mikudagur 14. januar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
9
MARKNAÐARRÁK
Farna fríggjadag var stóra mán-
aðarliga arbeiðsmarknaðarfrá-
greiðingin úr USA kunngjørd.
Hendan gjørdist eitt satt vónbrot,
tí einans 1.000 arbeiðspláss vóru
sett á stovn í desembur. Væntað
varð, at talið fór at gerast
150.000. Kunngerðin av frá-
greiðingini førdi við sær, at láns-
brævarentur sum heild lækkaðu
ógvusligt. Rentan á danska stats-
lánsbrævinum við einari gildistíð
á 10 ár lækkaði fríggjadagin nið-
ur á 4,3%, ið er lægsta stigi síð-
ani byrjanina av oktobur.
Eftir at dollarin var styrknaður
nakað fyrr í vikuni, førdi sama
frágreiðing við sær, at dollarin
viknaði munandi fríggjadagin.
Orsøkin er, at marknaðarluttak-
arar nú aftur kunnu seta spurnað-
artekin við styrkina í amerik-
anska búskapinum samstundis
sum sannlíkindið fyri einari am-
erikanskari rentuhækking er
minkað.
Eisini fundurin hjá evropiska
miðbankanum (ECB) hósdagin,
har avgjørt var ikki at lækka
leiðandi rentuna, fekk dollaran at
vikna. ECB metur at sterka evran
kann tálma útflutinginum, men at
búskaparstøðan í heiminum togar
rætta vegin. Av tí at ECB ikki
metti, at sterka evran er ein hótt-
an á verandi stigi, styknaði evran
meira. Áðrenn fundin hjá ECB
kostaðu 100 dollarar 592,93
krónur, men eftir fundin og vána-
ligu tølini úr USA fall dollarin til
580,30 kr.
Orsakað av feskastu tíðindun-
um úr USA og gjaldoyrastøðuni
kann væntast, at renturnar hesa
vikuna kunnu fella meira. Hin-
vegin verður væntað, at rokn-
skaparkunngerðir úr USA eisini
fara at ávirka bæði lánsbræva- og
partabrævamarknaðirnar. Hesa
vikuna
kunngerða
nevnliga
navnfromu virkini Intel, Yahoo!,
Apple, General Electric, IBM og
Microsoft roknskapir teirra fyri
4. ársfjórðing 2003. Higartil hev-
ur m.a. Alcoa, ið er ein av heims-
ins størstu aluminiumframleiðar-
um, kunngjørt roknskap. Hesin
gjørdist góður, og væntað verður,
at roknskapirnir fyri 4. ársfjórð-
ing sum heild gerast góðir. Um
so verður, vil hetta føra við sær
hækkandi partabrøv og láns-
brævarentur.
Hinvegin vil laka arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingin
frá
fríggjadegnum eisini hava stóran
týdning fyri marknaðirnar næstu
vikurnar. Frágreiðingin er sera
týðandi, umenn hon kann vera
óstøðug. Vit kunnu tí vænta, at
frágreiðingin í ávísan mun, kann
virka sum eitt loft yvir láns-
brævarentunum og partabrøvun-
um næsta mánaðin.
Ógvusligt rentufall farnu vikuna
Vika 2, 2004
www.kaupthing.fo
Eldur í IRF bili
Mánakvøldið um
hálvgum átta tíðina
fekk Sløkkiliðið í
Klaksvík eina fráboð-
an um, at roykur kom
úr einum IRF bili,
sum stóð heiman fyri
Strandferðslubygn-
ingin við ferjuleguna
ELDSBRUNI
Solby A.Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Tað var um hálvgum átta-
tíðina, at fólk kom gang-
andi eftir Nólsoyar Páls-
gøtu og varnaðist, at roykur
kom úr IRF bilinum. Boð
vórðu send eftir Sløkki-
liðnum, sum bar skjótt at.
Tá teir komu á staðið,
sendu teir boð eftir bilfør-
aranum, tí ikki bar til at fáa
lúkuna upp á bilinum uttan,
at hann stóð í gongdi. Með-
an bíðað varð eftir honum,
kølaði Sløkkiliðið bilin
niður uttan.
Tá lúkan var fingin upp,
sást eldur í ruskinum. Eldu-
rin varð sløktur eftir einari
lítlari løtu, og síðani koyrdi
bilurin út á bingjuplássið
hjá IRF á Bumshamri, har
bilurin varð tømdur.
Ikki er greitt, hví eldur kom
í nýggja IRF bilin mána-
kvøldið, og fráboðanin
kom í so mikið góðari tíð,
at ongin skaði varð á bilin.
Ikki er greitt, hví eldur kom í ein IRF bil í Klaksvík mánakvøldið
Mynd: Bárður Lydersen
Haruveitsla á Viðareiði
14. februar kunnu øll
haruáhugað savnast
á hotel Norð á Viðar-
eiði til hugna. Tá
skipar hotellið fyri
einari haruveitslu
TÍÐINDASKRIV
Solby A Eliasen
solby@sosialurin.fo
Nú er harutíðin av á hesum
sinni, og hotel Norð á
Viðareiði fer tí at skipa fyri
einari veitslu fyri øllum
haruskjúttum og áhugaðum
í norðoyggjum. Lagt verður
upp til eitt kvøld, har høvi
so sanniliga verður til at
práta og reypa um haru-
skjóting. Hetta er fyrstu
ferð, at verandi eigari skip-
ar fyri eini tílíkari veitslu á
hotellinum, men tað var
gamalt fyrr.
– Um hendan veitslan
eydnast væl, so er hon
komin fyri at verða, sigur
Jógvan Heinesen, hotel-
eigari.
Á skránni er millum
annað at fólk frá Svend
Krosstein koma at sýna
byrsur og aðra útgerð
fram. Og eisini kemur
onkur at greiða frá um
harur og haruskjóting sum
heild.
Allir hagapartar í norð-
oyggjum fáa bræv um
hesa veitsluna, og ætlanin
hjá fyriskiparunum er, at
fáa hagtølini yvir hvussu
nógvar harur eru skotnar í
hvørjum hagaparti hendan
veturin. Og so verður
virðisløn handað besta
hagapartinum og besta
skjúttanum.
Kvøldið
byrjar
við
einum góðum veitsludøg-
urða, sangur og annað
undirhald verður somu-
leiðis á skránni.
Til ber at tekna seg til
veitsluna við at ringja
451244 ella 217020
Kvinnur - framtíðin í politikki
Politisku flokkarnir
hava ein felags trup-
ulleika at dragast við.
Tað gongur striltið at
fáa kvinnur at stilla
upp! Talið á kvinnum,
ið bjóða seg fram til
løgtingsval, er tó al-
samt vaksandi
LØGTINGSVAL
Á heimasíðuni hjá Javn-
støðunevndini sæst, at talið
á kvinnum, ið bjóða seg
fram til løgtinsvalið er
vaksið úr 9% í 1980 til 23%
í 2004.
Síggja vit burtur frá
Hinum stuttliga flokkinum,
sum bert hevur 6 valevni,
eru
Tjóðveldiskvinnur
fremst við 27%. Aftast
liggja kvinnurnar hjá Sjálv-
stýrisflokkinum við 15%.
Hyggja vit at valdømun-
um, liggja Vágar fremst við
30% og Sandoyggin aftast
við 13%.
Tá tað kemur til kyns-
býtið, byrjar Hin stuttligi
flokkurin væl. Tey hava
býtt seg kristiliga við 3
kvinnum og 3 monnum.
Undanførslan hjá kvinn-
um at stilla upp, er oftast, at
tær siga seg ikki hava skil
fyri politikki.
Tað var í 1964, at ein
kvinna; Malla Samuelsen,
fyrstu ferð tók sæti á tingi,
tó bert í eina viku ella tvær.
Onnur kvinna var Karin
Kjølbro, sum var varamað-
ur í nakrar dagar í 1971.
Fyrsta kvinnan, sum fekk
meira støðugt sæti á tingi,
var Jona Hendriksen. Hon
kom sum varamaður fyri
Jákup Lindenskov, ið varð
landsstýrismaður í 1975.
Og á løgtingsvalinum í
1978
eydnaðist
Jonu
Hendriksen og Karin Kjøl-
bro at skriva søgu á Føroya
Løgtingi, við at vera fyrstu
kvinnur, ið vórðu valdar
inn á ting.
Trý tey seinastu valskeið-
ini vórðu 4 kvinnur valdar á
ting. Bestu umboðan høvdu
kvinnurnar í 1996-98;
tá sótu 6 kvinnur á
tingi.
Við seinasta val
stillaðu 48 kvinnur
upp. Hesaferð stilla
58 kvinnur og 195
menn
upp
til
løgtingsvalið.
Javnaðar-
café í
Bládýpinum
Nú tað veruliga stundar
til val og valstríðið er í
hæddini, skipar Suður-
streymoyar Javnaðarfel-
ag fyri politiskum café
kvøldum í Bládýpinum í
Dr.
Jakobsensgøtu.
Kvøldini eru skipað
sum evniskvøld.
Mikukvøldið er evni
uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum um Tjóðskap-
arliga semju í sjálvstýris-
málinum. Caféin byrjar
mikukvøldið
klokkan
20, og tað verður Helena
Dam á Neystabø, sum
skipar fyri.
Valkvøld á
Platform
Politisku ung-
mannafeløgini fara
fríggjakvøldið í
Platform at stríðast
um ungu veljar-
arnar
VALKVØLD
Dansistaðið, Platform,
skipar
fríggjakvøldið
fyri politiskum kvøldi.
Ungmannafeløgini hjá
Fólkaflokkinum, Sam-
bandsflokkinum, Javn-
aðarflokkinum, Sjálv-
stýrisflokkinum
og
Tjóðveldisflokkinum
fara frá klokkan 22
fríggjakvøldið.
Ungmannafeløgini fáa
stutt skotbrá, tí tey fáa
bert 2 X 1 min at greiða
frá sínum boðskapi.
Hetta er gjørt fyri at fáa
ein so stuttligan og bein-
raknan boðskap sum
gjørligt. Platform boðar
frá, at tað er strangt 18
ára aldursmark og ein
kann bert ogna sær at-
gongumerki
við
at
venda sær til ung-
mannafeløgini.
Við himmal-
vendum eygum
lýðir Elisa á,
meðan ein av
kvinnuligu
valevnunum
hevur orðið á
valfundinum,
sum flokkarnir
í Norðoya val-
dømi skipaðu
fyri í Kalsoynni
leygardagin
Saman við Elisu vóru fleiri aðrar
smágentur millum áhoyrararnar í
Mikladali. Kanska stillar onkur av
teimum upp, tá eini trý valskeið aftrat eru
farin afturum — livst so spyrts
2. ÚTBJÓÐING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í farnu viku boðaði ein av
stjórunum í risastóra am-
erikanska
oljufelagnum
ChevronTexaco
frá,
at
leiting eftir olju og gassi á
føroyska landgrunninum
stendur ovarliga í teirra
arbeiðsskrá komandi árini.
Felagið ætlar sær at vera
við til at bjóða í 2. útbjóð-
ing á landgrunninum. Hetta
hóvar Eyðun Elttør, lands-
stýrismanni í oljumálum
sera væl. –ChevronTexaco
skal vera vælkomið til Før-
oyar við síni stóru vitan og
ekspertisu at hjálpa okkum
at finna, hvar olja og gass
liggur fjalt í okkara undir-
grund. Tað kann bert gagna
eini 2. útbjóðing, at eitt so
stórt felag sum Chevron-
Texaco eisini vil vera við í
leitingini á landgrunninum
sigur landsstýrismaðurin,
sum eisini vónar, at tað fer
at bera til at gjøgnumføra
útbjóðingina sum ætlað
uttan
mun
til
valið
komandi.
Eyðun Elttør heldur tað
eisini vera áhugavert og
gott at fáa eitt felag inn á
Føroyaøkið, sum er so
virkið á øllum Atlantsmót-
inum og her ikki minst í
grannalagnum tvs. í økin-
um vestan fyri Hetland. –
Tað er sera hugaligt at
hoyra, at eitt so stórt olju-
felag hevur valt sær At-
lantsmótið sum eitt av
sínum kjarnuøkjum. At fel-
agið hevur í umbúnað at
bora ein brunn beint við
markið longu í summar og
at onkur av feløgunum,
sum eru virkin á okkara
landgrunni, verða við í tí
boringini, sum skilst, eru
eisini sera góð tíðindi fyri
okkum. Tí tann vitan tú fær
beint hinumegin markið
kann vera gullverd fyri
okkum, tá vit skulu til at
bjóða út øki, sum kanska
fara at liggja nærhendis
heldur landsstýrismaðurin.
Eyðun Elttør, landsstýrismaður:
ChevronTexaco skal vera vælkomið
Eyðun Elttør, lands-
stýrismaður: – Ver vælkomið
ChevronTexaco
Meira veljarakanning
Hvussu og hvar flyta veljararnir milllum flokkarnar
Lesið Sosialin hósdagin
C
M
Y
K
9
8