættis, at hon gagnar suðuroyingum betri enn flutningurin ger í dag. –Tíðindini um, at nógv eiturevni er í ladum laksi hevur fyribils rakt harðast í Suðurevrpa og har eru nógvar bíleggingar afturkallaðar. Nú verður bíðað í spenningi eftir, hvussu teir komandu dagarnir fara at roynast –Vit høvdu væntað, at tað fór at verða strævið í fyrstuni, men ætlanin er avgjørt at gera flakavirkið í Hvalba til eitt arbeiðspláss við støðugumarbeiði, sigur stjórin, Rógvi Reinert Framyvir skulu havnarborgarar skilja sítt burturkast. Mánadagin varð skiljimiðstøðin á Hjalla tikin í nýtslu RUSKSKILJING Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Tað eru nú tvey ár síðan, at Tórshavnar Kommuna samtykti at nýta 10 milli- ónir krónur at byggja eina skiljimiðstøð til burturkast, sum verður nevnd "Endur- nýtslan á Hjalla". Framyvir skulu havnar- borgarar skilja alt sítt burt- urkast, sum teir bera niðan á brennistøðina. Ætlanin er síðani at endurvinna pappír og papp, jarn og metal og olju. Brennistøðin hevur fing- ið eitt samstarv í lag við brennistøðina hjá IRF í Leirvík. Ætlanin er at senda pappírið og oljuna til brennistøðina á Hagaleiti. Hinvegin verður jarn og metal pressað saman í Havn. Brennistøðin á Hagaleiti hevur havt eina skiljistøð til pappír í eina tíð, og hetta pappírið verður sent niður til Danmarkar at endurnýt- ast. – Ovnarnir á brennistøð- ini hava verið ovbyrjaðir, og neyðugt var at minkað um trýstið á teir. Tí hava vit valt at gera eina skiljistøð, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn. Á henda hátt verður alt burturkastið ikki koyrt í ovnarnar, og tí tyngir tað ikki ovnarnar eins nógv og áður, tá størsti parturin av burturkastinum varð koyrd- ur beint í siloina. – Nøgdin av burturkastið hevur verið vaksandi sein- astu árini, og tí máttu vit finna eina loysn, sum er varandi, sigur borgar- stjórin. Á skiljimiðstøðini verður burturkastið býtt sundur í eini fimtan ymisk sløg, og so skulu fólk sjálv koyra burturkastið í ta røttu bingj- una. – Viðurskiftini á brenni- støðini vóru í veruleikanum ikki nøktandi, tí at fólk sjálv skuldu koyra burtur- kastið í siloina. Hetta var ikki heilt vandaleyst, og fólk gingu eisini runt í burturkastinum, ið stóð rundanum brennistøðina, sigur Jan Christiansen. Grótbrotið fylt aftur Grótið, sum er sprongt burtur fyri at gera pláss fyri miðstøðini, er nýtt til at fylla grótbrotið, sum er har á leið, uppaftur. – Grótbrotið hevur staðið sum eitt sár í fleiri ár, og hetta var eitt gott høvi at fáa tað niðurlagda grót- brotið aftur. Soleiðis hava vit eisini fríðkað um lands- lagið, sigur Jan Christian- sen. Ætlanin er at gera hetta plássið tøkt hjá handilslív- inum í Havn, so at handlar væntandi verða at síggja á hesum stað. Nýggjar ruskspannir og posar Í næstum fáa allir havnar- borgarar ein gráan rusk- posa. Hesin skal bert nýtast til vanligt burturkast so sum matleivdir og annað. Sum liður í nýggju endur- nýtsluskipanini fær hvørt húski eisini eitt grønt ílat til pappír og papp. – Tað skal avgjørt ein hugburðsbroyting til, áðrenn hetta fer at rigga, og vónandi fara allir borgarar at taka væl ímóti hesum. Tað er nógv frammi í tíðini at fara betur við umhvørv- inum, og við hesi støðini er Tórshavnar kommuna við til at betra umhvørvið, sigur borgarstjórin. Í næstum fara borgarar í Havn at fáa kunningartilfar um hesi viðurskifti, har greitt verður nærri frá hes- um viðurskiftum. Endurnýtslan á Hjalla: Havnin verður grønari Tjóðveldisflokkurin hevur eina stóra afturgongd í Eystur- oy, og tað er óivað tann sannroynd, at Signar á Brúnni ikki er við á listanum, ið hevur kostað flokk- inum atkvøður VELJARAKANNING Stefan í Skorini Nýggjasta veljarakann- ingin, sum Sosialurin og Fynd hava gjørt í sam- starvi við Fynd, vísir, at Tjóðveldisflokkurin hev- ur eina afturgongd á 4,6 prosent í Eysturoynni. Formaðurin í Eystur- oyar Tjóðveldisfelag, Hallur Ellingsgaard, met- ir, at fráveran hjá Signari á Brúnni óivað hevur kostað flokkinum í hesi kanningini. – Fólk velja ógvuliga lokalt, og eg rokni við, at vit missa flest atkvøður í Fuglafirði. Tað kann tó eisini vera afturgongd sum heild, sigur Hallur Ellingsgaard, sum metir, at fleiri atkvøður kunnu fara til hinar báðar at- kvøðuslúkarnar í Fugla- firði, sum eru Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkin- um og Dan Reinert Peter- sen úr Javnaðarflokkin- um. Hann sigur, at nógv tjóðveldisfólk í Eysturoy eru kedd um, at Signar ikki kom við á listan. – Nevdin kundi ikki havt gjørt meira fyri at fáa Signar á listan, men kanska um fuglfirðingar høvdu møtt betri upp á fundinum hevði óivað verið øðrvísi, sigur for- maðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Eingin broyting Tað er annars eingin broyting í teimum val- dømisvaldu tinglimunum í Eysturoynni. Sam- bandsflokkurin varðveit- ir tveir, og Fólka-, Javn- aðar- og Tjóðveldisflokk- urin fáa hvør sín. Sambandsflokkurin hevur eina fitta fram- gongd, og Fólka- og Javnaðarflokkurin hava lítla framgongd. Tað er tó áhugavert, at tann eykavaldi hjá Sjálv- stýrisflokkinum sambært kanningini ikki fer at liggja í Eysturoynni. Tí kann Kári P. Højgaard kenna seg hóttan, og spennandi verður at síggja, um formaðurin hórar undan hesuferð. Eingin sjúka Í leygardags Sosialinum hava vit endurgivið for- mannin í Miðflokkinum fyri at siga, at kynsvillingar, t.e. samkynd, eru sjúk. Hetta er kortini ikki rætt endurgivið. Orðini hjá Jenis av Rana vóru, at kynsvillingar eru "illa fyri". Formaður Miðfloksins sigur, at hetta er ein óheppin villa. Talan er um eina skeiva tulking av orðunum hjá Jenis av Rana, sum vit biðja orsaka fyri. Formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag: Signar fer at kosta Torfinn Smith, formaður í teknisku nevnd, og Jan Christiansen, borgarstjóri, fegnast um nýggju endurnýtsluskipanina á Hjalla Mynd: Jens Kr. Vang Tey fyrstu fólkini eru komin niðan á endurnýtsluskipanina á Hjalla. Framyvir skal alt burturkastið skiljast Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6